Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 Dagfinn Olsen Nr. 5 - 27. februar 2000 20 Party Nor›urlendskur gentu- ella kvinnurockur, vi› sambondum til Svøríkis og Danmarkar. Í fløgu- húsanum sæst, at Irene Nord og Mia Johnsson eiga flestu løgini.Fløgan er mastra› í Stockholm av Bjørn Engelmann, men annars ganga donsk nøvn aftur í tøkkunum. M.a. fáa Jacob Haugaard og Se & Hør tøkk. Kvinnurockur, i › flytir hugan aftur til áttatiárini, tá Joan Jett yvirtók heimin í le›urklæ›um, tá i› hon sang I love rock´n Roll og seinni I hate myself for loving you av fløguni Up your alley. Tó er talan um 90´ára gó›sku á n‡ggju fløguni vi› Starx!? Hóast Mia Johnson hevur spælt “Power guitars” á nær- um øllum løgunum so stendur ein harri (Johan Bejerholm) fyri at hava spælt øll ljó›førini, so sum í flestu førum í dag, so hava teldur óiva› havt stóran leiklut. Stuttligt er at hoyra bæ›i 70´ara bólkin Sweet umbo›a›an og eisini Kiss er umbo›a› - bólkurin, sum ótarna›- ur hevur hildi› á upp til okkara dagar, sí›ani 1970, ella har á lei›. Chinn og Chapman lagi› Wig-Wam-Bam, sum Sweet á sinni leg›i ungdómin ni›ur vi›, er tiki› vi› á hesa fløguna. Ikki víkur útgávan so nógv frá tí upprunaligu. Kiss lagi› Heaven´s on fire víkir heldur ikki so nógv frá. Ey›kenda Paul Stanley byrjanin, har hann vi› síni sermerktu rødd byrjar lagi›, er her naka› ta› sama, um enn meira geld. Her eisini eitt lag, sum sungi› av kvinnum, minnir um stílin hjá Joan Jett. Ein stuttlig ella lívlig og vælsmakkandi fløga, i› ikki setir krøv ella er n‡skapandi. Søtmeti fyri oyra- gangirnar. Hooray for Boobies Skjóttgangandi rockur í nútímans búna. Kann minna um enskan rock og t‡skan um hetta ver›ur blanda›. Vælsvingandi rútmur, i› undirbyggja væl tann skemtiliga andan, sum henda annars álvarsliga rock/popp/rapp fløga tykist anga av. Tekstirnir eru langir (og sera skjótt”lira›ir” av til tí›ir). Ein fløga, i› ein óiva› eigur at ogna sær og sí›- ani seta seg vi› í ein- semi. Granska og lurta. Ikki tí at her er so nógv løgi› hjá tónleikakøn- um at grópa í. Sum so gongur lei›in beint út eftir landavegnum. Heldur eru ta› hugløg- ini, heildin og hetta at finna útav, hvat fyri ætl- an, projekti, bólki og bakgrund henda fløga er úrslit av. T.d. í lagnum Mope kenna lurtarar yvir tey 25 árini kanska seg aft- ur í “Relax don´t do it when you wann go to it” og “Rock me Ama- deus” slíkt í ljóma›i í 80´unum og kanska tí›- liga í 90´unum. Vert at kanna nærri, hevur ein stundir til tess og hug og forvitni. the last tour on earth Havi enn ikki heilt funni› útav, hvat Mari- lyn Manson er. Ma›ur ella kvinna? Har er svari› helst ma›ur. Eis- ini er hetta navni› á bólkinum. Tra›ki kanska á tærn- ar á teimum, i› veruliga eru fallin fyri hesum og hava tiki› tónleikin til sín. Kann tó í mínum stilla sinni hugsa, at kanska er ikki talan um tær í hópatali, sum eg tra›ki á. Ein brennandi kross- ur sæst á fløguhúsanum. Inni í sæst manningin og ta› er heldur ikki vak- urt og hugaligt. Út- sjóndin er punk - ført eini 3 stig ví›ari. Ein live-fløga.Har›ur rockur!! Veit ikki hvat “kon- cepti›” er. Myndirnar føra ein beinlei›is í huganum til n‡nazismu. Skal tó ikki halda uppá, at hetta er so, ella hvussu er vor›i›. Í hes- um meldrinum av óhugaligum persónum og myndum, eru endur- givin smá tekstbrot úr Bíbliuni. Stórvegis stendur ikki at lesa. Fari tí at heita á tey, i› hava henda áhuga, um at leita sær á heimasí›una hjá bólki- num; marilynmanson.net Starz!? The Bloodhoundgang Marilyn Manson Í hesum døgum er spæli- mansbólkurin "Suleskær" á vitjan í Føroyum, her hann fer at spæla til undirhalds nakrar dagar. Bólkurin hev- ur verið til í meira enn 20 ár, við skiftandi manning úr ymsum londum, og tónleik- urin, ið spældur verður, er úr Norðurlondum, USA og av teimum bretsku oyggju- num. Tey, ið manna bólkin á ferðini í Føroyum, eru Ívar Bærentsen úr Føroyum, ið spælir gittar og mandolin, Ingrid Bærentsen úr USA, ið spælir floytu, og danirnir Peter Uhrbrand, ið spælir fiól, Dorthe Uhrbrand, ið eisini spælir fiól og Eskil Romme, ið spælir harmon- iku. Ferðaskráin hjá "Sule- skær" nú um vikuskiftið verður henda: Hóskvøldið 8/2 spæla tey í Café Natúr í Havn, fríggjakvøldið 11/2 kl. 20:00 verða tey at hoyra umborð á sluppini "Høga- nesi" í Runavík, leygar- kvøldið 12/2, á Fornminn- issavninum í Klaksvík, sunnudag seinnapart 13/2, í Pæsastovu í Havn og møg- uliga onkustaðni mána- kvøld og týskvøld. Nótabók Svabos Tiltakið í Pæsastovu í Havn sunnudagin 13/2, har "Sul- eskær" vera við, verður frá kl. 14:00 til 18:00 og tað er Føroya Fólkatónleikarafel- ag, ið skipar fyri. Hetta er ein sonevnd "work-shop", har øll áhugaði, limir ella ikki, eru vælkomin at vera við. Evnið er Nótabók Sva- bos. Henda nótabók sum J. C. Svabo (1746-1800) úr Miðvági fór undir at skriva í Keypmannahavn í 1775 varð í 1928 funnin á lofti- num í Pæsastovu, har Svabo helt til seinastu 24 árini av lívi sínum. Tað var Albin Bærentsen úr Havn, ið fann bókina. Meðan Svabo búði í Keyp- mannahavn vann hann sær eitt sindur av peningi við at spæla til dans við síni fiól, so meginparturin av tilfari- Suleskær í Føroyum Uppritið framvegis í trúnaði Á fundinum hjá uttanlandsnevndini í gjár var gjørt av, at uppritið til samráðingarnar við donsku stjórnina framvegis skal haldast loyniligt fyri almenninginum JOHN JOHANNESSEN Frá í gjár fingu liminir í uttanlandsnevndini endaligt loyvi at lata tinglimum upp- ritið til ríkisrættarligu sam- ráðingarnar við donsku stjórnina. Men ritið verður framvegis hildið loyniligt fyri almenninginum. Landstýrið hevur fleiri ferðir seinastu tíðina meld- að út, at tað er fyri, at upp- ritið verður almannakunn- gjørt, nú fjølmiðlarnir hóast alt hava fingið frænir av innihaldinum. Men lands- stýrið hevur somuleiðis víst á, at endaliga avgerðin, nær uppritið verður almann- akunngjørt, liggur hjá landsstýrinum. Tískil varð væntað, at utt- anlandsnevndin fór at leys- geva uppritið eftir fundin fyrrapartin í gjár. Men so var ikki. Uttanlandsnevndin hevur tveitt bóltin aftur til landsstýrið. Hon sigur, at tá tað er landsstýrið, ið eigur trúnaðarstemplið, er tað eis- ini landsstýrið, ið eigur at gera av, um ritið kann al- mannakunngerast ella ikki. Alt landsstýrið var við á fundinum í uttanlands- nevndini í gjár, tá tosað varð um, hvørt upprtið skal al- mannakunngerast ella ikki. Høgni Hoydal, varaløg- maður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, váttar, at landsstýrið hevur ta áskoð- an, at uppritið kann al- mannakunngerast. Men hann leggur dent á, at hetta má vera í samráð við uttan- landsnevndina. Hann nevnir tvær grundgevingar fyri hesum. Gott álit má nevni- liga vera ímillum landsstýr- ið og uttanlandsnevndina í málinum, so samráðingar- støðan ikki verður sett í vanda. Harafturat má uttan- landsnevndin hava arbeiðs- frið, so málið verður við- gjørt í uttanlandsnevndini og ikki í almennum forum. Men spurdur um, vit kunnu vænta, at uppritið verður almannakunngjørt í næstum, vísir Høgni Hoy- dal til formannin í uttan- landsnevndini, Hergeir Nielsen, sum sigur, at lands- stýrið eigur trúnaðarstempl- ið og tískil eisini avgerðina. Aðrar viðmerkingar til mál- ið vil hann ikki gera. Hóast tað gongur orð av orði í uttanlandsnevndini um trúnaðarspurningin og um viðgerðina av samráð- ingaruppritinum, heldur landsstýrið málið vera kom- ið so mikið langt, at tað í gjár sendi danska forsæt- isráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, bræv við áheit- an um at seta hol á samráð- ingarnar í mars. Ongar broytingar í valskipanini nú Samgonguskjalið nevnir ikki ætlanir um at gera broytingar í valskipanini soleiðis, at Føroyar verða til eitt valdømi. Landsstýrið arbeiðir tískil heldur ikki við at fremja tílíka broyting, sigur løgmaður m.a. í stutta svari sínum til fyrispurning ÓLAVUR Í BEITI Jákup Sverri Kass vildi hava at vita frá løgmanni í fyri- spurningi, um landsstýrið arbeiðir við nøkrum ætlan- um um at broyta føroysku valskipanina soleiðis, at øll valdømini verða løgd sam- an til eitt valdømi fyri alt Føroya land? Eisini vildi sjálvstýristingmaðurin hava at vita, um løgmaður heldur at farast skal undir at broyta valskipanina soleiðis, at vit fáa eitt valdømi fyri Føroyar eins og virkandi valskipan í Grønlandi? Upp á tíðina Í viðmerkingunum vísti Jákup Sverri Kass m.a. á, at Grønland hevði eina líkn- andi skipan, sum vit í Før- oyum hava í dag. Teir gjørdu av fyri ikki so langari tíð síðan at broyta skipanina soleiðis, at alt Grønland gjørdist eitt valdømi. Nýggja skipanin í Grøn- landi stóð sína roynd í fjør, og vísti tað seg, at skipanin hevði við sær, at fólk hugsa meira um persónin, tey velja, enn hvar í Grønlandi viðkomandi kemur frá. – Tað er uppá tíðina, at vit føroyingar fáa møguleik- an at velja politikarar, sum, vit meina, eru teir frægastu, óansæð hvar í landinum teir koma frá. Verða Føroyar eitt valdømi, so noyða vit okk- ara politikarar at hugsa landspolitiskt, og eg ivist ikki eina løtu í, at tað kemur at verða allari tjóðini at gagni, at allir politikarar noyðast at seta seg í sam- band við alt Føroya fólk og ikki bara tey, sum búgva í teirra valdømi. num í bókini - sum telur 176 síður - er tónleikur, ið euro- peiskir spælimenn nýttu í sambandi við dans í seinna helmingi av 18. øld. Upp- runabókin, ið fyllir 225 í ár, er ikki í so góðum standi, og er í varðveitslu á Lands- bókasavninum, men er til hetta høvið fotokopierað í nøkrum eintøkum. Hugsan- in er so, at tónleikararnir, ið koma saman henda seinn- apartin, fara at royna at geva nótunum lív aftur eina løtu. Tey, ið hava hug at vera við, verða biðin um at hava síni egnu ljóðføri við. P. S. til bløðini: "Sule- skær" koma/eru komin við eini fløgu, har ein tekning av bólkinum er á forsíðuni. Vónandi kunnu tit brúka hana afturvið greinini, sum helst skuldi verið í blaðnum hósdag. Løgmaður ikki samdur Men løgmaður Anfinn Kallsberg er stuttur í sínum svari til Jákup Sverra Kass, og vísur á, at samgongu- skjalið nevnir ikki ætlanir um at gera broytingar í val- skipanini soleiðis, at Føroy- ar verða til eitt valdømi. Landsstýrið arbeiðir tískil heldur ikki við at fremja tí- líka broyting. Og at enda sigur løgmað- ur, at hann hevur ikki ta á- skoðan, at rætt er, at Føroyar eru eitt valdømi.