fríggjadagur 7. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 4 - 7. januar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 4 - 7. januar 2000
Fríggjadagur 7. januar
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Nýggjar tíðir við
hugaligum boðskapi
Vanliga gera loftmiðlar okkara nógv
burtur úr jóla- og nýggjárshalguni, og var
tað eisini soleiðis hesaferð, og var tað í
so máta heppið fyri undirritaða at eiga
ummælaratørn farna árs-, aldar- og tús-
undársskifti.
Útvarpið byrjaði so smátt at rógva fram
undir tíðarskifti við afturlítandi ítróttar-
sendingum umframt eini sending 4. jóla-
kvøld nevnd Quo vadis Føroyar (Hvagar
gongur leiðin Føroyar?) har Skúvadal og
Dam skiftu orð við ymisk fólk um fram-
tíðarútlit føroyinga í komandi tíðum, eitt
nú viðvíkjandi stjórnarviðurskiftum.
Bersøgin, kanska realistiskur og bein-
rakin ella kanska var hann bara sær
sjálvum vant skemtingar-samur hesin
H.D., tíðindamaður, tá hann setti stórt
spurnartekin við førleika nútíðar føroy-
inga til yvirhøvur at kunna stýra sær
sjálvum, tíansheldur fáa rímiligan rakstur
á grindina, hesar neyðars 45.000 sálirn-
ar.
Dømi eru mong um, at sum er fungerar
mangt og hvat ikki nóg væl, og hetta
hóast hægsta almenna útbúgvingarstøði,
ein heilan riðil av almennum fulltrúum,
frøðingum og ráðgevum, afturvið alskyns
tøknifrøðiligum ísinkrammi at styðja seg
til ella legitimatisera seg við, og kortini
vísir áfallandi nógv seg kortini at kiksa í
hesum fámenta, men annars mentaða
samfelagi.
Annars legði útvarpið væl upp til árs-
skiftið, bæði fram- og afturlítandi og hesa
ferð meira spjatt yvir fleiri dagar, so ein
fekk stundir at fylgja við og at sodna
tilfarið so hvørt.
Nýggjársaftan kom »Spyr bara« send-
ingin afturíaftur, og er tað ein ótrúliga
almennur lívsvísdómur, sum tað luttak-
arapanelið saman kann framleiða mest-
sum bert burtur úr sær sjálvum.
Hugleiðingarnar frameftir vóru hesa-
ferð at seta Menniskjanslig virði fremri
enn eitt nú tøkni, tøl og kaldan og mundi
eg sagt beran cost-benefit.
Sama var eisini uppivið í nýársrøðu
løgmans, sum mær hóvaði rímiliga væl,
og sum mest líktist eini landsfaðirrøðu
ella eini ópolitiskari forsetarøðu til al-
menningin.
SvF var gamlaárskvøld partvís øðrvísi
enn vant. Sjálv nýárssendingin var for-
vitnislig. Gamaní vóru innsløgini ójøvn,
og satt at siga skilti eg ikki reiðiliga nóg
væl skemtið hjá tí annars so stuttliga
Jákupi Weyhe, men tað bøtti so nakað
um, at verturin Ólavur Rasmussen var
so frálíka væl upplagdur og lyfti alla
sendingina upp á eitt hátíðarligt og huga-
ligt støði.
Nýárskvøld sendu ÚF og SvF í felag
fagnaðargudstænastu úr Dómkirkjuni fyri
túsundárahaldinum fyri, at kristindómurin
varð boðaður í Føroyum.
Eitt framúr væleydnað, virðiligt tvør-
kirkjuligt felags signal fyri túsundárahald-
inum. Eitt greitt signal frá kirkjuni og
øðrum kristnum samkomum her á landi
um, at tær kortini hóast alt vilja standa
saman um henda týðandi arv, sum hevur
týtt, týðir og framvegis fer at týða so nógv
fyri føroyingar, heilt í tráð við meting og
nýársrøðu løgmans.
Bert spell at ikki allar samkomur vóru
við, og einamest at størsta og virknasta
frímeinigheitin (Brøðrasamkoman) sjálv
hevði sett seg uttanfyri. Hvat í verðini
hugsa teir fyri sær? Trúgva teir veruliga
framvegis, at kristnin bert er komin higar
til lands við teimum sjálvum, at teir eiga
patent upp á kristintrúgv her á landi og
hava einkarrættin til himmalin? Fati ikki,
at ikki onkur av teimum hóast alt mongu
uplýstu og at sær komnu í samkomuni
ikki hava megnað at tikið í herðatoppin á
teimum mest konservativu, ið eyðsýni-
liga hava avgerðina, at sýna minni sjálv-
gleði, sjálvhátíðarligheit og heimføði og
heldur at rógva saman við øðrum kristn-
um í Føroyum um hóast alt felags søk.
Undir tí sera hátíðarligu fagnaðarguds-
tænastuni sá eg fyri mær 1000 ára kristn-
anina í Føroyum sum ein 1000 ára gaml-
an andaligan eikibul við ymiskum við-
komandi og fjølbroyttum greinum, stórum
JÁKUP MØRK
Fyri stuttum frættist, at væl umtóktu
vertirnir í koyribreytini, Óla Jákup
Rólantsson og Laila Jacobsen, ikki
longur vera at hoyra í Útvarpi Føroya,
og saman við hesum báðum røddum,
hvarv eisini koyribroytin.
At siga at koyribreytin er horvin, er
kanska at taka munnin í so fullan, tí
hóast tey bæði ikki longur eru at hoyra
í Útvarp Føroya, so koma tey framyvir
at sita við mikrofonirnar hjá nýggja
kappingarneyta Utvarpsins, Rás 2.
Byrjað í dag
Óla Jákup Rólantsson kundi í gjár siga
okkum frá, at tey í løtuni eru ferð við at
Eingin koyribreyt og tó
gera eina líknandi sending á Rás 2,
og fyrsta royndin fer í luftina í dag kl.
17.03.
– Tað ber ikki til annað, var svarið,
sum smáum, ungum sum gomlum, har
tó allar greinar vuksu á sama gamla,
støðufasta eikibuli, men úti stóð so ein
av egnum forfeingilsis- og sjálvsøknis-
ávum. Tað var ikki neyðugt og kann koma
teimum aftur um brekku, sum tíðir líða,
og kristiligt samskifti og menning fer at
økjast.
»Saman at standa var ei okkum givið«,
og helst er tað eisini eyðkenni fyri okk-
um fámenta fólk í Føroyum. Kortini meti
eg gjøgnum fjølmiðlar okkara hetta árs-
aldar-, túsundáraskiftið verða greitt sig-
nalerað, at vit frameftir vilja royna at
rógva saman trúarliga, á annan hátt
mentunarliga og við størri samhaldsfesti
at seta onnur menniskjanslig virði í há-
sætið enn bert karrátt cost-benefit fyrilit,
tað, sum tímiliga, peningaliga og tøkniliga
loysir seg og í løtuni, er uppi í tíðini fyri
síðani at verða tveitt á køstin. Varandi
menniskjanslig virði fram um tímilig far-
andi og skiftandi, og við hesum vil eg
ynskja okkum øllum somlum alt gott
framyvir.
Hóast Útvarp Føroya nú
er givið við vælumtóktu
»Koyribreytini«, so merk-
ir hetta ikki, at sendingin
er farin í gloymibólina
tá vit spurdu Óla Jákup, um hann metir,
at tað er neyðugt við einum ferðslutátti
í útvarpinum.
Annars er at siga um sendingina, at
vertirnir verða teir somu, sum vit kenna
frá útvarpinum, umframt at tey bæði
nú eisini fáa eitts sindur av hjálp frá
Sonna Smith, hvørs rødd flestu føroy-
ingar munnu kenna.
Hetta, at nýggj koyribreyt er á veg,
man kennast sera gott hjá teimum,
sum arbeiða fyri trygdini í ferðsluni her
á landi. Fyri stuttum høvdu vit á hesum
síðum eina samrøðu við Jón Krage-
steen, leiðara á Ráðnum fyri ferðslu-
trygd, og orð hansara vóru tá, at eftir
hansara tykki hevði koyribreytin ó-
metaliga stóran týdning fyri tað arbeiði
og og ta upplýsing um ferðslu, sum
ráðið roynir at fremja.
Sjálvur sigur Jón, at tað sjálvandi er
at fegnast um, at nýggja rásin hevur
tikið hetta stigið, men samstundis vón-
ar hann, at Útrvarp Føroya framhald-
andi fer at senda Koyribreytina, við tað
at Rás 2 ikki røkkur um alt landið.
Eftir er bert at siga, at um tú ert
millum teirra, sum plaga lurtað eftir
koyribreytini, og ert millum teirra, sum
hoyra rás 2, so er bara at stillað út-
varpið á 102,0 fríggjadagin kl. 17.03.
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur,
skrivar
Vertirnir í koyribreytini, Óla Jákup Rólants-
son og Laila Jaobsen, sum nú eru farin
undir at gera líknandi sendingar fyri Rás 2
Oddagrein í Politikken:
Ríkisfelagsskapur-
in er virðismikil
Í oddagreinini í stóra danska blaðn-
um verður staðfest, at tað eru danir,
sum missa mest, um føroyingar og
grønlendingar gera av at fara úr
ríkisfelagsskapinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Um
dagarnar
hevði
danska blaðið Politikken
oddagrein um ríkisfelags-
skapin undir heitinum
»Mod fremtiden«. Undir-
heitið er, at »vit missa
nógv, um felagsskapurin
verður upploystur«.
Tónin í oddagreinini er
sjáldsamur, tá hugsað
verður um tónan, sum
vanliga verður nýttur í
donskum fjølmiðlum, tá
skrivað verður um Før-
oyar - og Grønland fyri
tann skuld.
Niðurstøðan í greinini
er nevniliga, at tað er ein
spurningur, um danir ikki
missa meira fyri minni
við bara at bíða eftir, at
føroyingar og grønlend-
ingar »rýma« úr ríkisfel-
agsskapinum.
Skilligur
loysingarhugur
Í byrjanini í oddagreinini
verður staðfest, at danir
tey fyrstu nógvu árini,
vóru koloniharrar í báð-
um londunum, men at teir
seinastu árini hava skift
ham.
Heimastýrislógin hevur
gjørt, at danska ávirkanin
í londunum báðum er
vorðin alsamt minni,
hetta hóast, bæði londini
fáa stórar fíggjarligar
veitingar úr Danmark.
Kortini er uppstaðin ein
skilligur loysingarhugur í
londunum báðum. Her
heima
hevur
sitandi
landsstýrið sett sær full-
veldi á korti og í Grøn-
landi hevur landsstýrið
sett eina serliga sjálvs-
stýrisnevnd, sum skal
hyggja at viðurskiftunum
við Danmark.
Tí er eingin ivi um, at
broytingar eru á veg í rík-
isfelagsskapinum, og tí er
tað, at greinaskrivarin
rópar varskó.
Tað blinda eygað
Hann heldur, at danir
mugu viðganga, at broyt-
ingar eru neyðugar, og at
tær eru á veg. Hann sigur:
– Higartil hava vit í
navni tolsins sagt føroy-
ingum og grønlending-
um, at teir kunnu fara tá
teir vilja, og vit hava so
at siga vent ryggin til ein
trupulleika, sum snýr seg
um annað og nóg meira
enn bara at spara nakrar
milliardir krónur á fíggj-
arlógini hjá statinum.
Greinaskrivarin
ger
vart við, at samstundis
sum danir søkja tættari
tilknýti til størru londini í
evropeiska felagsskapin-
um, vísa teir líkasælu tá
tað snýr seg um ríkisfel-
agsskapin.
– Tað er ikki nóg mikið
at spyrja hvat føroyingar
og grønlendingar kunnu
vinna. Vit hava skyldu til
at gera upp, hvat vit
missa, um teir norðastu
partarnir av ríkisfelags-
skapinum velja okkum
frá, stendur í oddagrein-
ini.
Meira enn
Nato-avsláttur
Her fer greinaskrivarin
inn og gevur sítt svar upp
á tað uppgerðina, sum
nevnd er frammanundan.
Hann vísir á, at fyri eitt
stórt tal av dønum, sum í
gjøgnum nógv ár, hava
knýtt sterk bond til Før-
oya og Grønlands, er
svarið púra greitt.
– Fyri teir, merkir ein
upploysn av ríkisfelags-
skapinum, at teir missa
ein stóran part av sínum
samleika og ein stóran
part av sínum møguleik-
um. Síggja vit burtur frá
veruleikunum um dansk-
an Nato-avsláttur, sum er
goldin av grønlendskum
veiðimonnum og før-
oyskum fiskimonnum, og
frá møguligum oljuúr-
dáttum, so standa vit, sum
filmurin um Barbaru so
væl segði tað um dagar-
nar, øll sum taparar. Ikki
í krónum og oyrum, men
í lívsvirði.
Greinskrivarin
setur
her spurnartekin við, um
danir, í hesum rationalis-
eringartíðum hava ráð til
at missa eitt bindandi til-
knýti til tvey lond, har
lívið er so nógv, nógv
øðrvísið enn tað er í
Danmark.
– Hava vit ráð at missa
dreymirnar um tað stóra
ævintýrið fyri norðan og
hava vit ráð til at missa
tað salt, sum í gjøgnum
fleiri ættarlið hevur verið
úrslitið av tí samlívið
okkara ólíku mentanir
hava livað?
Hann svarar sjálvur!
– Er svarið nei, so er
tað uppá tíðina at vit frá
danskari síðu byrja at taka
avleiðingarnar og hugsa
um at finna eitt nýtt upp-
byggjandi samstarv mill-
um Føroyar, Grønland og
Danmark. Eitt samstarv,
sum kann bera inn í
nýggju øldina. Men tað
avgerð hvør dani sær ...
Gott at tey sluppu
aftur til arbeiðis
Tað eydnaðist at finna eina semju millum Starvsmannafelagið og Toll- og
Skatt, soleiðis at starvsfólkið á innkrevjingardeildini sluppu aftur til arbeiðis,
men hon hevði við sær, at Starvsmannafelagið mátti viðganga at hava borið
seg skeivt at
SVEINUR TRÓNDARSON
Hon byrjaði tann 9. nov-
ember 1999, ósemjan á inn-
krevjingardeildini á Toll- og
Skatt. Og ikki fyrr enn tann
5. januar 2000 fóru tey aftur
til arbeiðis.
Í næstan tveir samfullar
mánaðir vardi ósemjan,
sum í byrjanini snúði seg
meira um smámál á eini
deild, men sum við eitt
gjørdist ein ósemja millum
arbeiðsgevara og fakfelag
um burturvísingar og annað.
Nú semjan er fingin í lag,
eru báðir partar sjálvsagt
nøgdir, men, sum tað sær
út uttanífrá, so er bara ein
partur av ósemjuni loystur.
Tað er stríðið millum fak-
felagið og arbeiðsgevaran,
meðan innanhýsis ósemjan
skal loysast av samstarvs-
bólkinum, sum gjørdist ein
partur av semjuni.
Tað var eitt mistak
Semjan hevur við sær, at
Starvsmannafelagið við-
gongur at hava gjørt eitt
mistak í sambandi við ó-
semjuna á Toll- og Skatti.
Í semjuni stendur, at
Starvsmannafelagið viður-
kennir, at innanhýsistrupul-
leikar skulu viðgerast og
loysast á staðnum millum
leiðslu og starvsfólk, og at
álitisfólk hevur ikki rætt til
at boða til fundar í arbeiðs-
tíðini móti boðum frá leiðsl-
uni.
Gunnleivur Dalsgarð við-
gongur, at felagið gjørdi eitt
mistak í sambandi við fund-
in, sum varð í november,
men hann staðfestir, at tað
er rætturin hjá fakfelagnum,
at blanda seg upp í eina
ósemju á einum arbeiðs-
plássi.
– Tað hava vit skyldu til
at gera, og tað fara vit sjálv-
sagt eisini at gera í fram-
tíðini. Men tað var ikki rætt
at gera tað, sum vit gjørdu
tað í november, sigur for-
maðurin í Starvsmannafel-
agnum.
Tí leggur hann stóran
dent á tann partin av semj-
uni, sum snýr seg um sam-
starvsnevndina.
– Sáttmálin ásetur møgu-
leikan fyri slíkum sam-
starvsnevndum og tí var tað
av sera stórum týdningi fyri
okkum, at fáa júst tann part-
in við í semjuna, sigur
Gunnleivur, sum leggur aft-
urat, at ein slík samstarvs-
nevnd skal byrgja upp fyri,
at slíkir trupulleikar stinga
seg upp í framtíðini.
Gunnleivur
Dalsgarð
greiðir frá, at uppgávan hjá
samstarvsnevndini verður at
verða við í samskipanini av
stovninum frameftir.
– Ætlanin er, at innkrevj-
ingin skal flytast út økini,
og samstarvsnevndin skal
vera við í tilrættaleggingini
av tí arbeiðinum.
Hóttaninar afturtiknar
Tá
Starvsmannafelagið
kom upp í málið um trætuna
á
innkrevjingardeildini
gekk bert lítil løta til álitis-
fólkini vórðu hótt við burt-
urvísing. Ikki tí at felagið
var komið uppí, men av tí
at tey, sambært leiðsluni,
høvdu forbrotið seg móti
sáttmálanum.
Men nú semjan er gjørd,
eru hesar burturvísingar aft-
urtiknar allar sum ein. Og
samstundis
viðurkenna
báðir partar hóttaninar, sum
vórðu settar fram, sam-
stundis sum eisini tær fella
burtur.
Hjá Starvsmannafelagn-
um var tað eitt krav, at allar
hóttaninar og burturvísingar
vóru tiknar aftur og tí er
formaðurin sjálvsagt fegin
um, at tað eydnaðist.
– Tað sigur seg sjálvt, at
vit kunnu ikki finna okkum
í, at hava hóttanir hangandi
yvir høvdinum á okkara
starvsfólkum, og tað eri eg
sjálvsagt nøgdur við, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Sjokeraður
av Karsteni
Men hóast semja er gjørd,
so er alt ikki bara dansur á
rósum frameftir.
Útvarpið visti í gjár at
siga frá Karsteni Hansen, at
nú útleggingin av innkrevj-
ingini kann fara fram, so
merkir tað, at eini fýra ella
fimm starvsfólk kunnu
sparast.
– Eg haldi at tað er heilt
ófatuligt av Karsteni, og eg
eri sjokeraður, fyri at siga tað
sum tað er. Eg haldi tað vera
einastandandi løgið, at hann
beint eftir eina drúgva
ósemju fer út og sigur, at
fimm størv kunnu sparast
burtur. Hatta hevur hann ikki
nevnt við einum tí einasta
orði í sambandi við sam-
ráðingarnar sum verið hava
seinastu
tíðina,
sigur
Gunnleivur, sum ikki er sørt
uppøstur, um framferðina
hjá fíggjarmálaráðharranum.
Gunnleivur
Dalsgarð
heldur
framferðarháttin
verða løgnan, tí enn kennir
eingin umfangi av einari út-
legging av innkrevjingini
og útleggingin er ikki í sam-
svari við metingina hjá
starvsfólkunum á innkrevj-
ingini.
– Tey meta, at tað eftir
øllum at døma verður tørvur
á teimum øllum somlum tá
útleggingin er framd, og tí
er tað heldur enn ikki nasa-
djarvt av fíggjarmálaráð-
harranum at skera ígjøgnum
á henda hátt sigur Gunnleiv-
ur Dalsgarð, formaður í
starvsmannafelagnum
at
enda.
Hann hevur orsøk til at fegnast, nú tað eydnaðist at fáa starvsfólkini á innkrevjingardeildini til arbeiðis aftur
Savnsmynd