Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 19. september 2006 7 tíðindi - Hetta er kanska eitt høgt mál at seta sær. Men vit vilja gera alt fyri, at henda messan skal verða á altjóða støði, sigur Dánial Petur Hansen. Hann er stjóri í fyri­tøkuni Fair, sum komandi ár skip­ar fyri stóru fiski­vinnu­ messuni Fish Fair 2007 í Havn. Vænt­andi koma fleiri hundr­að umboð úr eini 20 londum á stevn­una Ráðstevna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: – Vit halda tað vera rætt at vit í Føroyum skipa fyri eini slíkari fiskivinnumessu, sigur høvuðsfyriskiparin av Fish Fair. Hetta er fjórðu ferð at ein slík messa verður fyriskipað her, og hetta er samstundis tann mest fjølbroytta og vítt­ fevnda messan av slíkum slagi á føroyskari jørð. Undirtøkan fyri messuni hevur verið alsamt vaksandi. Í fjør vóru sostatt eini 11.000 fólk á vitjan teir dagarnar messan vardi. Hetta var eisini ein munandi øking í mun til undanfarnar messur. Messan komandi ár verð­ ur somuleiðis munandi út­bygd. Meðan hon áður bert hevur verið í eini høll á Sandvíkarhjalli, verður ein partur av messuni hildin í Vágsbotni. Umframt sjálva messuna og tiltøkini í Vágsbotni verður eisini ein ráðstevna hildin við fyrilestrum og øðrum áhugaverdum framløgum hjá framsýnarunum. Hørð kapping Hóast meiri enn hálvt ár er eftir til Fish Fair verður aftur er líkt til, at stórur áhugi er fyri hesi messuni. Á messuni í fjør vóru 300 framsýnarar úr íalt 19 tjóðum. Av framsýnarunum var helmingurin føroyskur, sum her høvdu møguleika at vísa fram sínar vørur, tæn­astur og møguleikar fyri teimum íalt 11.000 fólkunum sum vitjaðu messuna. Longu nú er greitt, at flestu teirra sum vóru á sein­ astu messuni verða við aftur næstu ferð. Hetta skuldi verið besta tekin um, at tær før­oysku og tær útlendsku fyri­tøkurnar fáa nakað burt­ ur úr hesi messuni. – Okkara vón er sjálvandi at komandi messan verður enn størri – og betri! – enn tann undanfarna, sigur Dánial Petur. Føroyska messan er í harð­ ari kapping við líknandi mess­ ur í grannalondum okkara. Men kortini tykist sera stór­ ur áhugi vera uttanlands fyri teirri føroysku. Fyriskipararnir av mess­ uni uppliva nevniliga, at út­lendskar fyritøkur halda Føroyar vera eitt spennandi øki: Her hendir so nógv, bæði tá talan er um fiskivinnu, skipasmíð og menning av sjóvinnuni. Gongst sum ætlað verður tann nýggi báturin, sum er í gerð á Tórshavnar Skipa­ smiðju liðugur um somu tíð. Eitt vindeyga úteftir At ein slík messa og ráð­ stevna verður í Føroyum fer í fyrstu atløgu at hava týdning fyri tær fyritøkurnar, sum á einhvønn hátt hava við fiskivinnu á sjógvi og landi at gera. Her er talan um so ymiskar fyritøkur sum skipasmiðjur, fyritøkur sum framleiða lemm­ar, snellur og ekkolodd, og fyritøkur sum hava við fígging, trygging og veiting av ymiskum tænastum og vørum til fiskivinnuna. Við framsýningum sín­ um hava tær størru fyri­tøk­ urnar eitt vindeyga út­eftir við framleiðslum sín­um. Men eisini tær smærru fyritøkurnar hava ein møguleika í hesum sam­ bandi. – Tær smærru fyritøkurnar hava líkasum ikki fíggjarliga orku at luttaka á messum utt­ an­lands. Men her er so ein møguleiki hjá teimum at gera vart við seg í altjóða høpi, sigur Dánial Petur Han­sen. Í ávísum førum kann ein føroysk fyritøka kanska gera ein einstakan og góðan handil á eini slíkari messu. Hetta ger so sítt til at framsýnarin fær fyri útreiðslurnar av lut­ tøkuni. Oftast er tað helst meiri so, at tveir partar knýta vinnulig sambond, sum so líðandi menna seg til ítøkiligar ordr­ ar í eftirtíðini. Hinvegin so vinnur før­ oyska samfelagið eisini væl av peningi burtur úr eini slíkari messu, til dømis inn­ an ferðing, gisting, farm og flutning. – Her er kanska talan um einar 10 mió. í útlendskum kapitali í avleiddum virk­ semi. Men so kemur alt tað aftrat, sum føroysku fyri­tøkurnar selja av sínum vørum og tænastum. – Út frá hesum trúgvi eg, at ein slík messa hevur stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu. Og eg meti tí eisini, at henda messan er komin fyri at vera, sigur stjórin í Fair. Ein altjóða messa á altjóða støði Tann besta messan Tá Fish Fair fór av bakka­ stokki fyri fimm árum síðani, vildi onkur kanska halda at her var talan um eitt rættiliga stórt tak hjá føroyingum. Eftirtíðin hevur kortini prógvað, at tað var ein røtt avgerð at taka, tí henda messan er bara økt síðani, bæði í stødd, fram­ sýnarum og tilboðum til tey vitjandi. Stevnan varð hildin í mai mánaði í fjør, og var sera væl undirtikin av fólki. Og tá stevnan letur upp í mai mánaði næsta ár vóna teir somu undirtøkuna. Ætlanin er at henda mess­an og ráðstevnan skal vera ein altjóða messa á altjóða støði. Hetta er eitt høgt mál at seta sær, men kortini eitt mál sum til ber at røkka: – Eg tori longu nú at lova, at henda stevnan verður tann størsta – og tann besta, sigur ein bjart­ skygdur Dánial Petur Hansen. - Fish Fair 2007 verður tann størsta og besta messan higartil, sigur fyriskiparin Dánial Petur Hansen Mynd: Jens Kr. Vang Fisk Fair 2007 Tíð: 3. til 5. mai 2007 Staður: Á Sandvíkarhjalli og í Vágsbotni Skráin: Framsýning, ráðstevna og óformellar samrøður Endamál: At menna føroysku fiskivinnuna og bein­leiðis avleitt virksemi av henni her á landi og mótvegis umheiminum Framsýning: Ein 5.000 fermetrar stór høll við omanfyri 300 framsýnarum. Helmingurin eru føroyskar fyritøkur FAKTA Fyriskiparin Dánial Petur Hansen og Marner Mortensen frá Norðoya Sparikassa hava júst undirskrivað samstarvsavtalu. Aðrir høvuðsstuðlar eru Atlantic Airways, Samskip og Tórshavnar Kommuna