Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 179 - 18. september 2006 ] Við sannførandi sigri á gøtumonnum lyfti NSÍ seg burtur úr soltnu støðuni, sum teir hava verið í fýra tey seinastu umførini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo NSÍ er aftur partur av kappingini um silvur- og bronsumerkini. Tað eru teir gulu og svørtu, eftir at teir hesa ferð vunnu sannførandi 4-2 sigur á GÍ. GÍ tapið ber við sær, at gøtumenn framvegis mugu hyggja aftur til 14. juni, tá ið teir í Gundadali vunnu 2-1 á HB, fyri at finna seinasta sigurin. GÍ er harvið farið tíggju ferðir á rað av vøllinum uttan at hava fingið fulla úrtøku. Tað kann neyvan kallast annað, enn at Gøtu liðið, sum fyrsta triðingin av kappingini tóktist vera gott boð upp á heiðursmerkir og gullkrónur, nú er í kreppu. Fleiri tær seinastu ferðir­ nar hevur GÍ bara spælt við einum álopsspælara. Hesa ferð høvdu teir umskipað. Magni Jarnskor var leik­ bannaður, og í staðin fyri 4-5-1 útgávu, sum GÍ ofta hevur verið í síðstu ferðirnar, var liðið hesa ferð í 4-4-2 uppstilling. Gunnar Nielsen hevði Pól Arna Jacobsen undir liðini á sær í fremstu røð. Og um Pól Arni hevði havt marginalirnar á sínari síðu, tá ið hann í 6. minutti sendi bóltin í tvørtræið aftanfyri Jens Martin Knudsen, so kundi gongdin ivaleyst havt verið øðrvísi, enn hon nú var. Stutta løtu eftir 1-0 málið var Gunnar Nielsen akkurát ov stuttur til tvørbólt, og í staðin fyri GÍ mál, fekk NSÍ løtuna aftaná tvey mál afturat, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða. Málini Minuttin eftir fekk NSÍ fyrsta málið, og tá ið heima­ liðið í 16. og 23. minutti økti til bæði 2-0 og 3-0 var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Serliga var tað í høgru, at álopsspælið hjá NSÍ gekk fyri seg. Upphavið til øll fýra málini kom úr hesum borðinum. Helgi L. Petersen, ið var ytstur í høgru á mið­ vøllinum, var væl upp­ lagdur og spældi væl saman við Brynjolv Nielsen á vongverjanum. Men sam­ stundis var tað týðuligt, at GÍ hevði ilt við at vinna stevið í vinstra verjuborði. Erling Jacobsen byrjaði í hesi ódnini. Miðskeiðis í 1. hálvleiki flutti Hans Jørgen Djurhuus aftur á bakkin, og í 2. hálvleiki, tá ið GÍ spenti álopsbogan, var innskifti Hanus Jacobsen í hesi ódnini. Toppskjúttin í Formula deildini, Christian Høgni Jacobsen, skoraði fyrsta málið, eftir at Helgi L. Petersen hevði lagt innfyri úr høgru. Næsta málið stóð Óli Hansen, sum hesa ferð var álopsfelagi hjá Christian Høgna, fyri. Eftir uppspæl í høgru millum Brynjolv Nielsen og Helga L. Petersen var stóri og sterki maðurin fyrri á innlegginum enn GÍ verjan. Miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Christian Høgni Jacob­ sen um munin til 3-0. Bogi Løkin, sum mannaði sentralu miðvallarplássini saman við Jústinus R. Hansen, og Helgi L. Petersen stóðu fyri uppspælinum, og Christian Høgni sendi umvegis stólpan og í málið. Fyrr í ár hava NSÍ og GÍ tvær ferðir spælt 1- 1. Fyrri parturin av 1. hálvleiki bendi hesa ferð á stórsigur til heimaliðið. Tað kendist sum lítil kvøkkur, tá ið GÍ lítla løtu eftir 3-0 málið minkaði um munin, men tað bilti ikki. GÍ liðformaðurin, Sámal Joensen, minkaði um munin við beinleiðis frísparki, sum sunnudagin var ein av fleiri áminningum kring landið um, at manngarðarnir, ið taka sýnið frá málverjunum í sovornum støðum, ikki tæna tí endamáli, sum teir sjálvandi eru roknaðir at gera. GÍ spruttaði eina løtu, eftir at teir høvdu minkað um munin, og inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki kendist tað sum um, at gøtumenn høvdu vón um, at tað skuldi eydnast at koma afturíaftur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki umsetti Andy Olsen brotsspark til mál, og so var ballið orduliga buðið hjá GÍ. Brottsparkið varð dømt, tí Bogi Løkin – eftir innlegg úr høgru – varð feldur. Í yvirtíðini – eftir at Sámal Joensen enn eina ferð hevði minkað um munin fyri GÍ – fekk Christian Høgni møguleikan úr ellivu metrum at styrkja um sína støða ovast á máltindinum, men ta ferðina sendi hann brotssparkið í tvørtræið. Men tað fyrigóvu heima­ menninir skjótt fyrrverandi NSÍ álopsessinum. Við tryggum 4-2 sigri er NSÍ aftur partur av kappingini um heiðursmerkini. Gøtufólk fóru ongul í reyv inn um Eiðið. Fyri fyrireikingarnar til næsta kappingarár hevur tað týdning, at liðið fótar sær í fýra teimum síðstu umførunum. Um gongdin framvegis fer at verða, sum hon hevur verið tríggjar teir seinastu mánaðirnar, so kunnu tað í Gøtu í hvussu so er fegnast um, at eingin kann taka tað frá teimum, sum GÍ vann tíðliga á árinum. Annars hevði tað verið skjótt, at støðan kundi endað, sum hon gjørdi í fjør, tá ið GÍ við síðsta sparkinum í síðsta umfarinum bjargaði sær rættin at halda fram í Formula deildini. Frem fekk bert javnleik Í gjár spældi Frem á heimavølli í donsku 1. deild. Mótstøðuliðið var Herfølge, og sambært heimasíðuni hjá Frem spældi liðið illa í hesum dystinum. Tað eydnaðist tó Frem at fáa javnleik, hóast Herfølge hevði lagt seg fram um tvær ferðir. Í hálvleikinum var støðan 2-1 til Herfølge, og tað var ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð, at Thomas Krause javnaði til 2-2, sum gjørdist úrslitið. Gunnar Nielsen var eykamálmaður og sat á beinkinum allan dystin. AC Milan nærkast plussinum Í Italia hevur AC Milan vunnið teir báðar fyrstu dystirnar í kappingarárinum, og skjótt er stófelagið komið røttu megin nullið, at kalla. Ein avleiðing av stóru fótbóltsgøluni í Italia var, at Milan byrjaði kappingarárið við minus 8 stigum, men hesi tykjast skjótt vera søga. Nú ber talvan boð um, at Milan stendur á tveimum minus-stigum, og bert ein sigur restar í, áðrenn keðiliga forteknið er burturi. NSÍ-GÍ 4-2 (3-1): GÍ er í svárari kreppu GÍ NSÍ Hóast Hans Jørgen Djurhuus er høgtflúgvandi á myndini, so hevur flogið hjá GÍ ikki verið nakað serligt seinastu nógvu umførini Mynd: Álvur