Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 179 - 18. september 2006 útlond SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk tlf 341800 – Sum forsætisráðharri fari eg at umboða alt tað svenska fólkið Fredrik Reinfeldt Svenska ríkis­dags­ valið í gjár var meiri eitt val um persónar heldur enn um pol­ it­ikk, og her vann Fredrik Reinfeldt á Göran Persson, sum beinan vegin tók av­leiðingarnar av tapinum Valið í Svøríki í gjár gjørdist júst so spennandi, sum tey flestu høvdu væntað. Beint eftir at valhølini vóru latin aftur, vísti ein spurnarkanning, at tann borgarliga samgongan fór at vinna greiðan sigur, og rómurin í teimum fýra borgarligu flokshølunum var óførur. Men sum uppteljingin leið, tódnaði munurin mill­um teir borgarligu og vinstraflokkarnar, og eitt skifti søgdu forsagnirnar, at tað fór bara at verða 0,1 prosent og ein tinglimur á muni. Men so dragnaði aftur, og klokkan 22.30 var greitt, at teir borgarligu fóru við sigrinum. Tá høvdu teir fýra borgarligu flokkarnir fingið 48,0 prosent av atkvøðunum og vinstraflokkarnir 46,2. Upp undir endan mink­aði munurin aftur eitt sind­ur, og tá næstan allar at­kvøðurnar vóru taldar, høvdu teir borgarligu 47,8 og vinstraflokkarnir 46,3 pro­ sent. Í tingmannabýti gev­ur tað ávikavist 178 og 171. Reinfeldt vann Tann stóri og einasti sig­ ursharrin á valinum var Fredrik Reinfeldt. Sum floksformaður eydn­aðist tað honum at út­vega Moderaterna eina fram­ gongd, ið svarar til 10,6 pros­entstig. Sostatt megnaði hann uppgávuna, sum hann fekk, eftir at flokkurin var fyri einum lemjandi ósigri fyri fýra árum síðani. Ta ferðina fekk flokkurin 15,5 prosent, men í gjár atkvøddu 26,1 prosent av veljarunum fyri Moderaterna. Ella rættari sagt Fredrik Reinfeldt, tí tað er hann, sum hevur myndað flokkin undir valstríðnum. Politiskir eygleiðarar í Stockholm søgdu í gjár, at valið hesaferð hevði snúð seg meiri um persónar enn um politikk, og tí var tað Fredrik Reinfeldt, ið vann á Göran Persson. Fólk vildu við øðrum orðum sleppa at royna nakað annað enn tað, sum tey hava havt tey seinastu mongu árini. Tað sigur ikki so lítið, at valið í gjár var tað ringasta hjá sosialdemokratunum nakrantíð og samstundis tað besta hjá Moderaterna nakrantíð. Tí verður tann 41 ára gamli búskaparfrøðingurin Fredrik Reinfeldt næsti svenski forsætisráðharrin. Og hann byrjaði við at gera eina roynd at savna veljararnar: – Sum forsætisráðharri fari eg at umboða alt tað svenska fólkið, segði hann, meðan lógvabrestirnir dundu í valhølunum hjá Moderaterna. Fer frá Longu undan valinum varð roknað við, at Göran Persson fór at taka seg úr formansstarvinum í sosi­al­ demokratiska flokk­inum, tapti flokkurin valið í gjár, og so varð. – Eg kann ikki og eigi heldur ikki at standa fyri tí, sum skal henda í fram­ tíðini. Eg eri jú farin at nærk­ast teimum 60, segði Persson, tá tað var vorðið greitt, at stjórnarsamgonga hansara hevði tapt valið. Hann legði afturat, at sosial­demokratarnir høvdu tapt valið, tí tað eydnaðist teimum ikki at vísa nóg greitt á munin millum sosial­ demokratiskan og borgar­ ligan politikk. – Høvdu vit fingið eina viku afturat, høvdu vit kanska klárað tað, segði Göran Persson. Eygleiðarar í Stockholm siga, at sosialdemokratarnir hava ongan sjálvskrivaðan eftirmann at seta ístaðin fyri Persson. Hevði Anna Lindh verið á lívi, var eingin ivi, siga eygleiðararnir, sum rokna við hørðum innanhýsis stríði um formanssessin, til formansval verður í vár. Soleiðis atkvøddu sviar Sosialdemokratarnir 35,3 prosent (minus 4,6) Umhvørvisflokkurin 5,2 prosent (pluss 0,6) Vinstriflokkurin 5,8 prosent (minus 2,6) Moderaterna 26,1 prosent (pluss 10,6) Kristiligu demokratarnir 6,6 prosent (minus 2,5) Fólkaflokkurin 7,5 prosent (minus 5,9) Miðflokkurin 7,9 prosent (pluss 1,6) Undir valstríðnum hava teir borgarligu sagt, at teir vóru samdir um, at Fredrik Reinfeldt skuldi verða forsætisráðharri, vunnu teir valið. Hinvegin stóðu allir aðrir spurningar opnir, og eygleiðarar í Stockholm søgdu í gjárkvøldið, at nú byrjar stríðið um ráðharra­ størvini. Sambært fjølmiðlunum eru eingi uppløgd evni til fleiri týðandi ráð­harra­ størv so sum fíggjar­ mál, uttanríkismál og al­mannamál. Tað er eisini púra opið, hvør kann um­sita løgmálaráðið. Sambært sjónvarpinum TV4 kundi valúrslitið bent á, at Moderaterna fáa 10 ella 12 ráðharrar, meðan hinir tríggir flokkarnir fáa fýra ella fimm í part. Stutt sagt Stríð um ráðharrastørv Hann vann svenska valið Næsti svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt Göran Persson tapti og fer frá sum floksformaður