fríggjadagur 7. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 4 - 7. januar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 4 - 7. januar 2000
Tvøramenn løgdu
alt afturum í fjør
Skip
Dagar
Túrar
Manspartur
Dagløn
Nim
313
44
640,464,91
2.046,21
Vesturbúgvin
288
39
574.447,10
1.994,60
Eysturbúgvin
288
39
570.125,83
1.979,60
Arctic Viking
276
5
521.176,63
1.888,32
Stjørnan
304
45
519.752,13
1.709,71
Polarhav
304
45
519.701,79
1.709,54
Sardis
277
33
512.343,38
1.849,61
Topas
277
33
509.255,50
1.838,46
Jaspis
294
33
468.863,31
1.594,77
Chr. í Grót.
269
37
454.179,58
1.688,39
Grønanes
292
36
442.011,28
1.513,73
Vestmenningur 278
35
434.157,23
1.561,71
Sigmund
245
20
429.342,84
1.752,41
Ametyst
292
33
428,551,41
1.464,64
Anita
294
30
427.839,17
1.455,23
Steintór
289
25
426.191,87
1.474,71
Sólborg
242
5
420.264,39
1.736,62
Tróndur í Gøtu 228
28
415.866,72
1.823,97
Norðborg
236
29
404.319,07
1.713,21
Á heili 19 før-
oyskum fiskiskip-
um var manspart-
urin yvir 400.000
krónur í fjør
Men allarbest av
øllum í fjør varð
garnaskipið Nim
á Tvøroyri. Men
teir hava eisini
drivið tað hart, tí
teir vóru burtur í
heilar 313 dagar,
og tað er meiri
enn nakað annað
skip
ÁKI BERTHOLDSEN
Føroyskir Fiskimenn høvdu
eitt gott ár í fjør.
Sjálvur fiskiskapurin var
ikki av tí besta. Men avbera
góðir
avreiðingarprísir
gjørdu, at sum heild roynd-
ist árið heilt væl hjá teimum
flestu.
Eitt upperð yvir hýrurnar
hjá manningunum á teimum
ymsu skipunum, vísir, at á
heili 19 skipum var mans-
parturin yvir 400.000 krón-
ur í fjør, tá ið alt varð talt
uppí, bæði dagstudningur,
minstuløn og frítíðarløn,
umframt sjálvan fiskipartin.
Annars liggja teir allar-
flestu skipini á einum
mansparti uppá ímillum
300.000 og 400.000 krónur
og bara onkur hendinga fer
niðurum 200.000 í mans-
parti.
Tilsamans eru 107 fiski-
skip við í upperðini.
Men í hesum sambandi
hugsa vit bara um skip, sum
kunnu sigast at vera í drift
meiri og minni alt árið.
Tvs, at skip, sum bara
hava verið einstakar túrar,
m.a. tí at tey eru seld av
landinum, ella løgd, eru ikki
tikin við.
Somuleiðis skal sigast, at
uppgerðirnar eru ikki heilt
endaligar, tí gjørt er upp eft-
ir avrokningunum, sum
vóru komnar 23. desember
og
onkrar
avrokningar
koma aftaná.
Somuleiðis skal havast í
huga, at teir nevndu mans-
partarnar eru sjálvandi bara
til teir fiskimenn, sum hava
verið við hvønn einasta túr,
og tað hava verri enn so
allir.
Nim klárt best
Men allarbest av øllum før-
oyskum var garnabáturin
Nim av Tvøroyri.
Nim hevur fiskað hav-
tasku og m.a. hevur hon
havt eitt serloyvi at fiska
Hetta eru øll tey bestu fiskiskipini í Føroyum í fjør. 19 av teimum 107 størri fiskiskipunum,
sum tilsamans vóru skrásett í Føroyum í fjør, høvdu ein manspart, sum var yvir 400.000
krónur í fjør. Talvan vísir manspartin, tá ið alt er talt uppí, bæði frítíðarløn, mynstuløn
dagstudningur, umframt sjálvan fiskipartin. Men treytin fyri, at manningin hevur fingið
so nógv burturúr, sum talvan vísir, er sjálvsagt, at teir hava verið við hvønn einasta túr,
og tað hava teir fægstu.Teir, sum hava verið í landi einstakar túrar, missa sjálvsagt
tilsvarandi inntøku
havtasku á Føroya banka.
Og samanlagt hevur hesin
fiskiskapur givið so væl í
kassan hjá Nim, at tá ið alt
er gjørt upp, stendur mann-
ingin eftir við einum mans-
parti uppá yvir 640.000
krónur, tá ið frítíðarløn,
minstuløn og dagstudningur
er taldur uppí.
Men teir hava eisini driv-
ið tað hart á Nim, tí hon
hevur verið til fiskiskap í
heilar 313 dagar í fjør, og
tað er meiri enn nakað ann-
að, føroyskt fiskiskip í fjør.
Ikki hevur tað tó altíð
gingið eftir vild hjá Nim tí
onkrar túrar eru teir ikki
komnir uppá minstuløn.
Tí uppgerðin yvir hýrur-
nar hjá føroyskum fiski-
monnum vísir, at í fjør fekk
hvør maður á Nim 3.635
krónur í minstuløn og 8.767
krónur í dagstudningi.
Daglønin hjá manningini
á Nim var 2.046 krónur í
miðal.
Men umframt at Nim
hevur drivið tað hart, hevur
prísurin á havtasku eisini
verið avbera góður.
Tilsamans fiskaði Nim
516 tons, men tey vóru av-
reidd fyri 16.668.000 krón-
ur. Tað gevur ein avreið-
ingarvirði uppá 32,30 krón-
ur í miðal.
Men Nim er avgjørt eitt
undantak.
Tí í miðal er mansparturin
hjá teimum átta garnabát-
unum 342.947 krónur og
tað er ikki meiri enn gott
helvtin av tí, sum fall í lutin
hjá manningini á Nim.
Daglønin hjá manningini
á garnabátunum var annars
ár og á fleiri av teimum hev-
ur manningaparturin verið
yvir 500.000 krónur.
Tí veruleikin er tann, at
teir báðir næstbestu bátarnir
í føroyska fiskiflotanum í
fjør, vóru partrolararnir
Vesturbúgvin og Eystur-
búgvin.
Teir vóru 288 dagar í
sjónum og mansparturin var
gott 570.000 krónur.
Tað gevur eina dagløn
uppá slakar 2.000 krónur.
Men tað eru eisini aðrir
partrolarar, sum hava gjørt
tað avbera gott.
Eitt nú hava Stjørnan og
Polarhav báðir verið úti í
304 dagar og manningapart-
urin hjá teimum var knapp-
ar 520.000 krónur. Dagløn-
in var gott 1.700 krónur í
miðal.
Eisini Sardis og Topas
lógu við einum mansparti
uppá gott 500.000 krónur
fyri teir 277 dagarnar, teir
vóru úti.
Men av tí, at teir hava
verið heldur færri dagar úti
enn hinir, bleiv daglønin av
tí fræga: 1.838,46 krónur í
miðal.
Fýra aðrir partrolarar
hava ein manspart uppá yvir
400.000 krónur.
Teir eru Ametyst, sum var
úti í 292 dagar við einum
mansparti uppá 428.551,41
krónur, sum gevur eina dag-
løn uppá 1.467,64 krónur.
Tað er eisini Grønanes,
har
manningin
fekk
442.011,28 fyri teirra 292
dagar í sjónum og tað gevur
1.513 krónur í miðal um
dagin.
Menninir við Jaspis fingu
468.863,31 krónur í part
fyri 294 dagar í sjónum, tvs,
1.594,77 krónur í part um
dagin.
Og at enda fingu teir við
Vestmenningi 434.157,23
krónur í part fyri 278 dagar
í sjónum og tað gevur 1.561
krónur í miðal um dagin.
Sostatt vóru heilir 10 par-
trolarar ímillum tey 19 betu
fiskiskipini, í Føroyum í fjør
við einum mansparti uppá
yvir 400.000 krónur.
Ein skarar framúr
Tað hevur eisini verið eitt
sindur ivasamt, hvussu tað
hevur gingist hjá rækjutrol-
arunum. Men her skarar
Arctic Viking framúr og
hann var fjórðbesta fiski-
skip í Føroum í fjør.
Arctic Viking var fimm
túrar í fjør uppá tilsamans
276 dagar. Mansparturin var
tilsamans 521.176,53 krón-
ur, ella 1.888,32 krónur í
miðal um dagin.
Næstbest av teimum átta
rækjutrolarunum var Sól-
borg við einum mansparti
uppá 420.264,00 krónur fyri
sínar fimm túrar, men teir
vardu bara 242 dagar. Tað
gevur eina dagløn uppá
1.736 krónur. Mansparturin
á Høgafossi var fast í
450.000 krónur fyri fýra túr-
ar, á Ocean Castle var hann
næstan 400.000 krónur fyri
fimm túrar og á South Is-
land var hann gott 330.000
krónur fyri sjey túrar.
Hinir tríggir, Atlantic,
Hvilvtenni og Borgin hava
ikki verið so leingi til fiski-
skap.
Chr. í grótinum nr. 10
Eftir at nótaskipini høvdu
eitt avbera gott ár í 1998, er
tað við at vera gerandisdag-
ur hjá teimum aftur.
Í fjør var Chrstian í Grót-
inum besti nótabátur og
hann var 10 besta fiskiskip
í Føroyum, sæð frá fiski-
mansins sjónarmiði.
Christian í Grótinum var
úti í 269 dagar í fjør og teir
góvu manningini 454.180
krónur í part. Tað gevur
1.688 krónur í miðal um
dagin.
Næstbesta nótaskipið var
Tróndur í Gøtu, har mans-
parturin var 415.866 krónur
í fjør fyri teir 228 dagar í
sjónum. Og tað gevur 1.823
krónur í miðal um dagin.
Og á triðja plássi kemur
Norðborg, har parturin var
góðar 404.000 krónur fyri
236 dagar í sjónum. Tað
gevur 1.713 krónur um
dagin.
Línuskipini verri
Tað hevur eisini gingið væl
verri hjá línuskipunum í
fjør, aftaná tey góvu árini
frammanundan.
Einasta línuskip, har
mansparturin er komin upp
um 400.000 krónur, er hjá
Sigmundi, og hann var
samstundis 13. besta skipið
í fjør.
Sigmundur hevur verið
245 dagar í sjónum og fyri
tað fekk manningin 429.342
krónur í part. Daglønin var
1.752 krónur í miðal.
Annars eru tað fleiri
línuskip í fjør, har mans-
parturin er farin niðurum
300.000 krónur.
Einastur av teimum 13
stóru trolarunum, sum hevði
ein manningarpart yvir
400.000 krónur, var Steintór
í Hvalba. Steintór var 289
dagar í sjónum og tað gav
ein manspart uppá 426.191
krónur, ella eina dagløn
uppá 1.474 krónur í miðal.
Hinvegin megnaði ongin
flakatrolari ein manspart
uppá 400.000 krónur í fjør.
Bestur var Vesturvón við
einum
mansparti
uppá
378.317 krónur fyri teir 248
dagarnar í sjónum. Tað gev-
ur eina dagløn uppá 1.525
krónur í miðal.
Aagot mest um dagin
Annars var tað manningin
á Aagot, sum fekk mest
burturúr uppá seg. Tí í mið-
al fekk manningin á hesum
klaksvíksskipinum 2.092
krónur í dagløn og tað er
enntá meiri enn hjá Nim,
sum hevði næsthægstu dag-
lønina. Men Aagot var bara
95 dagar í sjónum í fjør og
tí er mansparturin bara
198.757 krónur tilsamans.
Lægstu daglønina høvdu
hinvegin teir ídnaðartrolar-
arnir, Jónrit og Zenita. Jón-
rit hevur bara fiskað í 91
dagar og Zenita í 25 dagar
og á teimum var daglønin
ikki meiri enn gott 700
krónur í miðal.
1.391,26 krónur í miðal.
Partrolarar gott ár
Tað skerst heldur ikki burt-
ur, at eisini partrolararnir
hava havt eitt sera gott ár.
Hjá teimum 32 partrolar-
unum, hevur mansparturin
verið 353.207,45 krónur í
miðal. Tað gevur eina dag-
løn uppá 1.450,54 krónur í
miðal.
Men tað er ógvuliga
ymiskt, hvussu tað hevur
gingist hjá teimum ymsu
partrolarunum.
Anna T var bara í fiski-
skap í einar 14 dagar við
einum
mansparti
uppá
14.168 krónur. Somuleiðis
var Vesturtúgva ikki til
fiskiskap í meiri enn eina
slaka viku við einum mans-
parti uppá gott 6.000 krón-
ur.
Hesi bæði skipini draga
miðaltølini niðureftir, tí tað
eru eisini nógvir partrolarar,
sum hava havt eitt sera gott
Skipaslag
Skipatal
Dagar
Túrar
Manspartur
Dagløn
Nótaskip
8
220,7
30,1
369.584,71
1.674,22
Partrolarir
32
243,5
30,3
353.207,45
1.450,54
Rækjuskip
8
240,6
4,8
335.496,79
1.394,27
Garnaskip
8
246,5
29,6
342.947,82
1.391,26
Stórir trolarar
13
256,1
22,0
307.483,25
1.200,38
Ísfiskalínuskip
21
198,6
18,2
285.900,37
1.439,09
Flaka/saltf.trol
6
180,3
2,6
232.452,20
1.289,01
Ymisk
9
146,2
6,5
128.843,08
881,14
Ídnaðartrolarar
2
58,0
4,5
40.969,20
706,36
Hendan talvan vísir hvussu tað gekk hjá teimum ymsu skipabólkunum í miðal. Frægasta miðalúrslitið høvdu tey átta
nótaskipini. Yvirhøvur var árið gott, tó at tað var lakari enn rokárið 1998.
Dánjal Højgaard
Um dagarnar frættist at
Annika Wardum Joensen
hevur sagt upp sum stjóri á
Fer›ará›num, eftir smá tr‡
ár í stjórasessinum. Herfyri
seg›i Allan Skaalum stjóra-
sessin frá sær á ALS. Hann
sat í tvey ár. Og fyri ikki so
langari tí› sí›ani fór Jóhan
Hendrik Svabo Samuelsen
eftir 11 mána›um frá sum
settur stjóri á Almanna-
stovuni.
Fer›ará›i›,
ALS
og
Almannastovan er nøkur av
teimum
mongu
arbei›s-
plássum, sum hava havt
skiftandi stjórar tey seinastu
árini. Eisini á Fiskasøluni,
Fiskavirking,
Sjónvarpi-
num, Strandsfer›sluni og
Sjúkrahússtjóraembætinum
eru stjórarnir komnir og
farnir.
Ikki lívstí›arstarv
At vera stjóri - antin ta› er í
eini privatari fyritøku ella á
einum almennum stovni -
tykist ikki longur at vera eitt
lívstí›arstarv.
-Fyrr sótu stjórarnir til teir
ikki klára›u at tyggja smør
longur. Ta› gera teir ikki
longur. Nú sita teir ikki
longri, enn at ta› kann for-
svarast, sigur Bergur Godt-
fred, lærari í lei›slu og sam-
starvi á Føroya Handils-
skúla.
Kaldari á tindinum
Títtu stjóraskiftini tykist at
hava samband vi›, at ta› er
vor›i› meira ábært at vera
stjóri. Tí›irnar hava veri ›
umskiftiligar og krøvini til
stjórarnar eru herd.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, heldur, at
partafelagslógin, sum kom í
90-unum, hevur sett størri
krøv til professionella lei›-
slu.
-Hetta hevur sett størri
krøv til nevndirnar og til
stjórarnar, sigur
Jan Mortensen.
Stjórin
á
Fiskasøluni,
Hans Johannes á Brúgv,
heldur, at ta› valdar ein
n‡ggjur
hugbur›ur
í
vinnulívinum. N‡ggir eigar-
ar vi› n‡ggjum tonkum eru
komnir framat. Krøv og
úrslit viga kanska tyngri enn
nakrantí›.
-Eg veit ikki hvussu ta›
hevur veri› fyrr, men í dag
ræ›ur ta› um úrtslit og úr-
slit, alla tí›ina, sigur Fiska-
sølustjórin.
Eingin fri›a›ur
Handilsskúlalærarin, Berg-
ur Godtfred, heldur ta› hava
t‡dning, at stjórarnir í dag í
størri mun mugu standa til
svars fyri síni avrik.
-Teir skulu kunna vísa á
úrslit. Og ta› sum ver›ur
gjørt í dag, er at ábyrgd
ver›ur plassera›. Ta› hava
vit ikki sæ› fyrr. Fyrr vóru
stjórarnir kanska fri›a›ir í
flokki A.
-Mongu stjóraskiftini í
Føroyum eru ikki eindømi í
teimum mentanum, i› vit
vanliga sammeta okkum
vi›. Vit eiga at síggja tey
sum eina tilla›ing til menta-
ninar, i› eru uttan um okk-
um. Har eru stjórar ikki fri ›-
a›ir - tvørturímóti, sigur
hann.
Søkja avbjó›ingina
Ein onnur orsøk til tey títtu
stjóraskiftini tykist vera, at
stjórasessurin ikki longur
ver›ur mettur sum eitt lívs-
tí›arstarv.
Jan Mortensen vísir, á, at
arbei›smegin sum heild er
vor›in meira mobil, og at
hugbur›urin til stjórasessin
er broyttur.
-Her er ein broyting hend.
Fólk eru ikki bangin fyri
broytingum
longur
og
stjórastarvi› er eitt stig á
yrkislei›ini - eitt slag av
løgarsteini, sigur stjórin í
Vinnuhúsinum
Stabilitetur í vanda
Hóast ta› kann vera gott fyri
persónligu menningina hjá
stjórunum sjálvum, so er ta›
kortini eitt vandamál fyri
arbei›splássi›, um ta› ver›-
ur alt ov títt millum stjórar-
nar, heldur Bergur Godt-
fred.
-Ta› kann ver›a óheppi›
um fólk bert eru í stjóra-
sessinum t.d. í eini tvey ár.
Tá fært tú ikki tryggja› tann
ney›uga
kontinuitetin
á
arbei›splássinum og eina
stabila virkismentan, sigur
hann.
Jan Mortensen ávarar hin-
vegin ímóti, at stjórar ver›a
sitandi ov leingi í flógva
stjórasessinum.
-Ta› eigur at vera ein
endurn‡gging
í
einum
stjóra. Og mark er fyri
hvussu leingi ein stjóri kann
skapa endurn‡gging, sigur
Jan Mortensen, sum sjálvur
var stjóri á Fer›ará›num eitt
skifti í 90-unum.
Stjórarnir
koma
og fara
Føroyski
arbei›smarkna›ur
in hevur neyvan
havt og mist so
nógvar stjórar
sum í 90-unum.
Krøvini til
stjórarnar eru
herd og
hugbur›urin til
stjórastarvi› er
broyttur.
Nakrir stjórar
sum komu
og fóru
Allan Skaalum,
fyrrverandi stjóri á ALS.
Annika Wardum Joensen ,
skjótt fyrrverandi stjóri á
Fer›ará›num
Tommy Petersen,
fyrrverandi stjóri á
Almannastovuni.
Bjarti Mohr,
fyrrverandi stjóri í
Fiskavirking
Bjartur Dalsgar›,
fyrrverandi stjóri í
Tryggingarfelagnum
Føroyar
Jan Mortensen,
fyrrverandi stjóri í
Fer›ará›num
Jákup Mørkøre,
fyrrverandi stjóri í
Fiskavirking
Jóan Hendrik Svabo
Samuelsen, fyrrverandi
settur stjóri á
Almannastovuni
Jógvan Mørkøre,
fyrrverandi stjóri á ALS.
Niels Sørensen,
fyrrverandi stjóri á
Fiskasøluni
Poul Michelsen,
fyrrverandi stjóri á
Fiskasøluni
Sjur›ur Horsdal,
fyrrverandi stjóri á ALS
Torger› Nielsen,
fyrrverandi stjóri á ALS
Bjarti Mohr, fyrrverandi
stjóri á Fiskasøluni
Thomas Arabo,
fyrrverandi stjóri á
Strandfer›sluni