Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 179 - 18. september 2006 tíðindi Hóast markisur ofta verða settar í samband við summar og sól, er hetta nakað sum fólk hava gleði av alt árið, siga teir báðir Oluf Mortensen og Martin Berg frá Fa. Foreks, ið hava spesialiserað seg í markisum til øll endamál Markisur Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Ein markisa er í veruleikanum eitt flytbart tak, sum kann flytast inn og út og upp og niður – alt eftir tørvi og eftir veðrinum. Tað heilt serliga við REX-markisunum er at tær kunnu leggjast niður – til ein vinkul upp á 45 stig. Markisurnar eru lættar at koyra út ella leggja saman. Møguleikarnir eru fleiri, bæði manuelt og elektroniskt og eisini við fjarstýring. Vindur er eingin trupulleiki – tá er bert at leggja mark­ is­urnar saman, so taka tær ongan vind á seg. Markisur kunnu brúk­ ast allastaðni, til set­hús­ ini, frítíðarstaðið og á ar­­beiðsplássinum. Til alt­ anir, terassir og til fram­sýn­ ingarvindeygu. Við REX- markisunum eru nógvir møguleikar at velja ímillum, og tær fáast í øllum støddum og alskyns litum. REX-markisurnar eru gjørdar í Norra. Tær eru haldbarar og væl egnaðar til føroyska veðurlagið. All­ir høvuðslutir eru úr alu­ minium og sostatt rustfríir. Høga góðskan á REX- mark­isum, er orsøkin til at júst REX-markisur eru so vælegnaðar til serliga før­oyska veðurlagið. Oluf Mortensen og Martin Berg hava verið á verksmiðjuni og sett seg væl inn í nýtslu og uppseting av REX-mark­ isunum. Teir siga báðir, at hesa tíð­ ina teir hava umboða mark­ isurnar, merkist longu eina broyting í hugburðinum. At byrja við var vanligi hugburðurin hjá fólki, at vit í Føroyum hava so lítið av sól og hava tí ikki brúk fyri markisum, meðan vanligi hugburðurin í dag er, at hetta er júst tað vit hava mangla í Føroyum. Um ein veruliga ætlar at fáa gagn av altanuni ella terassuni, so er hetta eitt „must“. Fyrimunirnir eru nógvir. Við markisum ber t.d. til at sita uttandura um veðr­ið ikki er so gott og tað kanska sirmar ella regnar eitt sindur. Heldur ikki er óvan­ligt, at hava snórar undir mark­is­un­ um, soleiðis at klæðini torna væl, hóast tað ikki er so turt í veðrinum. Oluf og Martin siga, at teir leggja stóran dent á góða tænastu. Teir seta markisurnar upp, alt eftir hvat kundin ynskir, og veg­ leiða kundan um, hvussu tær skulu brúkast, og hvat ansast skal eftir. Telefonnummarið hjá Fa. FOREKS er 225840 ella 225841, teldupostadressan er: markisur@gmail.com. Í løtuni verður ein heimasíða gjørd klár við adressuni: www.markisur.fo. Fa. FOREKS REX-markisur alt árið Oluf Mortensen og Martin Berg frá Fa. Foreks undir markisunum í Smyrjibreyðsbúðini í Bøgøtu í Havn. Starvsfólkini siga, at tey hava stóra nyttu av markisunum, bæði tað at tær verja matin í framsýningar­ vindeyganum móti sólini, og at tey kunnu seta seg út í tún, hóast tað regnar Finnur Simonsen á Argjum sigur, at tey brúka terassuna nógv meira, síðan tey fingu markisur. Markisurnar eru fjarstýrdar og eru einans úti, tá brúk er fyri teimum. Tað er eisini ein stórur fyrimunur, at markisurnar kunnu leggjast niður til ein vinkul upp á 45 stig. Við onkrum hitatóli ber til at sita úti á terassuni til langt út á kvøldið Markisurnar kunnu eisini leggjast partvís niður Her eru markisurnar lagdar niður til ein vinkul upp á 45 stig