Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 178 - 15. september 2006 ] Spælararnir hjá Skála skulu rysta tíðindini um venjaraskiftið av sær og fara eftir stigum á Mølini, har toppliðið stillar við sterkastu manning. FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á Mølini á Eiði spæla EB/ Streymur og Skála sunnu­ dagin. Hetta er triðja ferðin í ár, at liðini bæði møtast. Fyrra dystin vann EB/ Streymur 2-0 á Mølini. Á Skála spældu liðini javnleik 1-1, og nú skulu liðini bæði aftur hittast. Oddaliðið hevur all­ ar mans tøkar. Tað høvdu teir eisini til fjórð­ ingsfinaludystin móti HB mikukvøldið, men tá valdi felagsliðið tá at spara Marna Djurhuus, sum nú verður við aftur. Annars merkja hvørki skaðar ella leikbann hópin hjá felagsliðnum, og eftir stórsigurin á HB er lagið sera gott. Uppgávan hjá venjaraparinum hjá EB/ Streymi verður nú at fáa armarnar niður aftur, og fáa leikararnar at savna seg um trupla dystin móti Skála, sum ikki hevur tapt síðani fyri summarsteðgin. Mangla Boga Og Skála er væl fyri til dystin móti EB/Streymi. Einasti maðurin, sum hevur meldað avboð er Bogi Gregersen. Hann var heldur ikki við í dystinum móti NSÍ, og eru tað trupulleikar við fótinum, sum halda Boga Gregersen uttanfyri. Hinvegin er Bjarni Jørg­ ensen komin fyri seg aftur. Hann spældi allan fyrra hálvleik móti NSÍ, og tóktist hann at vera sera væl fyri. – Ja, tað var deiligt at vera á vøllinum aftur. Tað kendist væl og tað var stuttligt at spæla. Men í hálvleikinum var orkan við at ganga undan, og tí varð eg skiftur út, so vit fáa at síggja, hvat eg haldi til sunnudagin, sigur Bjarni Jørgensen. Venjaraskifti í fokus Tað, sum annars mest hev­ ur verið tosað um á Skála seinastu dagarnar, er, at Johan Nielsen hevur gjørt sáttmála við NSÍ fyri kom­ andi kappingarár. Hetta eru tey sjálvandi hørm um á Skála, men sambært Bjarna Jørgensen, so taka leikararnir tað púra róligt og hugsa teir um dystirnar, ið eftir eru at spæla. Á Skála plaga tey at taka til, at liðið spælir fyri at vinna hvørja ferð, og hóast teir appilsinlittu fyri so vítt onki at hava at spæla fyri, so er lítið at ivast í, at teir fara eftir sigrinum sunnudagin. Men EB/Streymur ætlar sær eisini at vinna dystin, og tí er lagt upp til ein spennandi dyst á Mølini sunnudagin. Um vikuskiftið skulu U-17 landsliðini í flogbólti hjá gentum og dreingjum royna seg í Norður­landa­ kappingini, sum verður hildin í Falkøbing í Svøríki Flogbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú sleppa U17 dreingja- og gentulandsliðini í flogbólti at royna seg í altjóð kapping í Svøríki. Liðini fóru úr Føroyum mikukvøldið og skulu leika fyrstu dystirnar fríggja­dag­ in. Kappingin endar sunnu­ dagin, og liðini verða heima aftur mánadagin. Hetta er fyrstu ferð at Flogbóltssambandið sendir lið til U-17 kappingarnar, og formaðurin i FBF, Magn­ us Tausen, sigur, at um úrslitini og royndirnar verða góðar av hesum tiltaki, so er væntandi, at hildið verður áfram við hesum. Nógv landsliðsvirksemi hevur annars verið hjá Flogbóltssambandinum í ár og eru U-17 liðini tey 5. og 6. landsliðini sum eru uttanlands í ár. U-19 landsliðini vóru í kapping um mánaðarskiftið august/september, og bæði A-landsliði hjá kvinnum og monnum hava kappast í EM-undankappingini, har manslandsliðið eisini hevur leikt seg víðari til endaumfarið, sum varður á Kýpros 4.-6. mai í 2007. Formuladeildin 17/9 HB-KÍ Dagfinn Olsen 17/9 EB/Strr-Skála Lars Muller 17/9 NSÍ-GÍ Jens P. Brattalíð 17/9 B68-VB/S Eiler Rasmussen 17/9 ÍF-B36 Páll Augustinussen 1. deild menn 16/9 HB-KÍ Vinjard Dam 16/9 AB-TB Rúni Gaardbo 16/9 FSV04-B71 Ransin Djurhuus 16/9 SÍ-LÍF Dan Højgaard 16/9 Royn-VB/S Páll Augustinussen 1. deild kvinnur – FM-bólkur 17/9 GÍ-AB Jan Gardar 17/9 KÍ-EB/Str. Anton Skoradal 1. deild kvinnur – B-bólkur 17/9 SÍ-B36 Jóhan Ellefsen 17/9 HB-NSÍ Magnus í Króki Tvey særd lið vilja á føtur aftur – Eg havi ikki roynt at tapa fýra dystir á rað við NSÍ áður, og nú ræður bara um at fáa vent gongdini, sigur Jens Martin Knudsen. NSÍ spælir sunnudagin ímóti GÍ á heimavølli NSÍ-GÍ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fýra teir seinastu dyst­ irnar er NSÍ farið av vøll­inum uttan at vinna. Hetta kostaði herfyri venj­aranum starvið, og nú hava spælararnir hjá NSÍ eitt mál fyri framm­ an – teir vilja venda gongdini. – Tríggir av teimum fýra dystunum, sum vit hava tapt, hava verið toppdystir, og tann fjórða var eftirvirkningur av teimum tapunum. Eg havi ikki roynt at tapa fýra dystir á rað við NSÍ áður, og nú ræður bara um at fáa vent gongdini, sigur Jens Martin Knud­ sen. NSÍ hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin ímóti GÍ sunnudagin. Pól Thorsteinsson manglaði seinast, men hann hevur sitið leikbannið av sær. GÍ hevur ikki vunnið í Formuladeildini í tríggjar mánaðir, og har hungra spælararnir sanniliga eisini eftir einum sigri. Seinast tapti GÍ greitt fyri HB á heimavølli, og nú spæla teir truplan útidyst í Runavík. Símun Louis Jacobsen er tøkur aftur, men Magni Jarnskor hevur nú leikbann. Hagtølini siga, at GÍ sjáldan vinnur í Runavík. Seinast GÍ vann við Løk­ in var í 2001, men verður hugt eftir tølunum fyri seinastu 10 árini vísa tey, at NSÍ hevur vunnið fýra ferðir, meðan GÍ hevur fingið javnleik fýra ferð­ ir. Bæði liðini fara eftir sigrinum U-17 gentur og dreingir til NM Skála hevur fingið góð úrslit í Formuladeildini seinastu vikurnar, og sunnudagin sleppa teir rættiliga at royna seg á útivølli ímóti oddaliðnum EB/Streymi U17 gentulandsliðið og U17 dreingjalandsliðð verða næstu dagarnar við í NM í Svøríki