Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 27 - 9.februar 2000 JÁKUP MØRK Sum nevnt í leygardags- blaðnum, varð kapping í styrkilyfting fyriskipað í hølunum hjá Reyni Service leygardagin. Kappingin nevndist Fragd og Fimi cup 2000, og umframt at vera eitt aftur- vendandi tiltak, varð kapp- ingin á hesum sinni sam- stundis ein markering av 15 ára føðingardegnum hjá venjingarmiðstøðini í Djóna í Geils gøtu. Í mun til vektina Tilsamans vóru tað seks mans, sum royndu seg henda dagin, men av teim- um vóru tað bert tríggir, sum luttóku í samlaðu kappingini, har luttakararnir skuldu kappast í trimum greinum, Squat, Bench press og Dead lift. Sjálvsagt er munur á støddini á ymsu luttakaru- num, og tískil vóru lyftu vektirnar umroknaðar, so- leiðis at stig vórðu givin, sum samsvaraðu við krops- vektina. Herman vann Tá tað kom til stykkis, var besti luttakarin Herman M. Hermansen. Í øllum kapp- ingargreinunum var hann tann av luttakarunum, sum fekk flestu stigini. Hinir luttakararnir stóðu seg tó eisini sera væl, og ikki færri enn fýra persónlig met vórðu sett henda dagin. Føroysk met vóru tó eingi av, og hetta var kanska hel- dur ikki væntandi. Kapp- ingin var nevnliga fyriskip- að soleiðis, at eingin av teimum allarsterkastu vóru við, og helst er hetta eisini sunt fyrio aðrar íðkarar, sum ikki eru í heilt sama flokki sum Regin Vágadal og hansara líkar. Lyftini hjá einstøku luttak- arunum vóru hesi: Squat: Herman M. Hermansen, 150 kg. Christian Djurhuus, 150 kg. Jens Kristian N. Dam, 130 kg. Royndu styrkina uppi í Hovyík Um vikuskiftið skipaði Fragd og Fimi fyri kapping í styrkilyfting, har tey, sum dagliga venja í venjingarmiðstøðini, høvdu høvi at vísa sína styrki. Kappingin varð hildin í bilhøllini hjá Reyni Service, og varð tað Herman Hermansen, sum streyk avstað við sigrinum Bench Press: Christian Djurhuus, 120 kg. Herman M. Hermansen, 115 kg. Jens Christian N. Dam, 95 kg. Dead lift: Christian Djurhuus, 212,5 kg. Herman M. Hermansen, 200 kg. Jens Christian N. Dam, 180 kg. Samanlagt góvu ymsu lyftini hetta stigatal: Herman M. Hermansen 361,305 stig Christian Djurhuus 337,75 stig Jens Christian N. Dam 325,62 stig ARNBJØRN SIVERTSEN Leygardagin 3. februar var FM kappingin fyri kvinnupør í Bridgehúsinum í Havn. 9 kvinnupør hildu seg til hendan dagin, og fingu eina góða, spennandi og hugnaliga kapping saman, har Heðin Mouritsen, Oddmar Danielsen og undir- ritaði stóðu fyri tí praktiska, m.a. at skipa fyri barometri og einari meldikapping við yvirsitaraborðið. Tey bæði fremstu pørini løgdu seg tíðliga á odda. Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen høvdu leiðsluna megin- partin av kappingini, men á sjálvari málstrikuni eydnaðist Henriettu Svenstrup og Jónu Grunnveit at taka seg fram um og ogna sær FM meistaraheitið fyri kvinnur 1999- 2000. Tær báðar hava ikki spælt so nógv saman áður, og má tað tí metast at vera eitt einastandandi gott úrslit. Tillukku, tit báðar! 1 Henriette Svenstrup - Jóna Grunnveit 134 2 Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen 121 3 Ásvør Djurhuus - Fríðhild Petersen 117 4 Ásla Weihe - Hallgerð Hansen 103 5 Jórun Højsted - Marita Krosstein 98 6 Gunna Midjord - Maria Christiansen 79 7 Súsanna Dam - Súsanna Martinsdóttir 73 8 Jórun Johannesen - Randi Jacobsen 71 9 Hervør Isaksen - Bibi Haraldsen 68 Vit skulu síggja eitt av teimum nógvu góðu spølunum hendan dagin hjá teimum nýggju føroyameistarunum. No 3 S/EV Q984 K7 KQ762 84 K1076 A3 QJ1065 A843 A4 83 KJ AQ1075 J52 92 J1095 9632 V N E S Jóna Súsanna Henriette Súsanna Grunnveit Dam Svenstrup Martinsdóttir pass 1hj pass 2ut* pass 3kl** pass 4ut*** pass 5rú**** pass 6hj pass pass pass * Steens 2ut. Lovar trumfstuðul og styrki. ** Sterka hond, onga singleton. *** Blackwood/Morrow. Spyr eftir essum. **** Eitt ess av 5. Tá Jóna við 14 hp meldar 3kl og lovaði eyka styrki, fór Henriette beina kós móti slemm Tær báðar vóru tær einastu, ið meldaðu slemm við hesum kortunum, og tað gjørdi tí minni, at tær bara fingu 12 stikk, tá allar hinar fingu 13 stikk í 4hj. Opin parakapping í Bridgehúsinum FBS skipar fyri einari almennari parakapping leygardagin 19. februar í Bridgehúsinum í Havn. Byrjað verður klokkan 13.00, og tey, sum ætla at vera við, skulu bara møta á staðnum nakrar minuttir áðrenn kappingin byrjar. Tað verða nógvir og góðir vinningar at fáa í kappingini. Spæligjaldið, 50 kr. fyri hvønn, fer beinleiðis at stuðla landsliðnum, sum skal til Íslands í summar at kappast um Norðurlandameistaraheitið. Bridge - FM kvinnupør Leygardagin varð FM kapping fyri kvinnupør hildin í bridgehúsinum í havn. Endaligir vinnarar av kappingini gjør- dust Henriette Svenstrup og Jóna Grunnveit Herman roynir seg her í Squat, har hann megnaði at lyfta 150 kg., sum eisini er personligt met hjá honum Mynd: Jonhard Hammer Hevur tú eina søgu ella nøk- ur tíðindi til ÍtróttarSosialin, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 311820 Hagtølini hjá landsliðnum eru batnaði tey seinnu árini, men enn er tað soleiðis, at mótstøðulondini skorað fleiri mál, hvørja ferð før- oyska liðið skorar eitt mál. Eftir 3–2 tapið ímóti Ís- landi eru 176 mál farin í- gjøgnum hjá føroysku mál- verjunum í 65 altjóða skrá- settum landsdystum. Fýra ferðir hevur landsliðið tapt við sjey málum – í Rumenia og í Jugoslavia og á heima- vølli ímóti Noregi og Ju- goslavia. Men nú er tað langt síðani, at føroyska lið- ið tapti við fleiri enn tveim- um máum. Landsliðið spældi fyri fyrstu ferð í undankapping í 1990. Tey fyrstu árini plag- di liðformaðurin, Jóannes Jakobsen, at siga, at um tap- ini vóru minni enn 4–0, so var tað ikki so galið. Tað var heilt galið, tá Estland í 1998 vann 5–0, men burt- ursæð frá tí ferðini skulu vit aftur til 1996 fyri at finna tap við fleiri enn tveimum málum. Tað vil við øðrum orðum siga, at hagtølini í miðal fyri hvønn dyst eru betraði tey seinnu árini, sjálvt um tey framvegis ikki eru serliga góð. Av teimum 176 málu- num, sum eru farin ígjøg- num, eru 29 skorað í 17 vin- ardystum, 78 eru skorað í 28 EM undankappingar- dystum, og 69 eru skorað í 20 HM undankappingar- dystum. Jens Martin Knudsen er í 49 landsdystum farin 137 ferðir í meskarnar eftir bólt- inum. 24 mál eru í trettan dystum farin ígjøgnum hjá Jákupi Mikkelsen, og hjá Kaj Leo Johannesen fóru í fýra dystum níggju mál ígjøgnum. Bjarni Johansen vardi málið tvær ferðir, og tað fóru fimm mál ígjøg- num, og tá Sunvard Joensen mánadagin í síðstu viku spældi á landsliðnum fyri fyrstu ferð, fór eitt mál í- gjøgnum. Skora aðru hvørja ferð Í teimum 65 landsdystunum hevur tað eydnast føroying- um at fingið 39 mál. Tað vil við øðrum orðum siga, at í miðal hevur tað eydnast at fingið mál meiri enn aðru hvørja ferð. Eitt eru miðal hagtøl og nakað annað er veruleikin. Hann er, at føroyingar eru 39 ferðir farnir av vøllinum uttan at hava skorað (tveir av dystunum eru endaðir við málleysum javnleiki). Í 26 dystum hava føroyingar fingið mál. Hægsta talið í einum dysti er trý mál. So mong vórðu skorað í báðum dystunum ímóti San Marino í 1995. Tá Kurt Mørkøre skoraði ímóti Íslandi, hevði mál- turkurin verið í fýra heilar dystir. Einki føroyskt mál var skorað síðani Uni Arge eftir 47 minuttir legði Før- oyar framum um 2–1 ímóti Bosnia á Svangaskarði. Tað var 9. juni í fjør. Uni Arge skoraði bæði málini ta ferðina, og hann er einasti føroyski spælarin, sum hevur skorað tvey mál í einum dysti. Todi Jónsson hevur eina ferð skorað trý mál í einum dysti. Tað var í San Marino 11. oktober 1995. Tey 39 føroysku lands- liðsmálini eru býtt soleiðis uppá spælarar: Todi Jónsson (9), Uni Arge (5), Jan Allan Müller (4), Jens Kristian Hansen, Henning Jarnskor, Kurt Mørkøre, Torkil Niel- sen, John Petersen, Jens E- rik Rasmussen og Kári Reynheim (2), Jan Dam, Hans Fróði Hansen, Øssur Hansen, Óli Johannesen, Allan Mørkøre og Julian Johnsson (1), og í 1994 vóru grikkar so galantir, at teir gjørdu eitt sjálvmál á Svangaskarði. JH 176 mál eru farin ígjøgnum Í 65 landsdystum hava føroyingar skorað 39 mál, og 39 ferðir eru føroyingarnir farnir av vøllinum uttan at hava skorað mál Í meðal sleppa føroysku leikararnir at fegnast um málskjóting í meira enn øðrum hvørjum dysti Mynd úr bókini, Fótbóltslandsliðið JÁKUP MØRK Teir 182 svimjararnir um- boðaðu sjey ymisk svimji- feløg, sum komu úr øllum landinum. Skeggjar fekk flest heiðursmerki Lagt varð til brots fríggja- kvøldið, tá elstu luttakarar- nir royndu seg í teimum fýr- a svimjigreinunum, sum vanliga verður kappast í. Leygarmorgunin fóru yngru luttakararnir í gongd, og síðani varð hildið fram, til allar kappingargreinarnar vóru avgreiddar. Til samans var talan um 34 ymsar kappingargreinar, og tá avtornaði vórðu tað gøtufólkini, sum sótu eftir við flestu heiðursmerkjum. Annars frætta vit frá fyri- reikarunum, at kappingin var sera væl eydna. Nógvir áskoðarar vóru til staðar, tá kappast varð, og einki er at ivast í, at luttakararnir eisini stuttleikaðu sær, nú tey vóru savnað so at siga eitt heilt vikuskifti. Sum omanfyrinevnt, so vórðu tað Skeggjar úr Gøtu, sum fingu flestu heiðurs- Svumu í Gøtu Um vikuskiftið var stór svimjikapping í Gøtu, har 182 luttakarar úr trimum teimum yngstu aldursbólkunum luttóku merkini, men tað var nú ikki soleiðis, at gøtufólkini tóku alt til sín. Øll feløgini fingu onkur merki við sær heim aftur, og varð samlaða býti so- leiðis: Skeggjar, 10 gull, 8 silvur og 7 bronsu Havnar Svimjifelag, 10. gull, 7 silvur og 4 bronsu Tvøroyrar Svimjifelag, 7 gull, 10 silvur og 6 bronsu Ægir, 2 gull, 1 silvur og 6 bronsu Flot, 2 gull og 4 bronsu Fuglafjarðar Svimjifelag, 1 gull og 1 silvur Vágs Svimjifelag, 3 silvur og 2 bronsu Ikki færri enn 182 luttakarar royndu seg í váta elementinum í Gøtu um vikuskiftið. Her síggja vit fýta teirra ´í eini stuttari fríløtu Mynd: Jonhard Hammer breyt hondina Í løtuni er ivasamt, um Leivur Holm verður at síggja aftur á kyndilsliðnum hetta kappingarárið JÁKUP MØRK Sum kunnugt vann mans- liðið hjá Kyndli steypa- finaluna móti Neistanum leygardagin. Sum vera man, so var lagið í kyndilsleguni gott eftir dystin, men kortini var gleðin nakað skerd hjá summum. Leivur Holm varð nevnliga somikið óhepp- in, at hann breyt sær hondina tíðliga í dysti- num. At byrja við varð ikki hildið, at skaðin var ser- liga álvarsligur, men sunnudagin varð brotið staðfest, og vongspælarin noyðist nú at binda frið komandi fýra vikurnar. Tá vit í gjár tosaðu við Kyndilsvenjaran, Sophus Dahl Christiansen, visti hann ikki at siga, um Leivur verður at síggja á liðnum, tað sum eftir er av hesum kappingarári- num. Framman undan noyð- ist Kyndilsliðið eisini at vera vinstrahondsleikar- an, Róar Nielsen, fyri utt- an. Eisini orsakað av brot- ið í hondini.