Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 179 - 18. september 2006 Stórur dagur tá Norðoya Sparikassi kom til Runavíkar Glaðir Støkk-fimleikarar avmyndaðir saman við stjóranum í Norðoya Sparikassa. Tað var ikki trupult hjá myndamanninum at fáa smílini fram til hesa myndina Nógv fólk stukku inn á gólvið, har Anna Muller Jacobsen, eitt av starvsfólkunum, sá út til at hava nógv at gleðast um hendan dagin Elisabeth á Lakjuni sang á móttøkuni, og hon sang framúr væl. Elisabeth kundi saktans komið upp á tal sum besta songkvinna til næsta Planet Awards Fólk vóru tikin á bóli, tá ið Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, handaði støkk ein gávukekk á eina heila millión krónur, og nógv spurdu: Stendur tað ein millión á hasum kekkinum? Fimleikarar úr Støkk fóru upp á borðið at sýna fram fimleik. Norðoya Sparikassi hevur eina millión krónur til nýggja fimleikahøll, men hendan dagin nýttust fimleikararnir ikki nógv pláss til at gera fimleik á Gunnar Nolsøe, marknaðar­ stjóri, hugleiddi um nýggja konseptið, har tað ikki bara snýr seg um pengar og kontur, men eisini um mat og trivnað Kári Sverrisson sang millum annað fyrsta sangin, sum hann kom fram við – sangurin Eru vit til? frá Amensty- útgávuni Orð og myndir: Jonhard Hammer