Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 179 - 18. september 2006 ] AaB mátti lúta á heimavølli Toppliðið í superliguni tapti í gjár á heimavølli. OB vitjaði í Aalborg, og heili 11.152 áskoðarar vóru til dystin. Hetta heilt nær við metið á Aalborg Stadion. Eitt mál kom í dystinum, og tað fekk OB beint fyri hálvleikssteðgin. Málskjútti var Esben Hansen. Hvørgin av føroysku spælarunum hjá AaB var við í hópinum. Hóast tapið liggur AaB framvegis fremst í superliguni, men nú er bert eitt stig niður til Brøndby og OB. Heini og teir taptu Sunnudagin spældi Hel­singør Elite 3000 týðandi dyst í bestu mansdeildini í hond­ bólti í Danmark. Heini Hanusarson er ein av spælarunum á liðnum, og seinasta vikuskiftið var hann toppskjútti. Hesaferð gekk ikki heilt so væl, tí Heini skoraði bert eitt mál í dystinum. Helsingør og Ajax verða bæði roknað sum kandidatar til at flyta niður, og tí var tað eitt vónbror fyri Helsingør at tapa tætta dystin 26-25. Heini Hanusarson Joensen ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 »Vit eru ikki nóg klárir til dystin, og tað oyðileggur fyri sovítt restina av landskappingini fyri okkara viðkomandi« Klæmint Matras, B36-liðskipari Føroysku feløgini megna illa at hugsa um lands- og steypakapping í senn. Avrikini hjá trimum av fýra hálvfinalistum tosaðu greitt í so máta, meðan HB – sum er úti úr steypakappingini – nú skal brúka Formula-deildina til at bjarga sær kappingarárið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu tá fútabannið varð lagt fyri ætlaða dystinum millum EB/Streym og VB/ Sumba í steypakappingini varð vandin havdur á munni. At føroysku feløgini ikki er von við at spæla avgerandi dystirnar í lands- og steypakapping í senn, og at hetta kundi kosta hjá onkrum av teimum, sum skuldu spæla hálvfinalur. Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løg­mans­ steypið verða spældir nú mikukvøldið, og avrikini hjá trimum av teimum fýra hálvfinalistunum sunnu­dagin góvu greiðar ábend­ingar á, at tað hjá hesum nú fyrst og fremst er steypakappingin, sum hugsað verður um. Framhaldandi spæl fyri FM-møguleikanum tóktist í øllum førum ikki vera nóg stórur motivatiónsfaktorur hjá B36, tá teir vitjaðu hjá ÍF. Fyri góðum mánaði síðani segði B36-venjarin, at gullið fór til Eiðis. Útsøgnin ta ferðina var kanska meira av taktiskum slag, men hon hevur á ongan hátt órógvað EB/Streym. Tí var vónin helst svunnin burtur í einki longu undan dystinum í Fuglafirði, og tí vigaðu komandi hálvfinalurnar móti EB/Streymi helst meira í B36-heysunum, enn dyst­urin móti einum ÍF-liði, sum í sínum lag strídd­ist fyri lívinum. Í Gundadali var tað kanska ikki púrasta óvæntað, at KÍ fyri fyrstu ferð í ár tapti útidyst. Men tað var ikki væntandi, at avrikið hjá gestunum skuldi verða somikið óinspirerað. Og ein sekkur upp á 1-5 er í øllum førum nakað, sum tekur fast í sjálvsfatanini norðoya megin norðoyatunnilin. Heldur ikki var tað óvænt­ að, at Skála mátti lúta á útivølli móti oddaliðinum. Men tað bendir greitt tann vegin, at tankarnir longu eru í hálvfinaluni móti KÍ, tá liðið byrjaði dystin við fýra lyklaspælarum á beinkinum. Seinasti hálvfinalisturin er so sjálvandi EB/Streym­ur, men hjá teimum er motiva­ tiónin ikki nakar trupulleiki yvirhøvur. Útlitini til fyrsta FM-heitið hava við sær, at spælararnir at kalla ríða á eini vælferðarbylgju í løt­uni, har tað ivaleyst er púrasta óneyðugt hjá venj­aranum at gretta orð, áðrenn menn verða sendir á vøllin. HB hevur gloymt løgmann Skal paralellurin drag­ast hinvegin, var tað púr­asta greitt, at HB nú hevur gloymt alt um steypa­ kapp­ing­ina. Tapið á Eiði bar við sær, at skal HB í Europa – Tá telja vit ikki InterToto við - komandi ár, so skulu silvurmerki í landskappingini til. Tað var hesum, sum havnarmenninir av øllum alvi stríddust fyri í Gundadali. Og eins og hjá fuglfirð­ ing­unum, sum stríddust fyri lívinum, var hetta stóri motivatiónsfaktorurin, ið gjørdi útslagið. Løgmaður var dýrur fyri steypaliðini U17 gentuliðið var líka við at skapa stóru sensatiónina í hálvfinaluni í NM í Svøríki. U17 dreingirnir høvdu tað truplari Flogbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Um vikuskiftið var NM fyri U17 landslið í flogbólti. Flogbóltssambandið, sum hevur verið sera virkið uttan fyri landoddarnar í ár, sendi bæði U17 hjá gentum og dreingjum til kappingina, sum varð hildin í Svøríki. Kappast varð frá fríggja­ degnum til sunnudagin, og nógvir dystir vóru á skránni hesar dagarnar. Føroyska U17gentu­lands­ liðið spældi leygardagin fjórðingsfinalu ímóti Dan­ mark, og tað gekk væl. Dyst­urin endaði við 3-1 til Føroyar. Føroyska liðið vann fyrsta settið, síðani vann Danmark, men Før­ oyar fótaðu sær aftur og vunnu næstu tey settini. Sensatiónin lúrdi Seinni leygardagin var tí hálvfinala á skránni ímóti vertstjóðini Svøríki, og her var føroyska liðið líka við at taka øll á bóli. Svøríki legði betur fyri og vann fyrsta settið 25-20, men í øðrum setti komu tær føroysku veruliga fyri seg og vunnu 25-18. Triðja sett fór aftur til Svøríkis, sum enn einaferð vann 25-20. Men enn einaferð komu tær føroysku fyri seg og vunnu 4. sett 25-19. So varð neyðugt við einum avgerandi fimta setti. Hetta var tað nýggjunda settið, sum føroysku genturnar skuldu leygadagin, og kreftirnar vóru farnar at ganga undan. Tað eydnaðist svenska liðnum at vinna hetta settið 15-6, og harvið glapp finalukjansurin hjá Føroyum. Føroyska liðið spældi sunnu­dagin bronsudyst ímóti Íslandi, og hendan dystin vann Ísland 3-1. Før­ oyar endaðu tí sum numm­ ar 4 í NM, men tað var frammanfyri bæði Noreg og Danmark. Dreingirnir taptu Tað gekk ikki heilt so væl hjá U17 dreingjunum, sum taptu allar sínar dyst­ir. U17 tapti sínar innleiðandi dystur, og í fjórðingsfinaluni máttu teir lúta fyri Danmark, sum vann 3-0. Sunnudagin spældi U17 dreingirnir ímóti Íslandi um 5. pláss í kappingini, og hendan dystin vann Ísland 3-0. Føroyar endaðu tí aftast hjá dreingjunum, men hóast tapini fingu spælararnir sera nógv burtur úr, tí slíkar kappingar eru stórar avbjóðingar, sum eru við til at menna dreingirnar. Eins og B36 og Skála, so tóktust klaksvíkingar hugsa meira um steypa- heldur enn landskapping sunnudagin. HB skal hinvegin brúka landskappingina til at bjarga sær árið, og tað sást eisini aftur í hugburðinum á vøllinum Mynd: Norðlýsið Føroyar framman fyri Noreg og Danmark