Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2006 15 Johan Jacob Bláfoss, ættaður úr Skopun, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Láargarði fríggjadagin 15. september, 87 ára gamal. Bønarhald verður á Láargarði í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Áki á Miðgerði, Hvalba, fer til gravar úr Hvalbiar kirkju týsdagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Áka kunnu lata eina peningagávu á konto í Føroya Banka. Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Jákup Blikk, ætt­aður úr Klaksvík, búsitandi í Tórshavn, and­að­ist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 16. sep­tem­ber, 94 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Lands­sjúkra­ húskapellinum mikudagin kl. 13. Tey, ið ynskja at minnast Jákup, kunnu lata eina gávu til Lindina á konto í peningastovnunum. Sommer Højgaard, Rituvík, andaðist sunnudagin 17. september á Landssjúkrahúsinum, 82 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikukvøldið kl. 18 í Rituvíkar kirkju. Jarðarferðin verður hósdagin 21. september kl. 14 úr Rituvíkar kirkju. Tey, ið vilja minnast Sommer, kunnu lata Rituvíkar kirkju eina gávu. Konta í peningastovnunum. Kristoffur Jensen, ættaður úr Tórshavn, búsitandi í Danmark, andaðist sunnudagin á Herlev Sjúkrahúsi, 64 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Jóansøku morgun andaðist elskaði pápabeiggi mín, Ásmundur Bærend­ sen, bert 40 ára gamal! Tað kom sum ein stórur skelkur fyri okkum øll, at tú skuldi vera tikin burtur frá okkum so brádliga! Tú var ein einari, hugsaði altíð um onnur, áðrenn teg sjálvan, tú var altíð so blíður tá vit sóust. Tú var ein av leiðarunum hjá Bærendsen Teknik, og var har við til at skapa góðan trivna ímillum starvsfólkið. Tær dámdi væl at vera úti í nattúruni, m. a. í haganum, har tú eigur mong fetini. Seinasta árið gjørdi tú eitt stórt arbeiði við bátin hjá tær, men tíverri náddi tú bert tann eina útróðrartúrin eftir umvælingina. Tú tvætlaði altíð við okkum bróður­ børnini, sang sangir um okkara nøvn, og so fingu vit eisini ofta eitt oyra frá tær! Sjálvt um tú altíð hevði so nógv at gera, hevði tú altíð tíð at seta teg niður at tosa og tvætla við okkum, tá vit vóru úti hjá tær. Nú kann eg bara gleðast um minnini, og tey eri eg eisini ógvuliga glað fyri at eiga! Eg minnist, tá eg var lítil, tá vóru vit, tey elstu systkinabørnini ofta hjá tær, spældu og stuttleikaðu okkum. Vit elskaðu at vera har. Nú støkki eg eisini inn á gólvið av og á, tað er bara so tómt nú tá tú ikki ert har. Nú er onki lív í har, handilin er oyðilagdur, og tú ert farin, nú er bara verkstaðið eftir! Eg minnist serstakliga túrin, tá vit vóru í Peterhead og seldu við Steintór, eftir at tú og pappa høvdu verið túr við! Øll manningin við konunum var boðin við! Mamma kundi ikki, og tú hevði onga konu. So í staðin sluppu eg og Rakul við. Vit koyrdi í bussi til Aberdeen, har keypast skuldi inn. Rúgvan hjá tær var stór, tá vit komu aftur til Peterhead, men neyvan var nakað til tín sjálvan. Tú hevði hvørki konu ella børn, ístaðin fyri vart tú so góður við okkum bróðurbørnini! Seinasta minnið eg havi, var óns­ dagin áðrenn tú doyði, eg hevði fing­ið 10. floks-prógvið, og tey nærm­astu vóru her vesturi og fingu sær ein drekkamunn. Tú setti okkum spurn­ ingar um ymiskt í landalæru, um før­ oyskar oyggjar og hólmar. Eitt, sum tú lærdi okkum var »Kallur og Kona átti borð, borðið var av viði, á borðinum lógu fuglur og svín«! Ein háttur at minnast allar norðoyggjarnar uppá. Tú lærdi okkum fleiri líknandi! Poul Færø hevði eina góða prædiku til jarðarferðina hjá tær, sum lýsti, hvussu tú var! Tað var rørandi at síggja tann stóra skara, ið fylgdi tær. Vit øll sakna teg ómetaliga nógv og gleða okkum at síggja teg aftur! Vit vita, at tú ert á einum góðum staði nú, men høvdu sjálvandi heldur vilja havt teg her. Goymd vera minnini um elsk­aða pápabeiggja mín Ásmund Bærend­ sen. Takk, Guð, fyri alt sum hendi, fyri gávur tú oss ber, fyri tíð sum er at enda, fyri stundina sum er! Takk, Guð, fyri ljósa várið, Fyri myrka, kalda heyst, Fyri hvørt hitt gloymda tárið, Fyri hjartafrið og treyst! Bróðirdótturin Mariann Til minnis um pápabeiggja mín Ásmund Bærendsen f. 26 septembur 1965 • d. 24 juni 2006 Tíðindaskriv 31. august 2006 fingu okkara næmingar, sum vóru seks í tali, prógv í fíggjarútbúgving. Fíggjarútbúgvingin er ein 2 ára long útbúgving, har næmingarnir útbúgva seg í lærugreinunum innan trygg­ ing og fígging.   Í lærutíðini hava næm­ ing­arnir starvast í ymsu virk­is­økjum okkara, sum eru privat, vinna, sjógv, bilfígging, eins og tey hava verið á deildum okkara kring landið.    Allir seks avlærdu næm­ ingarnir, hava fingið fast starv hjá Tryggingarfelagnum Før­ oyum, trý hava fingið starv í Havn og trý hava fingið starv á deildum okkara. Tryggingarfelagið Føroyar: Seks næmingar fingið prógv Næmingarnir eru frá vinstru: Elin Maria Petersen, Tórshavn, Sonja Simonsen, Fuglafjørður, Inger Enni, Tvøroyri, Annika Thomsen, Tórshavn, Olav Færø, Klaksvík og Mortan Joensen, Argir. Á myndini eru tey saman við forstjóranum, Gunnar í Liða (v.m.) og varastjóranum, Edvard Heen (h.m.) Dagurin í morgin 19. september. Constantia. Kom upp í álmanakkan frá árinum 1700, men vit vita ikki, hvønn sipað verður til. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi og oldurabbi okkara Jákup Jacobsen vanliga nevndur Jákup Blikk ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 16. september, 94 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 13.00. Louis og Anna Elisa Tey, ið ynskja at minnast Jákup, kunnu lata eina gávu til Lindina á konto í peningastovnunum. 80 ár Hósdagin 21. september verður Assa Jóhannesen, Klaks­ vík, 80 ár. Dagurin verður hildin á Brekku 24 frá kl. 18.00.