Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 9. januar 2001 21 20 Nr. 5 - 9. januar 2001 Við stórsigri ímóti havnarmonnunum hava klaksvíkingar nú lagt seg á odda saman við kollfirðingum sum vunnu toppupp- gerðina í Hvalvík. Gutti Petersen úr Sandavági framdi megnarbragd við sínum javnleiki ímóti IM John Rødgaard í dystinum ímóti vest- menningum TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Fýra umfør eru nú leikt í liðkappingini og stríðið um fyrsta pláss í 1. deild er økt nú klaksvíkingar eisini hava blandað seg uppí odd- an. Havnamenn liggja nú hinvegin í tyngra endanum. Dysturin í Havn hevði alstóran týdning. Dysturin ímillum feløgini bæði er av tratitión sera týdningarmik- in, og eisisi hava liðini ikki havt tann besta startin í kappingini, og tískil var ein sigur, helst stórsigur, á ynskilistanum hjá báðum stórfeløgunum. Rani Nol- søe varð ikki hjá vitjandi felagnum og á fyrsta borði sat tí tann royndi Steintór Rasmussen. Mótstøðumað- ur hansara var klaksvíks- føddi Haldur Suni Johanne- sen sum síðani seinasta ár hevur telvað á havnarliðn- um. Steintór fekk beinan- vegin betri støðu, og tá Haldur ikki útviklaði fólk síni ov væl varð illa vorði hjá Halduri. Steintór fekk avviklað støðuna til vunnið endatalv og vann eisini. Herluf Hansen og Tummas Martin Anthon- iussen leiktu eitt heldur vilt talv á øðrum borði. Herluf kom í tíðarneyð og offraði rók við vón um ævigt skák, men leikti skeivt í avger- andi løtuni og tapti. Fyrr í talvinum átti Herluf at ver- ið nøgdur við javnleikin, men satsaði alt fyri at vinna. Útisetin Finnbjørn Vang var við á klaksvíksliðnum og tað varð ein sannur fongur. Hann vann nevnliga ímóti Olaf Berg í eyðkend- um stíli. Fyrst offraði hann finnu og síðani fann hann taktiskan hátt at niðurberja Olaf. Fyrrverandi føroyameist- arin Súni Ziska var fyri fyrstu ferð í nógv ár aftur at síggja á havnarliðnum, og hann varð tann einasti ið fekk tikið stig frá klaksvík- ingum, javnleikur ímóti ingolf Gaard sum møguliga átti at leikt víðari. Heili 3,5-0,5 til KTF. Væntað var at klaksvíking- ar møguliga vunnu dystin, men at munurin bleiv so stórur hevði fáur væntað. Havnarmenn sum vunnu FM í fjør, eru nú aftast saman við sandavágsmonn- um og eru teir tí í einari talvligari krisu. Vunnu uttan stórmeistara Kollfirðingar hava veruliga havt vind í seglinum í ár. Teir hava mist Torbjørn Thomsen til vestmenning- ar, men hava hinvegin fing- ið góða hjálp frá stórmeist- arunum Tiger H. Persson og Henrik Danielsen. Men í toppbrakinum ímóti hval- víkingum sum sanniliga eisini hava klárað seg væl, var Hans Kristian Simon- sen at síggja á fyrsta borði. Hann tapti tó ímóti Martin Brekká har tað annars leik- aði javnt á, men Hans Kristan bukkaði ein mann og tapti. Bernhard Thomsen fekk spakuliga fyrimun ímóti Finnbjørn Zachariassen og tveir sterkir bispar avgjørdu talvið til hansara fyrimun. Útisetin og kollfirðingurin Pól Martin Hansen hevði finnu meir í frúgvaenda- talvi ímóti Sámal Christ- iansen, men megnaði ikki at vinna. Grettir Djurhuus vann sítt talv á fjórða borði tá hann fekk tvær frífinnur ímóti Gunnari Joensen. 2,5-1,5 til kollfirðingar og enn halda teir endan um fyrsta pláss. Hetjan úr Sandavági Mest yvirraskaði úrslitið í liðkappingin higartil var í Vestmanna tá Gutti Peter- sen fekk javnleik ímót John Rødgaard eins og dysturin endaði javnur. Ótrúligt úrs- lit hjá sandavágsmonnum og veteraninum Gutta. John kom sum vant tvær ferðir í herviliga tíðarneyð, og Gutti fann vegin til javnleikin við finnu minni í ólíkafarvaða bispaenda- talvinum. John royndi alt hann megnaði at vinna, men Gutti helt høvdið kalt. Hetta má ivaleyst vera besta úrslit hjá Gutta, sum hevur nærum 750 minni í rating enn John. Liðið úr Sandavági var leygardagin sera skert. Torkil Nielsen er farin til skips og verður ikki við aft- ur fyrren í febrúár, Berhard Augustinussen, Sonni Niel- sen og Heri Christoffersen vórðu heldur ikki við, og tí- skil sat gamli kenningurin Magni Thomassen á øðrum borði. Torbjørn Thomsen varð tó ein ov stórur biti at slúka og Magni tapti, men veruleikin var at Magni lættliga hevði kunnað ognað sær javnleikin í mið- spælinum. Manglandi kapp- ingarvenjing má var helst orsøkin. Annar kenningur Jóhann- es Ártind leikti óvæntað javnt ímóti John Jacobsen og á fjórða borði vann Eivind Simonsen eisini óvæntað ímóti Petur Høj- gaard. Dysturin endaði tí 2-2, og má metast sum sera skuff- andi hjá vestmenningum sum vóru fullmannaðir, meðan sandavágsmenn høvdu mist fleir stuðuls- leikarar, í roynd og veru var tað B-liðið hjá Sandavágs Talvfelag sum leikti leygar- dagin. Sera javnt er, og enn ógjørligt er at spáa vinnar- an. Ein ókend støða hjá havnarmonnum at vera í, men kenna vit teir rætt so enda teir helst ovari enn aftasta pláss. Teir hava hvørt ár síðani kappingin byrjaði í 70´unum havt lið í fremstu deild, og eru somu- leiðis flest ferðir endaðir ovastir. Klaksvíkingar hitta vest- menningar komandi sunnu- dag, meðan hinir dystirnir eru Kollafjørður — Havnin og Sandavági — Hvalvík. Havnin á odda í 2. deild Gongst tað illa hjá høvuðs- staðarfelagnum í fyrstu deild, hevur hinvegin hiln- ast væl hjá øðrum liði. Tó er ikki langt niður til Gøtu Talvfelag, bert tað hálva stigið. Á Toftum endaði topp- dysturin ímillum toftamenn og havnarmenn við javn- leiki 2-2, meðan gøtumenn hálaði heilt nógv inn við knúsandi 4-0 sigrinum ímóti Havnini 3. Triðja lið hjá Havnini liggur nú púrt aleina í botninum. Klaksvíkingar hava eisini eitt hampuliga sterkt annað lið, sum leygardagin vann stórsigur 3-1 ímóti runavík- ingum. Á klaksvíksliðnum telvaði Willie Olsen á fyrsta borði ímóti tí ikki minni kenda Ólavi Simon- sen, sum í ár roynir eydn- una við runavíkingum. Ólavur vann sítt talv, men hinir runavíkingarnir tapti allir. 3. deild Í 3. deild er somuleiðis sera javnt í oddinum. Eins og í aðru deild liggja havnar- menn á odda i trifremstu deildini. Teir vunnu 3-1 á Róki úr Oyri, meðan hitt toppliðið úr Kollafirði eis- ini vann, 2,5-1,5 á Vest- manna 2. Vestmanna 3 vann óvæntað 3-1 á Klaks- vík. Hesi vórðu fyrstu stig triðja lið úr Vestmanna fekk. Talvið hesa vikuna Heimsmeistarin og russin Vladimir Kramnik og Peter Leko úr Ungarn hava í døg- unum 2-8. januar telva ein kviktalvsdyst, 25 minuttir hvør til talvið. Tólv talv hava teir telva og vegna evstamark hava vit ikki fingið tvey tey seinastu talvini við. Eftir tíggju talv- um var støðan 6-4 til Kram- nik. Talvið hesa vikuna er tað níggjunda í talvdysti teirra. Í hesum talvi prógvar Kramnik veruliga hví hann er ein verdugur heimsmeist- ari. Kramnik,V (2770) - Leko,P (2743) RWE Gas Match Budapest (9), 07.01.2001 1.d4 Nf6 2.c4 e6 3.Nc3 Bb4 4.e3 c5 5.Nge2 cxd4 6.exd4 0-0 7.a3 Be7 8.Nf4 d5 9.cxd5 Nxd5 10.Ncxd5 exd5 11.Bd3 Nc6 12.0-0 Bg5 13.Re1 Bxf4 14.Bxf4 Qf6 15.Be5 Nxe5 16.Rxe5 Be6 17.Qd2 Rad8 18.Rae1 h6 19.R1e3 Bd7 20.h3 Qd6 21.Qa5 Qb6 22.Qxb6 axb6 23.Be2 Be6 24.f4 g6 25.Bd3 Bc8 26.Re7 Kg7 27.Bb5 Kf6 28.Rc7 Rd6 29.Rec3 Rdd8 30.Re3 Rd6 31.a4 Rdd8 32.Kf2 Rd6 33.g4 Rdd8 34.Kg3 g5 35.f5 h5 36.Ree7 hxg4 37.hxg4 Kg7 38.Kf3 Kf6 39.Ke3 Kg7 40.Kd3 Kf6 41.Kc3 Kg7 42.Kb4 Kf6 43.Ka3 Kg7 44.b4 Kf6 45.a5 bxa5 46.bxa5 Kg7 47.Kb4 Kf6 48.Kc5 Kg7 49.Be2 Rde8 50.Rxe8 Rxe8 51.Bf3 1-0 1. Deild VT IM John Rødgaard Torbjørn Thomsen John Jacobsen Dánjal P. Højgaard ST Gutti Petersen Magni Thomassen Jóannes Árting Eivind Simonsen 2-2 0.5-0.5 1-0 0.5-0.5 0-1 HT Haldur Suni Johansen Herluf Hansen Olaf Berg Suni Ziska KTF Steintór Rasmussen Tummas M. Anthoniussen Finnbjørn Vang Ingolf Gaard 0.5-3.5 0-1 0-1 0-1 0.5-0.5 TFS Martin Brekká Finnbjørn Zachariasen Sámal Christiansen Gunnar Joensen KT Hans K. Simonsen Bernhard Thomsen Poul Martin Hansen Grettir Djurhuus 1.5-2.5 1-0 0-1 0.5-0.5 1-0 2. Deild KTF 2 Willie Olsen Óli Joensen Esbern Christiansen Rúni Dragaberg RT Ólavur Simonsen Meinhard Danielsen Brandur K. Jacobsen Eyðun Lamhauge 3-1 0-1 1-0 1-0 1-0 TT Helgi Joensen Justines Hansen Øssur Hansen Oddmar Andreasen HT 2 Jóhan Gaard Michael Jensen Poul Poulsen Jógvan Næs 2-2 0-1 0.5-0.5 1-0 0.5-0.5 HT 3 Jógvan Joensen Sigurð Justinussen Jóhan E. Hansen Mortan Thomsen GT Jónfinn Thomsen John Joensen Reinhold Isaksen Jákup F. Joensen 1.5-2.5 0-1 0-1 0-1 0-1 3. Deild KTF 3 VT 3 1-3 VT 2 Samson Højgaard Kári Durhuus Jón Mikkelsen Jákup á Rógvi Andreasen KT 2 Eyðálvur Johannesen Karl Louis Johansen Hans P. Joensen Alvin Joensen 1.5-2.5 0.5-0.5 0.5-0.5 0.5-0.5 0-1 HT 4 Øssur Joensen Frants Eliassen Jákup D. Joensen Arnbjørn Dalsgarð Rókur Bergur Johannesen Mikkjal Joensen Archibald Andreasen Eyðsvein Johannesen 3-1 1-0 0.5-0.5 0.5-0.5 1-0 Klaksvíkingar bukaðu havnarmenn Støðan í 1. deild eftir 4. Umfar 1. KT 2, Kollafjørður 9.5 2. KTF 2,Klaksvik 9.5 3. TFS, Hvalvík 8.5 4. VT, Vestmanna 7.5 5. HT, Tórshavn 6.5 6. ST, Sandavágur 6.5 Støðan í 2. deild eftir 4. Umfar 1. HT2, Tórhavn 10.5 2. GT, Gøta 10 3. KTF 2,Klaksvik 9.5 4. TT, Toftir 8.5 5. RT, Runavík 6.5 6. HT 3,Tórshavn 3 Støðan í 3. deild eftir 4. Umfar 1. HT4, Tórshavn 11.5 2. KT 2, Kollafjørður 11 3. VT 2, Vestmanna 9.5 4. KTF 3, Klaksvík 7 5. Rókur, Oyri 6 6. VT 3, Vestmanna 3 Allan Simonsen hevur tikið 20 leikarar út til fyrstu venjingarleguna á árinum, sum verður komandi vikuskifti FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Millum teir 20, sum nú eru tiknir út til fyrstu venjing- arleguna á árinum, eru eis- ini onkrir leikarar, sum ikki hava verið á landsliðnum enn, men sum nú fáa møgu- leikan at vísa síni kynstur. Gevur nógv Ein teirra er B68 málverjin, Magnus Poulsen, sum sein- astu trý árini hevur vart málið hjá B68. Magnus er annars upp- vaksin í B36, og upp gjøg- num ungdómsárini hevur hann verið á yngru lands- liðnum hjá FSF. Nú hann er tikin út til A-landsliðið, sig- ur leikarin sjálvur, at hetta fyri hann er eitt stórt herða- klapp. - Sjálvsagt eri eg øgiliga fegin um úttøkuna. Tað at sleppa á landsliðið er jú nakað, sum mann altíð strembar eftir, so tað sigur seg sjálvt, at hetta er nakað serliga, heldur Magnus fyri, tá vit spyrja hann, hvat út- tøkan merkir fyra hansara viðkomandi. - Harafturat fer hetta iva- leyst eisini at bera við sær, at mann framyvir fer at kýta seg enn meira undir venj- ingunum, tí ein slík úttøka er altíð eggjandi í sjálvum sær. Spurdur um, hví hann heldur seg vera úttiknan júst nú, sigur hann, at má helst vera avrikini higartil. - Persónliga gekk árið í fjør væl hjá mær, og eg taki tað eisini sum eitt stórt herðaklapp, at eg nú eri úttikin. Eg veit fullvæl, at tað neyvan verður her og nú, at eg slái Jens Martin Knudsen ella Jákup Mikk- elsen av liðnum, men bara tað at venja saman við teimum, fer heilt vist at geva mær nógv, sigur Magnus Poulsen at enda. Teir 20 Umframt Magnus, eru sum nevnt 19 aðrir leikarar tikn- ir út til venjingarleguna, og sær samlaði hópurin soleið- is út: Magnus Poulsen, Øssur Hansen, Arnbjørn Daniel- sen, Fróði Benjaminsen, Jan C. Dam og Hans Fróði Hansen úr B68. Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen úr KÍ, Jens Kristian Hansen og Jákup á Borg úr B36, Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre og Andrew av Fløtum úr HB, Christian H. Jacobsen úr NSÍ, Tór-Ingar Akselsen úr FS Vágum, Uni Arge úr ÍA Akranes, Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen og John Petersen úr Leiftri og Pól Thorsteinsson úr Vali. Skráin Hetta er sum nevnt fyrsta venjingarlegan í ár, og longu um tvær vikur, verð- ur næsta venjingarlegan á skránni. Tá skulu leikarar- nir helst vera komnir hampuliga væl ígongd, tí stutt eftir er fyrsti dysturin á árinum settur at verða. Skráin fyri landsliðið í ár sær annars soleiðis út: Í løtuni er ógreitt, hvar landsliðsleik- arin fer at spæla komandi kapp- ingarár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í mun til landsliðsópirnir, sum í fjør vórðu úttiknir, er vágbingurin, Pól Thor- steinsson, á ein hátt nýggjur maður hjá Allani Simonsen. Landsliðsárið í fjør fór alt sum tað var við leik- banni, og enn er ein leik- dagur eftir av hesum banni. Tað verður tó roknað við, at hann aftur fer at teljast millum teir føstu, tá bannið er runnið, men meðan tað sostatt tykist vist, at hann nú aftur verður á landsliðnum, so tykist einki at vera fast- lagt, um hvørjum felagi Pól skal spæla við hetta kappingarárið. Í fjør spældi hann við íslendska Vali, sum tryggjaði sær uppflyting til bestu deildini, men tað tykist ikki sannlíkt, at hann ikki verður hjá Vali komandi ár. Hvar Pól nú fer at spæla, er enn einki, sum bendir á, og sjálvur kem- ur leikarin heldur ikki við nakrari greiðari melding. - Í løtuni kann eg bara siga, at einki konkret er í umbúna, og so er ikki stórt meira at siga um tað, sigur altso Pól Thor- steinsson. Um stutta tíð koma tveir jugoslaviskir leikarar afturat til Tjaldur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Einki er at ivast í, at tað kom væl við hjá Tjaldri, tá felagið í heyst fekk til- gongd av trimum jugoslav- iskum leikarum. Ein til kvinnuliðið og tveir til mansliðið. Fleiri ávegis Serliga hjá monnunum eru úrslitini batnað nógv síðani hetta, men eisini hjá kvinn- unum hevur framgongdin verið sjónlig, tó at vektin í stigaposanum ikki er broytt so øgiliga nógv. Undir øllum umstøðum hava tey í Runavík verið so- mikið fegin um nýggju leikararnar, at tey nú hava avrátt at fáa tveir leikarar afturat til landið. Andreas Jacobsen, for- maður í Tjaldri, sigur við Sosialin, at talan er um ein leikarar til ávíkavist kvinnu- og mansliðið. - Talan er um ein mið- spælara hjá kvinnuliðnum og ein vinstrahandaðan vongspælara hjá manslið- num, og vónandi fara hesi at viðføra, at liðini verða enn betri fyri. Andreas dylir ikki fyri, at tey í Runavík vóna, at við einum leikara afturat, kann mansliðið gerast somikið sterkt, at teir møguliga kunnu fara at arga fremru liðini heldru meira, enn teir hava gjørt higartil. Við kvinnuliðnum ásann- ar hann, at her er málið fyrst og fremst at halda sæt- ið í deildini, og skal hetta fyrst og fremst gerast við at vinna dystirnar móti Sólj- uni úr Sandavági. Neyðugt við styrki Andreas sigur annars, at eftir hansara tykki er hetta eitt neyðugt stig at taka, um felagnum skal vera lív lagað í bestu deildini. - Tað er somikið stutt síð- ani, at vit veruliga byrjaðu at arbeiða við yngru leikar- unum, og tí ganga enn nøk- ur ár, áðrenn tey fyrstu nýggju nøvnini fara at koma hjá okkum. - Hetta er tó eitt øki, sum vit arbeiða nógv við nú, og tað er so eisini ætlanin, at nýggju leikararnir skulu vera við í hesum arbeiði. Fáa vit hetta at rigga, verð- ur ungdómsarbeiðið enn betri, og hetta merki so aft- ur, at vit fáa enn fleiri leik- arar, so í roynd og veru hongur alt saman í so máta, sigur Andreas Jacobsen at enda. Fótbóltsárið byrjar Magnus Poulsen er ikki í iva í, at bara tað at venja við landsliðnum verður sera læruríkt Mynd: Álvur Haraldsen 13.-14. januar Venjingarlega í Føroyum 27.-28. januar Venjingarlega í Føroyum 29. jan-1. feb 31.01 NM-dystur: Svøríki Føroyar 23. feb-4 mars Venjingarlega í Spania 21.-29. mars 24.03 HM-dystur: Luksemburg-Føroyar 28.03 HM-dystur: Rusland-Føroyar 31. mai-7. juni 02.06 HM-dystur: Føroyar-Sveis 06.06 HM-dystur: Føroyar-Jugoslavia 12.-16. august 15.08 HM-dystur: Jugoslavia-Føroyar 30. aug- 6. sep 01.09 HM-dystur: Føroyar-Luksemburg 05.09 HM-dystur: Føroyar-Rusland 04.-08. okt. 06.10 HM-dystur: Føroyar-Slovenia Tað styrkti nógv um hjá Tjaldri, tá útlendsku leikararnir komu, og nú eru fleiri ávegis Tað tykist í løtuni vera ein opin spurningur, hvar Pól Thorsteinsson fer at spæla hetta kappingarárið Pól fer ikki til Val Tjaldrið verður sterkari