Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 > Í 2 'aranum í morgin og mangt annað 2 2 'arin Petur kopierar tónleik ólógliga Teir finnast á mongum kømurum og kjallarum kring landið, men teir trívast best í tí dulda. Teir kopiera tónleik ólógliga, vaksa um sítt fløgusavn fyri lítlar pengar og vinna pengar við at selja ólógligu kopiini til fólk. Í morgin hava vit interview við ein av teimum, sum kopierar tónleik ólógliga. Terji svíður enn fyri útgávuna hjá Føstufressum Terji Rasmussen hevur í 10 ár goldið rentur og av- dráttir fyri lánið, hann tók til at gera bestu føroysku tónleikaútgávuna. Hann verður liðugur at gjalda í 2003! Faroe Boys aftur til Íslands DAGFINN OLSEN Leygarkvøldið verður stórt føroyskt gallakvøld á Broadway í Reykjavík. Birgir Enni stendur fyri matinum, har alt gott úr havinum er á skránni. Men forvitnisligt er, at eisini stendur á lýsingarlep- anum, at Faroe Boys leika fyri dansi. Faroe Boys tóku í seksti- árunum íslendingar á bóli. Umframt at vera millum kendastu bólkar í Føroyum, so vitjaðu teir tvær ferðir í í morgin er stórt gallakvøld í Reykjavík, ið stendur í føroyskum ljósi. M.a. luttekur orkestrið Faroe Boys og teir hava ikki vitjað í Íslandi, síðani 1966 Íslandi, 1964 og 1966, og fingu heitð „føroysku beat- larnir“, ið sjálvsagt vísir til The Beatles. Ikki gerandiskostur Robert McBirnie vitjaði í Íslandi í 1984, tá hann gav út plátu. Men annars er ikki ofta, at Ísland og Føroyar vitja hvør annan í tónleika- samanhangi. Ikki mangir føroyskir bólkar hava vitja í Íslandi, tó at nakrir føroy- ingar nú fáa sær tónleikaút- búgving har og James Olsen í 90‘unumgjørdist rættiliga kendur har. Eisini Twilight hava vitjað Ísland í sam- band við gallakvøld. Her hava vit seinast havt vitjan av bólkinum Land og Synir. Men gerandiskostur eru tónleikavitjanir millum grannatjóðirnar ikki. Ikki sama manning Tað er tó ikki heilt at skjóta beint at nevna bólkin, sum nú vitjar á Broadway, fyri Faroe Boys, tí mann- ingin er ikki júst hin sama, sum tá Faroe Boys leikti á Tórs Café í sekstiárunum. Men tveir eru við, Robert McBirnie og Jógvan Dahl. Annars eru tónleikarar úr t.d. Robert og Vinmenn við. Fyrireikararnir halda tó vera áhugavert at vita, um fólk, sum upplivdi bólkin í sekst- iárunum, fara at vitja aftur leygarkvøldið 8. januar. Feðgar á fløgu 24 smá stykki eru á fløguni, ið Kristian og Mikael Blak hava givið út DAGFINN OLSEN Nakað fyri jól kom fløga út, ið nevnst 24 Preludes. Kristain Blak er maðurin aftanfyri og hann leikar saman við soninum Mikael. Feðgarnir leika 24 smærri stykki. Mikael situr sum vanligt við bassinum. Krist- ian likar ymisk ljóðføri: pi- ano, urgu, harmoninum, á- sláttur, Fender Rhodes og Wurlitzer el piano. Listarliga arbeiðið hand- an fløguhúsan hevur Sámal Blak gjørt og Kristan Blak og Hans H. Scheel eiga myndirnar. Kristian Blak stendur sum framleiðslustjóri á hesi fløguni, ið er tikin upp í Havnar Kirkju, á Frúutrøð og í Studio 93. Tøkningar vóru Edvard Nyholm Debes og Ronnie Nielsen. Ole Christian Ni- elsen stóð fyri mastring. Tutl stendur fyri útgávuni Feðgarnir Kristian og Mikael leika á fløguni 24 Préludes Óbodnir gestir um- borð á Saksa- berg Milum tann 23. og 27. desember 1999, hava ó- bodnir gestir vitjað um- borð á Saksaberg, sum lá í Havn. Ótangarnir hava brotið rút í eini hurð í stýrhúsi- num. Teir hava m.a. fing- ið við sær neyðrakettir og bluss, fløguspælara, amboð, eitt 14“ sjónvarp og video. Bergleif Brimvík sigur av politistøðini í Havn, at hann veit ikki hvusuu er við vaktum, ella um skipið lá við bryggju ella var á skipasmiðju. Men tað tykist ikki, sum nakar vakthavnadi hevur verið umborð jóladagarnar, tá bert kann staðfestast, at innbrotið er hent millum tann 23. og 27. desem- ber. støðirnar kring landið Heimabio Leiga videofilmar á hesum støðum: Statoilstøðin í Gundadali tel. 314770 Statoilstøðin í Kollafirði tel. 421083 Statoilstøðin í Saltangará tel. 449133 Statoilstøðin í Klaksvík tel. 457353 Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001 Statoilstøðin í Sørvági tel. 332001 Statoilstøðin í Leirvík tel. 443360 Nýggir filmar hvørja viku THE MUMMY NOTTING HILL LOKKEDUEN THE MATRIX Tutl fór í fjør undir at hýsa list í handlinum í Gongini 3 á Kongabrúnni í Havn. Í dag klokkan 16 byrjar framsýn- ing við málningum hjá Dag- finn Olsen. Talan er um málningar, ið eru málaðir seinastu árini. Dagfinn hevur einamest verið frammi sum orð og tónasmiður og hevur m.a. í hesum sambandi fyri stutt- um verið at hoyra sum tón- leikagestur í útvarpssend- ingini „Fríggjadag geri eg hvat eg vil“. Men hann hev- ur eisini fingist við at mála. Dagfinn hevur luttikið á nøkrum tónleikaútgávum og gav í 1997 sjálvur út fløgu, ið hann eisini mynd- prýddi. Dagfinn sýnir list í Tutl Dagfinn hevur ikki havt stakframsýning áður, men hevur fingið málningar við á ólavsøkuframsýningina einar 2 - 3 ferðir. Dagfinn Olsen er tann fimti í røðini av listafólkum, sum sýnir fram í Tutl. Áður hava Jens Frederiksen, Phlippe Carré, Eli Smith og Ólavur á Váli sýnt fram. Tutl hevur sett sær fyri at hýsa einum listafólki hvønn mánaða. Í samband við framsýn- ingina, sum letur upp í dag, fríggjadag, klokkan 16, bjóðar Tutl teim vitjandi ein kaffimunn. Ein átilig national- romantisk røða Edmund Joensen heldur nýggjársrøðu løgmans vera eina runda og átiliga nat- ionalromantiska røðu, sum í ov lítlan mun viðgjørdi verulig politisk viðurskifti JOHN JOHANNESSEN – Nýggjársrøða løgmans var ógvuliga nógv merkt av fullveldisætlanini. Hon var ógvuliga nationalromantisk og viðgjørdi als ikki, hvørj- ar avleiðingar standast av, at fullveldisætlanin verður framd í verki. Formaður Sambands- floksins er ikki so væl nøgd- ur við nýggjársrøðu løg- mans. Hann heldur, at hon sum heild var í so soltin. Serligt høvi Edmund Joensen vísir á, at undanfarnar løgmansrøður hava verið at líkna við smá- ar løgmansrøður, ið verða hildnar tá tingið verður sett á ólavsøku. Formaður Sambands- floksins ásannar tó, at hetta ársskiftið var eitt serligt høvi til at halda eina eitt sindur ørðvísi nýggjárs- røðu. – Talan var á hesum sinni eitt túsundáraskiftið og somuleiðis var talan eisini um byrjanina til túsundárið fyri kristniboðan Føroya. Tískil er sjálvsagt, at nýggj- ársrøða løgmans er merkt av hesum, men fyri tað haldi eg ikki, at løgmaður eigur at sleppa øllum øðrum. Edmund Joensen sigur seg hava illgruna um, at løg- maður hevur nýtt túsund- áraskiftið sum høvi fyri at sleppa undan at taka verulig aktuell mál fram í røðuni. Hetta er, eftir hansara tykki, ikki rætt. Tí ein nýggjárs- røða eigur at mynda poli- tikkin. Ov tjóðskaparlig – Eg haldi, at nýggjársrøðan í alt ov stóran mun var merkt av endurtøkum av tí tjóðskaparliga tosinum, vit hava hoyrt frá samgonguni í seinastuni, uttan at víst varð á nakað ítøkiligt. – Eitt gjøgnumgangandi tema í røðuni var, at alt ber til, bara fólkið saman setur sær nakað fyri Henda boðskap heldur formaður Sambandsfloks- ins, at løgmaður væl fekk flættað inn í brotið um full- veldisætlanina. Men hann vísir á, at løgmaður gloymdi, at kreppan í átta- tiárunum vísti tað øvugta. – Kreppan skapti stór sár í Føroyska samfelagið, og tað er søgureingjan, tá løg- maður sigur, at nógv av fólkunum, ið rýmdu undan kreppuni, eru flutt heim aft- ur til Føroya. Veruleikin er, at 7.000 fólk fluttu úr Før- oyum undan kreppuni, og talið av teimum, ið eru flutt heim aftur, er ikki meira enn 1.000 fólk. Harafturat kem- ur tað, at tey, ið fluttu burtur undir kreppuni vóru barna- familjur, og sjótt er hjá slík- um at festa røtur úti í heimi, so tær ikki koma aftur. Edmund Joensen vísir á, at vandi er fyri, at tað sama fer at henda, um fullveldis- ætlanin verður framd í verki. Og formaður Sam- bandsfloksins saknar, at løgmaður ávarar um vandar við fullveldisætlanini. – Løgmaður lýsir í røðu síni fullveldisætlanina ógv- uliga romantiskt og tosar um, at vit megna um vit standa saman. Men løgmað- ur kemur als ikki inn á spurningin um broytingar- nar fara fram á nóg demo- kratiskan hátt og hvussu broytingarnar fara fram. Hetta haldi eg, at hann átti at tikið við. Skeiv raðfesting Formaður Sambandsfloks- ins heldur tað vera rætt av løgmanni at gera vart við túsundárið fyri kristniboðan Føroya. Tó heldur hann, at hesin parturin - og aðrir partar við av røðuni - vóru í so prædikukendir, og er hetta ikki vanligt fyri nýggj- ársrøður løgmanna. At løgmaður tekur tjóð- skaparstíðið fram sum tað týdningarmiklasta málið seinastu hundrað árini, heldur Edmund Joensen ikki vera heilt rætt. Hann vísir á, at sama tíðarskeið fór eitt ógvuliga týdningar- mikið fakfelagsstríð fram í Føroyum, og er hetta eitt stríð, ið hevur styrkt demo- kratiska rætt Føroyinga munandi. – Solidariteturin í fak- felgsstríðunum kring heim- in hava ment mangt eitt landið, eisini Føroyar, og tí hevur tað stóran týdning at taka hetta mál fram. Eftir mínum tykki hevur tað nevniliga havt eins stóran týdning fyri samfelag okk- ara, sum tjóðskaparstríðið. Samanumtikið heldur Ed- mund Joensen nýggjársrøðu løgmans vera í so grunna, men hinvegin heldur hann, at hon er ógvuliga rund og tískil átilig hjá teimum flestu. Í dag klokkan 16 letur upp framsýning við málningum hjá Dagfinn Olsen í handlinum hjá Tutl í Gongini í Havn