mánadagur 18. september 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 179 - 18. september 2006 ]
Málini í Gundadali
1-0: Tór Ingar Akselsen, 2.
min
KÍ-verjan fæst við a
stilla múr móti væntaðu
frísparksroyndini frá
Rasmus Nolsøe. Ístaðin
tekur HB skjótt fríspark, og
so kann Jákup á Borg leggja
inn til púrasta blankan Tór-
Ingar Akselsen. Skotið er
ikki reint, men kortini nóg
gott til at finna vegin til
meskarnar.
2-0: Jákup á Borg, 29.
Marek tekur óneyðuga
dribling á miðvøllinum,
og so gongur skjótt. Rókur
vinnur bóltin av honum,
og við djúpari sending
er Jákup á Borg púrasta
blankur. Hann rekur fyrst
framvið Meinhardt, áðrenn
bólturin verður sendur í
tóma málið.
3-0: Rókur av Fløtum
Jespersen, 61.
Páll fær góða tíð, tá hann
20 metrar úr málinum fær
bóltin. Hann vendir sær
og tekur eitt trekk framvið
mótstøðumanni, áðrenn
hann langar bóltin flatt í
vinstra málhorn.
4-0: Rógvi Jacobsen, 71.
Markeringarnar hjá KÍ
svíkja av álvara, tá bólturin
verður sendir inn fyri úr
høgru. Mest sum inni í
málteiginum fær Rógvi
stundir at temja bóltin,
áðrenn hann við høgra
beinið mest sum skumpar
kúluna í netið.
4-1: sjálvmál, 78.
KÍ sendir frísparksbólt
innfyri úr høgru, og tá
Rasmus tveitir seg framman
fyri álopsspælara, er hann
óheppin og skreðir bóltin
inn við nærmara stólpa.
5-1: Kári Nielsen, 83.
KÍ hálvkiksar hornaspark,
og so gongur kontra-
álopið eftir bókini. Jákup
á Borg setir sjálvur hetta
ígongd, og umvegis eina
millumstøð verður hann
spældur aftur. Verjuspælarin
ivast, men velur at elta
Jákup, sum róliga rullar
tvørtur um til enn betri
stadda Kára Nielsen.
Vilja hava Scholes
aftur á landsliðið
Hjálparvenjarin á enska fótbóltslandsliðnum, Terry Venables, vónar,
at hann lokka Manchester United-miðvallaran Paul Scholes aftur á
landsliðið. Scholes takkaði fyri seg á landsliðnum eftir EM í 2004,
eftir at hann hevði spælt 66 landsdystir fyri Ongland.
- Fólk siga, at Scholes er givin á landsliðnum fyri altíð, men eg
vóni, at eg kann fáa hann at broyta hugsan, sigur Venables við Sky
Sports.
Ongland spælir EM-dystir tann 7. og 11. oktober ímóti ávíkavist
Makedonia og Kroatia.
HB reistist við einum
knúsandi stórsigri
á arvafíggindunum
sunnudagin.
Samstundis má KÍ
ásanna, at lands
kappingarvegurin til
europiskan fótbólt nú
er heilt langur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Undan dystinum sunnu
dagin hevði KÍ als ikki tapt á
útivølli hetta kappingarárið,
men tey hagtølini vórðu so
ruddiliga ruddað burtur
sunnudagin.
Úrslitið tosar nærum fyri
seg í so máta, og tað var
eisini skjótt greitt, at hetta
avgjørt ikki varð dagurin
hjá KÍ.
Barnasjúkur
Bara tveir minuttir vóru farn
ir, tá KÍ gav fyrsta dømið
um, at teir hesa ferð als
ikki vóru í rætta essinum til
Formula-fótbólt. Gestirnir
hildu seg í øllum førum
hava góða tíð at stilla múr, tá
HB hevði fríspark. Ivaleyst
varð bíðað eftir, at Rasmus
Nolsøe skuldi koma fram
at skjóta, men ístaðin varð
sent skjótt til Jákup á Borg,
sum eins skjótt sendi inn
til púra blankan Tór-Ingar
Akselsen.
Hetta var eitt av klassisku
dømunum um tær barna
sjúkur – onkur vildi kanska
sagt deyðssyndir – sum av
og á verða framdar í fótbólti.
Og klaksvíkingarnir vóru
so langt ífra lidnir í so
máta. Teir megnaðu annars
at skipa tað, sum líktist
einum veruligum trýsti
móti HB eina løtu eftir
leiðslumálið, og einar tvær-
tríggjar ferðir gjørdist talan
eisini um naskar royndir
móti málinum hjá Bárði
Johannesen.
HB tóktist samstundis í
ferð við at fremja ein av
klassisku brølarunum, sum
liðið so oftani hevur framt í
ár. Nevnliga at leggja seg ov
djúpt, tá leiðsla er vunnin.
Ætlanin var sjálvandi at lúra
eftir kvikum kontrabóltum,
og málið til 2-0 var júst
dømi um slíkan. Og sam
stundis var tað enn eitt
dømi um barnasjúkuna,
tá annars garvaði Marek
heldur óneyðugt misti bólt
in á miðvøllinum, uttan at
neyðuga uppbakningin var
til staðar.
Spæligleði og
máttloysi
Hetta seinna málið var helst
tað, sum punkteraði dystin
av álvara. Efitr steðgin fekk
HB veruliga loyvi at rulla
seg út. Onkur tók til, at
spælið var nakað av tí besta,
sum liðið hevur sýnt í ár, og
tað er kanska nakað um
tosið. Men samstundis er
tað ein sannroynd, at tað er
lætt at spæla, tá mótstøðan
er mótfallin.
Hóast klaksvíkingar fyir
tað nógva fluttu fólkið væl
aftur um bólthaldaran, tá
HB var í álopi, so var so
eiðasørt við trýsti á sama
bólthaldara. Tí slapp HB
í longum løtum at koyra
sítt spæl, og við máltalvuni
í bakinum mundu mongu
rennitúrarnir hjá klaksvík
ingum kennast eyka tungir
av tí sama.
Dysturin kundi kanska
tikið eina vend, tá Paul
Clapson stútaði hornaspark
móti málinum, men undir
síðan av tvørtrænum bjarg
aði HB, su m stutt eftir
slerdi sigurin rimmar fast
an. Hesa ferð tá Rókur fekk
bæði tíð og pláss at draga
uttan fyri brotsteigin.
Og so var leyst og lið
ugt. Rógvi Jacobsen fekk
sær eitt mál móti barn
dómsfelagnum, tá mar
keringarnar hjá KÍ enn
einaferð sviku, og tó at Ras
mus Nolsøe var óheppin
at gera sjálvmál, so nart
hetta ikki við spælihugin
hjá vertunum, sum eisini
goymdu vakrasta máloið
til seinast. Hetta tá Jákup
á Borg og Kári Nielsen
einsamallir runnu alt og øll
niður í einum ferðmiklum
kontra-raidi.
Vegurin til Europa
At grannarnir úr B36 sam
stundis taptu ber við sær, at
HB nú er á silvurplássinum
á stigatalvuni. Eftir lemj
andi ósigurin fyri EB/
Streymi í steypakappingini
er landskappingin einasti
vegurin til Europa, og tann
møguleikan helt HB altso
fast um og styrkti.
Hjá KÍ er vegurin um
vegis Formula-deildina nú
vorðin heilt langur. Lítið er
tí at ivast í, at teir fyrst og
fremst vilja leggja doyðin á
steypakappingini, har Skála
bíðar í hálvfinaluni. Ein
hálvfinala, sum væl kann
vísa seg at útloysa inntøku
gevandi
UEFA-atgongu
merkini, um tað skuldi hent
seg, at EB/Streymur basur
B36 í hinari hálvfinaluni.
Trongdi til
Í HB-leguni var lagið sjálvandi í topp eftir dystin.
- Hetta var akkurát tað, sum vit trongdu til. Tapið á Eiði sveið fast, og tí vóru vit
allir sum ein samdir um, at hetta skuldi vaskast av okkum í dag, segði Vagnur Mohr
Mortensen, sum allan dystin var í miðverjuni hjá HB.
Men hvat var tað so, sum riggaði í dag í mun til mikukvøldið?
- Eg haldi, at vit hava havt kensluna av hesum líka síðani mikukvøldið. Tað er
fullkomuliga óhoyrt hjá HB í nýggjari tíð, at vit tvær ferðir hava lagt rygg til slík stórtap
sum tey móti B36 og EB/Streymi. Fyri okkum sjálvar, leiðsluna og áskoðarar – ja fyri
felagið sum heild máttu vit prógva, at vit duga meira enn hatta, og tað riggaði eisini. Eg
haldi, at allir vóru topptendraðir frá fyrsta bríksli, og skjóta málið hjálpir sjálvandi eisini
til í so máta. Og tá klaksvíkingarnir samstundis ikki vóru heilt so klárir, so gekk tað, sum
tað gekk.
- Eg haldi, at vit mest sum alla tíðina høvdu fult tamarhald á. Teir hava kanska einstakar
kjansir, sum tó ikki eru av tí stóra slagnum, og hinvegin skora vit upp á tað mesta hjá
okkum, og effektivitetur er jú altíð ein dygd.
Og nú er málið væl at halda fast í silvurmerkjunum og harvið europiskum fótbólti
komandi kappingarár?
- Enn hava vit so ein møguleika fyri gullinum, tó at hesin er lítil. So leingi hann er har,
so stríðast vit sjálvandi fyri hesum, men silvurið skulu vit so í øllum førum hava, segði
Vagnur.
-mørk
Byrjanin oyðileggur nógv
Lagið á klaksvíkingunum var sjálvandi einki serligt eftir
stórtapið í Gundadali.
- Teir fáa eitt mál eftir bara einum minutti, og tað
oyðileggur sjálvandi nógv fyri okkum. Og betri verður tað
sjálvandi ikki, tá teir eisini fáa eitt óneyðugt mál til 2-0.
helt Høgni Madsen, sum byrjaði dystin á beinkinum, men
sum eftir góðum hálvan tíma varð sendir á miðvøllin fyri
skadda Símun Joensen.
- Eftir steðgin royna vit tó at trýsta, og høvdu vit skorað,
so kundu vit skapt spenning íaftur. Men tá teir so fáa triða
málið, fer luftin púrasta úr okkum, haldi eg.
Hóast KÍ við hesum misti stórt fet í stríðnum eftir
heiðursmerkjum, so avsannar Høgni, at tað nú bert er
steypakappingin, sum telur.
- Enn eru 12 stig eftir at spæla um, og vit trúgva upp á
møguleikan. Men tað krevur fyrst og fremst, at vit vinna
okkara dystir, og so mugu vit síggja, hvussu leikur annars
fer, sigur hann.
-mørk
HB-KÍ 5-1 (2-0):
HB upp á silvurplássið
KÍ
HB
Hargreaves hevur
brotið beinið
Enski landsliðsspælarin í fótbólti Owen Hargreaves
hevur brotið beinið. Hetta hendi í dysti hjá Bayern
Munchen leygardagin. Hargreaves rendi saman
við ein mótstøðuspælara og noyddist at fara
av vøllinum. Seinni varð staðfest, at talan var
um beinbrot. Talan er tó um eitt minni brot, og
Hargreaves skal ganga við beininum í gipsi næstu
tríggjar vikurnar. Tað er tó framvegis óvist, nær
hann kann spæla aftur.
Smílini í HB-leguni vóru stór, tá KÍ varð spælt niður og norð
í Gundadali. Sigurin lyfti HB upp á silvur-plássið í landskapp
ingini
Mynd: Norðlýsið