Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2006 9 tíðindi Atlantsflog: Fleiri charter- túrar í væntu Flogferðsla: – Vit vænta at økja charter-virksemi okk­ara út úr Danmark og suðureftir rættiliga nógv í komandi tíðum, sigur stjór­ in í Atlantsflogi, Magni Arge við ferðavinnublaðið Stand By. Hann upplýsir fyri blaðn­um, at charter-ferðslan hev­ur gingið væl hesa sein­astu sesongina, og at fel­agið hevur ein hóp av væl nøgdum kundum innan donsku ferðavinnuna. – Vit hava roynt tað áður, men nú hava vit av sonnum testað førleika okkara á hesum marknaði. Og tað vísir seg at vit kunnu vera við, sigur Magni. Fyrr vóru charter-túrarnir samantvinnaðir við Føroya- flúgvingina, men nú verður hetta gjørt við einum chart­er-flogfari, sum fer at hava høvuðsstøð sína í Keypmannahavn. Atlantsflog kann eisini vísa á nógvan flutning av ferða­fólkum millum Hetland og London, – í roynd og veru hava nógvar av ferðunum verið útseldar. – So her ætla vit at økja um títtleikan av ferðum, sig­ur Magni Arge við blaðið. sb. FaroeJet: Ynskja eitt flogfar aftrat Flogferðsla: Nýggjasta føroyska flogfelagið arbeiðir í hesum døgum við at gera seg enn meiri sjónligt á danska marknaðinum. Í hesum sambandi hevur felagið eisini ávísar ætlanir, og sambært stjóranum, Joh­an E. Simonsen hava teir góð­ar vónir um eitt gott úrslit. Enn hevur felagið kortini ongar ætlanir um at flúgva aðrastaðni enn millum Før­oyar og Danmark, soleingi fel­agið bert hevur eitt flog­ far. Men sambært ferða­vinnu­blaðn­ um, Stand By hevur felagið ætlanir um at útvega sær eitt flogfar aftrat. – Og tá standa vit í eini heilt aðrari støðu, sigur stjór­in við blaðið. Ferðafólkatalið hevur síð­ani byrjanina í mai mánaði ligið um 37%, og er hetta nakað lægri enn mett varð. Men tað gongur framá við ferðafólkunum, og tað ger tað eisini við farminum. Í juli mánaði hevði FaroJet 25 % av farminum millum Føroyar og Danmark. Alt tosið um at leingja flog­vøllin í Vágum hevur eis­ini stóran áhuga hjá Faroe­Jet-stjóranum. Hetta fer at skapa møguleikar fyri størri flogførum, fleiri ferða­fólkum hvønn túrin og við hesum eisini lægri miðal­prísir. sb. Bæði tey føroysku flogfeløgini spenna seg út í komandi tíðum – Ferðafólkini vilja so fegin til Føroya, men sum støðan er nú, kunnu vit sjálvi ikki senda tey higar. Umstøðurnar á camp­ing-plássunum eru snøgt sagt ikki nóg góðar til okkara støði og til okkara kundar, sigur Richard Grimsdale. Hann er ferðastjóri í bretska felagnum “Camping and Cara­ vaning Club” sum á hvørjum ári sendir eini 70.000 limir kring allan heimin við camping-vognum sín­um. Felagið hevur 210.000 familjur sum limir Ferðavinna Orð & mynd: Snorri Brend Havn: – Eitt sum sermerkir limir okkara er, at teimum dámar væl at fara til nýggj og grøn støð – og helst hag­ar, har tey veruliga kunnu fáa nakrar ótrúligar náttúruupplivingar. – Tað kunnu tey fáa her, tí tit hava so nógv av bjóða teimum vitjandi. Men tann avgerandi spurningurin er, hvar og hvussu tey skulu búgva. Her vantar nógv í, sigur mr. Grimsdale. Hann hevur um vikuskiftið vitjað á mongum støðum kring landið, og hevur sæð teir møguleikar sum før­oy­ ingar kunnu bjóða teimum ferðandi. Hesir møguleikarnir hóska júst til teir 420.000 limirnar í felagi hansara. Men fyrrenn nakað munagott verður gjørt við møguleikar teirra at gista her, kemur neyvan tann stóra gongan av bretskum campistum higar. Til tess eru umstøðurnar alt, alt ov vánaligar. Hinvegin so heitir hann á kommunalar myndugleikar og á landsins myndugleikar um at gera nakað við støðuna. Eingin ivi er um, at talið av ferðafólki kann økjast munandi eisini úr Onglandi. Men so mugu umstøðurnar verða til tess! Ikki nóg góð Í “Camping and Caravaning Club” eru væl omanfyri 420.000 limir. Felagið gevur eisini út eitt tíðarrit í 250.000 eintøkum, har greitt verður frá ferðamálum kring allan heimin. Seinni í ár verða Føroyar á fyrsta sinni lýstar í tíðarritinum. Í Bretlandi ráða tey yvir sløkum 100 campingplássum og hava samstarv við nær­ um eins nógv slík pláss í samanlagt 19 londum kring heimin. Spurningurin er so, um Føroyar kunnu gerast 20. landið sum felagið fer at samstarva við?! Men tað verður tað so ikki í fyrstu syftu, sum skilst av tí sum er nevnt omanfyri. Tá so stjórin í felagnum, Richard Grimsdale kemur á vitjan í Føroyum, so veit hann hvat hann júst skal hyggja eftir fyri at nøkta krøvini hjá sínum limum. – Eftir at hava hugt meg um her, kann eg staðfesta, at tey føroysku campingplássini eru ikki nóg góð til okkara kundar. – Tíverri, má eg bara siga, sigur stjórin í felagnum. Egin ábyrgd Ferðafelagið hjá Richardi Grimsdale hevur eitt breitt spektur av limum. Felags fyri tey øll er at teimum dámar væl at ferð­ ast við húsvognum og camp­ ingvognum sínum. Fyri tey er fjarstøða eingin forðing. Teimum dámar væl at ganga túrar í náttúruni, møta fólki í og úr øðrum lond­um og hava eisini stóran áhuga fyri teimum søguligu bondunum millum Bretland og Føroyar. – Vit hava sent fólk avstað heilt upp til Norðkapp í Noregi. Og trúgv mær ella ei, men vit hava eisini havt fólk sum eru farin heilt niður til Sahara at campera. – Tey eru ikki bangin fyri at royna nakað nýtt. Og tí eru Føroyar eisini áhugaverdar í hesum samanhangi, sigur Richard. Sum longu nevnt kann hann ikki sjálvur senda sín­ar limir til Føroyar at campera. Umstøðurnar her eru snøgt sagt ikki til tess, m.a. tí at bilplássini ikki eru nóg stór. Hann ætlar kortini at vísa teimum á Føroyar sum ferðamannaland, men síðani er tað upp til fólkini sjálvi at finn fram til tey plássini, har tey ynskja at yvirnátta við vognum sínum. Felagið kann ikki rættiliga taka ábyrgdina av tí! – Tit hava so nógv at bjóða teimum ferðandi. Men samstundis vantar so nógv í, sigur Richard Grimsdale. Føroysku camping­ plássini eru ikki nóg góð – Tit hava so nógv at bjóða teimum vitjandi. Men tá talan er um ferðafólk við camping-vognum, eru umstøð­urnar alt ov vánaligar, sigur Richard Grimsdale, ferðastjóri í bretska ferðafelagnum “Camping and Caravaning Club”. Her skoðar hann eitt av føroysku camping-plássunum saman við Svein í Heiðunum frá Smyril Line Eftir at hava hugt meg um her, kann eg bara staðfesta, at tey føroysku campingplássini eru ikki nóg góð til okkara kundar. Tíverri, má eg bara siga ”