mánadagur 18. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 179 - 18. september 2006
tíðindi
Health Consumer
Powerhouse hevur
latið úr hondunum
eina frágreiðing
og metan av heilsu
verkunum í 25 ES-
londum. Danmark
klárar seg ikki væl á
kanningini. Teir liggja
á einum 10. plássi á
jøvnum føti við tey
eysturevropeisku
londini. Á summum
økjum fær danska
heilsuverkið botnmet
HEILSUVERKIÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í blaðnum í dag hevur Jákup
Petersen eitt lesarabræv, har
ið hann vísir á veikleikar
við danska heilsuverkinum.
Jákup byggir útsøgnirnar
á eina frágreiðing frá
„Health Consumer Power
house“ (HCP), sum er ein
kanningarstovnur, ið arbeið
ir fyri at brúkararnir kunnu
fáa óhefta kunning um
støðið á teimum ymsu heilsu
verkunum.
Á heimasíðuni hjá HCP
stendur, at endamálið hjá
felagsskapinum er at greina
úrslit hjá heilsuskipanum og
samanbera tey við onnur.
Teir vilja arbeiða fyri at
sjúklingurin skal gerast
ein sterkur brúkari heldur
enn ein veikur sjúklingur.
Ein hvør eigur at hava rætt
til at velja millum ymisk
viðgerðartilboð tvørtur um
landamørk. HCP vil upplýsa
og kunna, so at brúkarin veit,
hvat hann fær.
Hyggja at øðrum
møguleikum
Sum altjóðagerðin ger seg
meira og meira galdandi,
verða gomul mørk og sam
bond brotin niður. Nógvir
møguleikar opnast fyri tí
einstaka, og tann landa
frøðiliga og fíggjarliga
forðingin verður einans
minni og minni.
Jákup Petersen reisir í
lesarabrævinum spurningin,
um vit ikki áttu at hugt at
øðrum londum enn Dan
mark, tá ið vit senda fólk til
viðgerðar uttanlands.
Kanningin hjá HCP
setir Danmark á eitt 10.
pláss millum 25 ES-lond.
Danmark er sostatt niðast
av norðanlondunum í kann
ingini. Heilsuverkini fáa met
á fimm ymiskum økjum, og
tað er serliga tá ið tað kemur
til úrslit av viðgerðum, at
Danmark klárar seg illa. Har
fáa teir botnmet, og kunnu
javnmeta seg við londini frá
gamla Sovjetsamveldinum.
Eisini í effektiviteti og rati
onellari stýring fær danska
heilsuverkið vánaligt met.
Politikarar stara seg
blindar
Heilsuverkið í Danmark
hevur verið hart kritiserað í
seinastuni, og spurningurin
er, í hvønn mun føroyingar
merkja tað.
„Tað sær út til, at politikarar
hava lyndi til at stara seg
blindar á heilsuverkið í Dan
mark“, sigur Jákup Petersen
í lesarabrævinum. Til endans
reisir hann spurningin, um
tímin er komin at hyggja
aðrastaðni at senda sjúk
lingarnar.
Marjus Dam er
ikki samdur við
atfinningunum hjá
Jákupi Petersen,
yvirlækna, at danska
heilsuverkinum.
– Samstarvið við
danska heilsuverkið
er orsøkin til, at
vit hava nakað
heilsuverk í dag.
Sjúkrahúsleiðslan
hevur møguleika
at gera avtalur við
onnur sjúkrahús, um
viljin er til tess, sigur
Marjus Dam
HEILSUVERKIÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sosialurin hevur ringt til
Marjus Dam, løgtingslim
og lækna, og spurt hann um
hansara meining í samband
við kanningina hjá Health
Consumer Powerhouse, har
ið Danmark liggur á einum
sera eyðmjúkum 10. plássi.
– Nú havi eg ikki lisið
frágreiðingina, og tí kann
eg ikki ordiliga úttala meg
beinleiðis um hana, men
endamálið hjá løgtinginum
er at játta nóg mikið av
peningini, og at peningurin
verður nýttur optimalt.
– Tað eru allatíðina
nýggir viðgerðahættir, og
tað er týdningarmikið, at
vit hyggja eftir, so at vit
fáa mest burturúr hvørjari
krónu, sigur Marjus Dam.
Søguliga knýtt
til Danmark
Marjus heldur ikki, at tað er
neyðugt at hyggja aðrastaðni
enn til Danmarkar at senda
okkara sjúklingar. Heldur
skulu vit arbeiða fyri, at
danska heilsuverkið mennir
seg.
– Føroyar eru søguliga tætt
knýtt til Danmark, og tað ger
seg eisini galdandi innan
heilsuverkið. Tað er eisini
neyðugt, at vit knýta okkum
at einum heilsuverkið, tí at
tað verður sagt, at minst
300.00 brúkarar skulu til, at
eitt heilsuverk kann virka við
øllum viðgerðartilboðum.
– Eg eri eitt sindur varin at
úttala meg um hetta málið,
men eg trúgvi, at kanningin
fer at geva danskarum høvi
at kanna heilsuverkið og at
betra tað.
Marjus er ikki samdur í,
at danska heilsuverkið er
vánaligt.
– Danska heilsuverkið
hevur traditionelt verið mill
um tey frægastu í heiminum.
Vit hava góðar royndir við
danska heilsuverkinum, og
eg dugi ikki at síggja nakra
orsøk at slíta við tað, sigur
Marjus Dam, sum heldur,
at ríkisrættarliga støðan er
til fyrimun fyri føroyska
heilsuverkið.
Jákup Petersen
ger ein feil
Jákup Petersen, yvirlækni,
sigur í lesarabrævi í dag,
at politikararnir hava lyndi
til at stara seg blindar á
danska heilsuverkið, og at
teir eiga at hyggja at øðrum
møguleikum.
– Har haldi eg, at Jákup
Petersen ger ein feil. Um
sjúkrahúsverkið og læknarnir
ynskja at gera avtalur við
onnur sjúkrahús, so hava teir
møguleika til tað. Løgtingið
játtar pengar til heilsuverkið,
og tað er sjúkrahúsleiðslan,
sum umsitir pengarnar. Ti
hava teir allar møguleikar
at gera avtalur aðrastaðni,
sigur Marjus Dam at enda.
Franka
ríki besta
heilsu
verk
Health Consumer Power
house
hevur
kannað
heilsuverkini í londunum
og givið teimum stig út frá
ymsum metingarhornum.
Frankaríki
fekk
besta
met. Danmark endaði á
einum 10. plássi og gjørd
ist sostatt aftast av norð
anlondunum. Her er listin
yvir londini. Aftanfyri
standa stigini, sum heilsu
verkini hava fingið:
Land:
Stig:
1. Frankaríki
576
2. Holland
572
3. Týskland
571
4. Svøríki
566
5. Sveits
563
6. Luksemburg
546
7. Belgia
533
8. Eysturríki
498
9. Finnland
496
10. Danmark
473
11. Italia
471
12. Slovenia
466
13. Malta
463
14. Ungarn
453
15. Stóra Bretland
436
16. Portugal
435
17. Spania
434
18. Grikkaland
434
19. Kýpros
422
20. Estland
421
21. Póland
409
22. Kekkia
403
23. Slovakia
369
24. Lettland
365
25. Írland
359
26. Litava
340
(750 er mest
møgulig stig)
Kelda: www.healthpowerhouse.com
Danska heilsuverkið stendur
seg illa í frágreiðing
Marjus Dam:
Heilsuverkið í Danmark
søguliga millum tey bestu
i
„Tað sær út til, at politikarar hava lyndi til at stara seg blindar
á heilsuverkið í Danmark“, sigur Jákup Petersen, yvirlækni, í
lesarabrævi í dag
- Danska heilsuverkið hevur traditionelt verið millum tey
frægastu í heiminum. Vit hava góðar royndir við danska
heilsuverkinum, og eg duga ikki at síggja nakra orsøk at slíta
við tað, sigur Marjus Dam