Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 4 - 7. januar 2000 Byrjað verður aftur mánadagin, 10. januar og halda vit á til fyrst í mai. Sjálvandi er altíð møguligt at fáa ókeypis royndartíma í SPINNING, AEROBIC og BALLETT. Møguleiki er hjá feløgum, fyritøkum o.ø. at leiga tímar í Yndi. Tilmelding verður í Yndi, Yviri við Strond 21, leygardagin, tann 8. januar frá 15:00 til 17:00. Komið inn á gólvið ella ringið á tel.: 311 311, 310 025 ella 312 868. Tlf.: 311 311 Fax: 318 527 SPINNING AEROBIC BALLETT SPINNING Sum nakað spinnandi nýtt kunnu vit nú fyri fyrstu ferð í Føroyum bjóða tímar í SPINNING, sum seinastu árini er vorðin sera vælumtókt víða um. SPINNING er sera gott fyri Y, lungu og blóðrenslið sum heild. Eisini er SPINNING sera konditiónsstimbrandi og samstundis ein ógvuliga góður háttur at klænka seg. Samstundis kann SPINNING íðkast av øllum, eisini teimum við veikum liðum ella ryggi. Byrjað verður aftur mánadagin, 10. januar og halda vit á til leygardagin, 15. apríl. Nýtt Nýtt Nýtt Nýtt Nýtt Nýtt Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag 18:00 – 18:50 Spinning Feittknúsari 18:00 – 18:50 Spinning Feittknúsari 19:00 – 19:50 Spinning 20:00 – 20:50 Spinning 20:00 – 20:50 Spinning 19:00 – 19:50 Spinning 19:00 – 19:50 Spinning 19:00 – 19:50 Spinning Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag 15:45 - 17:00 Klassiskt Vaksin 16:45 - 17:45 6 - 8 ár 15:45 - 16:45 9 - 12 ár 16:00 - 17:00 13 ár og eldri 19:15 – 20:30 Dansur Vaksin KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ 1 ferð um vikuna: 450 kr. 2 ferðir um vikuna: 780 kr. 3 ferðir um vikuna: 1.100 kr. 6-12 ár: 375,- kr. 13 ár og eldri: 450,- kr. Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Leygardag KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ 60 min. 75 min. Skúlanæmingar 1 ferð um vikuna : 450 kr. 560 kr. 20 % avsláttur 2 ferðir um vikuna: 690 kr. 860 kr. 20 % avsláttur 3 ferðir um vikuna: 790 kr. 975 kr. Byrjunartilboð 25% í avsláttri Bert galdandi frá mánadegnum, 10. januar til hósdagin, 20. januar KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ Trimmari – Aerobic – Stepp + styrkivenjing – Venjing uttan hopp – Menn – Mix. Fá meira at vita hjá Yndi, ella kom framvið og fá tær ein faldara ella eitt prát. AEROBIC BALLETT 17:15 - 18:30 Aerobic Vand 18:30 - 19:45 Aerobic Vand 17:45 - 19:00 Stepp + Styrki Øll 17:15 – 18:15 Tilkomnar kvinnur Low 17:15 – 18:30 Stepp + Styrki Øll 15:00 – 16:30 Mix 18:30 - 19:30 Aerobic Byrjarar 19:00 – 20:00 Trimmari Øll 18:15 – 19:15 Aerobic Byrjarar Yndi kann bjóða flest øllum okkurt slag av kropsvenjing. Kvinnum sum monnum, ungum sum eldri, stórum sum smáum, sterkum sum veikum. 19:30 - 20:30 Trimmari Øll 20:30 - 21:30 Menn 20:00 - 21:15 Mix strævin Vand 19:45 - 20:45 Trimmari Øll Einasta treyt er at ting- maður ikki er litblindur Tórbjørn Jacobsen, tjóðveldistingmaðurin, sum umhugsar ikki at møta aftur í tinginum, sigur seg vera ørkymlaðan av, at løgtingið ikki er annað enn ein avgreiðslustova JÓANNES HANSEN Í aðru viku fer tingið at koma saman aftur eftir jól- afrítíðina. Tá fer Hans Tau- sen Olsen at sita í sessinum hjá tjóðveldismanninum í Eysturoy. Burursæð frá styttri og eitt sindur longri tíðarskeiðum hevur Tór- bjørn Jacobsen verið umboð fyri tjóðveldisflokkin í Eysturoy, síðani Signar á Brúnni gjørdist landsstýris- maður, men nú hevur glyvr- amaðurin boðað løgtings- formanninum frá, at hann fyribils ikki fer at møta í tinginum, og í fráboðanini tykist liggja meiri, enn tað higartil hevur ligið í fráboð- anunum, sum Tórbjørn Jac- obsen hevur givið, tá hann hevur verið burturi í ar- beiðsørindum. Hesa ferð orðar Tórbjørn Jacobsen seg soleiðis, at um hann aftur fer at taka sæti á tingi, so fer hann skriv- liga og í góðari tíð at boða frá hesum. – Eg veri burtur í nakrar mánaðir. Tá tú eigur skip og sjálvur ert skipari, so er neyðugt at vera burtur frá tingarbeiðnum viðhvørt, men hesa ferð ætli eg mær m. a. at brúka tíðina um- borð at umhugsa, um eg yvirhøvur skal møta aftur í tinginum. Tað fari eg at gera, tí eg ofta upplivi starvið sum løg- tingsmaður als ikki at vera tað, tað eigur at vera. Faktiskt er tað soleiðis, at tú í mongum førum bara skalt ansa eftir, um tú trýstir á tann reyða ella tann grøna knøttin. Eg plaga at hugsa, at størsta kvalifikatións- kravið til hetta er ikki at vera litblindur. Men, um tú ikki fert at møta í tinginum aftur, fert tú so ikki at svíkja tínar velj- arar? – Tað er akkurát hatta har. Um eg fari aftur í tingið, so er tað tí, at tað á valinum seinast vóru so nógvir eyst- uroyingar, sum vístu mær álit. Lítlan leiklut Løgtingsmaðurin av Glyvr- um fór til skips í gjár, men hann dylir ikki, at hann hev- ur kent tað ørkymlandi at sita í tinginum, tí hann held- ur, at leikluturin hjá løg- tingsmonnum er heilt øðr- vísi, enn hann sambært skrivaða orðinum í stýrsis- skipanarlógini eigur at vera: – Akkurát nú verður nógv skrivað og tosað um við- gerðina, sum pensiónslógin fekk. Ein og hvør, sum vil vita tað, veit, at tað upp- skotið varð skrumblað ígjøgnum, uttan at neyðuga fyrireik- ingararbeiðið í fyrisitingini var gjørt, og uttan at løgtingið fekk ta t í ð i n a , s u m t a ð a l - tíð er neyðugt at løgtingið fær, um mál skulu fáa søm- iliga viðgerð. Men hetta er einki undantak. Nú havi eg verið tingmaður síðani eina ferð mitt í 1998, og roynd- irnar eru, at vit fáa ikki løn fyri tað, sum vit eiga at fáa løn fyri. Og Tórbjørn Jacobsen út- greinar sítt sjónarmið og sínar royndir: – Tað er sera ørkymlandi at uppliva seg sjálvan sum atkvøðuneyt hjá átta lands- stýrismonnum og átta aðal- stýrum, sum eg upplivi meiri at vera diktatur enn liðir í fólkaræðisligu stýris- skipanini, sum leggur upp til, at valdið er tríbýtt. – Sambært stýrisskipan- arlógini skal løgtingið gera lógir, og løgtingið skal hava eftirlit við landsstýrinum. Tað, sum eg havi upplivað, er, at løgtingið hevur ikki møguleika at røkja hesar uppgávurnar. Pensiónslóg- irnar eru eitt av fleiri døm- um um, at løgtingið sam- tykkir vánaligar lógir, sum eru tað sama, sum uppskot- ini, ið koma úr landsstýri- num. Løgtingið fær ikki møguleika at seta sín dám á lógirnar. Og um leiklutin hjá løg- tinginum sum eftirlit við landsstýrismonnunum hev- ur Tórbjørn Jacobsen hetta skoðsmálið: – Hatta er ein táta. Í Før- oyum hevur parlamentar- iska grundarlagið undir landsstýrinum altíð verið og fer ivaleyst altíð at vera í minsta lagið tveir flokkar, og tað er í sær sjálvum nóg mikið til at tingið ongantíð fer at brúka møguleikan, sum tað hevur at vísa misálit á ein landsstýrismann, uttan at tingið frammanundan er greitt yvir, at hetta fer at hava nógv størri avleiðing- ar, enn tað sambært skriv- aða orðinum nýtist at hava. Finnbogi átti at rokið Tórbjørn Jacobsen vísir í hesum sam- bandinum á, at tá Edmund Jo- ensen í síni tíð sum løg- m a ð u r loysti Sámal Petur í Grund úr landsstýrissessinum hevði tað við sær, at sjálv- stýrisflokkurin segði sam- gongusamstarvið upp ella kendi seg tveittan á dyr. – Soleiðis er tað, og um tú heldur, at tú ert partur av samgongu, ið hevur sum mál at lyfta føroysku tjóð- ina út í frælsi, so sigur tað seg sjálvt, at tú hugsar teg fleiri ferðir um, áðrenn tú vilt vera partur av samtykt, ið av øðrum og í hesum sambandinum í gásareyg- um minni týðandi orsøkum, átti at havt við sær, at mis- álit varð sýnt landsstýris- manni, men sum hevur við sær, at ein heilur flokkur fer úr samgonguni. Men heldur tú, at tað síð- ani tú komst á ting hava ver- ið orsøkir til at vísa lands- stýrismonnum misálit? – Avgjørt, og eg eri púra vísur í, at dømini fara at vera mong í komandi tíð- um, tí landsstýrismenninir vita, at tað fær ongar av- leiðingar. Nevn okkurt dømi fyri okkum? – Eg havi verið framsøg- umaður í vinnumálum. Tá landssýrismaðurin í vinnu- málum fyri einum góðum ári síðani segði landsverk- frøðingin úr starvi, var or- søkin søgd at vera, at al- mennir stovnar skuldu rati- onaliserast. Í prinsippinum eri eg fyri øllum almennum rationaliseringum og harvið sparingum. Eg var til skips, tá hetta kom fram, men eg legði meg út í orðaskiftið í bløðunum, og eg stuðlaði landsstýrismanninum. Seinni fann eg útav, at rati- onaliseringarnar vóru ikki uppá tal, men tær vóru held- ur ein undanførsla yvirfyri tinginum, sum harvið fekk alt annað enn sannleikan at vita frá landsstýrismanni- num. Tað hevði ikki gingið aðra staðni, men tað gekk. Fólkaflokkurin bakkaði sín landsstýrismann upp, og tjóðveldisflokkurin valdi heldur at halda tørn um full- veldismøguleikan, heldur enn at risikera, at samgong- an reyk uppá tað, sum eg og fleiri við mær eru sann- førd um átti at havt við sær, at landsstýrismaðurin reyk. – Hetta er bert eitt av fleiri dømum. At tað verður tosað um, at landsstýrismaðurin átti at farið frá, og at hann ikki verður settur frá, ger, at hann styrknar. Aðra staðni styrkna stjórnir, tá ráðharrar av sovornum orsøkum verða settir frá, men hjá okkum er tað beint mótsatt. Dámar væl orðaskiftini Tað hevur verið lurtað væl eftir, tá Tórbjørn Jacobsen hevur tikið orðið í tinginum. Bæði tí røddin er ramlig, og eisini tí at tað er týðuligt, at nýggi og kanska longu fyrr- verandi tingmaðurin hevur gjørt nógv við at fyrireika seg til framsøgurøðurnar: – Eg haldi, at nógvir ting- menn hava tikið framsøgu- uppgávurnar í álvara. Aðal- orðaskiftini hava verið góð, tí í nógvum førum hava tingmenn fyrireikað seg væl. Hvussu fyrireikar tú teg? – Tað er týdningarmikið, at politiska prosessin fær í- blástur aðra staðni frá enn frá miðfyrisitingini. Eg rokni við, at tað eru fleiri tingmenn enn eg, sum hava eitt breitt kontaktnet. Eg havi roynt at kannað og spurt meg fyri hjá teimum, sum dagliga eru í upptikin av málinum, sum vit skulu viðgera, og tað hevur verið bæði áhugavert og eg haldi eisini gevandi. Men er ikki vandi fyri, at tú tá bara verður talirør hjá ymsum áhugabólkum? – Vandin er avgjørt til staðar. Sum tingmaður mást tú vera førur fyri at lurta og sálda og brúka góð ráð. Um tað verða teir og tey, sum veita tær góð ráð, ið brúka teg, so ert tú í dýrastu neyð. Eg eri bangin fyri, at hetta kemur ikki so sjáldan fyri, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum vildi ynskt, at íblástur- in, sum orðaskiftini í løg- tinginum áttu at verið til politisku prosessina, sást betri aftur í tí, sum kemur frá landsstýrinum. Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður: – Sambært stýrisskipanarlógini skal løg- tingið gera lógir, og løgtingið skal hava eftirlit við landsstýrinum. Tað, sum eg havi upplivað, er, at løgtingið hevur ikki møguleika at røkja hesar uppgávurnar JÓANNES HANSEN Tað var tann tíð, tá tað rætt- uliga sást aftur í tinginum, at ein ikki so lítil partur av tingmonnunum vóru sjó- menn. Fyri eini hálvari øld síðani var tað vanligt, at nógvir av teimum, sum vóru valdir á ting, ikki tóku lut í tingarbeiðnum ein part av árinum, tí teir vóru á sjónum. Tá sum nú varð tingið sett á ólavsøku, men í skrúðgonguni á ólavsøku restaðu nógvir, og m.a. tí varð lítið gjørt við tingar- beiðið fyrr enn tað var kom- ið eitt sindur út á heystið. Vanligt plagdi at vera, at løgtingið kom saman um mánaðarskitið september/ oktober. So varð arbeitt til jóla, tingið kom saman aftur síðst í januar, og framman- undan flaggdegnum høvdu tingmenn biðið hvørjum øðrum farvæl. Síðstu stóru fjórðingsøld- ina hevur tað at vera løg- tingsmaður verið meiri tíð- arkrevjandi, enn tað var frammanundan, og tað hev- ur havt við sær, at menn hava kent seg noyddar at siga sjólívinum farvæl, og tað hevur ikki altíð loyst seg so væl, tá tað ræður um inn- tøkuna. Dømini um sjómenn, sum kendu seg noyddar at leggj- ast uppi, um teir skuldu liva upp til álitið, sum veljarin hevði víst teimum, eru fleiri. Vit kunnu nevna Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi tingformannin, sum fór úr tinginum á valinum í fyrra- árið. Hann var skipari, tá hann varð valdur á ting í 1970, men tað gjørdist alt longri millum túrarnar hjá honum, og nógvu tey seinnu árini var hann ikki sjómað- ur. Henrik hongur í Javnaðartingmaðurin Hen- rik Old er skipari. Men nógvu tey seinnu árini hevur politiska arbeiðið havt við sær, at hann hevur verið lítið á sjónum. Kortini er hann ikki heilt sørur enn, tí á hvørjum sumri siglir hann sum skiparaavloysari við nótaskipum. Í síðstu tingsetu samtykti løgtingið, at tað skal ikki bera til hjá almennum starvsfólkum at hava meiri enn hálvt starv við síðuna av tingarbeiðnum. Tað verð- ur mett, at tingarebeiðið er so mikið nógv og týdning- armikið, at tað er ikki ráði- ligt at hava meiri enn eitt hálvt starv við síðuna av. Um tey, sum eru í privat- ari vinnu, eru í meiri enn hálvum starvi, kann løgting- ið sjálvt ikki gera nakað við. Tað verður ein søk millum tingfólkið og arbeiðsgevar- an. Men tað er ein sann- roynd, at tað hongur illa saman at røkja starv á sjón- um og samstundis at vera Bara ein sjómaður er eftir í tinginum Sjómenn, sum verða valdir inn á ting, leggjast uppi, tí tað ber ikki til at samantvinna vinnu á sjónum og politiska arbeiðið løgtingsmaður. Heldur ólavsøku í Grønlandi Nú ganga allir politikararnir í skrúðgongu á ólavsøku. Tað skulu teir sambært stýr- isskipanarlógini, og teir skulu boða frá, um tað ikki ber teimum til at møta. Tórbjørn Jacobsen hevur ikki verið í skrúðgonguni tær báðar ólavsøkurnar, hann hevur sitið í tinginum, og um hann ger av at halda fram í politikki, so fer tað sambært hann sjálvan, ikki at bera honum til at taka lut í skrúðgongunum, so leingi hann er í starvinum, sum hann nú er í. Tórbjørn Jacobsen eigur saman við pápa sínum, Jóan Jakku Jacobsen á Glyvrum, frystifarmaskipið Halga- felli. Tá teir í gjár fóru av Skálafjørðinum, gekk leiðin til Murmansk. Hesa fyrstu tíðina skulu teir sigla fyri íslendska Samskip. Teir sigla við frystum fiski – mest sild og makreli. Rutan verður úr Murmansk og til Bodø, Ålesund, Emshaven og Grimsby, áðrenn teir aft- ur seta kós til Murmansk. Í mong ár hevur Halga- felli um sumrarnar siglt framvið grønlendsku vest- urstrondini. Tann siglingin er treytað av ísviðurskiftu- num. Vanliga fara teir undir siglingina í mai. Onkuntíð hava teir verið noyddir at gevast í september, men tað er eisini komið fyri, at teir hava siglt út í desember. Norðasta havnin, sum Halgafelli røkkur, er Thule. Norður hagar slepst bara í august. Ein ferð norður hag- ar fer við fjúrtan døgum, og tað vil við øðrum orðum siga, at tá væl veit við, so vitjar Halgafelli tvær ferðir um árið í Thule. Javnaðartingmaðurin Henrik Old er skipari. Men nógvu tey seinnu árini hevur politiska arbeiðið havt við sær, at hann hevur verið lítið á sjónum