Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2006 11 Endurtekur søgan seg? Tjóðveldisflokkurin hev­ur um dagarnar havt stuðuls­pedagogar í loys­ing frá Grøn­landi. Sama gjørdu Jóannes og Erlendur Patursson - tá ávikavist úr Noregi og úr Íslandi. Í kjalarvørrinum á út­gáv­uni av søgu Sam­ bands­floksins í 100 ár hevur for­vitnisligt blaðkjak tikið seg upp og upplýsingar komnir undan kavi, sum eg, og helst nógv við mær ikki hava verið vitandi um. At Jóannes Patursson hev­ur verið nazi-sympati­ sørur er áhugavert í sjálv­ um sær, men lat tað nú liggja á hesum sinni. Jóannes Paturs­ son norskur sambandsmaður At hann hevur havt hjálp frá norðmonnum og hev­ur ferðast runt um í Før­oyum við teimum til tess at niðurgera danir og ríkis­felagsskapin er ikki minni áhugavert. Erlendur Patursson íslendskur sambands­ maður Tað sama hevur Erlendur Patursson gjørt við hjálp frá íslendingum. Tobbi og Høgni grønlendskir sambandsmenn Og nú eru Tobbi og Høgni Hoydal aftur farnir at ger tað sama við hjálp frá grøn­lendsku Kubikk Kleist og Lars Emil Jo­hansen. Teir hava áður havt hesar báðar á rund­ferð og fingu tá Norður­ landa­húsið at lýsa fyri fundarrøðini!!! Álvaratos, skulu vit ikki lata grønlendingar hava frið at skipa so fyri sum teir vilja og teir lata okkum hava frið at skipa so fyri, sum vit vilja? Johan Petersen Seinasta rapportin frá Health Consumer Powerhouse setir danska heilsuverkið á pláss nr. 10 av teimum 25 londunum í Evropa samveldinum. Tá tað kemur til urslit av viðgerðum liggur Danmark heilt í botninum saman við londum sum Cypern, Malta og Írlandi. Rapport um heilsuverkini í Evropa Health Consumer Power­ house gav sína fyrstu Euro Health Consumer rapport út í 2005. Hon umfataði tá 12 ES lond og var at meta sum ein fyrsta roynd at meta landsins heilsu tænastu út frá einum brúkarasjónarmiði. Svøríki kom í 2004, sum fyrsta land í heiminum, við eini tílíkari rapport sum bert um­fataði Svøríki www.vardkonsumentindex.se). Reglurnar í Evropa­sam­ takinum innan kanning og viðgerð gera tað lættari hjá sjúklingi í einum landi at fáa viðgerð í einum øðrum landi í samtakinum. Tað varð tí hildið verða til fyri­ muns fyri sjúklingarnar, at teir fingu so holla og óhefta informatión sum gjør­ligt um tey ymisku heilsu­ verkini, so teir høvdu eitt gott grundarlag, tá støða skuldi takast viðvíkjandi viðgerð í øðrum landi. Health Consumer Power­house (HCP) www. healthpowerhouse.com varð tí stovnað, og hevur nú júst givið út sína aðru rapport, Euro Health Consumer Index 2006 - www. healthpowerhouse.com/media/ RaportEHCI2006en.pdf Eftir ta fyrstu rapportina, sum varð fyri ár 2005, har 12 lond vóru umfataði, hevur HCP fingið nógvar áheitanir og ráð frá stjórnum og einstaklingum, sum hevur gjørt ársins rapport betri og meira álítandi. Hvat verður kannað? Rapportin er í fleiri pørtum sum síðani verða settir saman: Sjúklingarættur og informatión inniheldur 10 viðurskifti, so sum lóga­ rrættindi, sjúklinga­feløg, endurgjald fyri skeiva við­ gerð, sjúklinga um­boðs­ maður o.s.fr. Bíðitíðir so sum komm­ unulækni kemur sama dag, beinleiðis atgongd til serlækna og bíðitíð til knæ/ mjadna skurðviðgerðir, krabbameins viðgerðir og bypass/PTCA viðgerðir fyri hjartað. Úrslit av viðgerð har millum annað verður hugt eftir deyðiligheit eftir blóð­ tøppi í hjarta, barna­deyði­ ligheit, bróstkrabba, tjug­ tarms krabba, staffolykokk infektiónir, diabetes og óneyðugt deyðsfall. Tilboð frá heilsuskipan­ ini, so sum tal av katarakt skurðviðgerðum fyri hvørji 100.000, barnavaksinatiónir og tannviðgerðir í heilsu­ verkinum. Heilivágur har høvuðs­ denturin verður lagdur á, hvussu lætt tað er, at fáa tann nýggja heilivágin. Harafturat er tað ymiskt, hvussu teir ymsu partarnir telja í tí samlaða. Tilboð og heilvágur telja 1,0 hvør, meðan sjúklingarættur telur 1,5. Bíðitíð og úrslit av viðgerð telja harafturímóti 2,0 hvør. Hvørt einstakt evni fær 1 – 3 stig stig. 1 merkir ikki góðkent, 2 merkir hampuligt og 3 merkir góðkent. Sum dømi kan nevnast, at bíðitíðir hevur 5 partar. Tað mesta sum fáast kann innan bíðitíðir er sostatt 3 x 5 = 15. Men av tí at tað telur 2,0 í tí samlaða, verður hægsta stigatalið innan bíðitíð 30 stig. Úrslit av kanningini. Úrslitið av samlaðu kann­ ingini vísir, at Danmark kemur sum nr. 10 av 25 londum. Danmark liggur her á hædd við lond sum Eysturríki, Italien, Malta og Slovenien. Tað sum Danmark fellur mest uppá, er úrslit av viðgerð. Her fær Danmark 10 stig, sum er tað sama sum Cypern, Tjekkia, Belgia og Malta fáa. Danmark fær 1 stig (botnkarakter) fyri deyði­ ligheit eftir blóðtøpp í hjartað og fær eisini 1 stig, bæði fyri viðgerð av bróstkrabba og tjuktarms krabba. Í hinum endanum liggur so Svøríki við hægsta stigatali, sum er 18 innan úrsliti av viðgerð. Onki annað land í kanningini fær so høgt stigatal. Eftir Svøríki koma so Finland við 16 stigum, Niðurlond við 14 stigum og Frakland og Týskland við 12 stigum. Í tí samlaðu metingini kemur Svøríki sum nr. 4 meðan Frakland verður nr. 1, Niðurlond nr. 2 og Týskland nr. 3. Tá tað kemur til bíðitíðir, so liggur Danmark eisini millum lond sum Eysturríki, Tjekkien, Ungarn, Litava og Malta. Men hetta er helst eitt norðurlendskt fyribrigdi tí her liggja eisini lond sum Finland og Svøríki. Rapportin hevur eisini hugt eftir, hvussu efektiv og rationell heilsuverkini eru. Tað vil siga, at kannað verður, hvussu nógv heilsu­ verkið fær burturúr tí játtaða peninginum. Hetta er ikki nøkur løtt kanning. Tað er munur á londum har ein sjúkrasystur fær 1.000,- kr. um mánaðin, og so í londum har lønin liggur á leið 25.000,- kr um mánaðin. Men tá atlit er tikið fyri hesum, so liggur Svøríki sum nr. 5, Finland sum nr. 8 og Danmark sum nr. 19. Ella við øðrum orðum, játtanin til danska heilsuverkið verður ikki brúkt rationelt/effektivt. Tað er helst ongin ivi um, at tað sama er galdandi fyri føroyska heilsuverkið. Tølini er so mikið álvarslig fyri Danmark, at danskir mynduleikar aftur í álvara eru farnir at hugsa um hvat er galið. Kanska serliga við atliti til, at tað seinastu árini er játtaður ikki sørt av peningi til heilsuverkið. Men sum eg fleiri ferðir havi nevnt, so nyttar tað lítið at játta pening til eina søkkandi skútu. Ofta mugu grundleggjandi broytingar í strukturinum ella skipanini gerðast, áðrenn játtaði pen­ ingurin kemur til sín rætt. Danskir mynduleikar stúra. Í Politiken fríggjadagin 25 august, hevur Kaare Skovman samrøðu við stjóran í Dansk Sygehus Institut (DSI) professari í heilsubúskapi Jes Saagård, sum m.a. sigur: “Vit skulu ansa eftir, at ganga runt og siga, at vit hava heimsins besta heilsuverk, tí hartil er leiðin long”. Danski heilsumála­ráð­ harrin Lars Løkke Ras­ mussen hevur gjørt eitt dygdarmát, sum skal meta donsku sjúkrahúsini. Mátið gongur frá 1 – 5 stjørnur. Jes Søgaard metir ikki. at danska heilsuverkið sum heild kann koma upp um 2,5 stjørnur. “Okkara viðgerðarúrslit dregur okkum niður, og tað sama gerð tann politiski viljin til, at játta til heilsuverkið. Á tí jaligu síðuni er m.a., at vit hava fleiri valmøguleikar og rela­ tivt stuttar bíðitíðir sammett við mong onnur lond”, heldur Jes Søgaard fram. Lægemiddel­industri­ foreningen (Lif), sum umboðar heilivágs fram­ leiðarnar, gerða vart við, at Danmark liggur í botninum, tá tað snýr seg um, at sjúklingar kunnu fáa nýggjan heilivág. “Heilivágurin er í landin­ um, men tað gongur alt ov long tíð, til læknarnir byrja at brúka hann, og áðrenn stuðul verður veittur til heilivágin. Tað er púra greitt, at hetta eisini er nakað, sum kann síggjast aftur í viðgerðar úrslitunum”, sigur sjefskonsulentur Henrik Vestergaard, Lif. Føroyar og Danmark Spurningurin er so, um hetta hevur nakað árin á, hvussu vit hava tað í Føroyum. Tað sær út til, at politikarar hava lyndi til at stara seg blindar á heilsuverkið í Danmark. Eitt heilsuverk sum yvir­ læknarnir í Danmark hava kritiserað hart í nógv ár. Eitt heilsuverk sum gjørdist nr. 34 á listanum hjá WHO í ár 2000, og sum nú leggur seg millum lond í fyrrverðandi Eysturevropa. Og eitt heilsuverk, sum sær út til at verða tað vánaligasta í Norðanlondum, at fáa nakað burturúr játtanini. Er tímin komin til at venda sær til onnur Norðurlond, eitt nú Svøríki, sum hevur bestu viðgerðar úrslitini í Evropa? Danska heilsuverkið fær aftur botn karakter yvirlækni Jákup Petersen RÆTTING Sum tann gløggi les­ar­ in ivaleyst hevur varn­ ast, komu í grein­ini Salongfrúgv í Brem­en í seinasta leyg­ar­dags­ sosiali, í Viku­skift­inum, tíverri tvey mistøk fyri. Svenski rithøvundurin Enquist eitur Per Olov (ikki Olof), og hansara kenda skaldsøga um Struensee hevur heitið Livläkarens besök. Hald­ ið mær til góðar! Hanus Kamban viðmerkingar Fiskiskapurin higartil í ár hevur verið vánaligur, og nógvir útróðrarmenn hava kent sviðan av hesum. Visións­ætlanin fyri tann ella tey, ið valdu fiskivinnuna sum lívsstarv, gevur ikki grundarlag fyri bjartskygni, tí innan hesa vinnu skulu so fá fólk sum gjørligt luttaka, og størri og effektivari skip og maskinur avloysa fiski og verkamannin áðrenn 2015. Fyri nøkrum døgum síð­ ani lýsti Fiskimálastýrið í kunngerð ein eykaskatt ella avgreiðslugjald til allar skipa- og bátaeigarar áljóðandi 500 krónur, hetta fyri at fáa eitt fiskiloyvi útskrivað. Gjaldið er eins­ jóðandi, hóast talan er um bát sum hevði tað einu avreiðingina, ið gav nakrar fáar hundrað krónur, ella talan var um skip, ið hevur avreitt fyri fleiri 10-tals milliónir. Harumframt hevur fiskimálastýrið ásett eitt gjald áljóðandi 800 krónur fyri hvørja flyting av fiskidøgum og kvotum. Formliga er heimild at skipa mannagongdir við loyvum og gjøldum, men upp­hæddin er órímulig, být­ ið millum bólkar skeivt og ikki í samsvar við tað, sum tingið ætlaði. Meiningin var ikki, at gjøld frá fiski og útróðrarmonnum skuldi verða til inntøku hjá ráð­ num. Stýrisskipanin ásetur greitt § 41. Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Tað er ikki Løgtingið, ið hevur samtykt at krevja pengar frá útróðrar­mann­ inum fyri at skriva honum sama loyvi út av nýggjum. Um tað almenna skal krevja pengar frá borgarum, má tað tí antin vera skattur, ið bæði er heimilaður í lóg og samtyktur á fíggjarlóg, ella skal talan vera um brúksgjøld, har neyvt sam­ svar er millum gjøld og tænastur. Tænastugjøld mugu eisini vera í samsvar við góðan fyrisitingarsið; hesi ásettu gjøldini eru neyvan úrslitið av eini nøktandi hoyring. Hvat tænastuni viðvíkur, so er útskrivan av loyvum neyvan størri útreiðsla enn tvey A4ørk, frímerki og nakrir minuttir í máls­ viðgerð, alt er jú teldutøkt. Mín spurningur er: Hví verður hetta avgreiðslu­ gjaldið álagt frá 1. september 2006, nú fíggjarárið er gott og væl hálvrunnið? Upphæddin er týðiliga bert eitt runt tal, sum kemur væl við hjá Fiski­ málastýrinum, nú teir vórðu dømdir at gjalda góðar 3 mlliónir, fyri at hava tikið eitt fiskiloyvi aftur ólógliga. Men tað er neyvan góður fyrisitingarsiður, at lata útróðrarmannin gjalda ta rokningina. Skal Fiskimálastýrið valda og fiski/útróðrarmaðurin gjalda? løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin Kári P. Højgaard