týsdagur 19. september 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 19. september 2006
5
tíðindi
Føroyingar fáa nú enn
eitt vælferðar tilboð.
Í morgun kundi
Suðuroyar Sparikassi
kunngera, at teirra
kundar nú kunnu fáa
eitt ískoyti til vanligu
fólkapensjónina. Eina
eginfíggjaða eftirløn,
grundaða á tína ogn
PENSJÓN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í morgun kl. 10 hevði
Suðuroyar Sparikassi boðið
til tíðindafund á Gourmet
við Skálatrøð, har teir
greiddu frá eini nýggjari
tænastu til teirra kundar.
Eitt vælferðartilboð, sum
kann geva kundunum oman
fyri seksti ár eitt ískoyti
til vanligu fólkapensjónina,
sum mong siga er ov lítil.
Tað var stjórin, Søren
L. Bruhn, sum bjóðaði
vælkomin og greiddi frá.
– Í dag er júst eitt ár
síðani, vit komu við DJ-
láninum. Tá søgdu vit, at
vit hvørt ár fóru at koma
við einum nýggjum tilboði
til okkara kundar, og tað
er tað vit gera í dag, segði
Søren L. Bruhn, tá hann
legði fyri á tíðindafundinum
í morgun.
Tilboðið
Tilboðið Suðuroyar Spari
kassi nú kemur við, er
eitt ískoyti til vanligu
fólkapensjónina.
Eitt
ískoyti, sum er eginfíggjað
og grundað á tína ogn, ella
tað frívirði tú eigur.
Hetta
skal
skiljast
soleiðis, at ert tú yvir seksti
og eigur eini hús, sum
standa eina hálva millión
í skuld, so nýtist tað ikki
neyðturviliga at merkja, at
tú hevur eina nettoskuld. Tí
húsið kann hava eitt virði
upp á 700.000 krónur, og so
ert tú nettoskuldarfríður og
hevur eitt frívirði áljóðandi
200.000 krónur.
Og tað er hetta frívirði,
at nýggja tilboðið frá
Suðuroyar Sparikassa er
grundað á. Taka vit støði
í
døminum
omanfyri,
so kann hetta frívirði
áljóðandi 200.000 krónur,
brúkast sum eitt ískoyti til
pensjónina, sum tú so fært
útgoldið yvir í mesta lagið
20 ár. Við øðrum orðum er
talan um eitt mánaðarligt
útgjald, við veð í fastari
ogn.
Sambært Suðuroyar Spari
kassa, so gevur hetta ískoyti
til pensjónina kundunum
betri rásarúm, størri frælsi
og størri tryggleika. Men
teir vísa eisini sjálvir á,
at ognin verður minni og
rentuútreiðslurnar størri.
Ikki fyri øll
Hetta er eyðsæð eitt frálíkt
tilboð til 62 ára gomlu
einkjuna í Havn, sum situr
einsamøll í sínum húsum.
Fær hon sær OgnarEftirløn
frá Suðuroyar Sparikassa,
so koma fólk frá teimum
og meta um húsini. Í Havn
kann eitt hús lættliga hava
eitt virði upp á 1,6 milliónir,
og tá hon so hevur eina
skuld áljóðandi 600.000
krónur, so er frívirði júst
ein millión krónur.
Hetta vil hon gjarna hava
útgoldið yvir 20 ár, aftrat
teimum 8.321 krónum,
ið hennara pensjón er.
Útgjaldið verður 1.666
krónur og tað er ein øking
upp á 20 prosent.
Hinvegin fær javnaldrin
í Suðuroy ikki serliga
nógv burtur úr tilboðnum.
Hennara hús eru neyvan
verd nógv meiri enn eina
hálva millión, og so skyldar
hon kanska 200.000 krónur í
teimum. Tað vil siga, at hon
hevur eitt frívirði áljóðandi
300.000 krónur, og fær hon
hetta útgoldið yvir 20 ár, so
verður tað ikki meiri enn
nakrar hundrað krónur hon
fær útgoldið um mánaðin.
Stórur marknaður
Tá Søren L. Bruhn varð
spurdur
um,
í
hvønn
mun tey roknaðu við, at
føroyingar fóru at gera
sær dælt av tilboðnum, so
visti hann ikki at svara,
tí tey høvdu onga greiða
meting av tí sum so. Men
hann vísti á, at sera nógvir
føroyingar hava stórt sæð
bara fólkapensjónina at liva
av, og tá hon ikki er tað
stóra, so vóna tey, at fleiri
fara at taka av tilboðnum.
Hann segði eisini, at
marknaðurin fyri hesum
var rættiliga stórur, og tí
hevði tað ikki undrað hann,
um hinir peningastovnarnir
eisini fara at koma við
einum líknandi tilboðið
áðrenn alt ov long tíð er
umliðin.
Hetta slagið av eftirløn
sum Suðuroyar Sparikassi
nú
borðreiðir
við,
er
spildurnýtt í Føroyum,
men aðrastaðni er tað púra
vanligt við tilboðum av
hesum slagnum. Í Danmark
hava tey tað, tey rópa
niðursparingarlán, sum eru
rættiliga lík hesum, og er
tað sera væl umtókt.
Men sum sagt, so er
hetta nýtt í Føroyum og
fyri føroyingar og longu
nú er greitt, at hetta brýtur
við traditionella føroyska
hugsanarháttin, har tú tekur
eini lán til eini hús og so
gerst alt fyri at vera sloppin
av við skuldina, tá tú er
pensjonerast.
OgnarEftirløn frá Suðuroyar Sparikassa:
Eftirløn grundað á eginogn
Nýggja tilboðið frá Søren L. Bruhn og Suðuroyar Sparikassa gevur føroyingum ein møguleika fyri at fáa eitt eyka ískoyti til vanligu
pensjónina
Mynd: Jens Kr. Vang