fríggjadagur 15. september 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 15. september 2006
41
Sølufólk til Hvítvøru
deildina á Hjalla
Vit sóknast eftir einum sølufólki til Vøruhúsið á
Hjalla, at byrja skjótast tilber.
Talan er um tað nýggju Hvítvørudeildina. Vit
kunnu bjóða tær eitt spennandi starv, við nógvum
dagligum avbjóðingum.
Arbeiðið umfatar m.a. avgreiðslu av kundum, daglig
røkt av handlinum og innkeyp.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, tænastusinnaður,
ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er
ein fyrimunur um tú hevur royndir ella útbúgving
innan handilsvinnu, men hetta er ikki ein treyt.
Meira fæst at vita við at venda sær til Birgir, tlf.
342500.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast
hósdagin tann 21. september 2006 og skal sendast
til:
Box 1019 · 110 Tórshavn
att: Birgir
e-mail: bav@litaval.fo
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Starvsfólk til PE
Tórshavn
PE í Tórshavn sóknast eftir dugnaligum starvsfólki
til at leiða ein part av handlinum í Tórshavn. Umráði
er: Kassin, breyð&køkur, góðgæti og kosmetik.
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
við nógvum avbjóðingum.
PE leggur stóran dent á at nøkta tørvin á øllum
gerandisvørum til kappingarførar prísir.
Sum umráðisleiðari í PE fær tú fulla ábyrgd av
tínum øki. Tú varðar av søluni og innkeypinum og
tú hevur eitt fólk at hjálpa tær.
Útbúgving innan handilsvinnuna er eingin treyt,
men er tað ein fyrimunur, um tú kann vísa okkum á
viðkomandi royndir.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Petur Eirik Djurhuus á tlf. 511346.
Ljóðar hettar sum tú? Send so eina skrivliga umsókn
innan 18. september til:
Spf. PE
Heykavegur 2
Postboks 1258 · FO-110 Tórshavn
lýsingar
Íverksetanarstudningur
til listafólk í 2007
Mentanargrunnur Landsins letur einum listafólki íverksetanar
studning við støði í listaligum og fakligum metingum.
Íverksetanarstudningurin skal lætta um hjá evnaríkum lista
fólkum, serliga ungum, at koma víðari við teirra skapandi
listaarbeiði. Studningurin kann nýtast til tilfar, leiga av atelier,
námsferðir o.l.
Íverksetanarstudningurin er kr. 75.000, árliga og kann í mesta
lagi latast sama persóni í 2 ár.
Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi fríggja
dagin 15. desember 2006.
Mentanargrunnur Landsins
Tórgarðsgøta 42 • FO100 Tórshavn • Tlf. 32 08 42 • Fax 31 19 98
mentam@post.olivant.fo • www.mentanargrunnur.fo
Lýsið
við
brúktum
bilum