Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 179 - 18. september 2006 ] Eftir trý ár, har Portsmouth hevur stríðst fyri lívinum í Premier League, eru tað í ár aðrir og lýggjari vindar, sum blása yvir havnarbýin. Ikki minst takkað verið milliónunum hjá Alexandre Gaydamak Premier League Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru so sanniliga nýggj­ ar tíðir í havnarbýnum, Ports­mouth. The Pompeys, sum er stóra fótbóltsfelagið í býnum, hevur sjáldan havt tað lætt í fremstu ensku røðini, og fram til tíðliga í vár var hetta eisini galdandi. Men tá russisk/ísraelski Alexandre Gaydamak beint eftir ársskiftið keypti seg inn í felagið, fekk floytan eitt annað ljóð. Russiku oligarkarnir hava seinnu árini fingið av at vita frá fótbóltsheiminum. Ikki minst takkað verið milliardunum hjá Roman Abramovich. Men hjá teimum feløgum, ið eru at rokna sum leikur hjá somu ríkmonnum, hava tey helst einki ímóti pengunum, sum hesir hava við sær. Redknapp í essinum Í vár var kortini avmarkað, hvussu nógvar rublar Ports­ mouth megnaði at brúka. Keypið hjá Gaydamak hendi stutt fyri afturlating av transfer-glugganum, men tað eydnaðist tó Harry Redknapp at fáa fatur á Tottenham-duettini, Pedro Mendes og Sean Davis. Ikki minst Mendes gjørdist ein av stóru hetjunum, tá hann við tveimum málum móti Manchester City í vár mest sum bjargaði Premier League tilveruni hjá felagnum. Og í summar fekk Harry Redknapp so úr at gera á marknaðinum. Mest sum legendariski venjarin, ið hevur fleiri enn 1.000 dystir í skjáttuni, hevur altíð verið tiltikin fyri at vera ein tann ídnasti maðurin á transfer-marknaðinum. Í pengapunginum hevði hann hesa ferð einar 30 milliónir bretsk pund frá Gaydamak, men kortini hoyrdist hann á óvanligan hátt gremja seg um, hvussu vónleyst tað var at fáa spælarar. Kanska eisini eitt árin av, at Portsmouth enn ikki ljóðar so væl sum Chelsea, og at tað tí ikki enn bar til at fáa fatur á absoluttu heimsstjørnunum. Men seinastu dagarnar undan evstamarkinum kom av álvara ferð á. Ikki minst, tá tosað verður um miðvallarar. Rodolph Douala, Manuel Fernandes og Noko Kranjcar komu allir til í evstu løtu. Saman við teimum skulu David Thompson, Ognjen Koroman og so teir báðir Mendes og Davis stríðast um miðvallar-plássini í held­ ur óvanligu 3-5-2 skipanini, sum Redknapp framvegis roynir seg við. Í verjuni eru David James og Sol Campbell álitini, sum enn ikki hava loyvt einum máli ígjøgnum, með­an Lua Lua saman við royndu Andy Cole og Nwanko Kanu eru álitini í álopinum. Samanlagt ein blanding av garvaðum enskum nøvn­ um, sum er sett saman við nøkrum av mest lov­andi ungu nøvnunum í euro­ peiskum fótbólti. Eru nú oddalið Um vikuskiftið var talan um útidyst móti Charlton, og fyri fimtu ferð av fimm møguligum eydnaðist tað hjá Portsmouth at halda mótstøðuliðinum frá málin­ um. Og við sínum fyrsta máli í ár eydnaðist Lua Lua at vissa Pompeys fjórða sig­ urin í hesum fimm dyst­un­ um. Ein úrtøka, sum fyribils hevur sent Portsmouth í oddin av fremstu ensku røðini. Hvørt teir verða verandi á hesum sessi, er helst enn ov tíðliga at staðfesta. Meira sannlíkt er, at tað fer at kosta á stigatalvuni, tá veruligi tungvektararnir standa fyri framman. Teim­ um hevur Portsmouth nevn­ liga enn til góðar at møta, og enn tykist hópurin hjá Redknapp ikki at hava neyðuga styrkina til at gera seg galdandi heilt frammi í oddinum. Tað skuldi tó verið løgið, um Redknapp ikki longu nú er farin at fyrireika seg til nýggjar handlar kring ársskiftið. Við útlitum til europiskar avbjóðingar komandi kappingarár, er Portsmouth eisini vorðið eitt nógv meira lokkandi felag. Og tó at siðvenjan enn ikki er í nær námind teirri hjá feløgum sum Liverpool og Manchester United, so hava teir tó ein fyrimun fram um hesi. Lýggja veðurlagið í Suðurbretlandi ger tað í øllum førum nógv lættari at draga nøvn úr heitaru londunum móti felagnum. Troyttur av at keypa verður Reknapp so ongantíð, so tað man neyvan koma óvart á nakran, um onkur afri­kansk­ ur ella suður­amerikanskur landsliðsspælari kemur til felagið til ta tíð. Kanu og O’Neill fegnast saman við Lomanu Lua Lua um málið hjá hesum seinast nevnda. 1-0 sigurin á Charlton leiddi Portsmouth til ein fyribils oddasess í Premier League Mynd: ScanpixÚrslit, Premier League Russar væl komnir við havnarlagið Úrslit, Premier League Charlton-Portsmouth 0-1 Bolton-Middlesbrough 0-0 Everton-Wigan 2-2 Sheffield U.-Reading 1-2 Watford Aston Villa 0-0 Chelsea-Liverpool 1-0 Blackburn-Man. City 4-2 Tottenham-Fulham 0-0 West Ham-Newcastle 0-2 Man. Utd.-Arsenal 0-1 Føddur 2. mars 1947 í Poplar, London Feløg sum venjari: Southampton, Portsmouth, West Ham United, Bournemouth Vunnið: First Division (2003), Third Division (1987), InterToto Cup (1999) FAKTA um Harry Redknapp Dystirnir hjá Portsmouth í ár Portsmouth-Blackburn 3-0 Manchester City-Portsmouth 0-0 Middlesbrough-Portsmouth 0-4 Portsmouth-Wigan 1-0 Charlton-Portsmouth 0-1 FAKTA United fall á heimavølli Eftir fýra sigrar í fýra dystum mátti Manchester United lúta á heimavølli í ensku Premier League í gjár. Mótstøðuliðið var Arsenal, sum skoraði sigursmálið fimm minuttir fyri tíð. Longu eftir 10 minuttir hevði Arsenal góðan møguleika at skora, men Gilberto Silva misnýtti brotssparkið. Nýggi United-málverjin Thomasz Kuszczak bjargaði brotssparkinum, sum hann sjálvur hevði gjørt. Málið hjá Arsenal skoraði álopsspæarin Adebayor. Hetta er fyrsti sigurin hjá Arsenal í hesum kappingarárinum. Tvey sjálvmál hjálptu Blackburn Málríkasti dysturin hetta umfarið var í Blackburn, har Manchester City tapti 4-2. Og tað var við óvanliga góðari hjálp frá verjuspælarunum, at nógvu málini vórðu skotin. Nýggi verjuspælarin hjá Clackburn, Andre Ooijer gjørdist sítt næsta sjálvmál í tveimum dystum, tá City javnaði til 2-2, men undan hesum hevði Trevor Sinclari hjálpt vertunum við einum sjálvmáli. Eftir steðgin skoraðu Benny McCarthy og Paul Gallagher hvør sítt mál, soleiðis at Blackburn vann málríku uppgerðina. Andre Ooijer hevur higartil skotið tvey sjálvmál í trimum dystum