mánadagur 18. september 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 179 - 18. september 2006
Valið í Svøríki gjørdist ein sigur fyri høgravongin
og ein skelkur fyri vinstravongin. Hinvegin var
úrslitið ikki óvæntað. Sosialdemokratarnir hava
sitið við valdinum í trý valskeið á rað, og enn
er so ongantíð hent tað, at ein stjórn hevur
vunnið fyri fjórðu ferð á rað. Men sjálvandi eru
aðrar orsøkir til ósigurin hjá Gøran Persson-
stjórnini. Ein tann mest upplagda orsøkin er,
at hóast Svøríki er heimsins besta land at liva
í, so hevur ikki eydnast stjórn Perssons at
beina arbeiðsloysið burtur. Svøríki hveur 5%
vinnuloysi, meðan arbeiði er til allar henduer
í øllum grannalondunum. Orsøkin er m.a.
bygnaðarbroytingar innan svenska vinnulívið,
flyting av fyritøkum og virkjum til láglønarlond.
Tað hevur ikki eydnast at leggja upp fyri hesi
skeivu gongd við tí poltikki, ið stjórnin hevur
rikið.
Í aðrar mátar hevur gingið sera væl. Eingir
álvarsamir trupulleikar eru av innflytara
politikkinum, og breið semja hevur verið um
uttanríkispolitikkin. Nú kemur so ein sera
høgravend stjórn og fer hon helst undir stórar
skerjingar av almenna sektorinum og undir
privatiseringar. Hvussu hetta fer at ávirka støðuna
á arbeiðsmarkanðinum er ein stórur spurningur.
Høgrastjórnin fer eisini at fremja skattalættar
og kann hetta fara at ávirka vælferðina í
heimsins besta vælferðarsamfelag.
Spennandi verður um høgrastjórnin fer at
broyta uttanríkispolitikkin. Svøríki hevur verið
eitt álitið hjá ST og sýnt sera stóran solidaritet
í altjóða høpi. Hóast tað sjálvandi finnast
viðurskifti í Svøríki, sum eru verd at finnast
at, t.d. halda mong, at alt ov mong forboð eru
galdandi har, so man Svøríki teljast millum
heimsins bestu lond. Vit hava so eisini sæð,
hvussu væl sviar hava klárað seg í nógvum
ítróttargreinum, og man tað eisini stava frá tí,
at fundamentið undir samfelagnum er so gott.
Nú skulu so teir borgarligu sleppa at royna seg.
Tað er sunt og gott fyri demokratiið, at nýggir
flokkar eisini koma framat bara hesir ikki
oyðileggja alt tað góða, sum er bygt upp. Nú fáa
vit so at síggja, hvat hesir flokkar kunnu tilføra
svenska vælferðarsamfelagnum.
Sosialurin
Teir borgarligu
vunnu í Svøríki
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Í samband við, at tað eru liðin
60 ár síðani fólkaatkvøðuna
14. sep. 1946, so hevur
Tjóðveldisflokkurin biðið
Gallup Føroyar um at
gera eina veljarakanning.
Umframt veljarakanningina
varð
eisini
spurt
um
fleiri onnur týðandi sam
felagsmál, sum bera brá
av, at hesi mál hava eitt
hvørt við ríkisrættarligu
støðuna millum Føroyar og
Danmarkar at gera.
At kanna fólkahugsanina
er blivið ein »trend« í okk
ara tíð. Vit hava fingið
okkara egna Gallup kann
ingarstovn, og ringt verður
í eyst og vest fyri at spyrja
um eithvørt, sum hevur
almennan áhuga. Men hetta
fyribrygdi, at ein politiskur
flokkur sjálvur fer út at
spyrja, hvussu hann er
umtóktir
millum
fólk,
man hoyra til undantøkini.
Og alt avgerandi fyri,
hvussu úrslitið verður, er
fyrst og fremst, hvussu
spurningarnir verða orðaðir
– ein uttanveltað, lættfatulig
og beinrakin orðing, sum
er bæði væl og virðiliga
orðað, er fyrsta treytin fyri
eini objektivari og sannari
analysu
av
verunligu
støðuni millum tey gott 500
fólkini, sum vórðu spurd,
og harvið eitast at umboða
samlaðu veljarafjøldina.
Føroysku fjølmiðlarnir
hava verið á tremur við
úrslitum av hesi somu
kanning Tjóðveldisfloksins.
Og ikki er hissini, sum
teir serverað fyri okkum.
Alt verður penslað út, og
hesin »tíðindaflutningur«
verður
tambaður
og
toygdur úr hvørjari likkju
yvir alla vikuna, uttan at
seta minsta spurnartekin
við hesa somu kanning.
Og tó, eittans blað hevur
róð beinleiðis uppundir, at
henda kanningin var bíløgd
av Tjóðveldisflokkinum!
Og hevði flokkurin eisini
orðað
spurningarnar!
Kringvarpið skal eitast
fyri at vera borganin fyri,
at public service tænastan
verður vard og framborin
millum manna. Men tey
hava verið eina grammast
í Sortudýki at borið hesar
»kanningar« út millum fólk,
uttan minsta vet av borandi
journalistikki, og úrslitini
hava
verið
framborin,
sum vóru tey ævigi og ein
asti sannleikin. Hvar er
journalistiska handverkið?
Lat okkum taka tvey
dømi úr allari rúgvuni.
Spurt varð um: Hvør skal
hava evsta avgerðarrættin
í Føroyum – danskir mynd
ugleikar ella føroyska fólk
ið? Jú, kunngjørt varð í
fjølmiðlunum, at heili 81%
ella 8 av 10 føroyingum
tóku undir við føroyskum
avgerðarrætti. Og Høgni
Hoydal var skjótur at pro
klamera, »at ein stórur
meiriluti
av
fólkinum
tekur undir við at skipa
Føroyar sum frælsa tjóð.
Trupuleikin
liggur
í
politisku flokkunum.« Jú,
gaman í, tøl plaga ikki at
lúgva, so hetta man vera
sannleikin, hugsa væl tey
flestu. Men hyggja vit
eftir, hvussu spurningarnir
eru orðaðir, og hvat teir
merkja í veruleikanum,
so er talan ikki so greið,
sum Høgni mælir fyri
munni! Hesin spurningur
merkir onki annað enn
loysing frá Danmark. Evsti
avgerðarrættur merkir, at
øll bond skulu kvettast til
hinar partarnar av ríkinum,
og hví verður ikki spurt av
Gallup, um tú vilt loysing
ella samband – hetta er erlig
tala, og hetta hevði verið í
samsvari við spurningarnar,
tá
fólkaatkvøðan
varð
hildin í 1946. Onki uttan
umtos, ongin fjald, ullint
ætlan. Nei, nú verður
ikki spurt um loysing ella
samband – í »kanningini«
verður spurt um føroyskan
avgerðarrætt – ja, hvør vil
ikki avgera, men hvat? Ikki
so frægt, at Tjóðveldið torir
at spyrja um fullveldi, sum
annars varð brúkt í heili
6 ár í landsstýrisfíggjaðu
propaganduni í Tinganesi
at villleiða fólk við, sum
eitt jaligt orð, sum lætt
er at svølgja. Men evsti
avgerðarrættur merkir stutt
og greitt loysing, hetta orð,
sum Tjóðveldisflokkurin
ikki vil kennast við longur.
Royktámið hesaferð eitir
avgerðarrætturin,
sum
Høgni Hoydal og fjøl
miðlar kappast um at varpa
út millum fólk, uttan at
seta ein einasta spurning
við hesa manipulerandi
útsøgn! Høgni smírist og
fegnast, hvussu lætt hann
er sloppin í fjølmiðlunum
og brúkar »úrslitið« sum
trumfkort
í
vikulongu
loysingarpropaganduni
– er tað ongin sum raknar
við
í
fjølmiðlaverðini
– fleiri, sum spurd eru, í
»kanningini«
føla
seg
milt sagt misbrúktan í
einum ódámligum leiki!
Ella eru tit almennir ser
viseringsstovnar fyri Tjóð
veldisflokkin? Hetta er
óbeinleiðis bæði ein leiðandi
og ógreiður spurningur at
seta fólki – míni ráð til
tykkum næstu ferð, tit fara
at spyrja um ríkisrættarligu
støðu Føroya, so spyrjið um
tygum vilja hava loysing
ella
samband
–
onki
uttanumtos og innballing í
ivasom hugtøk, sum Høgni
hevur funnið uppá! Tit
høvdu tjansin í 6 ár, men tit
tordu ikki at spyrja fólkið
beinleiðis. Hví? 81% eru
fyri, ikki so Høgni, so tað
skuldi verið lagamanni?
Men tit vita betri.
Hin spurningurin snúði
seg um avgerðarræættin í
hernaðarmálinum.
Sama
søgan. Avgerðarrætturin í
hernaðarmálum liggur eins
og suverneniteturin í ríkis
eindini, beinleiðis nevndur
í Heimastýrislógini, men
stórur meiriluti er fyri
evsta avgerðarrættinum her
heima í hernaðarmálinum,
greiðir Tjóðveldisflokkurin
frá. Hvat merkir henda
støðutakan í veruleikanum?
Hava tey spurdu í eini
handavend gjørt sær djúpt
hugsandi niðurstøður til
henda
sera
álvarsama
spurningin, áðrenn svarað
varð? Skulu vit úr NATO
felagsskapinum, sum Tjóð
veldið einaferð var størsti
forsprákari fyri, ella hvønn
skulu vit lena okkum
uppat í framtíðini o. s. fr.
Aftur sama mjørkatosið
– men fjølmiðlarnir elta
ókritiskir!
Saknaði
annars
ein
spurning, sum plagar at
vera eitt »must« í slíkum
veljarakanningum, og tað
var,
hvønn
føroyingar
vilja hava til løgmann?
Man tað vera tí, at júst
hetta
kanningarúrslitið
ikki passaði inn í krammið
hjá Høgna at almanna
kunngera?
Fekk
hann
hesi somu neyðars 3-
4%, sum hann plagar at
fáa
sum
løgmansevni?
Og so »gloyma« vit bara
løgmansspurningin saman
við »fantastisku« fjølmiðl
um okkara!
Gallup og Tjóðveldisflokkurin
Johan
Samuelsen