Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 9. januar 2001 19 18 Nr. 5 - 9. januar 2001 Talan var ikki um nakran álvarsligan snudd, tá Ingi Olsen seint í fyrra hálvleiki noyddist av vøllinum í Vestmanna LANDSDYSTIR Jákup Mørk Tað mundi loypa hvøkk á fleiri áskoðarar, tá Ingi Olsen seint í fyrra hálvleiki sunnudagin noyddist skaddur av vøllinum. Á skiftisbeinkinum sást hann kenna runt handliðið, og fleiri mundu óttast, at okkurt álvarsligt var áfatt hjá kanska týdningarmesta føroyska leikaranum. Eftir dystin kundu Ingi tó sissa hesi, og tað verður so ikki hesin skaðin, sum forðar honum at spæla komandi vikuskiftini. - Tað sum hendi, var at eg datt niður á økslinga. Verju- spælarin legði fót fyri mær, tá eg breyt ígjøgnum, og tá eg datt niður, kom eg so- mikið keðiligt niður øksl- ina, at armurin fullkomu- liga sovnaði. Longu nú er alt um at vera í rættlag aft- ur, so tað verður so ikki hetta, sum forðar mær í at spæla móti Sveis og Litava. Skulu skora meira Um føroyska spælið í teim- um báðum dystunum, segði Ingi, at hann helt seg kunna svara fyri allar, um hann segði, at teir ikki vóru nøgdir um avrikið sunnu- dagin. - Tað er ov vánaligt, at vit ikki megna at umstilla okk- um til ein nýggjan mál- verja. Teir skifta málverja í seinna hálvleiki, og tað sást skjótt, at hann var sera sterkur niðri við. Allíkavæl halda vit áftam at skjóta niður í, og tað er ikki nóg gott. - Hinvegin var verjupart- urin í dag nógv betri, enn hann var fríggjadagin. Tá riggaði álopsparturin har aftur ímóti betri, men tað skal jú helst vera soleiðis, at verja og álop skulu rigga samstundis, um úrslitið skal gerast nóg gott. Nøgdur hóast alt Tá tikið verður saman um dystirnar, so var føroyski liðskiparin tó ikki heilt ónøgdur um avrikini hjá liðnum. - Eg haldi í hvussu so er, at vit fingu prógvað, at okkum ikki nýtist at smæð- ast burtur, hóast talan er um sterka mótstøðu. Hatta eru menn, sum allar helst venja einar 10 ferðir um vikuna, og tað eigur eisini at síggj- ast aftur í avrikunum. - Vit skulu tó ikki vera nøgdir um at tapa. Sum sagt, so skulu avrikini vera góð í bæði verju- og álops- partinum. Serliga er tað eis- ini tað, at vit brenna so nógvar upplagdar møgu- leikar, og tað er nakað, sum skal betrast. Spurdur um hetta eisini hongur saman við vantandi royndum, svarar liðskipar- in, at tað er tað kanska eis- ini. - Í Føroyum sleppa vit kanska ov lætt til skoringar, og vit eru ikki vanur við so sterkar verjur her heima. Tá mann ikki er undir trýsti alla tíðina, so er tað torført at umstilla seg, men í so máta var tað gott hjá okk- um, at vit vóru á venjingar- leguni í Danmark. Fyrimunur við tøttum dystum Júst hetta at umstilla seg kann jú vera ein stórur vansi, og tí kann kanska hugsast, at tað er ein fyri- mununur hjá føroyska lið- num, at dystirnir nú verða leiktir trý fylgjandi viku- skifti. - Tað rokni eg við er ein fyrimunur. Hinvegin er tað øgiliga hart hjá okkum at spæla hesar dystir somikið tætt upp at hvørjum øðrum. Tú skalt flyta teg nógv meira alla tíðina, og tú sleppur ikki at hvíla eg undir dystinum. Her heima kanst tú kanska goyma teg á veinginum eina løtu, men tað gongur altso ikki í slík- um dystum. Mótstøðuliðið roynir alla tíðina at koyra sítt press-spæl, og kemur verjan ikki út, so verður bólturin langaður í meskar- nar. Tað er tann stóri mun- urin millum heimligu kapp- ingina og so slíkar lands- dystir. - Nú kenni eg ikki so nógv til Sveis, men eg rokni við, at hetta eisini verður galdandi tá. Teir hava onkran øgiligan skjútta, men eftir avrikini um vikuskiftið, so rokni eg við, at vit kunnu standa okkum væl í teimum dystu- num aftur. - Vit hava allir fingið nakað at hugsa um eftir hesar dystirnar, so eg rokni við, at avrikið kann gerast enn betri, sigur Ingi Olsen at enda. Tað má metast ein ótakksom uppgáva at venja rumenska liðið, sum einaferð taldist millum heimsins bestu, men rumenski venjarin, Cezar Paul Nica, er tó farin undir uppgávuna við góðum treysti LANDSDYSTIR Jákup Mørk Hóast rumenski venjarin, Cezar Paul Nica, ikki dugir nakað av enskum ella øðr- um, sum fyri okkum føroy- ingar er skiljandi, so eydn- aðist okkum kortini at fáa eina samrøðu í lag. Ioana Rápa var jú sjálv- sagt í høllini, og við hjálp frá henni gekk upp á stást at spyrja venjaran, hvat hann helt um teir báðar dystirnar, sum lið hansara nú hevur leikt móti Føroyum - Eg haldi, at vit fingu tveir góðar dystir, sum vit kunnu fáa góða nyttu av í komandi dystunum. Vit kendu einki til tykkara lið ella land undan dystinum, men krotini haldi eg, at eg kenn ikki annað enn vera nøgdur. Eg var undan seinna dystinum eitt sindur bangin um, at mínir leikar- ar fóru at taka sær av løtt- um, men tað gjørdu teir tí- betur ikki. Tit eiga eitt gott lið Var hann nøgdur um avrik- ið hjá sínum, so var rumen- ski venjarin eisini nøgdur um mótstøðuna, sum hann hevði fingið á ferðini. - Eg haldi ikki, at dystir- nir vóru ov lættir fyri okk- um, og heldir ikki ov torførir. Tit spæla eitt sind- ur øðrvísi, vit eru vanir við, og kanska var tað eitt sind- ur hart, tí vit ongan kunn- leika høvdu til tykkum. - Um føroyska liðið vil eg siga, at tit hava eitt gott og ungt lið, og við eitt siondur av venjing kunnu tit fáa góð úrslit víðari í kappingin. Eisini hava tit nakrar góðar einstaklingar, so liið er spennandi. Flennandi legg- ur Paul Nica afturat, at hann ynskir føroyska lands- liðnum sera góða eydnu í komandi dystunum. Byggja nýtt Sum kunnugt, so taldist Rumenia fyri nøkrum árum síðani millum sterkastu lond í heiminum. Í dag er støðan ein onnur, og í løt- uni verður eitt nýtt landslið bygt upp. Hvussu langt heldur rumenski venjarin, at teir eru komnir áleiðis í hesum arbeiði. - Sum tú sjálvur sigur, so hava vit í løtuni eitt heldur ungt og órutinerað lið. - Tíverri má eg siga, at rumenska kappingini ikki er so sterk, at leikararnir alla tíðina fáa nóg nógva mótstøðu. Vit hava eisini leikarar uttanlands, men trupult er ofta at savna hes- ar, og tí hava vit valt, at landsliðið nú fyrst og fremst skal byggjast á leik- arar úr heimligu kapping- ini. - Sjálvandi ynskja vit, at vit aftur verða at síggja í heimselituni, men tað verð- ur sera trupult. - Fyrsta stigið er at koma til HM í 2002, og fyrsta stigið hava vit tikið í kvøld. Nú hava vit so fýra strævn- ar dystir eftir. Tað verður trupult, tí bæði Sveis og Litava hava sterk lið, men mín vón er so, at vit megna at spæla okkum í endaspæl- ið, sigur rumenski venjarin at enda, áðrenn vit takka honum fyri prátið og Ioanu fyri hjálpina. Sovnaði Torfør uppgáva Verður verjuspælið eins gott móti Sveis, roknar Ingi Olsen við einum betri úrsliti komandi vikuskifti Mynd: Álvur Haraldsen Cezar Paul Nica hevur eina stóra uppgávu fyri framman, nú hann stendur á odda fyri endurreisnini av rumenska hondbólts- landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen Hóast talan varð um tvey greið tap fyri rumenum, so sýndu dystirnir, at tilfarið í føroyska liðnum er gott. Niðanfyri verður í stuttum tikið samanum avrikini hjá einstøku leikarunum LEIKARAUMMÆLIÐ Jákup Mørk Jóhann Danielsen, StÍF Nýtti teir báðar dystirnar til at staðfesta støðu sína sum fremsti málverjin á lands- liðnum. Hevði serliga í byrjanini trupulleikar av hørðu skot- unum, men hekk hetta eis- ini saman við, at føroyska verjan ikki fekk fatur á so nógvum. Endaði tó væl, og seinna hálvleik av seinna dystinum mundi hann vera besti føroyingurin á vølli- num. Bárður Nielsen, VÍF Eftir at hava verið uttan fyri hópin í fyrra dystinum, slapp Bárður at verja málið frá byrjan í seinna dysti- num. Hann hevði tó eins og hinir málverjarnir trupul- leikar av at koma inn í dyst- in, og hevði ikki fingið fat- ur í rætta endanum, áðrenn hann varð skiftur út. Jens Skipagøta, Kyndil Slapp inn at verja føroyska málið í seinna hálvleiki í fyrra dystinum. Kom tó ongantíð inn í dystin, og slapp tí ikki rættiliga at seta sítt merki á. Fer framyvir saman við Bárði at stríðast um heitið sum annar mál- verji. Martin Hummeland, VÍF Var bert við í fyrra dystinum, og avrik hansara í hesum má sigast at vera heldur misjavnt. Tóktist at hava trupulleikar av at finna stevið í fyrra hálv- leiki, men eksploderaði so brádliga í seinna. Nóg mikið til framhald- andi úttøku var tað tó ikki í hesum føri, men einki er at ivast í, at Martin eisini fram- yvir verður partur av før- oyska hópinum. Halgir Dahl Olesen, H71 Tóktist serliga í fyrra dysti- num strongdur av trýsti- num, nú hann fyri fyrstu ferð royndi seg í landsliðs- búnanum. Venjarin hevði tó eisini álit á honum til seinna dystin, og persónliga avrik hansara varð eisini nógv betri tá. Janus Einar Sørensen, Kyndil Prógvaði í teimum báðum dystunum, at hann uttan iva er Føroya fremsti striku- spælari. Loftaði so at siga øllum í álopspartinum, og hóast okkurt varð misnýtt, so var hann ikki verri enn liðfelagarnir í so máta. Stóð seg eisini væl í verjuni, tó at hann varð spardur í seinna dystinum, eftir at hann dekan ov tíðliga hevði fingið tvær útvísingar. Sámal Joensen, VÍF At hægsti leikarin á liðnum hevur eitt har skot, vistu vit føroyingar frammanundan, og hetta noyddust rumenar eisini at ásanna. Gjørdist føroysku toppskjútti í báð- um dystunum, tó at avrikið í Havn ikki varð sannfør- andi fyrr enn í seinna hálv- leiki. Gerst eisini alsamt betri í spælinum sum heild, og hevði onkra frálíka frí- spæling til liðfelagar. Ikki minst í verjuni er Sámal týdningarmikil liður í føroyska spælinum, tá hann við hædd síni í fleiri førum røkkur upp at blokka. Johnny Joensen, VÍF Slapp bert at royna seg í fyrra dystinum, og komst hetta einamest av, at hann tóktist at hava trupulleikar sum eittari í framfýsnu føroysku verjuni. Kanska eisini offur fyri taktikki- num, tá landsliðsvenjarin í seinna dystinum valdi at spæla við eini flatari verju. Stóð seg annars hampuliga væl, og eins og vanligt, so taldist hann í øllum førum millum teir fremstu, hvat hugburði og stríðsvilja við- víkti. Hans Áki Dahl Christiansen, Kyndil Við sínum ágrýtni er hann altíð ein fongur í verjuspæl- inum, og í mun til dystirnar móti grønlendingum fyri knøppum ári síðani, tykist hann eisini at duga betri at stýra sær sjálvum, so útvís- ingarnar ikki gerast ov nógvar í tali. Eisini átti hann stóran lut í føroyska álopsspælinum. Ikki minst tær ferðirnar, tá okkara sluppu at seta skjót mótálop í gongd. Áki Olsen, VÍF Kanska størsta føroyska skothóttanin kom ongantíð til sín rætt í hesum báðum dystunum. Gav avboð til fyrra dystin orsakað av skaða, og var sjónliga merktur av hesum í seinna dystinum. Stuttu tíðina hann var á vøllinum, gjørdi hann tó vart við seg, og var millum annað maðurin aftan fyri reyða kortið, sum rumenar fingu. Marius Joensen, StÍF Sýndi eina at kalla nýggju síðu, við tað at hann roynd- ist sera drúgvur í føroyska verjuspælinum. Annars hevur skjótleiki hansara mest verið eyðmerktur í álopsspælinum í felags- høpi. Hendan síðan kom tó eisini til sjóndar, men tað var serliga í fyrra dystinum, at so var. Mortan Hansen, Tjaldur Fekk nakrar fáar minuttir á vøllinum í fyrra dystinum, og í roynd og veru var hetta kanska ov lítið til at geva eitt veruligt skoðsmál. Mundi tó iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at skora, tá hann tvær reisur varð spældur leysur. John Zachariassen, VÍF Skjóti vongurin hevði loyst ein liðfelaga av til seinna dystin. Stóð seg sera væl í verjupartinum, har hann hóst lítil í vavi royndist væl móti sterku mótstøðu- monnunum. Í álopsparti- num var hann eisini væl við, men ov nógvir misnýtt- ir møguleikar telja frá í heildarmetingini. Agnar Joensen, VÍF Spældi nakað inni á vølli- num seinna dystin, men ikki nóg leingi til, at eitt veruligt skoðsmál er gjørligt. Bjarni Wardum, Kyndil Slapp við upp á avboð til fyrra dystin, og avrikið sann- førdi venjaran um, at tað eis- ini var vert at nýta wardum- mannin í seinna dystinum. Styrki hansara er fyrst og fremst í álopinum, og prógvaði hann eisini hetta í báðum dystunum, har hann skoraði, beint sum hann slapp á vøllin. Átti helst eisini frekastu føroysku detaljuna, tá hann skrúvaði brotskast í netið, og hóast onkrar skotroyndir ikki tóktust serliga umhugsaðar, so spældi hann seg ikki av liðnum. Kom eisini væl frá uppgávuni, tá hann í seinna dystinum í fleiri førum varð nýttur í verjupartinum. Ingi Olsen, VÍF Hóast hann onkuntíð mann hava verið meira eyðsýnd- ur, so er einki at taka seg aftur í, at Ingi fram um aðr- ar var leikarin, sum rumen- ar fingu virðing fyri. Hetta kom kanska best til sjóndar, tá teir valdu at skuggaverja Inga ein part í fyrra dysti- num. Eftir hetta varð hann fluttur út á veingin, og hetta hóvaði honum als ikki eins væl. Byrjaði eisini seinna dystin væl, men varð tikin heldur harðliga í eini gjøgnumbrots- roynd, og fekk tískil ikki spælt meira. Verður tó tøkur aftur til dystirnar komandi vikuskiftið, og einki er at ivast í, at bæði leikarar og venjarar eru fegnir um, at so er. Janus Einar Sørensen staðfesti, at hann uttan iva framhaldandi eigur at vera fremsta valið á strikusplássinum Mynd: Álvur Haraldsen Yvirhøvur positivt