Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 18. september 2006 19 tíðindi - Rúsevni eru ein veruligur trupulleiki í dag. Vit noyðast at steðga tí nú, áðrenn onkur tannáringur doyr av tí, sigur Ásvør Højgaard, formaður í Náttarravnunum í Havn Rúsevni Ella Larsen ella@sosialurin.fo Náttarravnarnir í Tórshavn hava saman við Runavíkar kommunu skipað fyri, at fáa Line Risberg til Føroya, at greiða frá síni ecstasy misnýtslu. - Vit hava skipað fyri hesum tiltakinum fyri skúla­ungdóminum, tí ecstasy og onnur rúsevni, er ein ov stórur trupulleiki í Føroyum, sigur Ásvør Højgaard, formaður í Náttar­ravnunum. - Tá foreldur at tann­ áring­um siga við síni børn, at tey ikki mugu nýta rúsevni, so spyrja tey ungu, “Hví ikki?”. Tað er ikki øll foreldur, sum vita, hví rúsevni eru skaðilig. Tí hava vit fingið Line Risberg til Føroya. Hon kann greiða teimum ungu frá, hví tey ikki skulu fara at nýta rúsevni. Ásvør Højgaard heldur, at tað besta hevði verið, um Line Risberg kundi farið runt til allar skúlarnar í Føroyum at greitt frá, men av tí at tað ikki ber til, hava tey valt at savna allar 7. til 10. flokkarnar í Eysturoynni í ítróttarhøllini í Runavík. - Vit vita ikki hvussu stórur trupulleikin við rúsevnum er í Føroyum, tí vit hava eingi hagtøl. Men vit halda okkum til tað, sum tey ungu siga, og tey vilja fegin hava rúsevnini burtur. Ásvør sigur, at rúsevni eru at finna allastaðni í Føroyum. Í Havn duga fólk eitt sindur betri at goyma tað enn á bygd, tí í Havn keypir eingin rúsevni í vikuskiftinum, tey keypa tað áðrenn. Á bygd er tað týðiligt at síggja, hvør tað er, sum selur rúsevnini. - Summi av teimum ungu, sum nýta rúsevni hava trupulleikar heim­an­ ífrá, so hugsa tey kanska, at tað blívur nokk ikki verri. Men tað er langt frá øll, sum hava trupulleikar heimanífrá, sigur Ásvør Højgaard. Hon heldur eisini, at nógv foreldur venda eitt blint eyga, til trupulleikan við rúsevnum. - Rúsevni er ein veruligur trupulleiki í Føroyum í dag, sigur Ásvør Højgaard. - Vit noyðast at steðga tí nú, meðan leikur er góð­ ur. Vit mugu steðga rús­ evnismisnýtsluni áðrenn onkur tannáringur doyr av tí. ecstasy kunnu vera djúp­ ar depressiónir. Um ein ecstasymisnýtari gerst við barn er stórur vandi fyri at barnið verður heilaskatt. Og 15 ár eftir, at man er vorðin sjúkur av at nýta ecstasy, kann heilaskaði mátast, hetta sæst aftur bæði við at misnýtarin missir evnini at taka nýggja læru til sín, og at hann gloymir sera illa. Tá Line fer til próvtøku sum multimedie designer, dumpar hon í øllum læru­ greinum. Sjálvmorðsroynd Line fungerar sum eitt van­ ligt fólk, men hon fær eitt black-out, har hon ikki minnist nakað av tí hon hevur gjørt. - Eg fekk eitt black-out. Seks tímar seinni kom eg til mín sjálvs. Eg hevði stóð á 16. hædd á einum háhúsi og var klár at leypa. Eg kom til mín sjálvs, tá eg kendi kann kalda vindin í andlitinum - Tá man tekur ecstasy missir man evnini at verða glaður, man missir evnini til at blíva forelskaður og eftir at hava tikið ecstasy 12 ferðir uppá eitt ár, endaði eg á takinum á einum háhúsi. Eftir hetta kom ein long tíð við viðgerð, har Line var innløgd á sinnissjúkrahúsi. Hon fekk viðgerð frá einum sinnissjúkralækna, men av tí at hon ikki tordi at siga, at hon hevði tikið rúsevni, fekk hon skeivan heilivág. Í hennara sjúkrabók stendur, at hon er psykot­ isk, hevur roynt at gera sjálvmorð og er skisofren. Hon var innløgd á sinnis­ sjúkrahúsi í 4 ár, sum hon einki minnist frá. Ver erlig Tá hon kemur út aftur, kemur hon í samband við ein misnýtsluserfrøðing, og hon finnur út av, at hon ikki er tann einasta, sum hevur henda trupulleika. Misnýtsluserfrøðingurin ráð­ar henni til at vera erlig fyri læknunum og for­eldrunum. Tað ger hon. Læknin kann nú geva henni rætta heilivágin og røttu viðgerðina. Foreldrini eru skuffaði yvir, at hon hevur logið fyri teimum, men lova altíð at stuðla henni. Line blívur forlovað við besta vinmanni sínum, og tey royna at fáa børn. Men læknin sigur henni, at um hon gerst við barn, er møguleikin fyri at barnið er heilaskatt 80 prosent, bæði tí hon hevur verið rúsevnismisnýtari og tí hon hevur fingið so nógvan heilivág. Venja heilan uppaftur Line byrjar at halda fyrilestur fyri ungdómi, og greiðir frá sínari rúsevnismisnýtslu. Læknarnir finna útav, at endurtøkurnar eru góðar fyri heilan hjá Line, og á henda hátt kann hon læra at minnast aftur. Hóast læknarnir høvdu biði hana sligið seg til tols við, at hon ikki fór at fáa børn, finnur Line útav, at hon er við barn í triðja mánaði. Line vitjar tríggjar ymisk­ ar serfrøðingar, sum ikki halda, at hon sálarliga er nóg sterk at uppala eitt barn við heilaskaða. Men Line kemur ongantíð so langt sum at skula taka valið, um hon vil hava fosturtøku, tí hon missir barnið. - Nú havi eg eitt gott lív aftur. Tað er bygt upp um mína familju, men eg havi sligið meg til tols við, at eg ikki fari at fáa míni egnu børn. Eg kann ikki kenna gleði og kann ikki gerast forelskað. Men eg dugi betri at konsentrera meg nú, tí eg havi eitt arbeiði, við nógvum endurtøkum. Læknarnir hava sagt mær, at tað fer at taka 15 ár at venja heilan aftur, til tað hann var fyri 10 árum síðan. Rúsevni eru ein veruleiki í Føroyum Jensy Justinussen 15, ár 9. flokkur Tofta skúli Var tað spennandi? - Ja, eg haldi, at hatta var spennandi at hoyra um. Lært nakað? - Ja, tað haldi eg. Havi fingið nakað at hugsa um. Eg haldi, at tað langt úti, at tey bjóða. Høvdu tey bjóðað mær, hevði eg sagt kortanei. Jógvan Eli Isaksen 15 ár 9. c Runavíkar skúli Var tað spennandi? - Jú, fekk ikki byrjanina vid, men sum frá leið gjørdist meira spennandi. Lært nakað? - Ja. Fari ikki at taka rúsandi evnir. Hvat heldur tú um, at man fær rúsandi evnir frá fólki, sum kunnu vera tínir vinir? - Tað veit eg ikki, hevði sikkurt sagt nei. Olaf Magnussen Lærari í Tofta Skúla Var tað spennandi? Ja, og tað er serliga gevandi, tá man hoyrir tað frá fólki, sum hava nýtt rúsandi evni sjálvi. Lært nakað? Jú. Tá man fer so langt út, at man verður so niðurbrotin, so tekur tað langa tíð at byggja likamið uppaftur. Hvat heldur tú, at ungdómurin sær í hesum rúsandi evnum? - Tey halda, at tað sær stuttligt og óskyldugt út, men avleiðingarnar eru ræðuligar. Tað er týdningarmikið at seta fokus á henda trupulleika í Føroyum, so okkara ungdómur er væl upplýstur um vandan. Tríggir áhoyrarar Orð og myndir: Petur Meinhard Magnussen