týsdagur 19. september 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 180 - 19. september 2006
tíðindi
– Vit hava so ikki
fingið nakrar klagur
frá teimum ferðandi
um umstøðurnar á
camping-plássinum.
Tað er í øllum førum
í lagi, sigur Ingigerð á
Trøðni
Ferðavinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Gisting: – Tey eru í øllum
førum væl nøgd við umstøð
urnar á camping-plássinum
har Yviri við Strond, sigur
hon
Ingigerð er leiðari á Kunn
ingarstovuni í Havn, og hevur
sum ein part av virksemi
sínum eisini ábyrgdina fyri
camping-plássinum í Havn.
Har hava nógv fólk gist
millum ár og dag síðani tað
lat upp fyri rættiliga nógvum
árum síðani. Ingigerð sjálv
hevur so bara fingið góðar
afturmeldingar frá fólki.
– Tað vísir seg at fólkini
tey koma aftur og aftur, sigur
hon.
Hetta sigur hon sum við
merking til tað, sum Richard
Grimsdale segði í blaðnum
um gjár um støðið á føroysku
camping-plássunum.
Eftir hansara meting var
støðið als ikki nøktandi til lim
irnar í hansara ferðafelagi.
– Eftir at hava hugt meg
um her, kann eg bara stað
festa, at tey føroysku camp
ingplássini eru ikki nóg góð
til okkara kundar.
–Tíverri, má eg bara siga,
segði hann við Sosialin í
gjár.
Pástandir
Mr. Grimsdale er ferðastjóri
í einum ferðavinnufelagi fyri
campingbilar og húsvognar
í Bretlandi við omanfyri
400.000 limum.
Hesum fólkum dáma væl
at ferðast kring allan knøttin,
bæði eystureftir, til sandin í
Sahara og til Norðkapp.
Hann var nú komin til
Føroyar at kanna umstøður
nar her. Men sum hann sjálvur
segði í Sosialinum í gjár, so
vóru tær als ikki nøktandi.
Í samrøðuni vísti hann á,
at hann vildi fegin vísa lim
um sínum á Føroyar sum
ferðamál, tí her er so nógv at
síggja og uppliva hjá limum
hansara.
Men tað var kortini eitt
sum kundi forða hesum:
Tá talan er um gisting við
camping-bilum og húsvogn
um, vildi hann líkasum ikki
taka ábyrgd fyri tí. Hetta máttu
fólkini sjálvi syrgja fyri.
Hetta seinasta tykist vera
heldur herskin biti hjá mong
um, og onkur hevur tí longu
gjørt vart við seg mótvegis
blaðnum, at slíkar útsagnir
eru bæði ósakligar og grund
leysar.
– Hví steðgar maðurin
ikki á og tosar við okkum
um málið? Eg skilji einki av
hesum, tí okkara pláss eru
nóg góð!
– Hann sleingir bert nakað
út, uttan at vit hava møguleika
fyri at koma við okkara við
merkingum, varð sagt.
Tænastan í lagi
Støðið á føroysku camping-
plássunum er altíð eitt mál,
sum ein kann tjakast um.
Tað veldst um krøvini, ið
sett verða.
Ingigerð veit sjálv um
camping-pláss í Onglandi
sum eru nógv verri enn okk
ara. Men her hjá okkum tykist
tað sum um tey ferðandi eru
nøgd við umstøðurnar.
– Tað, tey serliga seta prís
uppá her hjá okkum er,at tey
eru nær við høvuðsstaðin, og
tað at okkara camping-pláss
liggur beint við sjógvin.
– Hetta eru tey eftir øllum
at døma nøgd við, og tí koma
tey aftur og aftur, sigur Ingi
gerð.
Har Yviri við Strond er
plássið útgjørt við m.a.
toilettum, brúsum, køki og
rúmi at turka klæðir í. Har er
eisini møguleiki hjá teimum
gistandi at fáa fatur á el-veit
ing til íalt 18 eindir.
Sum skilst er ætlanin at
fáa fleiri el-veitingar og helst
eisini eina turkitrumlu til
vega. Hetta fer sum rímiligt
er at hækka um støðið.
Ferðafólkini koma aftur og aftur
Seinastu ferðafólkini
á camping-plássinum
Yviri við Strond
fóru heimaftur við
Norrönu í gjár
Gisting
Orð & mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Yviri við Strond: – Tit
hava eitt ótrúliga vakurt
land, staðfestir íslendingurin
Samuel Óskarsson,
Hann er ættaður úr Reykja
vík og hevur seinastu dag
arnar verið á vitjan í Føroyum
saman við konu síni, systir
hennara og manni.
– Vit hava ferðast víða
um landið, og hava sæð
og upplivað nógv, sigur
Samuel.
Hetta er fyrsta ferðin tey
eru og vitja í Føroyum. Tað
kundi meiri enn so hent at
tey komu aftur.
Gjáramorgunin fóru tey
sum tey seinastu ferðafólkini
í summar av camping-
plássinum Yviri við Strond.
Sama veðrið
Tey fýra komu við Norrönu
í farnu viku, og tá hon legði
frá landi aftur í gjár fóru tey
heimaftur til Íslands.
– Vit komu higar fyri at
skoða landið, sigur fryntligi
reykjavíkingurin.
Við húsvogni teirra hava
tey ferðast runt ein stóran
part av landinum.
Tey hava verið í Havn, Bø,
Tjørnuvík, Eiði og Klaksvík,
bert fyri at nevna nøkur støð.
Men í Gásadali vóru tey
ikki!
– Har stóð eitt skelti, sum
segði at tað var undir egnari
ábyrgd at koyra hagar. Og
tí fóru vit ikki gjøgnum
tunnilin til bygdina, greiðir
Samuel frá.
Veðrið hevur verið heldur
misjavnt um vikuskiftið,
men tað hava tey ikki lagt
nakað í.
– Tað er ikki so nógv
øðrvísi enn heima á Íslandi,
sigur Samuel.
– Tit
hava eitt
vakurt
land
– Føroyar er vakurt land, sigur Samuel Oskarsson (uttast høgrumegin), sum her er avmyndaður saman við ferðafelagum sínum
Campingplássið har Yviri við Strond verður nógv brúkt av ferðafólkum. Tey koma aftur og aftur
”
Tað, sum ferðafólkini serliga seta prís
uppá her hjá okkum er,at tey eru nær við
høvuðsstaðin, og tað at okkara camping-pláss
liggur beint viðsjógvin