Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 178 - 15. september 2006 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Broytingar og menning eru lyklaorð í ein hvørjari nútímans fyritøku, og tí hevur Tórshavnar kommuna tikið stig til at seta eitt HR- og menningarfólk í starv. Starvið er knýtt at starvsfólkadeildini og kemur á einum strateg- iskum støði at arbeiða við menning av einstaka starvsfólkinum, deildunum og kommununi sum heild. Hetta, bæði fyri at kommunan kann vera eitt mennandi og spennandi arbeiðspláss, og fyri at kommunan á dygdargóðan hátt kann røkja uppgávurnar, ið liggja fyri framman. Uppgávurnar í nýggja starvinum eru sera fjølbroyttar, og tú kemur í stóran mun sjálv/ur at skapa innihaldið í starvinum. Tó liggja yvir- ordnað strategi og politikkur, starvsfólkapolitikkur, tørvskanningar, leiðslu- og starvsfólkamenning, eisini tvørtur um fyrisitingar, frammaliga í løtuni. Førleiki Ynskiligt er, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving ella samsvar- andi royndir, arbeiðir sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta, bæði í skrift og talu. Ynskiligt er, uttan at tað er ein treyt, at tú hevur royndir innan HR, coaching, undirvísing og projektarbeiði. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og verður lønt sambært avvarð- andi sáttmála. Meir fæst at vita um starvið á www.torshavn.fo ella við at venda sær til Janus Isfeldt, deildarleiðara ella Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, tlf. 302010. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 25. september 2006. Merk umsóknina „HR- og menn- ingarfólk“. Setanarsamrøðurnar verða ætlandi í viku 39. Tórshavnar kommuna HR- og menningarfólk Starvsfólkadeildin umsitur í løtuni starvsfólka- og lønarviður- skiftini og hjá teimum yvir 1.200 fólkunum, ið starvast hjá kommununi og ráðgevur í hesum sambandi miðfyrraðu deildir og stovnar kommununnar. Framyvir er HR- og menningarøkið eisini ein partur av arbeiðs- økinum hjá deildini. Á starvsfólkadeildini starvast í løtuni fimm fólk, umframt at tríggir næmingar eru knýttir at deildini.                                             Vit átaka okkum alt múraraarbeiði... Nýtt múraravirki Til leigu í Vági Handilshøli – umleið 7 x 14 m – mitt í Vági til leigu Ring 37 33 46 eftir kl. 13 Sjó-El lýsingar