Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 179 - 18. september 2006 ] Nú er tað bara LÍF, sum hevur evarska lítlan møguleika at spæla AB eitt puss í strembanini móti bestu deildini, sum B71 so at siga hevur tryggjað sær sæti í 1. deild Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hesa ferð gekk tað, sum tað so at siga plagar at gera. Oddaliðini vunnu, og dysturin í Hvalba, sum VB/ Sumba skuldi verða partur av, varð ikki spældur. Hetta var fjórða ferðin í hesum kappingarárinum, at dystur, har VB/Sumba hevur verið annar parturin, ikki hevur verið spældur. Fýra umfør eru eft­ ir at spæla, og eftir týdn­ ing­armikla B71 sigurin í Sandavági skal LÍF í fýra teimum seinastu umfør­un­ um vinna níggju stig meiri enn sandoyingar, sum har­ afturat hava ein mál­mun, ið kann roknast sum eyka stig. Tí er einki forgjørt í at staðfesta, at tað næsta ár fer at verða sunnudagsfótbóltur á Sandi. Sunnudagin fara sørvingar at vitja á Sandi. Um B71 fer at megna at gera tað, sum støðutalvan sigur, at teir eiga at megna, so fer B71 uppflytingin at verða staðfest trý umfør undan kappingarenda. TB hevur higartil havt lítlan møguleika fyri at blanda seg í uppflyt­ ing­­arstríðið. Eftir at TB leygardagin tapti á Argjum, er tann møguleikin burtur. Á pappírinum er skráin hjá AB og LÍF, sum er einasti kappingarneytin hips um haps. Skráin hjá LÍF er Royn (h), VB/Sumba (ú), KÍ (ú) og B71 (h). AB skráin er HB (ú), KÍ (h), FSV04 (h) og SÍ (ú). HB-KÍ Næstbestu liðini hjá javn­ aldrunum hitaðu leygar­ dag­­in upp til Formula upp­ gerðina sunnudagin. Leygar­ dagin gekk javnt á. HB hevði bóltin størra partin av tíðini, og HB fekk loyvi at samanspæla á stórum parti av vøllinum. Klaksvíkingar vóru tó vandamiklir, tá ið teir fóru í álop. Teir spældu skjótt og beinleiðis, og teir høvdu eins nógvar góðar royndir móti málinum hjá Tróndi Vatnhamar, sum heimaliðið hevði móti málinum hjá Hera Thorsteinsson. Jovan Panic verður í løt­­uni ikki mettur at vera nóg góður til besta HB liðið. Tað hevði næstbesta liðið gagn av leygardagin. Bara korter var farið av eitt sindur deydligum 1. hálvleiki, tá ið hann hevði lagt HB framum 1-0 og 2-0. Men KÍ svaraði aft­ur undan steðginum. Vanda­ mikli unglingaspælarin Jósup Henriksen átti bæði málini, sum vórðu skorað eftir lítlari løtu, tá ið hálvur tími var farin. Í 2. hálvleiki var meiri lív í. Tað tóktist at vera sigursmálið, tá ið John Eystbert fimm minuttir undan leikloki av brotsteigar markinum eftir innlegg og út frá stút frá Krzystof Popczynski smekkaði bólt­ in í málið. Men í næstsíðsta minutti javnaði innskifti Álvur F. Christiansen. Eftir innlegg royndi HB verjan at fáa bóltin burtur. Bólturin datt niður á brotsteigar saman­ komingini í høgru, og Álvur F. Christiansen smekkaði til og javnaði til 3-3. AB-TB Fyrr í summar hevði TB tvær ferðir fingið fult ímóti AB. Tí var spenningurin stórur, um tað enn eina ferð fór at eydnast TB at forpurra dreymarnar hjá AB um Formula fótbólt. Tað eydnaðist ikki. AB vann 2-0, og tey, sum vóru meiri enn fimm minuttir ov sein niðan á vøllin á Argjum sóu hvørki av málunum. Heimaliðið legðí fyri sum eitt óløgi. Í 2. minutti legði AB fríspark úr høgru og til handara stólpan. Jón Nielsen stýrdi við høvdinum bóltin inn fyri málið aftur, og Allan Mørkøre tók av og fluktaði bóltin í kassan. Tað gingu bara fýra minutt­ ir afturat so var 2-0. Aftur hesa ferð átti Jón Nielsen, sum í summarsteðginum flutti úr SÍ og til AB, sentralan leiklut. Uppspæl í høgru endaði við, at Tony Rasmussen legði innfyri málið, og Jón Nielsen stýrdi innlegginum í kassan. So var tað bara ein spurn­ ingur um, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. TB hevði ikki tyngd í álopspartinum, og tá ið teir fyrra partin av 2. hálvleiki tvær ferðir sóu reytt, var eingin ivi um, at AB fór at vinna, og at leikluturin hjá TB í stríðnum um uppflyting harvið var liðugur. FSV04-B71 Hetta varð roknað sum tor­ førasta uppgávan hjá sand­ oyingum ímóti Formula deildini. B71 loysti upp­ gávuna, men tað stóð nógv á, áðrenn øll stigini vóru komin í viðføri úr Sandavági og um Skopunarfjørð. At tað var tætt og intenst sæst á kortlistanum. Ikki færri enn sjey spælarar – fimm frá heimaliðnum og tveir sandoyingar – sóu gult. Tá ið dómarin bríkslaði fyri hálvleiki, sá tað einki út hjá B71. FSV04 var á odda 2-0, og heimamenninir høvdu megnað at leggja stórt og støðugt trýst á oddaliðið. Miðskeiðis í 1. hálvleiki mengaði Kim Poulsen, sum hevði nógvar mótstøðumenn kring seg, at draga í brotsteigin og at fáa bóltin framvið Jóhan Falkvard Clementsen, sum fyri fyrstu ferð vardi B71 málið, og tíggju minuttir seinni var tað Hilmar Sveinbjørnsson, sum í B71 brotsteiginum tók bóltin av mótstøðumanni og økti um FSV04 leiðsluna. Eftir steðgin vóru aðrir bollar á suppuni hjá B71. Nú vóru teir gulu og bláu ágangandi, og tá ið teir mið­skeiðis í 2. hálvleiki endi­liga fingu hol á, gekk tað skjótt. Tíggju minuttir seinni høvdu teir skorað sigursmálið til 3-2. Clayton Soares minkaði um munin eftir innlegg úr vinstru frá innskifti Símuni Hansen, Magnus Olsen javnaði eftir Clayton Soares uppspæl og verjukiks, og liðformaðurin Bergleif Sólsker skoraði sigursmálið eftir at bólturin eftir langa sending var kom­ in í brotsteigin. SÍ-LÍF LÍF hevur ikki mist alla vón um, at tað skal eydnast at vinna seg upp í fremstu deildina. Hesa ferð gjørdu teir sítt, tá ið teir vitjaðu í Sørvági og fóru til hús aftur við 2-0 sigri. Leirvíkingar vóru væl upp­lagdir í 1. hálvleiki, tá ið teir megnaðu lutfalsliga høga leikferð. Hálvur tími var farin, tá ið LÍF setti hol á. Andreas Lava Olsen legði innfyri úr høgru, og við handara stólpan stýrdi Ovi Nysted við høvdinum bóltin í málið. Og stutt undan steðginum økti LÍF til 2-0. Hesa ferð var tað miðverjin Allan Joensen, sum umsetti brots­ spark til mál. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið SÍ verjuspælarin Messias Petteira stýrdi bóltinum við hondini. Tað vísti dómarin honum gula kortið fyri, og tá ið hann frammanundan hevði fingið gult kort á kontini, varð hann rikin av vøllinum. Eftir steðgin lækkaði ferð­ in, spælið hjá LÍF gjørd­ist meiri óskipað, og heima­ liðið fekk betri tak á, enn teir høvdu havt. Men tað var LÍF, sum var næst við at fáa mál, tá ið Sølvi Vatnhamar og Bárður á Lakjuni høvdu bóltin á bæði stólpa og tvør­ træi. Nú leggur Todi upp til málini Todi Jónsson sat á beinkinum frá byrjan, tá ið Start í gjár spældi ímóti Ham-Kam í norsku landskappingini. Start vann dystin 2-0, og danski álopsspælarin David Nielsen skoraði bæði málini. Hann skoraði fyrra málið í fyrsta minutti, og tað seinna eftir upplegg frá Toda Jónsson í síðsta minutti. Todi kom á vøllin 25 minuttir fyri tíð og skapti fleiri ferðir vandamiklar støður. Nú leggur Todi ofta upp til mál. Hesaferð spældi hann David Nielsen leysan, og tá Start spældi ímóti Ajax í farnu viku, hevði Todi triðseinasta fótin á øðrum málinum og næstseinasta fótin á hinum. Gravesen fær av at vita Thomas Gravesen hevur nú spælt tríggjar dystir fyri nýggja felag sítt, Celtic í Skotlandi, og hann fær ikki bestu skoðsmálini fyri síni avrik. Í Champion League-dystinum ímót Manchester United í farnu viku misti Gravesen tvær ferðir bóltin, tá ið United skoraði. - Tá ið Celtic keypti Gravesen varð sagt, at hann spældi ikki á rætta plássinum í Real Madrid. Tað veit eg nú ikki. Í Real Madrid sat hann mest á beinkinum, og sum hann spældi mikudagin, er tað eisini besta plássið hjá honum, skrivar viðmerkjarin Stephen McLaughlin í eini klummu í Daily Star um vikuskiftið. Tapa fyri einum nógv betri liðið Hetta var ikki nóg gott, og vit tapa fyri einum nógv betri liðið, sigur einsamalli málskjúttin hjá VB/Sumba, sum heldur at menn kanska hava sæð í so lætt upp á uppgávuna FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Einsamalli málskjúttin hjá VB/Sumba, Birgir Jørgen­ sen, ivaðist ikki eina løtu, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um dagsins dyst. – Hatta var ikki nóg gott, og vit tapa fyri einum nógv betri liðið, so einfalt er tað, staðfestir hann. Undan dystinum sá tað rættiliga gott út hjá VB/ Sumba, og vunnu teir sunnudagin, so kundu teir vera nokkso vísir í, at B68 ikki fekk teir aftur. Hava suðuroyingar kanska kent seg í so tryggar undan dystinum? – Tað er tað nógv sum bendir á, at inni í høvdinum hevur tað kanska verið soleiðis hjá onkrum, hóast tað ikki átti at verið so, sigur Birgir Jørgensen. Hann ásannar, at longu tá fyrsta málið kom fara menn niður við høvdinum, men hann heldur lítið um grundarlagið aftan fyri fyrsta málið. – Hatta var eitt ógvuliga bíligt brotsspark, og eg veit yvirhøvur ikki hvat hann dømir fyri. Maðurin er ikki nær námind bóltinum, og eg sum áleypari haldi als ikki, at hann kann døma í eini slíkari støðu, staðfestir Birgir Jørgensen, sum nú sær fram í móti dystinum móti ÍF, har ein sigur er eitt krav. TB-hóttanin er horvin Við tapinum á Argjum er TB púrasta burtur í uppflytingarstríðnum. Einasta liðið, sum nú kann hótta AB, er LÍF Mynd: Álvur HB-KÍ 3-3 (2-2) 1-0: Jovan Panic 10. 2-0: Jovan Panic 17. 2-1: Jósup Henriksen 27. 2-2: Jósup Henriksen 31. 3-2: John Eystberg 85. 3-3: Álvur F. Christiansen 89. AB-TB 2-0 (2-0) 1-0: Allan Mørkøre 2. 2-0: Jón Nielsen 6. Reytt kort: Tórur Mortensen, TB, (tvey gul) 20., Kim Roest, TB, (tvey gul) 30. FSVágar04-B71 2-3 (2-0) 1-0: Kim Poulsen 21. 2-0: Hilmar Sveinbjørnsson 30. 2-1: Clayton Soares 66. 2-2: Magnus Olsen 73. 2-3: Bergleif Sólsker 76. SÍ-LÍF 0-2 (0-2) 0-1: Ovi Nysted 30. 0-2: Allan Joensen br 43. Reytt kort: Messias Perreira, SÍ, (tvey gul) 43. FAKTA um 1. deild