Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Má umhugsa arbeiðsgongdina Løgmaður skilir ikki, at tjóðveldismenn eru ímóti at mál verða gjølla við- gjørd millum samgonutingmenn, áðrenn tey koma fyri tingið JOHN JOHANNESSEN – Eg skilji ikki, at formaður Tjóðveldisfloksins er ímóti, at eg kunni tingfólk í sam- gonguni um lógaruppskot, áðrenn tey koma fyri í ting- inum. Harafturat haldi eg, formaður Tjóðveldisfloksis langt síðani kundi havt sagt mær frá, um hann veruliga er ímóti hesum. Anfinn Kallsberg, løg- maður, er skelkaður av út- sagnunum hjá Heina O. Heinesen, formanni Tjóð- veldisfloksins, í Sosialinum í gjár. Heni O. Heinesen segði nevniliga í viðtalu við Sosialin í gjár, at hann metir løgmann leggja upp til eina- ræði, tá hann vil hava lóg- aruppskot so gjølla viðgjørd sum møguligt millum sam- gongutingfólk, áðrenn tey koma fyri tingið Heini O. Heinsen vísti á, at tá mál er liðugt viðgjørd og hálvgum samtykt mill- um samgongutingfólk áðr- enn tey koma fyri tingið, hevur andstøðan lítlan og ongan møguleika fyri at hava ávirkan á uppskotini, og tískil er mannagongdin ódemokratisk. Útsagnirnar hjá Heina O. Heinesen komu eftir tíðind- afundin í Tinganesi týsdag- in, har løgmaður í sambandi við ósemjuna viðvíkjandi pensjónsmálinum vísti á, at hann helt, at samgonguting- fólk í størri mun áttu at leggja seg eftir at kunna seg um og viðgera lógaruppskot frá landsstýrinum, áðrenn tey koma fyri tingið. Boðar til samgongufund Løgmaður sigur tað vera púra nýtt fyri sær, at formaður Tjóðveldisfloks- ins er ímóti viðger av ting- málum millum samgongu- fólk, áðrenn tey verða send tinginum. Men meinar Heini O. Heinesen veruliga tað, hann sigur, kennir løg- maður tað sum, at hann ger sítt arbeiði til fánýtis. – Eg brúki nógva tíð orku, og pening til at syrgja fyri, at samgongutingfólk verða kunnaði í góðari tíð um mál, áðrenn tey koma fyri tingið. Men eru limir í samgonguni ímóti hesum, dugi eg ikki at skilja, hvat vit hava samgonguna til. Tí tá verður mannagongdin bert tann, at uppskot verða tveitt í tingið, uttan at tey eru nóg væl viðgjørd. Út frá hesum fer løg- maður at kalla inn til sam- gongufund. Hann vil hava greiðu á viðurskiftunum. Hann heldur, at nýggjur ar- beiðsháttur má finnast sum skjótast, um samgongulimir veruliga eru ímóti verandi mannagongd. Men løg- maður leggur afturat, at eftir hansara tykki er tað ógvu- liga løgi, at samgonulimir eru ímóti arbeiðsgongdini, sum hon er nú. Andstøðan við Løgmaður ásannar, at sam- gongutingfólk fáa fyrimun undir tingviðgerðini, tá tey hava viðgjørt uppskotini áðrenn tey koma í tingið. Tí hevur hann umhugsað eisini at senda lógaruppskot frá landsstýrinum til kunningar hjá andstøðulimum, áðrenn tey koma fyri tingið. Hann vísir á, at hann í ávísan mun longu hevur sett hesa mannagongd í verk. Dømi um hetta er, at uppskotið kommunulóg fyrradagin varð sent bæði andstøðu- og samgongulimum til umm- ælis. Løgmaður stendur fast við, at nakað má vera galið við floksapparatunum, tí tá hann sendir uppskot út til kunningar, kemur sum oft- ast eingin afturmelding. Hann vísir á, at uppskotið um pensjónsskipanina varð sent út til samgongutingfólk tann 18. oktober í 1999, og fingu flokkarnir freist til 26. oktober at koma við við- merkingum, men eingin aft- urmelding kom. Løgmaður heldur eisini framvegis, at tingfólk hava ábyrgd av pensjónslógini, tí tað er tingið, ið hevur sam- tykt hana. Hamm heldur ikki, at málið hevur nakað við landsstýrismanna- ábyrgd at gera. Drúgv viðgerð er gagnlig Løgmaður sigur seg halda tað vera ógvuliga gagnligt, at mál verða gjølla og breytt viðgjørd millum áðrenn tey koma í tingið. Hetta, heldur hann, betrar um dygdina á teimum. Anfinn Kalsberg ásannar tó, at vórðu mál ikki so gjølla viðgjørd áðrenn tey komu í tingið, hevði pol- itiska prosessin gingið skjótari, men setir hann spurnartekin við, um dygd- in á endaliga samtyktu lóg- unum hevði verið í lagi eftir slíka viðgerð. Fríggjakvøldið kl. 19 verður nýggja ungdóms- kórið ”Gjöll” at hoyra í Aulaini í Vestmanna skúla. Kórið er sett saman við fólki úr norður- og suður- streymoy. Skráin er spenn- andi og fjølbroytt, eitt sindur jólalig hóast jólini eru farin aftur um bak og okkurt klassiskt er eisini á skránni. Høvuðsverkið verður “Pie Jesu” hjá An- drew Lloyd Webber, tað er úr Requiem. Hetta er fyri kór tveir solistar — sopran og dreingjasopran og klav- erfylgispæl, ið Bjarni Re- storff fer at taka sær av. Ungdómskórið Gjöll Aurora Borealis Aurora Borealis er kent fyri sítt fjølbroytta repert- oire, heilt frá miðaldar tón- leiki til gospel. Kórið hev- ur longu verið á tveimum uttanlandaferðum. Í Ís- landi, Noregi og Danmark. Kórið er nú tódnað til tólv sangarar, so tað meira er átøkt einum vokalbólki í dag. Dreingja-sopranurin Jan Nicolajsen úr Vestmanna fer at syngja ”Pie Jesu” eftir Andrew Lloyd Web- ber. Saman við báðum kór- unum, fer hin 14 ára gamli vestmenningurin Jan Nic- olajsen at syngja ”Pie Jes- u” úr Requiem hjá Andrew Lloyd Webber. Hann er næmingur í sangi hjá Ólavi Jøkladal og er úr- mælingur sum sangari. Saman við honum syngur Randi Fjallsá, ið eisini hevur bæði Purcell og Fauré á skránni, hon er út- búgvin á tónlistaskúla í Belgia. Umframt hesi bæði er Peter Niclasen, tenorur á skránni við Schubert sangum. Kór- leiðari er Ólavur Jøkladal. Løgmaður er skelkaður av útsagnunum hjá Heina O. Heinesen, í Sosialinum í gjár. um, at løgmaður skal leggja upp til einaræði 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Tjóðskaparrørsla - arbeiðararørsla Flestu føroyingar halda, at tjóðskaparrørsl- an hevur havt stóran týdning. Hetta síggja vit í hesi tjóðskaparligu rembingartíð, og nú undan ársskiftinum, tá fólk vórðu spurd, hvat hevur havt stóran søguligan týdning. Nakarar av fruktunum hjá tjóðskaparrørsl- uni er føroyska málið, sum ikki var javnsett við danskt fyrr enn við heimastýrislógini í 1948. Ein onnuir er føroyska flaggið, sum fekk eina fyribilsgóðkenning í 1940, tá annar heimsbardagi forðaði okkum at brúka danska flaggið. Ein triðja frukt er, at vit eru vorðin meiri tilvitandi um føroyskar siðir, føroyska mentan og eru meiri tilvitandi um ein føroyskan samleika. Hetta hevur alt týdning, um vit skulu menna okkum sum tjóð. Sjálvt sambandsmenn kunnu ídag taka undir við teimum setning- um, sum tjóðskaparrørslan setti sær at virka fyri fyri góðum hundrað árum síðani, hóast teir í síni tíð bæði vóru í móti føroyskum málstrevi og føroyskum flaggi. Politiska toganin á Tingi millum Sjálvstýris- flokkin og Sambandsflokkin fyrsta fjórðing- in av hesi øldini er prógv um tað, og hon er prógv um, at onnur mál, sum høvdu meiri við dagliga lívið hjá føroyinginum at gera, ikki fingu innivist í politiska arbeiðnum, hóast nakrir sjálvstýrismenn vóru meiri tilvitandi um sosialu støðuna í landinum. Víst hevur tjóðskaparrørslan havt týdning, men líkt er til, at fólk gloyma tann ovurstóra týdning, sum tann føroyska arbeiðararørsl- an hevur havt fyri føroyingin. Vit hvødu ídag bart út ikki havt tað samfelag, sum vit hava, um arbeiðararørslan ikki av álvara fekk fótin fyri seg miðskeiðis í tjúgunum og av álvara fekk politiskan týdning síðst í fimtiárunum. Tann hugsjón, sum fakfeløgini og javnaðar- flokkurin løgdu fram í seinri helvt í tjúgu- num, er í dag grundvøllurin undir tí vælferð- arsamfelag, sum tey flestu í dag taka undir við, og halda vera sjálvfylgjur. Tað veri seg bæði á almannaøkinum og heilsuøkinum, innan skúla og útbúgving, viðvíkjandi mentan og vinnuliga. Samfelagsviðurskifti, sum fólk so seint sum í fimtiárunum bara droymdu um, eru ídag sjálvfylgjur, sum slóðararnir í arbeiðararørsluni stríddust fyri í eitt heilt mannaminni, áðrenn teir fingu nóg dygga politiska undirtøku. Uttan at seta hesar rørslur upp ímóti hvørjum øðrum, tí tær hava bæði samrunnið og samvirkað, so kann sláast fast, at tjóðskaparrørslan hevur havt týdning á sínum øki, men at arbeiðararørslan hevur sanniliga havt sín stóra týdning fyri tað lív og virki, sum føroyska samfelagið í dag kann veita føroy- ingum! Viðmerking: móti øllum og ræðast alla nýskapan, so tapa vit, og tað er stór synd, tí vit hava framvegis tey bestu argu- mentini. Virknari flokk Tað er tvingandi neyðugt, ja, lívsneyðugt, at okkara løgtingslimir fara nógv virknari til verka. Tey eru vald at tala okkara sak, vald at seta javnaðarmál á skránna. At hopa undan krevur nógv meira orku enn at argumentera um- aftur og umaftur fyri tí, tú trýrt uppá. Tingmanning burturav Tingmanningin er nú ting- manning burturav. Alt ann- að starv er við nýggju skip- anini hjáputur, sum bert kann styrkja førleikan í løg- tingsstarvinum. Tí eigur flokkurin við tí dugnaligu manning, hann í grundini hevur á tingi, og við tí nógva dugandi fólkinum, hann eigur uttan tinggátt, at skipa seg, so at allir føroy- ingar vita, at Javnaðar- flokkurin er virkin á øllum økjum, at einki mál er ov lítið, men at ein hópur av stórmálum, sum liggja á láni, mugu fáast fram í ljós- ið aftur. Tað kann ikki for- svarast, at vit lata alt tað góða, sum var bygt upp fer fyri bakka og allur fram- burður steðgar, ja, beinleiðis líðir tagnardeyðan, meðan samgongan heldur eldin brennandi við sínum full- veldistosi. Tað ringasta, sum kann henda, er, at fólk síggja javnaðarumboðini á tingi sum grenj og afturhaldandi, tí tað yvirlivir ein javnaðar- flokkur ikki. Javnaðarhugsjónin skoðar altíð frameftir Javnaðarhugsjónin er í síni natúr skoðandi frameftir. Sjálvsagt skal ansast eftir, at oyðileggjandi kreftirnar sleppa ikki at bróta niður, men besta vápnið er fram- vegis at vísa á gongdar leið- ir, ótroyttiliga at vísa á upp- skot, sum gera umstøðurnar betri hjá vanliga fólkinum. Pressan setur dagsskránna Sum Kato á sinni fari eg at taka uppaftur og uppaftur. Eg: Tað nyttar einki at hava tey bestu argumentini og tær bestu loysnirnar, um vit ikki samstundis eru nóg dugnalig at bera boðskapin út. Tann størsta uppgáva okkara sum flokki er nú at gera okkum áhugaverdar hjá pressuni, tí hon setur í øllum førum dagsskránna. Tað er hon, sum avger, hvat er áhugavert, og hvat skal viðgerast. Okkara generatión í flokkinum hevur eina ómet- aliga ábyrgd. Hans Jørgensen issamgonguna og kommun- ubólkin hjá Eilif um nýggj- an kommunubygnað, so er sjálvsagt at tiga og sam- tykkja. Men flokkurin er ó- samdur. Flokkurin hevur sítt egna uppskot, men duga vit at kunngera boðskap okkara so væl, at hann fær innivist í huganum á fólki? Eg haldi ikki. Duga vit ikki at gera málini áhugaverd hjá press- uni, so mugu vit leggja meiri orku í at læra okkum at gera fjølmiðlarnar varar við okkum. Tøgnin er drep- andi. Vandi á ferð Eg eri stórliga bangin fyri, at tey, eftir mínum tykki, vánaligu, ja, skaðiligu upp- skotini hjá hinum bæði um støðuna í ríkinum og støð- una hjá teim føroysku kommununum eru við at fáa so fast tak í huganum á velj- arunum, at tungt verður at broyta hugsan, tá tann av- gerandi løtan kemur um ikki so langa tíð. Okkara politikkur á dagsskránna nú Okkara politikkur má koma á dagsskránna nú. Vit mugu fara út sum ein rødd at tala okkara sak ikki minst um kommunubygnaðin. Ongin serstakan áhuga fyri kommunumálum? Viðhvørt hugsi eg við mær sjálvum, at tað var illa, at vit ikki fingu ein einasta politikkara valdan á ting, sum hevur serstakan áhuga fyri kommunumálum. Eitt er so púra vist, at eydnast tað framvegis okkara mót- støðufólkum og pressuni at skíra javnaðarfólk at vera í Mangt bendir á, at vit í Javnaðarflokkinum eru ov lin ella dovin, tá tað snýr seg um at standa saman um mong av teimum góðu málunum. Nýggj kommunuskipan Í Javnaðarflokkinum hava vit leingi sæð, at neyðugt var at gera ein nýggjan kommunubygnað í hesum landi. Flokkurin valdi nøkur fólk at arbeiða við hesum. Álit kom frá bólkinum, og tað fekk góða undirtøku og viðgerð millum floks- limirnar. Uppskotið varð einmælt samtykt á lands- stevnu floksins í Trongis- vági 1997. Á landsstevnuni í læraraskúlahøllini árið eft- ir varð samtyktin aftur við- gjørd, og har løgdu flestir luttakarar dent á, at neyðugt varð at leggja ætlanina so tíðliga fram, at hon fekk ta neyðugu viðgerðina manna millum, so hon kundi bún- ast. Men enn røkist einki fyri nakrari almennari um- røðu ella viðgerð av hesum máli. Fjølmiðlarnir viðgera málini men ikki okkara Dag og dagliga hoyra vit um týdningarmikil mál í fjølmiðlunum, men umtalan er grundað á dagsskránna hjá samgonguni, og ætlan Javnaðarfloksins sýnist ikki at vera til. Millum fólk sýn- ist, sum ætlanin hjá lands- stýrissamgonguni, og upp- skotið hjá Eilif Samuelsen er einasti og óvikandi háttur at skipa kommunurnar í framtíðini. Eru vit samd? Eru vit samd við landsstýr- Missir Javnaðarflokkurin mál síni á gólvið? Leygarkvøldið kl. 20.00 bjóða dansifeløgini í Sand- oynni til hugnaligt dansi- tiltak í húsinum hjá ung- mannafelagnum í Skála- vík. Stigtakararnir — Stíg- um Fast, Leikum Fagurt og Dansigaman — síggja fram til eitt væleydnað kvøld. Tiltakið er vorðið eitt afturvendandi must hjá dansiáhugaðum sandoy- ingum, ið fyri 5. ferð í eins mong ár leita sær til Skál- avíkar. Serliga stuttligt er at síggja, at tilber at hava allar aldursbólkar samlaðar á sama stað við so framúr góðum úrsliti.Tann sokall- aða generatiónskluftin er eingin forðing, tá ið hetta tiltak er í luftini. Byrjað verður við einum borðhaldi, og so verður far- ið upp á gólv. Eftir før- oyska dansin verður skift millum gamlamanna dans og føroyskan. Húsið í Skálavík er so avbera væl egnað til tílíkt tiltak, tí ser- stakt høli er til føroyskan dans. Samstundis ber væl til at hava annan dans í stóra salinum. Ikki hoyrist ímillum, so einki er í vegin fyri, at øll áhugaði kunnu velja og vraka sum teimum hugar. Borðreitt verður við kaffi/te og køkum alla nátt- ina, so tey tystandi og svongu kunnu fáa sær styrk. Bussar koyra úr øllum bygdum til Skálavíkar. Dansað verður til kl. 03.00, tá ið bussarnir standa klárir at koyra tey troyttu dansi- fólkini upp á pláss aftur. Atgonumerki fáast í ki- oskunum í Sandoynni, og kostnaðurin fyri kvøldið er 100 kr. Dansað 13. kvøld í Skálavík Sosialurin - 311820 JANUAR TILBOÐ Quiltfrakki v/hettu Reyður, hvítur, svartur S-M-L Fyrr 898.- 599.- 599.- NÚ NÚ Quiltfrakki v/hettu Reyður, hvítur, svartur S-M-L Fyrr 798.- 499.- 499.- NÚ NÚ Quiltvestur v/hettu Reyður, svartur S-M-L Fyrr 488.- 299.- 299.- NÚ NÚ 29 29 Í Tróndargøtu tel. 318200