Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 179 - 18. september 2006 Hoyvíkssáttmálin er eitt amboð at skapa okkum betri treytir og ein nógv størri heimamarknað, har vit kunnu brynja okkum til altjóða kappingina. Tað er beinleiðis skeivt at pástanda, at tað einans eru íslendingar, sum fáa fyrimunir av sáttmálanum. Fleiri eru helst ørkymlað av kritikkinum, sum kemur frá fleiri vinnulívsfólkum, nú vit standa á gáttini til, at Hoyvíkssáttmálin kemur í gildi. Tað kundi ljóðað, sum um Hoyvíkssáttmálin skapar eina røð av trupul­ leikum, men endamálið við sáttmálanum er júst at hann skal vera eitt amboð at loysa nakrar av teimum forðingum, sum í dag eru fyri opnum marknaði mill­ um Føroyar og Ísland. Íslendingar hava, sum er, betri sømdir Enn er tað handilssáttmálin millum Ísland og Føroyar frá 1992, sum er galdandi. Hesin fevnir einans um vøru­handil, meðan Hoy­ víks­sáttmálin eisini kem­ur at fevna um m.a. tæn­astur. Eftir gamla handilssáttmálanum hava íslendskar vørur munandi betri sømdir á føroyska marknaðinum, enn før­ oysk­ar vørur á íslendska marknaðinum. Eitt nú hava íslendskar vørur - við einstøkum undantøkum - fullkomið tollfrælsi, tá um landbúnaðarvørur ræður. Allar landbúnaðarvørur úr Føroyum verða lagdar undir toll í Íslandi uttan øl og vatn. Endamálið við Hoy­víks­ sáttmálanum er júst at taka burtur nevndu avmarkingar. Hetta merkir, at umframt ídnaðarvørur kunnu allar føroyskar landbúnaðarvørur útflytast tollfrítt til Íslands, og fáa íslendskar vørur somu marknaðaratgongd hjá okkum. Sáttmálin ásetur, at “Allur mismunur, í lóggávu sum í verki, í sambandi við rættin til vinnuligt virksemi skal vera bannaður”, og tað er hetta, sum ger tað møguligt at arbeiða víðari við at fáa forðingar, sum eru í dag, burtur. Eggútflutningur Tá ræður um egg, er ein­ asta broytingin, sum Hoy­ víkssáttmálin gevur, at føroysk egg nú fáa tollfrælsi í Íslandi. Tað hava tey ikki í dag. Hinvegin hava íslendsk egg tollfrælsi í Føroyum eftir gamla sáttmálanum. Íslendingar seta í dag krav um, at egg ikki kunnu innflytast uttan at vera hitaviðgjørd, (pasteuri­serað). Hetta er eitt heilsu­frøði­ligt krav, og Hoyvíkssáttmálin broytir ikki heilsufrøðiligu krøv­ ini, londini seta – hvørki tey íslendsku ella før­oysku. Meta vit, at heilsu­frøðiligu krøvini hjá íslend­ingum til innflutt egg kunnu met­ ast sum tøkni­ligar hand­ ilsforðingar, kann málið takast upp til við­gerðar í felagsnevndini, tá sáttmálin er komin í gildi. Eyka trygd Eisini er ásett í sáttmálanum, at um innflutningurin av ávísum landbúnaðarvørum frá øðrum sáttmálapartinum álvarsliga hóttir fram­ leiðsluna av somu vøru hjá hinum partinum, kann hesin av sínum ein­ ting­um seta hóskandi og rími­lig tiltøk í verk. Henda áseting er sett inn í sáttmálan eftir føroyskum ynski, soleiðis at vit hava eitt amboð, sum kann brúkast at verja føroyska landbúnaðarframleiðslu, skuldi hon verðið álvarsliga hótt av innflutningi úr Íslandi. Botnfiskur Eitt, sum ofta hevur ver­ ið ført fram ímóti Hoy­ víks­sáttmálanum, eru tær reglur, sum í dag eru galdandi í Íslandi, og sum gera tað trupult hjá íslendskum fiskiskipum at landa í Føroyum, av tí at 10 % verða løgd aftur at tí avreiddu mongdini í kvotaroknskapinum. Ført hevur verið fram, at sáttmálin er virðisleysur, verður hetta ikki broytt. Men nú hava íslendsku myndugleikarnir saman við teimum føroysku í felags yvirlýsingini lagt upp til at finna eina loysn á hesum trupulleika, soleiðis at tað verður lættari hjá føroysku virkjunum at fáa hendur á íslendskum ráfiski. Politiskt hava vit tikið hetta málið upp. Leggjast kann afturat, at Føroya arbeiðsgevarafelag hevur gjørt vart við, at tað fyri fiskivinnuna hevur týdn­ing, at sáttmálin kem­ ur í gildi. Hetta, fyri at arbeiðast kann víðari við at fáa tikið burtur forðingar fyri handli av ráfiski millum londini, soleiðis at føroysk fiskivinna skal fáa fulla nyttu av kumuleringsskipanini. Felagið væntar ikki, at hesar tøkniligu forðingar verða avtiknar, uttan so at sáttmálin kemur í gildi. Øl- og sodavatnsdósir Frælsur handil merkir, at tøkniligar forðingar so sum bann ímóti dósum verða avtiknar. Eitt argument fyri at banna dósum hevur verið, at dósir eru skaðiligar fyri náttúruna. Men á einum frælsum marknaði er tor­ ført at varðveita hetta argu­ mentið, um returskipan, so sum ætlað, verður gjørd fyri dósir. Harumframt er eitt bann ímóti dósum avmarkandi fyri frælsið hjá brúkaranum at velja ta vøru, brúkarin sjálvur ynskir. Framhaldandi arbeiðið Tá sáttmálin er komin í gildi, verður sett ein nevnd við umboðum frá londunum báðum - felagsnevndin - ið fær til uppgávu at tryggja, at sáttmálin virkar á munadyggan hátt, og fara trupulleikar, ið ikki sleppast undan, tá ein so víðfevnd avtala skal fremjast í verki, at verða viðgjørdir í hesi felagsnevnd, til tess at finna eina skynsama loysn. Annars skal nevnast, at vinnan varð tikin við upp á ráð undir samráðingargongdini, og varð í stóran mun tikið hædd fyri teimum ynskjum, sum komu frá vinnuni í Føroyum. Brynja okkum til altjóða kapping Tað hevur stóran týdning fyri møguleikan at standa seg í altjóða kappingini, at Føroyar og Ísland ger­ ast eitt búskaparøki, og harvið skapa ein størri felags heimamarknað. Skulu vit menna okkum í alheimsgerðini, hevur tað nógv at siga, at vit hava góðar royndir og eitt gott grundarlag á heimamarknaðinum. Jú, víst hevur tað sín prís at laga seg til harðari kapping. Men alternativið er at royna at halda fram við at verja okkara heimamarknað og harvið steingja okkara vinnulív av frá altjóða marknaðinum og neyðugum avbjóðingum. Tað verður stokkutur hiti. Føroysk vinna fer nú at kappast við íslendska vinnu, og hetta fer at eggja vinnuni til at fáa meira fyri minni, at herðast, at hvessast, at mennast og at gerast meira kappingarfør. Sjálvandi er okkara vinnulív ført fyri at taka hesar avbjóðingar. Nýggjasta veljarakanningin vísir, at ein stórur meiriluti av fólkinum tekur undir við at skipa Føroyar sum frælsa tjóð. Trupulleikin liggur í politisku flokkunum. Okkum tørvar eina fylking fyri frælsi og fólkaræði í Føroyum. Er 14. september ein sorg­ ar­dagur? Ein dagur, har vit skulu drýpa høvur og minnast, hvussu lorka­ sliga politisku flokk­ar­ nir í Føroyum og ríkis­ myndugleikarnir fóru við fólkaræðinum eftir at­kvøð­ una í 1946? Sjálvandi eiga vit at læra av søguni. Eitt søguleyst fólk, verður ikki ført fyri at skilja nútíðina og at taka felags avgerðir í framtíðini. Og vit kunnu jú skjótt staðfesta, at politisku flokkarnir hava ikki lært av søguni. Hon verður endurtikin aftur og aftur. Fyri 60 árum síðani valdi ein meiriluti av føroyingum loysing – hóast tað varð sett upp sum ein ræðumynd – og tey søgdu nei til at hava eitt avmarkað heimastýri í danska ríkinum. Men tað, sum fólkið hevði vrakað, varð sett í verk kortini við smávegis broytingum. Meirilutin á løgtingi sam­ tykti heimastýrislógina uttan nakra nýggja fólka­ atkvøðu. Og søgan endurtekur seg. Seinastu árini hevur verið ein stórur meiriluti av veljarunum vilja skip­ að Føroyar sum sjálv­ støðuga tjóð. Men í fjør samtykti løgtingið tvær nýggjar heimastýrislógir – yvirtøkulógina og uttanríkis­ politisku heimildar­lógina. Tvær lógir, sum binda okkum fastari at Danmark og fyri fyrstu ferð viður­ kenna, at Føroyar eru samansjóðaður partur av Danmark. Ein gleðisdagur Men 14. september er og eigur at vera ein merkisdagur. Ein merkisdagur, sum er er tann týdningarmesta hendingin fyri føroyskt fólkaræði í nýggjari tíð. Tá atkvøddi meirilutin av føroyingum fyri loysing og fyri eini frælsari tjóð – beint ímóti øllum forsagnum og tvørturum tað, sum politisku flokkarnir søgdu og vildu. Um meirilutin ístaðin hevði atkvøtt fyri danska stjórnaruppskotinum, so høvdu føroyingar fólka­ rættar­liga limað seg inn í danska ríkið. Tá hevði fullveldisstríðið endað har, og vit høvdu verið ein sjálvvaldur partur av Danmark, við tí, sum hartil hoyrir. Atkvøðan 14. september 1946 tryggjaði okkara sjálvsavgerðarrætt sum fólk í altjóða samfelagnum. Og síðani hevur henda avgerð verið grundarlagið undir tí áhaldandi stríðnum at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at skapa eitt sjálv­ berandi samfelag. Og uttan hesa drívmegina, sum tað áhaldandi loys­ ingarstríðið hevur verið, er sera sannlíkt, at Føroyar í dag høvdu verið sum onnur samfeløg, vit kenna, ið hava mist sín tjóðskaparliga samleika og hava mist sjálvræðisneistan. Vit kunnu taka dømir um lond sum NýFoundland, Hetland ella Orkneyoyggjar, sum spakuliga eru blødd burtur mentanarliga, politiskt og búskaparliga, meðan tey hava bundið seg inn í samleikan og skipaninar hjá øðrum tjóðum. Fræið kemur undan Fólkaatkvøðan í 1946 kundi havt verið sum eitt politiskt strev, ið varð jarðað, við at fólkið atkvøddi seg inn í danska ríkið. Men ístaðin gjørdist hon eitt fræ, ið varð sátt, og sum síðani hevur fingið tað at næla og grógva á so mongum økjum. Hóast urtagarðsstjórarnir ikki vildu lata træið vaksa frítt og uttan kunsttøð, soleiðis sum fólkið hevði valt. Men vit kunnu siga við skaldinum: Einaferð kemur tað undan, alt tað, sum verður droymt, tolið og livandi stundar, fræið í moldum goymt Hyggja vit at menningini í føroyska samfelagnum síðani 46 – ella yvirhøvur síðani politiska floksbýtið fyri 100 árum síðani – so eru øll tey málini, sum hava flutt Føroyar framá og inn í nútíðina, júst tey málini, sum sjálvstýris- og loysingarrørslan hava stríðst fyri. Tað var ein stór og hørð mótstøða móti teimum politisku frælsismálunum í meirilutanum av politisku skipanini, men tá ið fræið hevði nælt nóg leingi, vórðu málini framd. Og tá kappast knappliga øll um at taka undir við teimum. Eisini teir politisku flokkarnir, sum stríddist ímóti. Lat okkum taka mál­ stríðið. Hvør kundi í dag yvirhøvur hugsað sær, at føroyska málið ikki var viðurkent í Føroyum? At tað ikki var undirvísingarmál, kirkjumál ella kundi brúkast í umsitingini? Tað var jú ein stór mótstøða móti tí millum teir valdu politikararnar í Føroyum. Men hvør sigur seg taka undir við tí í dag? Ella tak stríðið fyri at fáa føroyskt fiskimark. Tað varð skírt óðamannaverk og ein meiriluti av politikarum vóru ímóti. Hvør tekur ikki undir við tí í dag? Ella hvat við undir­ grundini? Tað varð flent og gjørt gjøldur burturúr, at loysingarfólk vildu hava ognarrættin til undir­ grundina. Vit hava ikki staðfestan ognarrættin enn, men umsitingin kom á føroyska hendur – og hvør vil vera ímóti tí í dag? Ella tak stríðið fyri at fáa føroyskar hægri skúlar, føroyskt útvarp, føroyskt sjónvarp og so framvegis. Har var politisk mótstøða í Løgtinginum, men í dag siga øll seg taka undir við tí. Og hvat við flogferðsluni? Hvussu var ikki politisk mótstøða móti føroyskum flogfelag – men í dag hava vit tvey. Ella tak henda vælsignaða blokkstuðulin. Fyri bara 4 árum síðani varð tað skírt óðamannaverk og krystallnátt, at gera okkum leys av einum triðingi. Men hvør vil í dag hava hann aftur? Alt tað, sum vit eru góð við og sum gevur okkum áræði og felags stev, eru tey málini, ið loysingar- Felags stev fyri frælsari tjóð Hoyvíkssáttmálin – eitt amboð til betri marknaðartreytir Høgni Hoydal løgmaður Jóannes Eidesgaard viðmerkingar