mánadagur 18. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 18. september 2006
5
tíðindi
- Vit føla tað, sum um
Føroyar hava fingið
eina missión í altjóða
samfelagnum og
tað kunnu vit bara
fegnast um, heldur
Jóannes Eidesgaard
Føroyar á altjóða
palli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Føroyar eru vorðnar sjón
ligari á altjóða pallinum.
Tað heldur Jóannes Eides
gaard, løgmaður.
Hesa vikuna fer hann til
USA at hitta politikarar og
embætisfólk, sum eru við at
mynda heimspolitikk.
Og tað er ein ørgrynna
av fundum á skránni hesar
næstu dagarnar.
Og hann heldur, at júst
hendan ferðin er eitt dømi
um, at føroyingar eru farin
at síggjast betru í altjóða
samfelagnum.
– Eg føli tað, sum um vit
hava fingið eina missjón í
altjóða samfelagnum og tað
kunnu vit bara fegnast um,
segði løgmaður við Sosialin
í morgun, beint áðrenn hann
fór í flogfarið.
Leiðin gongur til USA,
har fleiri týdningarmiklar
uppgávur eru á skránni.
Men umframt tær ítøkiligu
uppgávurnar, sum eru á
skránni, er talan eisini um
eina kurteisisvitjan, har
Løgmaður skal heilsa upp á
politikarar og embætisfólk.
Ørgrynna av fundum
Í USA ferðini skal Løgmaður
fyrst til New York har hann
er boðin at vera við, tá ST
aðalfundurin verður settur.
Har fær hann høvi at hoyra
setanarrøðuna hjá Kofi
Annan, ST aðalskrivara,
men hann sleppur eisini at
hoyra amerikanska forsetan,
George W. Bush, umframt
røðuna fyri Suðurafrika,
Brasilia og ES.
Men serliga væl ætlar
hann sær at lurta eftir røðuni
hjá Sveis
– Hann ætlar eisini at
royna at fáa orðið á umboð
fyri sendinevndina hjá Sveis
fyri at tosa um føroyska lima
skap í EFTA.
Seinnapartin í morgin
skal hann eisini á fund við
Per Stig møller og Jonathan
Motzfeld, sum umboða
Danmark og Svøríki.
– À tí fundinum fer hann
at heita á Per stig Møller um
at fáa Hoyvíkssáttmalan,
settan í gildi, sum bøtir
um handilssambandið við
Ísland.
Løgmaður skal eisini á
fund við norðurlendsku
uttanríkisráðharrarnar og
tað fegnast hann um.
– Her er støðan nógv
broytt tí hesar fundirnar
plagdu vit ikki at verða
boðin við á. Vit minnast at
seinast í áttatiárunum hittust
uttanríkisráðharrarnar, men
tá var Føroya Løgmaður
koyrdur á dyr, hóast fundurin
enntá var í Føroyum, og vit
hava eisini seinni havt sama
trupulleika, at føroyingar
ikki eru bodnir við á slíkar
fundir.
Somuleiðis er hann boðin
á fund við SID, sum er
ein felagsskapur fyri smá
oyggjalond í menning.
Løgmaður skal eisini á fund
í sjálvum trygdarráðnum hjá
ST um altjóða trygd og frið
og har ætlar hann at hoyra
røðuna hjá danska uttan
ríkisráðharranum og røðuna
hjá Noregi.
Eftir vitjanina í New York
fer hann til Washington, har
hann skal á fund í amerikanska
uttanríkisráðnum og við
danska sendiharran í USA
Tvær týdningarmkilar
uppgávur
Av teimum meiri beinleiðis
arbeiðsuppgávunum, eru
ikki minni týdningarmikil
mál á skránni.
– Ætlanin er at skriva undir
eina semju um, hvussu økið
og undirgrundin í altjóða
sjógvi norðanfyri Føroyar,
uttanfyri 200 fjórðingar,
skal býtast sundur ímillum
Føroyar, Íslandi og Noreg so
at hesin spurningurin kann
verða endaliga avgreiddur.
Ikki minni forvitnisligt
er tað, at Løgmaður eisini
skal í Heimsbankan at skriva
undir eina avtalu um menn
ingarhjálp til lítla Kyrrahavs
oyggjalandið Belau.
Í hesum sambandi skal
hann eisini heilsa upp á vara
forsetan í Belau.
Belau er við at koma upp
í oljuvinnuna og í hesum
sambandi hava tey vent sær
til Heimsbankan at leita
sær ráð í sambandi við ta
komandi oljulóggávuna hjá
Belau.
– Í hesum sambandi hevur
Heimsbankin víst á Føroyar
sum eitt land, ið eisini er eitt
oyggjaland og sum eisini
hevur verið ígjøgnum somu
tilgongd, sum Belau nú er á
gáttini til.
Heimsbankin metir eisini
okkara oljulógávu at vera so
mikið dygdargóða, at eftir
teirra tykki, kunnu vit læra
tey á Belau nakað á hesum
øki.
Tað heldur Løgmaður er
sera forvitnisligt.
– Eg haldi, at tað er
sera áhugavert, at altjóða
samfelagið heitir á Føroyar
um at vera øðrum til hjálpar
– Tað er ógvuliga áhuga
vert, at Føroyar eru eitt
land, sum onnur vilja hitta
og tað er sera áhugavert,
at ein høgt virdur stovnur
sum Heimsbankin heldur at
vit eru so fyrimyndarlig og
frammaliga, at vit kunnu ráð
geva øðrum á hesum øki.
Og her hevur Heimsbankin
boðið sær til at vera
millumlið og tí verður
menningaravtalan ímillum
Føroyar og Belau hildin í
heimsbankanum.
Heimsbankin skal eisini
umsita peningin, sum skal
brúkast í hesum sambandi.
– Hetta er ein menningar
avtala, sum fer at kosta
Føroyum eina millión krón
ur. Føroyingar skulu seta
pening inn á eina konto
í Heimsbankanum til at
menna oljulóggávu í Belau
og til at menna serfrøði á
oljuøkinum í Belau. Og
somuleiðis skal peningur
brúkast til at fíggja ferðing
hjá føroyskum ráðgevarum
til Belau.
Løgmaður til USA at hitta
fólk í fremstu røð
Stutt um
Belau
Belau er lítið, sjálvstøðugt
land í Kyrrahavi, Norð
anfyri Indonesia, 500
kilometrar eystanfyri
Filipsoyggjar. Belau er
eitt oyggjaland við fleiri
enn 350 størri og smærri
oyggjum, sum tilsamans
eru góðar 450 fermetrar til
støddar Tilsamans búgva
19.000 fólk í landinum
og
í
høvuðsstaðnu,
Koror, búgva 11.200
fólk.Meginparturin av
fólkinum hevur uppruna
í polynesia. Tey flestu eru
katolikkar og protestantar,
men tey hava eisini fremm
andan átrúnað.
Føroyar eru vorðnar sjónligari á altjóða pallinum sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hann fegnast um, at altjóða samfelagið nú hevur heitt á føroyingar um at
hjálpa lítla kyrrahavs landinum Belau, at gera oljulóg