fríggjadagur 15. september 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 178 - 15. september 2006
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna stendur í løtuni fyri nógvum áhugaverdum
verkætlanum og anleggsarbeiðum, og tískil søkja vit eftir einum
nýggjum starvsfelaga, ið saman við starvsfeløgum og ráðgevandi
vinnuni hevur hug og dirvi at føra hesar spennandi uppgávur út í
verki.
Arbeiðsuppgávurnar
eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við
vegarbeiði umframt at standa fyri projektering, útbjóðing, eftirlit
og byggirokniskapi, sum kommunan stendur fyri.
Vit ynskja
at tú hevur útbúgving sum byggifrøðingur ella líknandi og hevur
góðar arbeiðsroyndir og royndir innan almenna fyrisiting, ið saman-
lagt geva neyðugan førleika at røkja starvið. Tað er ein fyrimunur at
hava kunnleika til telduforritini, ið hoyra til Microstation, Microsoft
Officepakkan og Navision Attain. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, gongur undan í at menna tænastustøðið
og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt
kunna arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka avgerðir og duga væl at
málbera teg í skrift og talu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett sambært sáttmála
við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing,
ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, tlf. 302010.
Umsóknir
saman við viðmælum, avrit prógvum o.t. og upplýsing um royndir,
skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. september 2006. Viðmerkið
umsóknina „Byggifrøðingur til teknisku deild“.
Tórshavnar kommuna
Byggifrøðingur til teknisku deild
Tekniska deild hevur 12 starvsfólk í arbeiði og heldur til í posthús-
bygninginum saman við byggi- og býarskipanardeildini. Arbeiðsøkið
hjá teknisku fyrisitingini er mangt annað at viðgera byggimál,
útstykkingarloyvi umframt at standa fyri planlegging, projektering
og viðlíkahald av øllum kommunalu vegunum og tekniskum
veitingum, ið kommunan hevur ábyrg av. Harumframt hevur
tekniska deild sum høvuðsuppgávu umsiting av heilsu- og
umhvørvismálum.
lýsingar