Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2006 7 tíðindi – Tað er ein ávís mis­skiljing, um fólk halda, at tað er eitt politiskt dik­ tat, at føroyskir sjúk­lingar endiliga skulu serviðgerast í Danmark. Orsøkin til, at so nógvir sjúk­ lingar verða sendir til Danmarkar – og ikki til onnur lond, er í fyrsta lagi siðvenja, samstarv við danir og tí, at hetta hevur verið lættari fyri før­ oyska heilsuverkið, sjúk­lingar og av­varð­andi, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum Heilsuverk Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum í dag ger yvir­ læknin, Jákup Petersen, burt­ur úr eini frágreiðing, sum kanningarstovnurin, Health Consumer Power­ house (HCP), hevur gjørt. Frágreiðingin, Euro Health Consumer Index 2006, sum júst er givin út, setir danska heilsuverkið á eitt samlað tíggjunda pláss av teimum 25 londunum í ES. Tá ið ræður um úrslit av viðgerðum, ligg­ur Danmark í botninum í kanningini saman við lond­ um sum Kypros, Malta og Írlandi. Í endanum av grein síni spyr yvirlæknin, um tíð­ in nú ikki er komin, at føroyingar venda sær til onnur Norðurlond við ser­ viðgerðum, eitt nú Svøríki, sum hevur bestu við­ gerðarúrslitini í Evropu. Ávís misskiljing Tá ið Sosialurin hevði Hans Paula Strøm, lands­ stýrismann í heilsumálum, í telefonini í morgun, hevði hann ikki lisið greinina hjá Jákupi Petersen. Lands­stýrismaðurin hev­ ur tó nakrar generellar við­ merkingar til spurningin, hví so stórur partur av ser­ við­gerðum av føroyskum sjúk­lingum fer fram á Ríkis­sjúkrahúsinum – og um føroyingar í størri mun kanska eiga at venda sær til onnur Norðurlond. – Í fyrsta lagi vil eg siga, at tað er ein ávís misskiljing, um fólk halda, at tað er eitt politiskt diktat, at føroyskir sjúklingar skulu viðgerast í Danmark. Orsøkin til, at so nógvir sjúklingar verða sendir til Danmarkar – og ikki til onnur lond, er í fyrsta lagi siðvenja, áralangt samstarv við danir og tí, at hetta hevur verið lættari fyri føroyska heilsuverkið, sjúk­ lingar og avvarðandi. Hans Pauli Strøm tekur saman um og sigur, at prakt­ isku orsøkirnar hava vigað tungt, tá ið heilsuverkið hev­ur sent sjúklingar av landinum til serviðgerðir. – Nógvir praktiskir fyri­ munir hava verið við hesum, og tað hevur sjálvandi eis­ini havt sín týdning, at føroysku yvirlæknarnir hava havt bestan kunnleika og sambond til heilsuumhvørvið í Danmark. Aftrat hesum, vísir Hans Pauli Strøm á, hava vit havt sjúklingahotell í Keyp­ mannahavn í fleiri ár, og hetta hevur eisini gjørt tað lættari hjá sjúklingum og avvarðandi í Danmark. – Tað hevur verið lættari at útvegað sjúklingum og av­varðandi innivist, og eingir trupulleikar hava verið við málinum. Samanum tik­ið hava stórir praktiskir fyrimunir soleiðis verið við at sent føroyskar sjúklingar niður á Ríkissjúkrahúsið til serviðgerðir. Læknaligar orsøkir Landsstýrismaðurin vísir á, at í 2004 setti heilsumálaráðið í verk eina prískanning – ella eina prísmeting, sum skuldi lýsa kostnaðin av at senda føroyskar sjúklingar til ávís sjúkrahús í Norðurlondum. – Hendan metingin vísti, at føroyingar fáa bí­lig­astu viðgerðina á Rík­ issjúkrahúsinum, og hetta kemst eisini av, at vit fáa ”rabatt” upp á ser­við­gerðirnar har. Hetta merk­ir, at tað ikki er nakar fíggjarligur vinningur at senda føroyskar sjúklingar til viðgerðar í øðrum londum, sigur Hans Pauli Strøm. Lands­stýrismaðurin ásann­ ar tó, at tað sjálvsagt kunnu vera læknaligar orsøkir til, at føroyingar í framtíðini í størri mun eiga at brúka onnur sjúkrahús sum við­ gerðarstøð. – Hetta er heldur eing­in forðing í nýggju sjúkra­hús­ lógini, har vit hava eina visitatiónsnevnd, sum hevur gjørt leiðreglur fyri, hvussu sjúklingar skulu visiterast til viðgerðar uttanlands. Leið­ reglurnar áseta eisini, hvussu avtalur skulu gerast við viðgerðarstøð uttanlands. Hans Pauli Strøm sigur, at einki ávíst viðgerðarstað uttanlands er útpeikað í hesum sambandi, og so­leiðis er ikki álagt yvir­ læknunum á føroysku sjúkra­húsunum at visitera sjúklingar til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsið. – Hvar sjúklingar verða sendir til viðgerðir uttan­ lands, er tí í fyrsta lagi upp til yvirlæknan, sum tek­ur hesa avgerðina. Vis­it­ ati­ónsnevndin verður ikki eftirspurd í hvørjum ein­ støkum føri, men er yvir­ læknin í iva, kann hann venda sær til nevndina og spyrja um hennara metingar. Lands­stýrismaðurin sigur, at í visitatiónsnevndini eru eitt nú umboð fyri tey trý sjúkrahúsini, læknarnar og sjúkrarøktararnar – umframt, at sjúklingaráðið eisini hevur eygleiðarastøðu í nevndini. – Jákup Petersen er sjálvur limur í visitatónsnevndini, sigur Hans Pauli Strøm. Hann leggur dent á, at avgerðin um, hvar sjúklingar skulu sendast til serviðgerðir uttanlands, í fyrsta lagi er læknafaklig. – Tað einasta, sum er kravt í sjúkrahúslógini og leið­reglunum er, at sam­ starvsavtalur skulu gerast við tey sjúkrahús, hagar føroyskir sjúkligar skulu sendast, sigur landsstýrismaðurin. Onnur sjúkrahús Hans Pauli Strøm vísir á, at føroyskir yvirlæknar í størri mun enn áður eru farnir at senda sjúklingar til onnur sjúkrahús í Danmark enn Ríkissjúkrahúsið. Eisini verða sjúklingar í størri mun sendir til viðgerðar í Reykjavík. – Men framvegis fer nógv tann størsti parturin av sjúklingunum úr Før­oy­ um til viðgerðar á Ríkis­ sjúkrahúsinum. Hann leggur dent á, at tað einasta, sum føroyska sjúkrahúsverkið noyðist at taka hædd fyri í hesum sambandi, er fíggjarligu karm­arnir, sum fevna um hetta økið. – Umráðandi er sjálvsagt, at vit fáa sum mest fyri pen­ingin, men hvar sjúk­ ling­arnir verða sendir til ser­viðgerðar, er sum sagt í fyrsta lagi ein læknafaklig avgerð, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum. Einki politiskt diktat at sjúklingar skulu viðgerast í Danmark – Praktisku orsøkirnar hava vigað tungt, tá ið heilsuverkið hevur sent føroyskar sjúklingar av landinum til serviðgerðir, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Myndin er av sjúklingahotellinum, Hotel Tórshavn Mynd: Vilmund Jacobsen – Tað kunnu sjálv­sagt vera læknaligar or­søkir til, at vit í fram­tíðini í størri mun eiga at brúka onnur sjúkrahús sum viðgerðarstøð. Hetta er held­ur eingin forð­ing í nýggju sjúkra­ húslógini, sigur Hans Pauli Strøm