Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 179 - 18. september 2006 ] Eitt kollektivt stríðs­ avrik var nóg mikið til at taka gullvónina frá verjandi meist­ar­ unum. Og nú trúgva fuglfirðingar av álvara uppá, at tað skal bera til at vinna seg upp um strikuna Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við sigri á B36 vann ÍF trý ómetaliga týðandi stig í botnstríðnum, har fugl­ firðingar stríðast við B68 og VB/Sumba um at sleppa upp um strikuna, sum er markið millum Formula- deildina og hini. Hóast ÍF skuldi leitað aftur til 1993, um teir skuldu finna seinasta heimasigurin móti B36, so tóktust heima­ menninir á ongan hátt at ræðast uppgávuna, sum stóð fyri framman. Frá fyrsta bríksli fóru teir til verka við hørðum arbeiði, og tað gekk heldur ikki so long tíð, áðrenn úrslit spurdist burturúr. Langur bóltur varð sendir niðan á Atla Petersen, og áðrenn nakar verjuleikari kom til hansara, meddaði fugl­ firðingurin. Kanska varð Jákup Mikkelsen tikin á bóli av knappa skotinum, og í øllum førum varð úr­slitið, at bólturin legði seg til rættis í meskunum. Gloymdu hugburðin Eftir málið mannaði B36 seg nakað upp. Teir settu seg alt meira á dystin, men hóast Hanus Thorleifsson javnaði eftir sera gott upp­spæl, so var tað, sum restaði veruligi broddurin í spælinum. Heldur tóktust teir aftur leggja seg nakað afturá, tá teir høvdu vunnið seg upp á javnt. Og teir vóru í øllum førum ikki púrasta klárir, tá seinni hálvleikur byrjaði. Sløsut spæl á miðvøllinum bar við sær, at Alexandar Jovevic setti kontra ígongd. Hann spældi bóltin til bæði høgru og vinstru, og tá hann kortini fekk bóltin aftur hvørja ferð, meddaði hann til av brotsteigarmarkinum. Og so var tað, sum tað so ofta er sætt áður, tá oddalið spælir ein av dystunum, sum á pappírinum bara skulu vinnast. B36 royndi at vakna, men tað gekk strilti at fáa veruliga gongd á. Seinasta hálva tíman gjørdist talan um veruligt trýst – ikki minst tí ÍF tók seg longur aftur á vøllin. Hinvegin megnaðu Símun og Bartal aloftast at rudda í loftrúminum, og við skjót­ um kontrabóltum var ÍF eisini nær við at økja um munin. Dýrur lærupeningur At teir so ikki fingu fleiri mál, mundi vera til at liva við, tá sigurin kortini kom til høldar. Ein sigur, sum var at kalla lívsneyðugur, um vónin um framhaldandi Formula-tilveru skuldi hald­ ast. Við útsettum dysti móti GÍ í miðvikuni, og síðani botngysara í Vági er lagnan framvegis í egnum hondum hjá ÍF, sum hartil mundi fáa eitt tiltrongd sálarligt lyft av sigrinum. Hjá B36 var hetta hinvegin punkteringin, sum kostaði seinastu lítlu vónina at endurvinna meistaraheitið. Eftir ein góðan stima við fýra sigrum á rað, var tað neyvan ætlanin at verða koppaðir av botnliðnum í deildini. Hinvegin er tað ein ævug sannroynd, at allir dystir skulu spælast, áðrenn stigini kunnu setast á bók, og í so máta var talan um dýrt keyptan lærupening hjá skjótt fráfarandi meistar­ unum. Vóru ikki klárir Klæmint Matras, liðskipari hjá B36, var mest sum púrasta avkláraður, tá vit tosaðu við hann eftir tapið í Fuglafirði. - Vit eru ikki nóg klárir til dystin, og tað oyðileggur fyri sovítt restina av landskappingini fyri okkara viðkomandi. - Gaman í klára vit at java fyri steðgin, men tá vit fara út til seinna hálvleik er støðan akkurát tað sama. Og tað gevur teimum møguleikan at leggja seg á odda aftur, tá vit óneyðugt missa bóltin. Eftir tað royna vit at trýsta, men sjálvt um vit fáa onkrar møguleikar, so eru teir eisini nær við, so úrslitið var sum so rættvíst. Og nú er gullið kanska farið til Eiðis? - Tað haldi eg. Hja okkum ræður nú um at vinna silvurið aftur, og so annars at hugsa um steypa­ kappingina. Har verður fyrri dysturin móti EB/Streymi longu mikukvøldið, so vit mugu bara reista okkum sum skjótast, helt Klæmint. -mørk Dysturin í Vági verður avgerandi Atli Petersen, sum skeyt fyrra ÍF-málið móti B36 ivaðist ikki, tá vit spurdu hann, hvønn týdning sigurin á B36 hevði fyri teirra viðkomandi. - Hatta hevði alt at siga. Allir sum ein vistu vit, at talan var um ein »vind eller forsvind«-dyst. B68 og VB/Sumba spældu jú móti hvørjum øðrum, og tí vistu vit, at annar av teimum fekk stig. Tí vóru vit tvingaðir at vinna, og tað eydnaðist tíbetur eisini. Og lagið er gott eftir dystin, kunnu vit ætla? - Tað skal eg ikki klaga um. Í øllum førum hava vit framvegis allar møguleikar at avgera alt sjálvir. Mikukvøldið spæla vit umaftur móti GÍ, og vinna vit tann dystin, eru vit ájavnir VB/Sumba, tá vit fara suður. Tá verður talan so av álvara um dyst fyri yvirlivan, og tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki missa nakrar mans mikukvøldið, sigur Atli. Við hesum sipar hann til, at tað nú eru fleiri spælarar hjá ÍF, sum eru hóttir av leikbanni. Høgni Zachariassen, Bartal Eliasen, Alexandar Jovevic og Fritleif í Lambanum eru allir bert eitt gult kort frá leikbanni, og til júst tann dystin er helst ikki ráðiligt at vera nakran teirra fyriuttan. -mørk Fremad Amager tapti Tað gongur einki serligt hjá Fremad Amager, og sunnudagin tapti liðið fyri Ølstykke á útivølli. Støðan í hálvleikinum var 0-0, men í seinna hálvleiki skoraði Ølstykke tvær ferðir. Andrew av Fløtum spælir framvegis ikki við hjá Fremad Amager, men roknað verður við, at hann nú skjótt verður at síggja aftur á liðnum. Fremad Amager hevur 11 stig fyri 8 dystir og liggur nummar 8 í næstbestu donsku deildini. Ballack biður um umbering Týski stórspælarin Michael Ballack fekk í gjár fyrsta beinleiðis reyða kortið í síni fótbóltslívi. Ballack fekk reytt, tá ið hann í illsinni traðkaði niður á lærið á Liverpool- spælaranum Sissoko. - Hatta var býtt av mær. Eg vildi skaða hann, og eg havi tosað við hann og biðið um umbering, sigur Michael Ballack. Dysturin millum Chelsea og Liverpool endaði við 1- 0 sigri til Chelsea, hóast Liverpool hevði fleiri góðar kjansir at gera mál. Málið skoraði Didier Drogba beint fyri hálvleikssteðgin. ÍF-B36 2-1 (1-1): Fuglfirðingar halda enn á línuni B36 ÍF Seianastu løtuna royndi B36 at flyta nógv fólk niðan. Tað gav onkrar vandamiklar støður, men málini, sum kundu halda lív í FM-vónini, komu ongantíð Mynd: Álvur