Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 19. september 2006 9 tíðindi Rithøvundurin Eirik Newth frá Norra vinnur Norð­ur­ lendska Barnabó­ka­ heiðurslønuna 2006 for bókina „Hvorfor dør vi?“. Bókin varð útgivin í 2005. Tað er Norðurlendska skúlabókasavnafelagið (NSF), sum gevur heiðurslønina. Hand­ anin fer fram tann 21. september í Svøríki BARNAB­ÓKA­ HEIÐURSLØN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Eirik Newth viðger í bókini deyðan og ymsar uppfatanir av deyðanum. Summi fólk uppfata deyðan sum eitt nat­ úr­ligt fyribrigdi, sum fylgir teimum alisfrøðiligu og evnafrøðiligu grundlóg­un­ um. Onnur síggja deyðan sum byrjanina til eina andaliga ferð til eina nýggja tilveru á jørðini ella aðrastaðni. Men líkamikið hvat tú trýrt, er deyðin ein veruleiki og ein gáta, sum er bæði spennandi og ræðandi. Dómsnevndin, sum valdi vinnaran, sigur í skrivi, at „Hvorfor dør vi?“ hjá Eirik Newth vísir á framúrskarandi hátt, hvussu fólk hava leita eftir svarum á deyðans loynd­ ar­dóm í átrúnaði, heimsspeki og náttúruvísindi. Í bók­ ini verður deyðin lýstur út frá nógvum ymiskum sjón­arhornum. Tað er framúrskarandi og eina­stand­ andi viðger av einum sera tor­førum og eymum evni, staðfestir dómsnevndin. Í fótasporunum á foreldrunum Heilt sertakt er tað, at mamman hjá Eirik Newth, rithøvundurin Mette Newth, eisini hevur mót­tik­ ið Norðurlendsku Barna­ bókaheiðurslønina í 1988. Nú skal sonurin so móttaka somu heiðursløn í ár. Uppaftur meira serstakt er tað, at bæði pápin - Philip Newth í 1982 -, mamman - Mette Newth í 1988 - og sonurin - Erik Newth í 2004 - hava móttikið somu heið­ursløn. Talan er her um Bókmentaheiðurslønina, sum verður handað av Skúla­bókasavnafelagnum í Norra. Hesi hava vunnið Norð­ urlendsku Barnabóka­heið­ urs­lønuna, síðani hon fyrstu ferð varð handað í 1985: 1985 Maria Gripe, Sverige 1986 Tormod Haugen, Norge 1987 Kaarina Helakisa, Finland 1988 Mette Newth, Norge 1989 Svend Otto S., Danmark 1990 Mats Wahl, Sverige 1991 Ólavur Michelsen, Færøerne Erik Hjorth Nielsen, Danmark 1992 Gudrun Helgadottir, Island 1993 Bjarne Reuter, Danmark 1994 Torill Thorstad Hauger, Norge 1995 Torun Lian, Norge Viveca Lärn Sundvall, Sverige 1996 Louis Jensen, Danmark 1997 Lars-Henrik Olsen, Danmark 1998 Ulf Stark, Sverige 1999 Annika Thor, Sverige 2000 Bent Haller, Danmark 2001 Edward Fuglø, Færøerne 2002 Thore Hansen, Norge 2003 Kristín Steinsdóttir, Island 2004 Lene Kaaberbøl, Danmark 2005 Ragnheiður Gestsdóttir, Island 2006 Eirik Newth, Norge Norðurlendska Barnabókaheiðurslønuna 2006 – Hatta er skelkandi, heldur Jenis av Rana um úrslitið av kanningini hjá Health Consumer Powerhouse av heilsu­ verkunum í 25 ES- londum. Danmark fær vánaligt úrslit og verður mett at hava ringasta heilsuverk av norðurlondunum í kanningini. – Eg stilli meg undir liðina á Jákupi Petersen. Pol­itikararnir eiga at taka fyrsta stigið til at gera avtalur við onnur heilsuverk, sigur Jenis HEILSUVERKIÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Jenis av Rana er komm­unu­ lækni og løgtingslimur. Hann hevur leingi havt greiðar mein­ingar um føroyska heilsu­verkið. – Hatta er skelkandi, sig­ ur Jenis av Rana, tá ið hann hoyrir um kanningina hjá Health Consumer Pow­er­ house, sum Jákup Petersen tók fram í lesarabrævi í gjár. – Hatta er ikki tann upp­ fatan, sum vit hava havt av danska heilsuverkinum. Kanska vit hava livað við einari falskari trygd í Før­ oy­um. Vit hava í hvørt fall hild­ið, at viðgerðirnar í Dan­ mark eru í topp, men hendan kanningin vísir sanniliga nakað annað. Álvarslig støða hjá føroyingum – Hatta er álvarsligt fyri okk­um, tí at vit hava so­ mik­­ið tætt samstarv við danska heilsuverkið. Tað er ein sannroynd, at føroyska heilsuverkið er verri enn danska heilsuverkið, og tá ið tað nú vísir seg, at danska heilsuverkið er í botninum av ES-londunum, er støðan al­armerandi hjá føroyska heilsu­verkinum. – Tað er læknaleiðarin á landssjúkrahúsinum, sum hevur ábyrgd av, at støðið á viðgerðunum á nóg gott. Eg haldi, at teir áttu fyri langt síðani at kannað heilsu­ skipanina hjá okkum, og nú hava teir við hesari kann­ ingini eina enn størri orsøk at seta eina kanning í verk. – Nýggju upplýsingarnir krevja, at Hans Pauli Strøm, landstýrismaður í almanna- og heilsumálum, setir eina kanning í verk sum skjót­ ast. Hans Pauli er ovasti administrativi myndugleikin á hesum økinum, og tí eigur hann at taka fyrsta stigið, sigur Jenis. Jákup Petersen heldur, at føroysku politikararnir hava lyndi til at stara seg blindar á danska heilsuverkið, og hann reisti spurningin, um vit skulu byrja at hyggja aðrastaðir at senda sjúk­ling­ arnar. Mugu hyggja at góðskuni – Eg eri samdur við Jákupi Petersen í, at vit eiga at hyggja eftir øðrum møguleikum. Tá ið Bill Justinusen var lands­ stýrismaður í heilsu­málum, royndi hann at fáa eitt sam­ starv í lag við íslendingar. Avtalan varð ikki til nakað, tí at politikararnir dugdu ikki at síggja nakrar sparingar við at senda sjúklingarnar til Íslands heldur enn til Danmarkar. – Men tað er skeivt einans at hyggja at krónunum. Vit mugu hyggja at góðskuni av viðgerðunum. Eg haldi, at tað er neyðugt, at vit venda eygunum aðrastaðni, so at vit sleppa undan hesum auto­ matiska sambandinum við Danmark, sigur Jenis. Politikararnir skulu taka fyrsta stigið Jákup Petersen hevði hug til at leggja ábyrgdina til at taka fyrsta stig hjá polit­ ik­arunum. Marjus Dam og Hans Pauli Strøm vístu tó á, at landssjúkrahúsleiðslan hevur heimild til at gera avtalur við onnur sjúkrahús, og at Løgtingsins uppgáva einans er at játta penning til heilsuverkið, at at sjúkra­ húsleiðslan umsitir teir. Men Jenis er ikki samdur við Hans Paula og Marjus: – Har má eg seta spurn­ ar­tekin við úttalilsini hjá Hans Paula og Marjus. Før­ oyska heilsuverkið hev­ur eina fasta avtalu við Ríkis­ sjúkrahúsið. Vit hava enntá eitt sjúklingahotell har niðri. Mær vitandi hava vit onga fasta avtalu við nakað annað sjúkrahús. – Har stilli eg meg undir lið­ina á Jákupi Petersen. Pol­ it­ikararnir eiga at taka fyrsta stigið til at gera avtalur við onnur heilsuverk. Teir mugu skapa føroyingum eins góð­ ar karmar aðrastaðni og í Dan­mark, sigur Jenis av Rana at enda. Jenis av Rana: – Úrslit av kanning er skelkandi – »Hatta er skelkandi«, sigur Jenis av Rana, tá ið hann hoyrir um kanningina hjá Health Consumer Powerhouse, sum Jákup Petersen tók fram í lesarabrævi í gjár. – Hatta er ikki tann uppfatan, sum vit hava havt av danska heilsuverkinum. Kanska vit hava livað við einari falskari trygd í Føroyum, heldur hann