Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2006 17 tíðindi Fríggjakvøldið var mótashow á Hotel Føroyum við gallakjólum og brúðarkjólum Myndir: Jens Kristian Vang Tað var danski sniðgevin Helene Stjernholm, ið sýndi fram nøkum av pløggunum hon hevur sniðgivið og seymað. Framsýningin byrjaði við undirhaldi frá fýra dansigentum. Síðani var showið býtt í tvey, har fyrri partur var við gallakjólum, sum vóru rættiliga ymiskir, bæði í liti, mynstri og sniði. Í seinna parti vóru brúðarkjólarnir sýndir fram, teir vóru eisini sera ymiskir, summir vóru einfaldir og siðabundnir og aðrir vóru heldur óvanligir. Eini 250 áskoðarar vóru til mótashowið, tey flestu vóru konufólk, men eisini heilt fitt av mannfólki var til staðar. - ella Sermerktir galla og brúðarkjólar Dansararnir ið undirhildu vóru: Gunn R. Joensen, Jóna Johannesen, Súsanna J. Christiansen, Ásla Dam og Gyða B. Jacobæus Modellin á motorsúkkluni tók ímóti gestunum