Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 179 - 18. september 2006 tíðindi Um Almannastovuna Høvuðsuppgávan hjá Almannastovuni er at veita ráð og vegleiðing um rættindi innan sosiallóggávuna umframt at játta og fremja neyðug hjálpartiltøk. Almannastovan er ein landsumfatandi skipan, ið veitir tænastur kring alt landið. Fyri at veita borgar- unum eina góða tænastu er Almannastovan skipað við einari megindeild í Tórshavn umframt fýra økis- deildum í Klaksvík, Runavík, Tórshavn og í Vági. Harumframt eru ymsir stovnar, ið hoyra inn undir Almannastovuna. Samanlagt hevur Almannastovan eina árliga játtan uppá knappar 900 miljónir og er á hvørjum ári í sambandi við umleið 15.000 viðskiftafólk. udbud@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo K R E A . F O . TEL 47 80 80 Ein verkætlanarbólkur við støði í Almannastovuni hevur hetta seinasta árið framleitt eina forkanning til eina KT-høvuðsskipan á Almannastovuni. Talan fer at verða um eina sera um- fatandi verkætlan, ið millum annað fevnir um veiting av skipanum til hand- faring av virkisøkjum Almannastov- unnar, millum annað: · Almenna forsorg · Almennar pensiónir · Uppihald á ávísum stovnum · Barnagjald til einsamallar uppihaldarar · Stuðul til uppihaldspening · Dagpening av sjúku Harumframt kemur norðurlendska samstarvið kring sosialar tryggingar, forsorg og tænastur. Almannastovan eggjar áhugaðum veitarum til at senda inn áheitan um prekvalifikatión til verkætlan- ina. Kunningarpakkin, ið er støðið undir prekvalifika- tiónini, kann fáast við at senda ein teldupost til Almannastovuna: udbud@almannastovan.fo. Áheitanin skal fylgja leistinum, ið er lýstur í kunningarpakkanum og vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 16. oktober klokkan 10:00. Almannastovan væntar, at 4-5 veitarar verða eggjaðir til at bjóða uppá verkætlanina. Almannakunngerð av útboði av KT-høvuðsskipan á Almannastovuni Hósdagin 14. september lat Kall nýggjan handil upp í Runavík. Hetta er fjórði handilin hjá Kall í Føroyum handil Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Hósdagin í farnu viku var móttøka í Runavík í sam­ band við, at Kall lat nýggj­ an handil upp. Har var nógv fólk savnað, og hesi hildu tað vera gott, at Kall hevði fingið handil í Eysturoynni. Fjórði handilin Kall hevur nú fýra handlar í Føroyum. Tað byrjaði við tí eina handlinum uppi á Óðinshædd, har Kall hevur høvuðssæti. Eftir hetta er ein handil komin í SMS. Tá norðoyartunnilin lat upp kom ein handil í Klaksvík, og hósdagin lat so tann síðsti handilin í røðini upp í Runavík. Rógvi Róin, sølustjóri hjá Kall, sigur, at teir vilja fegnir økja um tænastuna hjá Kall, og at vaksandi tali av kundum ger, at Kall má hava fleiri handlar. – Nú hava vit fingið nógvar kundar í Føroyum, og hetta ger, at vit mugu hava handlar uttanfyri Havn­ina. Við at gera fleiri handlar økja vit samstundis um tænastuna kring landið. Kall vil vera nærri kundunum Handilin hjá Kall uppi í SMS hevur fyribils latið aft­ur orsaka av umfatandi um­byggingini, sum SMS fremur. Inn til 25. oktober, tá handilin í SMS letur upp aftur, vera bert tríggir Kall handlar í landinum. Rógvi Róin gleðist tó um nýggju handlarnar hjá Kall, og sigur, at tað er týdn­ingarmikið hjá Kall at vera nærri kundunum, og at handlarnir í Klaksvík og Runavík eru góð stig á vegn­um. – Kall hevur nógvar kund­­ar í Føroyum, og tí er týdningarmikið hjá okkum, at vera nær kundunum. Handl­ ar­­nir í Klaksvík og Runavík eru stór fet á vegnum, og hetta fegnast vit um. Gongdin í tráð við vónirnar At enda spurdu vit Rógva, hvat hann helt um gongdina hjá Kall í Føroyum, nú teir høvdu opnað fjórða hand­ ilin. – Ja, nú er fjórði handilin komin, og hetta eru vit sjálv­ sagt glað fyri. Kall hevði góðar vónir tá farið var í holtur við at lata handlar upp kring landið, og eg vil siga, at gongdin hevur verið í tráð við vónirnar. Kall latið handil upp í Runavík Motorsúkkla stolin í Havn Motorsúkkla stolin í Havn­ ini, og seks førarar skulu upp til nýggja koyriroynd. Eft­ir at løgreglan tók fart í norðara parti av Streym­ oynni. Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglustøðin í Havn fráboðan um, at ein Motor­súkkla, av slagnum Kawasaki, var stolin. Hetta henda í Havnini. Og løgreglustøðin fór beinan­ vegin at leita. Vit frætta frá teimum, at súkklan ikki er komin afturíaftur enn. Seks førarar upp til nýggja koyriroynd Um vikuskiftið tók løg­regl­ an eisini fart í norðara parti av Streymoynni, og hetta kom at kosta onkrum dýrt. Fríggjadagin millum kl. 16.30 og 17.30 stóðu teir í Kollafirði, har fýra før­arar vóru steðgaðir, tí teir koyrdu omanfyri 110 km/t. Sunnudagin var túrurin so komin til Streymnes, og her steðgaði løgreglan tveimum førarum, sum koyrdu ávíkavist 113 km/t og 122 km/t. Hesir seks førarar skulu nú allir upp til nýggja koyri­ roynd í nærmastu framtíð. Kall hevur nógvar kundar í Føroyum, og tí er týdningarmikið hjá okkum, at vera nær kundunum. Handlarnir í Klaksvík og Runavík eru stór fet á vegnum, og hetta fegnast vit um