Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 180 - 19. september 2006 tíðindi – Tað virkar, sum okkara sam­starvs­ fel­agar í Danmark ikki altíð eru greiðir yvir, at vit keypa eina tænastu, sum vit gjalda fyri. Á Ríkis­ sjúkrahúsinum hava tey lyndi til at síggja Føroyar sum sítt egna sjúklingagrundarlag. Tað, sum vit vilja hava, er effekt­ivit­et, úrslit og kostn­að­ar­ medvit, sigur Hans Petur Nielsen, sum hevur ábyrgdina av hjartadeildini á Landssjúkrahúsinum Heilsuverk Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Frágreiðingin, sum Health Con­sumer Powerhouse (HCP) hevur skrivað um heilsu­verkini í ES-londunum, hevur ikki loypt hvøkk á yvir­ læknan á hjartadeildini á Lands­sjúkrahúsinum, Hans Petur Nielsen. Kanningin hjá HCP snýr seg um fleiri ymiskar tættir, og eitt av endamálunum við frágreiðingini er at geva sjúk­lingum eina holla og óhefta kunning um ymisku heilsuverkini í ES. Reglurnar í ES innan kann­ing og viðgerð gera tað nevniliga lættari hjá sjúk­lingum í einum landi at fáa viðgerð í einum øðrum landi í samveldinum. Tí er kanningin eitt gott grund­ar­ lag hjá sjúklingum, sum fara til viðgerðar í øðrum landi, at byggja á. Undrar ikki – Nei, úrslitið ger meg ikki skakkan. Í Norðurlondum hevur leingi verið kunnugt, at danska heilsuverkið ikki stendur mát við fremstu heilsu­verkini í Evropu. Hetta er nakað, sum vit í veruleikanum leingi hava vitað. Hans Petur Nielsen, yvir­ lækni, ásannar tó, at stór menning hevur ver­ið á hjartaøkinum á Ríkis­sjúkra­ húsinum seinastu 8-10 árini, tá ið hesin parturin annars var ógvuliga langt aftur út. – Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, gjørdu læknar í Dan­ mark bert ein lítlan part av eitt nú bypass-skurð­viðgerðunum og ballón­við­gerðunum, sum teir gjørdu um somu tíð í Svøríki og Íslandi. Hann sigur, at í nítiárunum fingu danir ”hjartapakkan”, har dentur varð lagdur á at menna hendan partin av virkseminum, bæði í dygd og nøgd av viðgerðum. Rímiliga tryggur – Í dag eri eg sum heild rímiliga tryggur við tað samstarv, eg havi við hjartadeildina á Rí­k­is­ sjúkrahúsinum. Tað eru nógv sløg av hjart­asjúklingum eins og av øðrum sjúklingum, og tað er nú einaferð soleiðis, at nøkur økir virka betur enn onnur. Hans Petur Nielsen vísir á, at Landssjúkrahúsið er eitt danskt sjúkrahús í gásar­eygum, sum hann tek­ ur til, bæði í hugburði og arbeiðsmentaliteti, og tað er ivasamt, hvussu hepp­ið hetta er fyri okkara sjúkra­ húsverk. – Landssjúkrahúsið virkar sum eitt danskt sjúkrahús, tó í flestu førum nøkur ár afturút, og hetta kann eft­ir mínum tykki elva til álv­ arsligar trupulleikar, bæði læknafakliga og ikki minst umsitingarliga. Yvirlæknin viðgongur, at undir verandi skipan ber illa til at tosa um dygd og effektivitet. – Nógvur peningur verður brúktur til sjúkrahúsverkið, men líkt er ikki til, at nakar hevur stundir at hyggja at, hvat fyrigongur, sigur hann. Sama grundarlag Hans Petur Nielsen hevur eisini eitt hjartasuff um sam­starvið, sum er millum før­oyska sjúkrahúsverkið og Ríkissjúkrahúsið – Tað virkar, sum okk­ ara samstarvsfelagar á Ríkis­sjúkrahúsinum ikki altíð eru greiðir yvir, at vit keypa eina tænastu, sum vit gjalda fyri. Tey hava lyndi til at síggja Føroyar sum sítt egna sjúklingagrundarlag, men tað, sum vit vilja hava, er effektivitet, úrslit og kostnaðarmedvit, sigur yvirlæknin á hjartadeildini. Hans Petur Nielsen er út­búgvin í Svøríki, sum í kanningini hjá Health Con­ sumer Powerhouse liggur millum fremstu lond í Evropu á heilsuøkinum. – Flestu hjarta­sjúk­ling­ar­ nir, sum eg sendi av land­ inum til serviðgerðir, fara til Danmarkar, men mið­ skeiðis í nítiárunum royndi eg at senda sjúklingar til Svøríkis. Hetta læt seg ikki gera administrativt tá, og ein orsøkin var ivaleyst, at hetta var stutt eftir kreppuna í samfelagnum. Tá vildu mynd­ugleikarnir ikki loyva við­­gerð aðrastaðni enn í Dan­ mark, tí stúrt varð fyri kostn­ aðinum, sigur yvir­læknin. Úrslitini telja Hann vísir á, at tað er alt í lagi við, at sjúklingurin er nøgdur við ta viðferð, hann fær við móttøku, kunning og øðrum á einum sjúkrahúsi, men tað avgerandi má vera, at úrslitini standa mát við tað besta, sum røkkast kann. – Tað er viðgerðin og med­ isinska proseduran, sum er avgerðandi fyri úr­slit­ini. Bara nøgdsemi millum sjúklingarnar sigur einki um eina kanning. Tað av­gerandi er í fyrsta lagi ef­fektiviteturin og úrslitini. Í hesum liggur eisini at­komiliga tøknin og tað at stilla røttu diagnosurnar hjá sjúklingunum, sigur yvir­ læknin. Bill ósakligur Hans Petur Nielsen sigur seg harmast nógv um hugburðin hjá eitt nú Bill Justinussen, løgtingsmanni og fyrrver­andi landsstýrismanni í heilsu­ málum, sum hevur lyndi at skera yvir vein kamb, tá ið ræður um sjúkrahúsverkið. – Hetta haldi eg vera ósak­ ligt, og skal Bill Justinussen finnast at, eigur hann at ítøkiliggera sínar atfinningar – og ikki koyra alt sjúkra­ húsverkið í ein sekk, sig­ur Hans Petur Nielsen, yvir­ lækni á hjartadeildini á Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið er danskt í hugburði og arbeiðsmentaliteti – Nei, úrslitið í kanningini hjá Health Consumer Powerhouse ger meg ikki skakkan. Í Norðurlondum hevur leingi verið kunn­ ugt, at danska sjúkrahúsverkið ikki stendur mát við fremstu sjúkrahúsverkini í Evropu. Hetta hava vit vitað leingi, sigur Hans Petur Nielsen, sum hevur ábyrgdina av hjarta­deildini á Landssjúkrahúsinum – Í dag eri eg sum heild rímiliga tryggur við tað samstarv, eg havi við hjartadeildina á Ríkissjúkrahúsinum. Tað eru nógv sløg av hjartasjúklingum eins og av øðrum sjúklingum, og tað er nú einaferð soleiðis, at nøkur økir virka betur enn onnur, sigur Hans Petur Nielsen, yvirlækni Mynd: Vilmund Jacobsen