týsdagur 19. september 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 180 - 19. september 2006
Bókadeild Føroya
Lærarafelags fyllir 50
ár í næstu viku. Hetta
verður hátíðarhildið
við fleiri tiltøkum og
vitjan frá útlendskum
rithøvundum
HÁTÍÐARDAGUR
Heini S. Kristiansen
Petur Meinhard Magnussen
& Beinta K. Jacobsen -
praktikantar
heinik@sosialurin.fo
Tá ið Bókadeildin varð
sett á stovn í 1956, stóð
ikki væl til við føroyskum
bókum. Á aðalfundinum hjá
lærarafelagnum varð samtykt
at seta eitt forlag á stovn.
Síðani hevur Bókadeildin
givið meira enn 1000 bøkur út.
Umframt tað eru eisini aðrar
útgávur sum Skúlablaðið og
Barnablaðið.
Starvsfólkini á Bókadeildini
hava valt at markera dagin við
nøkrum tiltøkum fyri fólk í
øllum aldri. Hóskvøldið 28.
september verður hátíðarhald
í Norðurlandahúsinum, har
Erhard Jacobsen fer at halda
fyrilestur. Á skránni verður eis
ini ungdómstiltak við luttøku
frá bólkinum The Dreams
og Meyla og Knøttur við
sjónleikinum „Lort í býin“.
Fríggjadagin hevur Bóka
deild Føroylærarafelags
bjóðað næmingum úr øll
um landinum til Norður
landahúsið, har tey fáa høvi
til at hitta nordurlendskar
rithøvundar, og seta teimum
spurningar. Fríggjakvøldið
verður
bókmentaskeið.
Hátíðarhaldið er fyri bæði
stór og smá.
Útlendsku rithøvundarnir,
sum koma á vitjan, fara at
halda fyrilestrar og fara
at tosa við skúlaungdóm.
Serliga stuttligt er tað hjá
børnunum um at sleppa at
heilsa uppá rithøvundarnar
og spyrja teir spurningar.
Tað verða um 900 skúla
næmingar, sum koma at vitja
í Norðurlandahúsinum 29.
september.
Rithøvundarnir:
M
ecka Lind er ein
svenskur rithøvundur,
sum er fødd í 1942.
Hon vaks upp hjá ommu
síni í Lund. Omman dugdi
sera væl at siga frá søgum,
og hon var ein stórur stuðul
hjá Mecku og var við til at
menna hennara hugflog og
skapanarevni.
Mecka arbeiddi við lýs
ingum í tíggju ár eftir at hava
gingið í realskúla. Síðani
hevur hon verið ferðaleiðari,
frítíðarleiðari og free-lance
høvundur.
Tá ið hon gav fyrstu bók
sína út í 1982, gjørdist hon
høvundur burturav.
Kendast er hon fyri bøk
urnar um børn, sum hava eitt
strævið lív, sum liva á gøtuni
og eru barnasoldátar.
Bøkur hennara eru týdd
ar til nógv mál og hava
fingið fleiri heiðurslønir í
útlondum.
L
ene Kaaberbøl er dansk
ur rithøvundur, fødd í
Keypmannahavn í 1960.
Hon er útbúgvin cand.
mag. í enskum og dramaturgi.
Hon hevur fyrr starvast sum
studentaskúlalærari, lýs
ingatekstahøvundur, týðari
og forlagsfólk. Nú starvast
hon í egnu fyritøku síni
Phabel & Plott.
Tær fýra Skammarabøk
urnar eru millum mest seldu
í Norðurlondum. Tær eru
seldar í fimtan londum, og
Lene hevur sjálv týtt tær til
enskt.
R
agnheiður Gestsdóttir er
íslendskur rithøvundur
og myndprýðari, fødd í
Hafnafirði í 1953.
Longu 19 ára gomul tók
hon læraraprógv. Síðani
las hon bókmentafrøði við
lærda háskúlan í Reykjavík
og listsøgu í Århus.
Afturkomin til Reykjavík
ar fór hon aftur at lesa bók
mentafrøði og varð spakuliga
drigin inn í arbeiðið at
myndprýða og skriva.
Hon hevur eisini arbeitt
sum lærari og skúlabóka
vørður og verið ritstjóri á
forlagi, sum gevur út und
irvísingartilfar til grund
skúlan.
Hon hevur skrivað og
myndprýtt fleiri enn tjúgu
bøkur og hevur fingið nógvar
heiðurslønir í heimlandi
sínum.
U
lf Stark er svenskur
rithøvundur, føddur í
1944 og vaks upp í Stureby,
sunnan fyri Stokkhólm.
Hann skrivaði sítt fyrsta yrk
ingasavn 19 ára gamal.
Hevur arbeitt við ment
anartilfari
á
blaðnum
Expressen og sum starvs
fólkaundirvísari í Arbeiðs
marknaðarstýrinum.
Bókmentaliga frambrotið
byrjaði av álvara, tá ið hann
gav bókina Dárar og Deydur
út í 1984.
Bøkurnar um Ulf og vin
mannin Percy er ein øðrvísi
háttur at skriva ævisøgu, har
hann brúkar navnið, men
finnur uppá hendingarnar.
Lygnin hevur við tað skapandi
at gera, sigur Ulf Stark, orðið
eitt slag av legokubbum, sum
tú kanst brúka at byggja og
skapa veruleikar við.
R
akel
Helmsdal
er
føroyskur rithøvundur,
fødd 25. september 1966 í
Tårnby á Amager.
Hevur búð meginpartin av
sínum lívi í Havn. Tó hevur
hon verið 5 ár í Frankaríki,
og har skrivaði hon fýra
av bókum sínum. Rakel
Helmsdal hevur umframt at
skriva bøkur eisini undirvíst
øðrum í kreativari skriving,
hevur undirvíst í drama og
skrivað og sett upp leikir
saman við ungdómi. Hon
er verkætlanarleiðari fyri
tiltakinum Ung í Føroyum.
S
ólrún Michelsen er
føroyskur rithøvundur,
fødd 1948 á Argjum.
Eftir at hava tikið real
prógv hevur hon arbeitt
á skrivstovu. Síðani settu
maðurin og hon á stovn
heilsølu, og har virkar hon
nú sum fyrisitingarleiðari.
Umframt at skriva barna- og
ungdómsbøkur, hevur Sólrún
eisini skrivað yrkingar og
lættlesibøkur til tey yngstu
børnini í fólkaskúlanum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags fyllir 50 ár
Starvsfólkini í Bókadeild Føroya Lærarafelags eru í
góðum lag, nú bókadeildin skjótt hevur 50 ár á baki.
Frá vinstru: Marna Jacobsen, forlagsfólk, Turið Kjølbro,
blaðstjóri á skúlablaðnum, Niels Jákup Thomsen, leiðari á
bókadeildini og Beinta Johannessen, blaðstjóri á Strok
Mynd: Jens Kr. Vang