Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 179 - 18. september 2006 tíðindi Ein meiriluti í Fólk­ a­tinginum sig­ur seg vera sinn­að­an at broyta donsku lógina um for­eldr­ a­mynd­ugleika, so donsk foreldur kunnu verða tvungin at býta hann ímillum sín. Landsstýrið ar­ beið­ ir hinvegin við at seta lógina í gildi í Føroyum, sum meir­ i­lutin sigur seg vilja broyta FOR­ELD­RA­MYND­UG­ LEIKI Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Sum nú er, ber bert til at hava fel­ags foreldramyndugleika í Danmark, um bæði for­ eldr­ini ynskja hetta. Ein pol­ it­iskur meiriluti sigur seg eisini vera fyri at gera skip­ anir, har børnini vera meira hjá báðum sínum for­eldr­ um. Tað skrivaði Politiken um vikuskiftið. Talan er um Sos­i­al­dem­ o­kratarnar, Danska Fólk­ a­flokkin, SF og Radikala flokkin, sum siga seg ynskja at broyta lógina, so myndugleikarnir fáa fleiri amboð at noyða foreldur at samstarva - ella at fyribyrgja stríð, sum royndir úr Svør­ íki eisini vísa, at slíkar skip­anir kunnu brúkast til. Flokk­arnir ynskja harafturat at geva myndugleikunum betri møguleikar at veita ráðgeving og mekling. Lone Dybkjær úr Rad­i­ kala flokkinum skjýt­ur upp, at orðið for­eldr­a­ myndugleiki verður broytt til foreldraábyrgd. 2. floks foreldur Serfrøðingar í familjurætti eru sambært Politiken samd­ir í, at bæði foreldur eiga at hava ábyrgd fyri børn­um teirra, og at fleiri for­eld­ur uttan at vilja tað kenna seg sum eitt slag av annanfloks-foreldrum, tá tey verða dømd frá for­eldr­ a­myndugleikanum, hóast tey verða mett sum egnað for­­eld­ur. Harafturat verður fýlst á, at foreldur uttan for­eldr­a­ myndugleika ikki fáa t. d. innlit í heilsustøðuna hjá børn­unum ella atgongd til upplýsingar frá skúla ella dagsstovni. - Hetta er ein absurd støða, tí eitt barn hoyrir jú ikki til bara annað av foreldrunum, vísir Britt Ell­ ing frá advokatfelagnum Lund Elmer Sandager á. Politiken varpar ljós á málið Oddagreinin í Politiken í gjár tekur undir við fólk­a­ tings­meir­­­il­ut­anum, og met­ i­r, at nógv rættarmál helst høvdu verið avlýst, um mam­m­an visti, at felags for­eldr­a­myndugleiki varð úrs­lit­ið, eins og tað ofta er í Svøríki. - Sum í einum sur­re­al­ istskum tíðarlumma hevur Danmark enn í 2006 eina lóg­gávu, ið merkir, at mam­ man sum oftast fær fullan foreldramyndugleika yvir barninum, um ósemja er. Hóast pápin er púra nor­ malur, vísir umsorgan og er eins vælvirkandi og mamm­an, viðførir galdandi lóg­ar­praksis, at kvinnan kann nokta pápanum felags foreldramyndugleika, skriv­ ar leiðarin í Politiken. Uppskotið hjá fólka­ tings­meir­i­lutanum er víð­ gongd­ari enn uppskotini hjá ein nevnd, ið sett varð av Lars Barfoed, familjumálaráðharra, og sum herfyri vórðu løgd fram í einum rúgvusmiklum á­liti. Men ráðharrin er kort­ ini jaligur mótvegis meir­i­ lutanum, hóast hann hevur síni fyrivarni. - Tað vanliga átti at ver­ið, at foreldrini býttu for­eldr­ amyndugleikan millum sín. Men tað eru støður, har ein­ a­foreldramyndugleiki enn vil verða betri, av tí at tað annars vil koma at merkja ó­endaligt, slítandi stríð, sum barnið stendur mitt í, sigur Lars Barfoed. Jacob Vestergaard, lands­ stýr­is­maður í inn­lend­i­ s­málum, hevur áður boð­ að frá, at hann ætlar at leggja ríkislógartilmæli um verandi donsku lóg um for­eldramyndugleika fyri Løgtingið, so núverandi danska lóg kann setast í gildi í Føroyum. Meiriluti fyri tvungnum foreldramyndugleika Pensjónistarnir eiga eis­ini at fáa lut í bú­skap­arvøkstrinum sein­astu árini. Tí skjýtur Mið­ flokkurin upp , at fólkap ensjónin verð­ ur tvífaldað næstu fýra árini POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tá løgtingið kemur saman í morgin kl 13:30, verður fyrsta viðgerð av uppskoti frá Miðflokkinum um á­set­ ing og javning av al­mann­a­ veit­ingum til viðgerðar. Miðflokkurin skjýtur upp, at fólkapensjónin verð­ ur hækkað yvir eitt fýra ára skeið soleiðis, at stakir pen­sjónistar frá at fáa góð­ar 50.000 kr um árið í fólkapensjón, fáa góðar 100.000 kr um árið, meðan hjún frá at fáa slakar 40.000 kr í 2009 fara at fáa slakar 83.000 kr. Jenis av Rana sigur í viðmerk­ing­unum, at bú­skap­ ar­vøkst­urin seinnu árini hev­ ur ført til hækkandi livistøði hjá flestu føoyingum, með­ an tey, sum einans hava fólk­apensjónina at líta á, ikki í sama mun hava fingið lut í betraða livistøðinum. Hann vísir eisini á hækk­ andi oljuprísir, eitt tyngj­ andi oljuavgjald, øktar eyk­ a­skattir so sum vegskatt og kringsvarpsgjald – alt er við til at tyngja um húsarhaldið hjá pensjónistunum. - Og hóast skattalættar eru veittir ávísum sam­fel­ ags­bólkum, koma hesir ikki fólk­a­pensjónistunum við ong­ari hjáinntøku til gagns – heldur eru dømi um, at skattalættarnir økja um eft­i­r­spurningin og harvið hækka prísirnar, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana heldur fólk­a­pensjónina vera so lága, at tað er ósømiligt at bjóða pensjónistunum hana – fólki, sum gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava lyft samfelagið upp á núverandi støði. Hann sigur eisini, at hóast landsstýrissamgongan hev­ur lovað batar, so er alt ov lítil ferð á batunum. - Við verandi løn­a­r­hækk­ ing­um og øðrum framstigum renn­ur samfelagið skjótari enn fólkapensjónin megnar at fylgja við, sigur Jenis av Rana. POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Næsta mál á dagsskránni til tingfundin í morgin verður uppskot, sum Hergeir Niel­ sen hevur lagt fram vegna Tjóðveldisflokkin. Upp­ skotið snýr seg um, at løg­ ting­ið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka stig til at lýsa margfelda lívið í før­oysku náttúrini soleiðis, at altjóða sáttmálin um lív­ frøð­iligt margfeldi frá 1993 verð­ur hildin. Hergeir Nielsen vísir á, at altjóða sáttmálabundnar skyld­ur at verja nátt­úr­u­na og at tryggja fyr­i­sit­ing­ar­lig­ ar, skilagóðar og væl­grund­ aðar avgerðir nátt­úr­uni viðvíkjandi hvíla á Før­oy­ um. - Í 1993 samtykti Løgtingið sátt­mál­an um lívføðiligt marg­feldi. Sáttmálin er sera víðfevndur. Nógvar á­setingar eru í honum, og ein teirra er 2010 málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldi. Hann sigur, at lívfrøðingar í Føroyum halda gongdina í náttúruni sum heild vera sera negativa, og at ongar ver­u­ ligar kanningar verða gjørd­ ar, sum lýsa hesa afturgongd, ella hvat gerast skal fyri at støðga henni. Uppskotið frá Tjóð­veld­is­ flokk­in verður beint í rætt­ar­ ar­nevndina. Hann var løg­tings- og lands­stýr­is­mað ­ ur fyri Ve­rk­a­mann­a­ fylkingina. Hon var løgtings- og lands­ stýriskvinna fyri Sjálv­stýrisflokkin. Næstu fýra vik­ur­ nar umboða tey bæði Javn­að­ar­ flokk­ in í høvuðsstað num á tingi POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Á tingfundinum í morgin fer John Johannessen, løg­tingsmaður, at biða løg­ting­ið um farloyvi frá løgtingsarbeiðinum næstu fýra vikurnar. Or­søkin er tann, at hann skal umboða løgtingið á ST-aðalfundinum í New York hetta tíðarskeiðið. Á hvørjum ári eru tveir løgtingsmenn upp á skift, fýra vikur hvør, við til ST-aðalfundin sum partur av donsku send­i­nevndini. Hesaferð verður John Johannessen fyrru fýra vikurnar, með­ an Jørgen Niclasen úr Fólk­a­flokkinum verður í New York seinnu fýra vik­urnar. Var­afólk hjá John Jo­hann­es­sen á tingi er Hel-ena Dam á Neysta­bø, fyrr­verandi løgtings- og landsstýriskvinna. Hon sat á tingi fyri Sjálv­stýr­ is­flokk­in árini 1990- 2002, tá hon fór úr Sjálvs­ stýrisflokkinum. Til seinasta løgtingsval í 2004 stillaði hon upp fyri Javnaðarflokkin, sum fekk tvey umboð vald í Suðurstreymoyar va­l­ dømi, Kristian Magnussen við 412 atkvøðum og John Johannessen við 380 at­kvøðum. Helena Dam á Neystabø var nummar trý við 341 atkvøðum, meðan Katr­in Dahl Jakobsen, sum varð vald á ting framm­anundan, fekk 308 at­kvøður. Næstu vikurnar verður Javnaðarflokkurin í Suð­ ur­streymoy sostatt um­boð­ að­u­­r av tveimum fólkum, sum bæði hava umboðað ein annan flokk – bæði á sum tingfólk og sum lands­stýrisfólk. Kristian Magn­us­sen umboðaði Verk­a­mann­ a­fylk­ing­ina á tingi og part­vís í landsstýrinum frá 1994-1998, með­an Helena Dam á Neyst­a­bø umboðaði Sjálv­stýr­is­ flokk­in á tingi og partvís í landsstýrinum frá 1990 – 2002. Helena Dam á Neystabø á ting fyri Javnaða rflokkin Miðflokkurin: Fólkap ensjónin tvífaldast Jensi av Rana heldur, at samfelagið við verandi lønarhækkngum rennir skjótari enn fólkapensjónin megnar at fylgja við Lýsa lívfrøðiliga margfeldi Kringvarpið ætlar at gera koll­veltandi broytingar í skránni. Tíðindini skulu flyt­ast til klokkan 18.00, og Dagur & Viku verður fram­ haldandi kl. 19.00 KRINGVAR P Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Føroyingar kring alt landið kunnu vænta kollveltandi broytingar í skránni hjá kringvarpinum í vet­ ur. Bæði sjónvarpi og útvarpi fara at hava ymiskar broytingar í skránni í vetur, sum føroyingar sum heild ikki eru vanir við. Tað munnu vera nógv, sum eru von at seta seg niður at lurta eftir tíðindunum klokkan 18.30, meðan tey eta ein góðan nátt­urð­ abiti. Tað ljóðar, at so fer ikki at vera framyvir. Tíðindini, sum altíð hava verið kl. 18.30, fara nú at vera flutt til klokkan 18.00, og hetta er einki minni enn ein kollveltandi broyting hjá kringvarpinum. Tíðindini vera væntandi ikki einasta broyting, sum kring­varp­ ið fer at fremja. Sendingin, Dag­ ur & Vika, sum hevur verið send klokkan 19.00 í summar, fer framhaldandi at hava hesa senditíð. Dagur & Vika hevur annars altíð verið kl. 20.00, men nú ljóðar, at kringvarpið ætlar at halda fast um senditíðina, sum teir hava nýtt í summar. Hetta verður eisini ein stór broyting hjá kringvarpinum. Vit tosaðu við stjóran í kringvarpinum, Jógvan Jesp­er­ sen, men hann vildi ikki gera viðmerkingar til skránna fyr­i­ bils. Útvarpið flytir tíðindini til klokkan 18.00