mánadagur 18. september 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 - 18. september 2006
13
og sjálvstýrisrørslan hevur
staðið fyri. Víst hevur verið
politiskt stríð, men tá málið
er vunnið, standa vit saman
um tey.
Tað sum skilir okkum í
dag, tað savnar okkum í
morgin.
Fólkið er ikki spjatt
– men flokkarnir
Vit hava síðani 1946 hoyrt
aftur og aftur, at fólkið er
spjatt eins og í 1946 – og
at meirilutin av føroyingum
ynskir ikki loysing og at
gerast ein sjálvstøðug tjóð.
Men hvør sigur tað?
Hvør veit tað? Eru tað
ikki politisku flokkarnir í
Føroyum og eisini danska
stjórnin, sum ferð eftir ferð
hava trúttað hetta niður í
føroyingar, at vit eru ikki
samd.
Men fólkið er neyvan ser
liga ósamt. Tað eru politisku
flokkarnir, sum við at taka
patent uppá fólkaviljan,
vevja alt upp í saman – og
royna at mála myndirnar
so truplar og ógjørligar, at
onki skal bera til.
Nýggjasta veljarakann
ingin, sum Gallup Før
oyar hevur gjørt fyri Tjóð
veldisflokkin, vísir, at ein
stórur meiriluti av fólkinum
tekur undir við einum
frælsum Føroyum. At tað
er ein lítil minniluti, sum
er ímóti.
Allir politiskir flokkar
–
og
sjálvsagt
eisini
Tjóðveldisflokkurin
–
mugu taka í egnan barm
og ásanna, at tað sum
gongur fyri seg á tingi og í
Tinganesi, umboðar als ikki
framtíðarmálini hjá Føroya
fólki.
Okkara uppgáva er nú at
savna tann stóra meirilutan,
sum vil hava Føroyar at
gerast ein part av heiminum
og sum vil menna Føroyar
sum eitt nútímans og frælst
samfelag – har samhaldsfesti
og eitt yðjandi mentanarlív,
gevur okkum ein sterkan
samleika sum fólk og
einstaklingar.
Okkum tørvar eina fylk
ing fyri føroyskum frælsi.
viðmerkingar
Fyri umleið tveimum árum
síðani byrjaðu reiðarar
at seta kryvjimaskinur í
trolaraflotan í heimasjógvi.
Nú hava so allir partrolarar
og nakrir lemmatrolarar
fingið
hetta
neyðuga
amboðið, sum skuldi verið
komið umborð fyri minst
25 árum síðani.
Og tað er ikki av alski
til manningarnar, at henda
sjálvsagda íløga er gjørd,
men tað kann eg venda aftur
til seinni. Um maskinuna
er at siga, at hon bustar
innvølin úr fiskinum, so
livur og rogn verða pettað
sundur.
Nú hendir tað løgna, at eitt
massivt krav kemur úr landi
um, at livurin skal førast
til lands. Fyrstur at reisa
spurningin í løgtinginum er
Bill Justinussen. Honum á
baki koma Heidi Petersen
og Tórbjørn Jacobsen við
uppskoti um, at livurin skal
førast til lands. Og sum
rosinan í pylsuendanum
kemur so Marius Dam
og knýtir rognini upp í
málið. Sum skilst eru einar
12 atkvøður í Kovanum.
Felags fyri nevndu persónar
er, at teir als ikki kenna
til tær umstøður, sjófólkið
livir
undir.
Ongin
av
teimum hevur sæð upsa
sprakla. Hóast tað, so hava
tey fingið eitt orðaskifti
í gongd. Og tað, sum
stendur eftir, er, at dekkarin
er ódugnaligur og dovin,
blakar virðini fyri borð.
Hann stendur jú við gørnini
í hondini og tímir ikki at
taka livrina. Sjómaðurin
átti at skift hugburð, er
niðurstøðan. Hetta kjakið
hevur
ta
slagsíðu,
at
ongin, ikki ein, hevur tikið
sjómannin í forsvar. Hvar
er
Fiskimannafelagið?
Hvør tímir at standa móður
og ovvekraður og gera eitt
arbeiði, sum einki fæst
fyri? Als ikki Bill, Tobbi,
Heidi ella Marius.
Bjørn
Kalsø
hevur
gjørt eina roynd at fremja
livratøku og hevur sett í
verk eina skipan, sum lønar
reiðarum,
sum
avreiða
livur. Sæð í ljósinum av
superliberalismuni,
ið
ræður, er hetta jú beinleiðis
stuðul frá landinum. Góður
borgarligur politikkur, sum
lønar reiðarunum fyri eitt
arbeiði, sum dekkararnir
gera. Og hvat sigur tann
altíð skrásikri Jan Morten
sen í Vinnuhúsinum til, at
landsstýrið keypir rávøru til
eitt virkið á Eiði og betalir
við fiskidøgum?
Í Sosialinum 5. sept.
hevur Áki Bertholdsen prát
við ein sera ónøgdan Egil
Olsen stjóra á livravirkinum,
sum
ikki
fær
rávøru.
Yvirskriftin er bondsk: »Tá
ið gularótin ikki hjálpir,
má
pískurin
fram«(!).
Hann er av tí áskoðan, at
skip og bátar skulu hava
skyldu at taka innvøl til
lands í tann mun, keyparar
eru til hesa rávøru. Annars
skulu tey revsast. Ikki eitt
orð um tað loysir seg hjá
teimum, sum hava stríðið.
Hvat sigur vinnuhúsið til
slíkan handilsskap? Tað
nyttar lítið at hanga eina
gularót niður fyri nøsina á
reiðarunum og so vænta,
at manningarnar fegnir fara
at draga vognin. Summir
reiðarar hava roynt at trýst,
men dekkararnir hava orkað
at staðið ímóti. Annars er
Egil Olsen samdur við seg
sjálvan í, at livraprísurin,
hann sjálvur hevur ásett til
5 kr. kg, ikki er ov lágur.
Í mun til tað eykaarbeiði,
tað er at taka livur, vildi
eg mett, at kiloprísurin er
einar 30-40 kr ov lágur. Tað
er óforskammað at tosa um
hugburðsbroyting.
Annars áttu teir, ið
hava stovnað livravirkið á
Eiði, at kent fortreytirnar,
áðrenn teir byrjaðu. Fyri
nøkrum árum síðani var
eitt livravirki í Gøtu. Tað
steðgaði upp eftir fáum
árum av somu trupulleikum,
sum Egil Olsen er komin
sær í. Teir í Gøtu hóttu tó
ikki við koyrlinum, men
hava víst sín dugnaskap við
Høvdavirkinum í Leirvík.
Tann 14. sept. er aftur ein
rísin maður í Sosialinum.
Nú er tað fyrrverandi løg
tingsmaður og fyrrverandi
vinnulívsmaður
(hann
hevur jú sagt alment farvæl)
Atli Hansen, sum fortelur
okkum, at tað er lógarbrot
at blaka garnar fyri borð.
Til hetta er at siga, at
heimaflotin ella ísfiskaflotin
ongantíð hevur ført garnar
til lands, og at gera sjófólk
til brotsmenn av hesi orsøk
er tað reina vrøvl. Annars
er greinin merkt av, at Atli
kennir ikki tey viðurskiftir,
hann skrivar um. T. d hetta
brotið: »Tað er fyri mær
nakað undarligt í, at man
kryvur ein upsa, førir tann
sløgda upsan til lands og
selur hann fyri 3-4 kr kg.,
men livrina til 5-8 kr og
rognini til 25-30 kr blakar
man í havið aftur. Her er
okkurt spinnandi galið«.
Tað, sum er galið, er, at
Atli veit ikki, hvat hann
skrivar um, og tølini hann
nýtir eru skeiv. Upsalivur
kostar ikki 5-8 kr. kg, men
5 kr og hevur verið nógv
bíligari. Upsarogn kosta
ikki 25-30 kr, men bert ein
lítlan brotpart av tí.
Sakin er tann, at menn
hava ikki stundir til hetta
virðisleysa eykaarbeiðið.
Livratøkan tarnar reins
ingini eini 33%. Menn
standa t. d. og reinsa í
18 tímar, sum als ikki er
óvanligt. Skulu teir taka
livur, tekur reinsingin 24
tímar. 33% eykaarbeiði og
7% meira úrtøku. Aftrat
kemur, at menn eru fokkaðir
av arbeiði og svøvnloysi.
Ein roknimeistari sum Atli
Hansen átti at skilt, at hetta
hongur ikki saman.
Víðari
sigur
Atli:
»Reiðarin hevur - eins og
samfelagið - møguleika fyri
revsing av monnum, sum
blaka tilfeingi fyri borð«.
Hetta er sum ein primitiv
rødd úr miðøldini! Og
sjómenn eiga at fegnast um,
at hesin vinnulívsmaðurin
er fyrrverandi.
Veruleikin
er
tann,
at tað er hart lív at vera
trolaramaður undir Føroy
um. Við partrolara, har ikki
verður gingið vakt, er tað
ekstremt hart. Eitt døgn ella
hálvt annað í oljuklæðum
er ikki óvanligt, og onki
skil á skaffitíðum. Matur
og hvíld kemur altíð í aðru
røð.
Sleppur
dekkarin
so í koyggjuna eftir eitt
slíkt tørn, so veit hann
ikki, um hann fær ein
hálvan tíma ella 5 tímar
hvíld. Ongantíð longur.
Í borðskuffuni í messuni
hava
pínutablettirnar
sítt fasta pláss. Panodil,
kodimagnyl og ibroprofen
verður etið sum sukurmolar
orsaka av pínu í armum
og akslum. Tað er klárt,
at slíkar umstøður ganga
út yvir heilsuna, og nógvir
mans gevast eisini í góðum
árum, niðurslitnir. Tað er
løgið, at kommunulæknin
Marius Dam er óvitandi um
hetta.
Tað eru hesar menn,
Egil Olsen og Atli Hansen
vilja hava revsaðar. Tað
eru hesar menn Bill, Heidi,
Tobbi og Marius vilja hava
dømdar til trælaarbeiði.
Sjómenn eru fáorðaðir um
egin viðurskiftir, men tað
er klárt, at onkur »bøllutur«
fellur í messuni yvir slíkt
ørvitistos.
Tað er heilt óskiljandi,
at arbeiðsumhvørvi ella
arbeiðsumstøður hjá trolara
monnum undir Føroyum
hvørki hevur áhuga hjá
Fiskimannafelagnum og enn
minni hjá Reiðarafelagnum.
Tá ið partrolingin byrjaði
fyri einum 25 árum síðani,
royndu føroyskir trolbátar í
Eystursjónum. Allir høvdu
kryvjimaskinu
umborð.
Teir royndu jú saman við
útlendingum. Hetta hava
reiðarar undir Føroyum
ikki hildið verið neyðugt.
Sáttmálin hevur tað stóra
brek, at arbeiðstíðin umborð
ikki kostar reiðaranum
nakað. Um dekkarin slítist
18 ella 24 tímar um døgnið
hevur ongan týdning fyri
reiðarar, og tað hava teir so
skammiliga víst í verki.
Tey nýggjastu trolara
pørini, tey, sum komu
eftir 2000, høvdu onga
kryvjimaskinu og vóru tey
síðstu, ið fingu hana. Hetta
vísir viljan. Hinvegin høvdu
menn eitt wc í part.
Reiðarin hevur sjálvandi
hildið tað havt størri týdning,
at manningin øll kundi loysa
sær buksurnar í senn heldur
enn at lætta teimum um
slitið við automatisering.
Nei,
arbeiðsumhvørvið
umborð hevur als ongan
áhuga
hjá
slipsafólki.
Tí standa manningarnar
á »Betabátunum« undir
opnum himli og arbeiða
árið runt og í øllum veðri.
Sum sagt, so var tað ikki
av kærleika til fólkið at
kryvjimaskinurnar komu
umborð. Upsaprísurin fór í
botn, heilt niður í eina kr. kg.
Menn høvdu ikki ráð at vera
burtur, og onki samband
var millum knossið og
inntøkuna. Skuldu skipini
ikki liggja mannleys, mátti
kryvjingin, hetta møðsama
arbeiðið,
rationaliserast
burtur. Og so kemur Atli
Hansen sum ketta upp úr
høvdatrog ella sum »en røst
fra graven« og sigur: »Man
hevur við kryvjimaskinum
burturrationaliserað
eitt
inntøkupotentiali«.
Livurin hevur sama virði
fyri sjómannin sum ullin
fyri bóndan. Stríð og ongir
pengar.
Skal ullin lóggevast til
høldar?
Kryvjimaskinan er størsta
vælsignilsið, ið er hent
sjómanninum í nýggjari tíð.
Verður lóggivið, at livurin
skal í land, má maskinan
steðgast, og so eru skipini
mannleys. Tað fær ikki
verið øðrvísi. Tann gamla
tíðin skal ikki koma aftur.
Nú skulu sjómenn pískast og við
lóg dømast til trælaarbeiði
Dan Reinert
Petersen