Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 179 - 18. september 2006 ] Johan Nielsen vil ikki kalla liðið hjá Skála í gjár, fyri nakað eykalið. Hann sigur, at hann valdi at spara nakrar leikarar til mikudagin, og at teir leikarar, ið komu inn fyri hesar áttu at gjørt tað betri FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tey vóru helst nøkur, ið undraðust eitt sindur, tá tey sóu hvørjir mans sótu á bonkinum hjá Skála í gjár. Jónhard Fredriksberg, Nenad Stankovic, Pætur Dam Jacobsen og Alexandur Johansen sluppu allir at byrja dystin á bonkinum, men tá seinni hálvleikur byrjaði vóru teir tríggir fyrst nevndu skiftir inn. - Vit hava ein øgiliga týdningarmiklan dyst mikudagin, og tá vit longu hava havt nógvar skaðar í ár og ikki tola at fáa fleiri skaðar, so gjørdu vit soleiðis, sigur Johan Nielsen, sum eisini vísir á, at vøllurin á Mølini er harður at spæla á, og tað er ikki tað besta hjá leikarum, ið hava lætt við at fáa skaðar. Eitt annað, sum eisini var broytt á Skálaliðnum í mun til seinast, var tann øgiligi stríðsvilji og tað hugflog, ið merkti liðið í dystinum móti NSÍ. Venjarin hjá Skála undraðist eisini eftir dystin á, hvat var vorðið av hesum eginleikum móti av EB/Streymi. Spurdur um, hvat hann helt um málini, sigur Johan Nielsen, at tað fyrra kom so tíðliga í seinna hálvleiki, at hann ikki var komin út úr umklæðingarrúminum, og tí ikki fær sagt so nógv um tað. - Tað seinna málið fáa teir, tá ein EB/Streymari dettur um ein viðleikara, og teir skora so upp á frísparkið, sum verður lagt inn fyri, staðfestir Johan Nielsen. Næsta landskappingar­ uppgáva er móti GÍ, men Skálavenjarin vísir aftur, at Skála fer at stilla við nøkrum eykaliðið tá. - Vit hugsa bara um ein dyst í senn, og tí fái eg ikki sagt, hvussu liðið sær út í móti GÍ. Men talan var ikki um nakað eykalið í dag, og eg havi fult álit á teimum leikarum eg havi í hópinum, slær venjarin hjá Skála fast. FSV04 og B36 í finaluni Í kappingini í 3. deild vórðu seinnu hálvfinalurnar avgreiddar leygardagin. B36 hevði heimavøll móti LÍF, og her endaði tað við málleysum javnleiki. Fyrru hálvfinaluna í Leirvík vann B36 tó 3-0, og tí eru teir nú til reiðar at spæla finalu. Har verður mótstøðuliðið FSV04. Teir spældu móti SÍ í hálvfinaluni. Fyrri dysturin í Sandavági endaði við 5-3 sigri til FSV, og við 1-1 javnleiki í Sørvági megnaðu teir at halda fast um hesa leiðslu. Finalan millum B36 og FSV04 verður spæld komandi leygardag. Henrik Larsen tók odda­ sessin frá Holst Lyngby tapti aftur í donsku 1. deild í gjár. Seinasta sunnudag mátti liðið lúta ímóti AGF, og hesaferð var liðið hjá Henrik Larsen, Køge, við yvirlutan ímóti Lyngby. Køge vann heimadystin 3-1, eftir at støðan í hálvleikinum var 1-1. Christian Lamhauge Holst spældi í álopinum hjá Lyngby allan dystin, men hesaferð eydnaðist ikki at skora. Lyngby mist við tapinum oddasessin í 1. deild, og nú liggja teym bæði feløgini, sum flutt niður úr superliguni seinasta kappingarár, AGF og SønderjydskE, fremst. Tað var langt frá sterkasta manning hjá Skála, sum byrjaði dystin móti EB/Streymi í gjár, har oddaliðið vann við tveimum málum í seinna hálvleiki, eftir at Skála hevði vart væl allan fyrra hálvleik FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Góða gongdin hjá Skála er brotin, meðan oddaliðið stevnir beint í móti meistaraheitinum. Tað er status eftir dystin á Mølini sunnudagin. Samanumtikið var ikki talan um nakran serliga undir­haldandi dyst. EB/ Streymur og Skála plaga annars at borga fyri góðum fótbólti, men tað var ikki støðan sunnudagin. Skála stóð rættiliga langt afturi á vøllinum allan fyrra hálvleik, og skapti millum lítið og onki frameftir vøll­in­um. EB/Streymur stýrdi, men hevði trupult við at spæla seg í gjøgnum stinnu verjuna, og tá fyrri hálvleikur var spældur, var onki sum bendi á, at mál vóru í væntu á Mølini. Appilsinlitt eykalið Ein stórur partur av frá­ greiðingini til, at Skála ikki megnaði at skapa nakað serligt frameftir var tí, at teir leikararnir, ið vanliga plaga at skapa kjansirnar og skora málini hjá Skála, byrjaðu á bonkinum, og tí var tað hálvavegna eitt eykalið, sum byrjaði dystin fyri Skála. Tá so góðu leikararnir á bonkinum koma inn, so hendir júst tað, sum ikki skuldi henda hjá Skála. Ein hálvur minuttir er spældur av seinna hálvleiki, og Sorin Anghel fær bóltin á miðum vølli. Hann setir fer á og rennir heilt niðan í brotsteigin. Á vegnum niðan hevur hann sett tveir leikarar av, og við einum góðum skoti leggur hann bóltin í netið dygst við handaru stong, og krúnar eitt frálíkt einmansavrik við einum máli. Eitt rættiliga avgerandi mál fyri dystin, tí hetta tvingaði Skála longur fram á vøllin, og tað hóvaði eyðvitað betri EB/Streymi, tí nú sluppu teir undan at stríðast við verjumúrin hjá Skála, ið var noyddur at flyta seg longur fram. Fáir møguleikar Men hóast Skála kom longur fram á vøllin, so gav hetta ikki teir heilt stóru møguleikarnar til EB/Streym. Hinvegin fekk Skála heldur ikki spælt seg til nakað nevnivert. Skuldi eitt mál koma aftrat í dystinum, so hevði tað ikki verið uppiborið, um tað var Skála, sum javnaði. Tað gjørdu teir heldur ikki, og í staðin var tað Gert Hansen, sum økti fyri EB/ Streym, tá hann stútaði eitt frísparksinnlegg frá Hans Paula Samuelsen í netið. Fagnaðu fuglfirðingum Ongin ivi er um, at lagið var gott á teimum allar flestu eftir dystin á Mølini í gjár. Fagnaðurin var stórur, tá Sorin Anghel legði EB/Streym á odda, og somuleiðis var gleðin stór, tá Gert Hansen skoraði til 2-0. Men tað vóru ikki málini á Mølini, ið áskoðararnir á Mølini fegnaðust mest yvir. Størstu fagnaðarrópini og harðastu lógvabrestirnir vóru, tá kunngjørt varð yvir hátalararnar, at ÍF hevði vunnið á B36 í Fuglafirði. Við sigrinum hava fugl­ firðingar veitt EB/Streymi eina stóra hjálpandi hond í oddastríðnum, og hóast ein hálvfinala móti B36 stendur fyri framman, so er tað fyrst og fremst frágera góða støðan í landskappingini, ið fólkið tosar mest um í Sundalagnum í dag. Nú eru vit nær við Annar av málskjúttunum hjá EB/Streymi heldur ikki, at meistaraheitið er komið í hús, men Gert Hansen ásannar, at nú eru teir nær við at vinna fyrsta FM í søgu felagsins FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Gert Hansen skoraði seinna málið hjá EB/Streymi móti Skála, og hann er væl nøgdur við dystin í gjár. - Hatta var ein fínur dystur. Vit stýrdu nógv, men teir stóðu aftarlaga og øgiliga kompakt, og tað gjørdi tað trupult hjá okkum. Men so skorar Sorin eitt øgiliga týdningarmikið mál beinanvegin í seinna hálvleiki og tað hjálpti væl hjá okkum. Seinni hálvleikur byrjaði annars við, at Skála skifti Nenad Stankovic, Jónhard Fredriksberg og Pætur Dam Jacobsen inn. Hesar innskiftingarnar heldur Gert Hansen vera til fyrimuns fyri EB/Streym. - Áðrenn stóðu teir so øgiliga langt afturi og vardu fyri tað mesta. Tá teir komu inn komu teir heldur longri fram og fóru at spæla meir, og tað gjørdi tað lættari hjá okkum, sigur høgri bakkurin hjá EB/Streymi. Gert Hansen heldur annars, at við tí í huganum, at Skála spardi fýra lyklaleikarar, so spældu teir rættiliga væl. EB/Streymur spardi hinvegin ongan leikara, og teir vunnu eisini dystin við tveimum málum móti ongum. Gert Hansen vil tó ikki siga, at meistaraheitið er komið í hús eftir sigurin móti Skála. - Nei, vit eru ikki meistarar enn, men nú eru vit nær við, staðfestir hann. Oddaliðið vann á eykaliðið Bárður úti mikudagin Tá bara eitt korter var spælt av dystinum í gjár var Piotr Krakowski noyddur at fremja sína fyrstu útskifting. Bárður Olsen var tá borin av vøllinum, og inn kom Knút Vesturtún. - Eg spældi bóltin víðari millum tveir leikarar og datt síðani niður. Fallinum fekk eg ikki ilt av, men tá eg reisi meg brakaði tað í knænum, sum um tað hevði last seg. Eg havi fingið at vita, at tað er ein meniskur á uttaru síðu á knænum, sum er trupulleikin, greiðir Bárður Olsen. Hann skuldi til kanningar á Landssjúkrahúsinum seinnapartin í dag, men longu nú er greitt, at víkamaðurin eftir øllum at døma ikki er við í hálvfinaluni móti B36 mikudagin. -rwd Ikki nakað eykalið Sigurin á Skála hevur við sær, at EB/Streymur nú er sjey stig framman fyri nærmasta kappingarneytan, og nú ásanna teir á felagsliðnum eisini, at teir eru nær við at vinna fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins Mynd: Sofus D. Johannesen Skála EB/Streymur