Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2006 3 tíðindi Uppgávan til First Lego League er leys­givin og næm­ ing­­arnir kunnu nú fara til verka. Árs­ ins bani er eisini al­mannakunngjørdur, og at síggja til er talan um ein torførari bana í mun til í fjør FIRST LEGO LEAGUE Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Nógvir spentir ungdómar vóru savnaðir í Klingruni hjá Føroya Tele leygardagin, har ársins uppgáva til First Lego League var kunngjørd. Tað var stjórin í Føroya Tele International, Tróndur Djurhuus, ið bjóðaði øllum at vera vælkomin, og greiddi hann eisini frá, hví altjóða deildin hjá Føroya Tele hev­ ur valt at stuðla Føroyar First Lego League. – Hetta er eitt øgiliga gott tiltak, og filosofiskt passar tað sera væl við hugsjónirnar hjá Føroya Tele International, segði Tróndur Djurhuus mill­ um annað. Hann vísti eisini á førleikarnar, ið vera kravdir, tá nýggir marknaðir skulu finnast. – Tá er brúk fyri nýskapan, íverksetaraanda og tað at duga at stýra eini verkætlan. Alt hetta hevur First Lego League, og tí er tað vit stuðla tí, segði Tróndur Djur­ huus, stjóri í Føroya Tele International. Hesum var Bjarni Djur­ holm, landsstýrismaður í Vinnu­málum, eisini inni á, tá vit fingu orðið á hann á Føroya Tele. Hann hevur játt­ að at vera dómari til final­una, sum verður í 11. november í Klingruni hjá Føroya Tele. – Um vit hugsa um vinnupolitisku arbeiði sum verður gjørt og eisini Visjón 2015, so er hetta fult í trá við tað. Eisini gleðir tað meg, at politiski myndugleikin sleppur at vera partur av hes­um, og tí havi eg játtað at vera dómari til finaluna, segði Bjarni Djurholm. Uppgávan Tað hevur longi verið kent, at ársins uppgáva fór at snúgva seg um nano­tøkni. Leygardagin var so kunn­ gjørt, at teoretiski parturin av uppgávuni er soljóðandi: • Vel ein kendan ella møgu­ ligan nýstluhátt av nano­ tøkni • Varpað ljós á eina møgu­ liga loysn • Samstarvað við onnur um tína ætlan Undir hesum eru so sjálvandi fleiri partsevni og uppgávur, sum næmingarnir skulu loysa. Nanotøkni Orsøkin til, at nanotøkni er ársins evni í First Lego League, er, at nanotøkni er eitt tað størsta satsingarøkið innan fyri náttúruvísind í løtuni. Nanotøkni fer at hava stóra ávirkan á nógv ymisk øki í samfelagnum, líka frá heilivági og teldutøkni og til umhvørvið. Nanoheimurin er 100.000 ferðir minni enn støddin á einum hári, og tað merkir, at tey, ið arbeiða við nanotøkni, flyta runt við atomum og mole­kylum og gera nýggjar upp­dagingar, ið kunnu vera avgerandi fyri heilsu- , um­hvørvis- ella eitt hvørt ann­a­ð øki. First Lego League er fyrst og fremst ein felagsskapur, sum skal kunna um náttúrutøkni millum ung. Harnæst er tað ein kapping, sigur Kurt Madsen, sum er fyriskipari av Føroyar First Lego League FIRST LEGO LEAGUE Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Ein partur av tiltakinum leyg­ardagin fór við at greiða foreldrum og øðrum óvitandi um, hvat First Lego League í roynd og veru er fyri nakað. – First Lego League er fyrst og fremst ein felags­ skapur, sum skal kunna um náttúruvísind millum ung. Harnæst er tað ein kapp­ing, har tey luttakandi skulu byggja ein robott, sum skal loysa nakrar uppgávur. Síðani skulu tey seta seg inn í nøkur partsevni av eini størri evni, og síðst men ikki minst skulu tey so gera eitt show, greiðir Kurt Madsen frá. Hann vísir eisini á, at skúlarnir eru partur av First Lego League, og tað fegnast hann eisini um. – Men, sigur hann, tað er øgiliga umráðandi at halda fast við, at First Lego League ikki er skúli. Her er tað ikki lærararnir sum skulu læra næmingarnir nak­að, men næmingarnir, sum skulu læra og hjálpa hvørj­um øðrum, slær Kurt Mad­sen fast. Uppgávan og banin at arbeiða á var so kunngjørt á Føroya Tele leygardagin. Frá nú av og átta vikur fram, skulu næmingarnir so arbeiða við ársins evni sum er nanoteknologi. 11. november verður so finalan millum tey 17 føroysku liðini, sum luttaka, og vinn­ ar­in sleppur so til Skand­in­av­ isku finaluna, sum verður í Svøríki 2. desem­ber. Føroyar First Lego League: So er klárt at fara til verka Hvat er First Lego League? Tað vóru nógv fólk, ið vóru savnaði í Klingruni á Føroya Tele leygardagin, har ársins uppgáva var kunngjørd Ársins bani sær truplari út í ár, halda nakrir av luttakarunum, sum vóru við í kappingini í fjør Sjey virðislønir út frá ymsum økjum í kappingini, og hetta eru steypini, ið kappast verður um Sí annars wwww.portal. fo, har kykmyndir við sam­ røðum við Kurt Madsen, Trónd Djurhuus, Bjarna Djurholm og luttakandi næmingum eru at síggja