mánadagur 18. september 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 179 - 18. september 2006
tíðindi
Line Risberg var
ein vælfungerandi
genta, sum kom út
í ecstasymisnýtslu.
Eftir at hava tikið
ecstasy 12 ferðir, kom
hon til sín sjálvs á
16. hædd á einum
bygningi, í ferð við at
gera sjálvmorð.
Fríggjadagin helt
hon fyrilestur fyri
800 ungdómum í
Eysturoynni, við tí
fyri eyga læra tey
um fylgjurnar av
rúsevnismisnýtslu
rúsevni
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Fyri tíggju árum síðani var
Line Risberg ein genta,
sum dámdi væl at ganga í
skúla. Hon dugdi væl, og
fekk ongantíð lægri próvtal
enn 10.
- Eg elskaði at ganga í
skúla. Aftaná fólkaskúlan
fór eg í HF, tí har skal
man til próvtøku í øllum
lærugreinum.
Tá Line var liðug við
HF fann hon útav, at hon
ætlaði sær at ferðast kring
heimin.
- Eg hevði hoyrt um eina
arbeiðslegu í Onglandi,
har ein kundi fáa arbeiði í
ein dag í senn. Mítt fyrsta
arbeiði var at flysa súrepli.
Eg dugdi so væl at flysa
súrepli, at eg fekk sáttmála
uppá arbeiðið, og flusti
súrepli í 12 tímar hvønn
dag. Arbeiði var ikki serliga
spennandi, tað sum var
stuttligt, var at vera saman
við hinum á arbeiðsleguni
um kvøldarnar.
- Eg royndi at finna mær
nakrar
ferðafelagar,
at
ferðast runt heimin við. Eg
bleiv góður vinur við ein
bólk av ungum úr Avstralia,
og bleiv forelskað í einum,
sum at Stuart.
Saman við Stuart møtti
Line nakrar av hansara
vinum. Hon gjørdist kløkk
tá tey komu inn í eitt lítið
rúm, har ellivu fólk sótu og
royktu hash.
Rúmið var tjúkt av royki
og vinfólkini hjá Stuart sótu
og flentu býtt og høvdu
ósamanhangandi samtalur.
- Eg helt at tað var
ólekkurt og hevði slett ikki
hug at royna at roykja hash.
Men eg føldi at eg slett ikki
var við í tí felagsskapinum,
sum tey høvdu.
Tey tosaðu bara um
hvussu gott vikuskiftið
hevði verið, og hvat tey
skuldu næsta vikuskifti. Tey
nýttu nógv orðið ecstasy.
Line visti ikki hvat ecstasy
var, og tá hon spurdi, flentu
tey eftir henni og søgdu, at
tað var als ikki vandamikið
og at eingin av teimum var
vorðin sjúkur, av at nýta
tað.
Tekno veitsla
Eitt vikuskifti spurdu tey
avstralsku vinfólkini, um
Line hevði hug, at koma
við í teatur. Tá tey komu til
teatrið, vísti tað seg at vera
eitt niðurlagt teatur, sum
hevði staði tómt í 20 ár.
Allir stólarnir vóru tiknir
út, og í staðin var tað fylt
við 3000 fólkum, nøkrum
stórum hátalarum og tekno
tónleiki.
- Eg stóð ein tíma í bíðirøð
uttanfyri, og hugsaði, at
hatta mátti vera heimsins
vánaligasti plátuvendari.
Hann hevði ikki skift lag
eina einastu ferð.
- Har vóru 3000 fólk, sum
dansaðu til henda ræðuliga
tekno tónleikin, og tey sóu
út til at hugna sær. Ein av
gentunum segði við meg
“Er tað ikki deiligt Line, nú
skulu vit dansa í 12 tímar.”
- Stuart bleiv burtur,
tá hann kom aftur, deilir
hann ecstasy tablettir út
til vinirnar, sum tað var
tað mest natúrliga tingið
í heiminum. Men eg tók
onga. Men vinfólkini blivu
enn meira løgin, enn tey
vóru frammanundan.
Ein fjórðings tablett
- Eg hugsaði at eg skuldi
eisini hava tað stuttligt,
so eg fór móti barrini og
ætlaði at drekka meg fulla.
Men í barrini høvdu tey
bara appilsinir, ísternigar
og vatn. Eg var skuffað og
hugsaði, at so kundi eg bara
fara út í bussin, sum vit
vóru komin við, og sova í
12 tímar. Á veg út møtti eg
einari danskari gentu, sum
eg kendi, sum æt Anna.
Anna bað meg ikki ríma, og
koma út á vesi við sær. Á
vesinum tók hon eina hvíta
ecstasy tablett fram. Hon
breyt hana og rætti mær
eina fjórðings tablett.
- Tá man fær eina fjórð
ings tablett kann man hugsa
tvey ting. Tað fyrsta er. “Er
hon so gírig, at hon bara vil
geva mær ein fjórðing?”.
Men Anna visti nakað, sum
eg ikki visti. At upp ímóti
10 prosent av øllum ungum
hava allergi fyri rúsevnum.
Ikki vanligt allergi, har
tey fáa útbrot, men at tey
doyggja á staðnum av einari
tablett.
Hin tankin man kann fáa
er, at handa lítla tablettin er
ikki serliga ræðandi, og tað
var júst tað eg hugsaði. Eg
tók ímóti tablettini og tók
hana saman við eitt sindur
av vatni.
- Tónleikurin byrjaði at
gerast betri og betri. Eg
byrjaði at síggja alt so
klárt. Og eg kendi meg full
komiliga eydnusama.
- Hetta var eydnuríkasta
kvøld í mínum lívi.
Eftir hetta gjørdist Line
ein partur av felagsskap
inum, og gjørdist bundin
av ecstasy.
- Ein verður ikki fysiskt
bundin av ecstasy, sum
av øðrum rúsevnum. Men
tað er meira sálarligt og
sosialt. Tá man er bundin
av ecstasy, hevur man
brúk fyri hesi kensluni av
eydnu.
Vetrardepressión
Eftir eina tíð, byrjaði Line
at broytast. Hon helt, at tað
var ein vetrardepressión,
sum er nakað, ið liggur til
familjuna.
- Eg byrjaði at merkja
at eg ikki mintist so væl.
Eg kundi sita og tosa við
vinirnar og mitt í tí heila
gloyma, hvat tað var vit
tosaðu um.
Line byrjaði at skulka frá
arbeiði og bleiv uppsøgd.
Hon fór heim til Danmarkar
at halda jól og nýggjár
saman við familjuni og
ætlaði at tjena eitt sindur
av
pengum.
Uppá
10
dagar bleiv hon uppsøgd
frá trimum arbeiðum, tí
hon kláraði ikki at møta
til tíðina, og kláraði ikki
at konsentrera seg um tað,
hon skuldi gera.
Tað einasta arbeiði hon
kláraði at hava var at ganga
við bløðum. Í januar hevði
hon nokk pengar, til at fara
til Suðurafrika saman við
Stuart og vinfólkunum. Í
Suðurafrika tekur Line sína
fyrstu ecstasy tablett í 2
mánaðir. Hon gloymir alt
um vetrardepressión og er
sera eydnusom. Men eftir
hetta tímir hon ikki at vera
saman við vinfólkunum.
- Eg byrjaði at hugsa um
at gera sjálvmorð, men tordi
ikki at siga tað við nakran.
Eg dugdi ikki longur at
kenna mun á veruleika
og fantasi, tað var serliga
ringt tá tað var myrkt, og
tí gjørdist eg eisini bangin
fyri myrkri.
Øvugt ávirkan
Til eina veitslu á eini strond
tekur hon eina ecstasy, sum
hon er von, men ávirkanin er
ikki tann sama sum vanligt.
Hon verður bangin, fer at
gráta, svímar og tey fara
heim. Line greiðir Stuart
frá um sína depressión og
sjálvmorðstankar, og hann
sigur, at tey skulu finna sær
eitt fast stað at búgva og
fast arbeiði.
Tey fara til Malaisia,
men í flogfarinum fær
Line tað ringt og heldur,
at hon fer at doyggja. Í
Malaisia
verður
hon
innløgd á sinnissjúkrahús.
Síðan fara tey til Avstralia
og búgva hjá familjuni hjá
Stuart. Mamma hansara er
psykolog og heldur at Line
hevur nervasamanbrot.
Meðan hon er í Avstralia
tekur hon ongantíð ecstasy.
- Eg byrjaði at lesa tvey
fak, sum eg ætlaði til próv
tøku í, tá eg kom aftur til
Danmarkar, men eg mintist
einki av tí sum eg las. Eg
byrjaði at skriva notur, men
mintist framvegis einki.
Pápi Line ringdi til
Avstralia og segði henni,
at hon var upptikin á
dreymaútbúgvingini
á
RUC. Hon valdi tí at flyta
aftur til Danmarkar. Hon
roynir at fáa arbeiði, men
klárar ongantíð at hava tað
í longri enn tríggjar dagar
í senn.
Tað gongur upp fyri Line,
at henda vetrardepressiónin
hon hevur haft, nú hevur
vart í eitt heilt ár. Hon byrjar
at lesa um depressiónir og
um rúsevni. Hon finnur
útav at hjáárinini av at taka
www.noedhjaelp.dk
Í TÍ SAMBANDI,
VERÐA ØLL BJÓÐAÐI
TIL FUND Í MIÐLAHÚSINUM Í VÁGSBOTNI,
TANN 19. SEPTEMBER KL. 19 - 21
Neyðhjálp Fólkakirkjunar bjóðar til almennan fund í Tórshavn saman við
aðalskrivaranum; Henrik Stubkjær.
Á fundinum leggur Henrik Stubkjær dent á tað arbeiðið,ið Folkekirkens
Nødhjælp umsitur. Eisini er møguleiki at hoyra um ætlanirnar hjá
Neyðhjálp Fólkakirkjunar, við einum endurnýtsluhandli í Tórshavn.
- Upp ímóti 10 prosent av øllum ungum hava allergi fyri
rúsevnum. Ikki vanligt allergi, har tey fáa útbrot, men at
tey doyggja á staðnum av einari tablett, segði Line Risberg,
fyrrverandi ecstasy misnýtari
Mynd: Alvin E. Andersen
Sinnissjúk av ecstasy