Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 178 - 15. september 2006 ] Ole vil halda fram í Føroyum Ole Andersen, sum fekk sekkin í VB/ Sumba, vil gjarna halda fram sum venjari í Føroyum, og hann greiðir nú frá umstøðunum, hann hevði at arbeiða undir í Vági Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í morgun sendi Ole And­ ersen eitt tíðindaskriv út, har hann greiðir frá umstøðunum, tá ið hann misti starvið sum venjari hjá VB/Sumba fyrr í ár. Ole sigur, at hann fór miðvíst til verka, og hann hevði fingið lovað góðar umstøður frá leiðsluni í VB/Sumba. - Eg hevði fingið ta fatan, at umstøðurnar vóru professionellar, og at møguleikar vóru at vinna pláss í euro­pe­ iskum fótbólti næsta ár. Eg hevði fingið lov­ að hjálparvenjarar, lið­ leiðarar og fysioterapeut, men soleiðis var ikki, sigur Ole Andersen. - Dysturin ímóti B36 í Havn tann 11. juni vísti hinvegin, hvussu um­støðurnar hjá mær vóru, tí á liðnum vóru fýra spælarar, sum eing­ in kendi nakað til, og eg var venjari, hjálp­ar­ venjari, liðleiðari og fysio­terapeutur. Ole Andersen heldur, at spælararnir gjørdu ein stóran innsats, hóast uppmøtingin til venj­ing ikki altíð tann besta, og hann takkar spæl­­ararunum fyri sam­ starvið. Danski venjarin hevði ætlað sær at hildið fram sum venjari í Føroyum í nøkur ár, og tað er hann framvegis hugaður fyri. - Eg vóni, at tað er okk­ urt annað felag, sum er áhugað í einum seriøsum samstarvi við ein venjara við altjóða royndum og eini nútímans fót­bólts­ filosofi, sigur hann. Todi og Start taptu stórt Start við Toda Jónsson við frá byrjan kundi einki gera við niðurlendska Ajax í UEFA Cup í gjárkvøldið. Start fylgdi væl við niðurlendska stórfelagnum tann fyrsta lítla tíman. Ajax kom á odda 1-0. Start javnaði, men Ajax kom aftur fram um 2-1, og tað var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki javnaði Start til 2-2 eftir gott upplegg frá Toda, men so skrædnaði, so Ajax fekk trý mál afturat og vann 5-2. Todi Jónsson var við frá byrjan hjá Start og spældi í 66 minuttir, tá David Nielsen kom inn fyri hann. Seinni dysturin millum Start og Ajax verður í Amsterdam, men møguleikarnir hjá Start at sleppa víðari í UEFA-kappingini eru sera smáir. Svimjilandsliðið fingið stuðlar Á móttøkuni hjá Norðoya Sparikassa í Runavík í gjár var kunngjørt, at Norðoya Sparikassi og Atlantsflog verða høvuðsstuðlar hjá svimjilandsliðnum næstu tvey árini. Atlantsflog hevur stuðlað fleiri landsliðum gjøgnum árini, men hetta er fyrstu ferð, at Norðoya Sparikassi er við á einum landsliði. - Vit hava ongantíð áður verið høvuðsstuðul hjá einum landsliði, men nú tá ið Norðoya Sparikassi ger nýggja deild her í Saltangará, skulu vit sleppa tí heimføðisliga og koma eitt sindur víðari. Tí vilja vit stuðla svimjilandsliðnum, segði Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. VB/Sumba kann tryggja sær plássið í Formuladeildini við sigri á Toftum sunnudagin, meðan dysturin er mest sum seinasti kjansur hjá B68 fyri at sleppa undan niðurflyting B68-VB/Sumba Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú skal B68 sláa til, um felagið ætlar sær at sleppa undan niður­flyt­ing til næstbestu deild­ina. B68 spælir sunnu­dag­in á heima­ vølli ímóti VB/Sumba, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, og toftamenn mugu vinna dystin. VB/Sumba hevur 16 stig, meðan B68 hevur 11 og ÍF 10. Tí er suðuroyarliðið í nógv bestu støðuni undan seinastu dystunum, og VB/ Sumba kann við einum sigri á Toftum sunnudagin so at siga tryggja sær lívið í bestu deildini. Nú skal vinnast Hjá B68 eru ikki nógvir kjansir eftir fyri at tryggja sær plássið í bestu deildini. - Vit hava sjálvsagt roynt at fingið stig í teimum seinastu dystunum, men í bakhøvdinum hava vit kanska vita, at hesin dysturin fór at verða avgerandi. Nú kunnu vit einki annað gera uttan at vinna, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68. Hann hevur flestu av sínum spælarum tøkar til dystin. Kári Hansen fær ikki spælt vegna skaða, men roknað verður við, at Ralph van Dooren og Anderson, sum hava havt onkrar smærri snuddir, verða klárir. Harafturat verður arbeitt við at fáa Øssur Hansen heim til dystin, men í morgun var ikki vist, at tað fór at eydnast. VB/S vil hava stig VB/Sumba hevur fingið hampuliga góð úrslit, síðani teir skiftu venjara, og sigurin á útivølli ímóti KÍ munaði sera væl á stigatalvuni. Nú liggur VB/Sumba fimm stig frammanfyri næstaftasta liðið, og tí kann ein sigur veruliga tryggjað liðið í deildini. - Vit hava allar spælarar­ nar klárar, og vit skulu í minsta lagi hava eitt stig á Toftum, sigur Finn Jo­hanne­ sen, sum venur liðið saman við Bjarna Johansen. Hagtølini fyri seinastu 10 árini geva onga greiða ábending um, hvør stendur seg betur. B68 hevur vunn­ ið fýra ferðir, tað hevur VB/Sumba eisini gjørt, og einaferð er endað við javnleiki hesi árini. Leygardagin kann AB leggja sjógv millum seg og ein av nærmastu kappingarneytunum í toppinum í 1. deild hjá monnum 1. deild menn Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygardagin verður aftur fult umfar í næstbestu fót­ bóltsdeildini hjá monnum. B71 og AB liggja best fyri, og eitt av feløgunum, sum jagstrar tey bæði oddaliðini, er TB. Leygardagin spælir TB á Argjum, og dysturin er seinasti møguleikin hjá TB at blanda seg upp í oddastríðið aftur. Munurin millum TB og tey bæði fremstu liðini er longu blivin so stórur, at eitt tap á Argjum ger av við seinastu vónina um uppflyting, sum TB hevur. Kravið hjá TB til dystin er einki minni enn ein sigur, tí ein javnleikur staðfestir bara munin millum TB og AB. LÍF hongur eisini í teim­ um báðum fremstu liðun­ um, og leirvíkingar skulu í morgin spæla á útivølli ímóti SÍ. LÍF hevur fimm stig upp til AB á næstfremsta plássinum, og í Leirvík vóna tey, at TB fer at geva teimum eina hjálpandi hond á Argjum, samstundis sum LÍF vinnur sín dyst. B71, sum er fremst, skal í morgin spæla á útivølli ímóti FSV04, og hinir dystirnir eru: HB-KÍ og Royn-VB/Sumba. Botnbrakið verður á Toftum Seinasta útkall hjá TB B68 og VB/S bresta saman til eitt veruligt botnbrak á Svangaskarði sunnudagin. Heimaliðið er í trongum skóm og skal vinna dystin