Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-15, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. september 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 178 - 15. september 2006 Heilsufrøðingur Heilsufrøðiskipanin søkir eftir avloysara til Suður­ oynna fyri heilsufrøðing í barnsburðarfarloyvi. Starvið er 28 tímar um vikuna og verður at seta skjótast tilber og fram til 1. august 2007. Arbeiðið er samansett virksemi, við tænastu til barnafamiljur og skúlar á økinum. Starvið er pri­ mært til smábarnaøkið. Stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv. Vit kunnu bjóða: • Sjálvstøðugt og spennandi arbeiði, og til tíðir krevjandi. • Fakliga menning og supervisión • At verða partur av einum samstarvstoymi við positivum og engageraðum starvsfeløgum. Væntast kunnu broytingar í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningar­ verkætlan. Førleikakrøv • Útbúgving sum heilsufrøðingur. • Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna/familjuøkinum. • Áhugi fyri fakligari menning. Arbeiðið er skipað í samstarvstoymir og er tað tí ein fyrityreyt, at viðkomandi hevur góð samstarvsevnir og kann viðvirka til at menna kollegiala samstarvið. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsókn: Umsókn skal sendast til: Heilsufrøðiskipanin Niels Finsensgøta 28, 2. hædd, Postboks 132 FO­110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. september 2006. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Heilsufrøðiskipanina, á tlf. 354010. Arbeiðið hjá heilsufrøðingum er m.a. at eygleiða og kanna barnið, at ráðgeva/vegleiða foreldrum viðvíkjandi barnsins sálarligu, sosialu og likamligu menning, foreldraleikluti og tilknýti. Á skúlunum er arbeiðið, umframt hetta, at gera regluligar funktiónskanningar, samtala við børn, hetta bæði persónligar, bólkasamrøður og undirvísing. Undir Heimarøktini og Serforsorgini við fyribils tænastu í Heimarøktini Suðurstreymoy sóknast vit eftir starvsfólki við hóskandi røktarfakligari útbúgving at starvast í blandaðum vaktum bæði úti í Heimarøktin og inni á eldrasambýlunum, ið hoyra til økið. Talan er um: 1 sjúkrarøktarfrøðing 24 t. um vikuna fyri sjúkra­ røktarfrøðing í barnsburðarfarloyvi frá 1. okto­ ber 2006 til 31. juli 2007. 2 heilsurøktarar 32 t. um vikuna í skiftandi vaktum á eldrasambýlunum frá 1. oktober 3 heilsuhjálparar 30 t. um vikuna. Heilsuhjálparar við heilsuhjálparaútbúgving hava fyrimun frá 1. oktober. Lønar og setanartreytir: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrksifelag. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til økisleiðaran, Metu av Fløtum á telefon 317249. Umsókn Umsóknir saman við prógvi, autorisatión og upp- lýsingum um arbeiðsroyndir skulu sendast til: Heimarøktin Suðurstreymoy Att: Økisleiðarin Skálatrøð 14 FO-100 Tórshavn Umsóknarfreist: 29. september 2006 kl. 12.00. Røktarfólk til Heimarøktina í Suðurstreymoy Heimarøktin og Serforsorgin Heimarøktin Pedagogur/ Hjálparfólk Vit søkja eftir 1 Pedagogi/hjálparfólki Søkt verður eftir einum stuðulsfólki 30 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt og fram til 1. juli 2007. Tað eru 2 børn sum deilast um hesar 30 tímarnar. Á stovuni eru 16 børn 6-7 ár. Um arbeiði: Bæði børnini hava stuðulstørv í tí dagliga, bæði við rørslum og talu. Tað eina barnið skal eisini hava sondumat. Børnini ganga til Ergo og fysioterapeut og verður hettar eisini ein partur av arbeiðinum. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Í okkara arbeiði leggja vit dent á: • Trivnaðin • Opinleika • Samarbeiði Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni • Er røkin, nærlagdur og álítandi • Nýhugsandi og ígongdsetandi • Heldur tað vera spennandi og mennandi. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran Elsebet Bolstad ella varaleiðaran Eyðvør Jensen, tlf. 317878. Umsókn við avirit av prógvi og møguligum viðmæli skal vera okkum í hendi seinast 29. september 2006. Barnagarðurin á Konmansmýru Hoyvíksvegur 41 B FO-100 Tórshavn lýsingar Daewoo Leganza CDX Árgang 2000, sýnaður sept. 2006. Sóltak, leðursetur, klimaanlegg, og mangt annað. Eyka sett av sportfelgum við vetrardekkum fylgja við. Til sølu fyri hægsta boð yvir 90.000,00. Tlf 742002