Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 180 - 19. september 2006 Tað vóru alt annað enn hugalig tíðindi, sum bórust í gjár um kanning av heilsuverkunum í 25 ES londum. Danmark liggur á einum 10. plássi aftanfyri hini norðurlondini. Hetta hendir samtíðis sum føroyska heilsuverkið sendir túsund­ tals sjúklingar til viðgerð júst í Danmark á hvørjum ári. Nú skal man altíð vera varin við ikki at generalisera og fella ov skjótar og avgjørdar dómar. Hinvegin eiga vit at geva slíkum signalum ans og taka tey við í okkara metingar, tá vit gera av, hvaðar vit senda okkara sjúklingar til viðgerð í útlandinum, nú okkara egna heilsuverk er fáment og ikki megnar allar uppgávur. Tað er ein sannroynd, at vit á mongum økjum hava eitt náttúrligt samband við Danmark. Men einki stendur í stað og tí eiga eisini vit við tíðini at endurskoða avgerðir, sum eru tiknar fyrr og bygdar á veruleikan tá. Tað er tí áhugavert og kærkomið, at ein av okkara yvirlæknum setir spurningin, hvussu leingi vit skulu senda allar okkara sjúklingar til Danmarkar. Um ikki sjúkrahúsini í øðrum norðurlondum eiga at verða brúkt, nú vit kortini skulu gjalda fyri viðgerðina. Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at tað fyriliggur einki politiskt diktat, um at føroyskir sjúklingar skulu viðgerast í Danmark. Hvussu og ikki so er tað ein sannroynd, at flest allir sjúklingar verða vístir til donsk sjúkrahús einamest Ríkissjúkrahúsið. Vit hava so eisini bygt upp tænastur rundan um nettupp Ríkissjúkrahúsið her serstakliga sjúklingahottellið Tórshavn. Ein kann tí siga, at vit í ein ávísan mun hava ”bundið” okkum til at brúka Ríkissjúkrahúsið, og tí fáa politikarar og myndugleikar ikki broytt hetta frá degi til dags. Latið okkum brúka hesi tíðindi positivt og lata upp fyri einum breiðum orðaskifti alment men eisini internt í sjúkrahúsverkinum og millum politikarar, um hvussu vit í framtíðini skulu leggja til rættis viðgerðir í útlandinum og í hvønn mun vit eiga at brúka sjúkrahús í hinum Norðurlondunum eisini. Um somu tíð sum hesi tíðindi koma fram verður her heima eisini funnist at okkara egna sjúkrahúsverki. Brúkarar eru ónøgdir við viðgerð, og starvsfólk eru ónøgd við ómenniskjansligar umstøður. Tað fara vit at venda aftur til. Sosialurin Ljóskastarin á heilsuverk Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Eg eri ein mamma til ein 10 mánaðan gamlan son, sum eg átti um miðan november í fjør. Hann er okkara fyrsta barn, og hevði eg tí av góðum grundum ongar royndir, hvat tað vil siga at gerast mamma. Eg var akkurát útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur og hugsaði tí, at eg sjálvsagt fór aftur til arbeiðis, tá tær 24 vikurnar í barsilsskipanini vóru lidnar. Tá eg hevði átt, fekk eg annað at síggja. Sá beinavegin, at tað fór ikki at koma upp á tal at fara so skjótt aftur til arbeiðis, tí eg vildi taka mær av mínum 5½ mánaða gamla soni sjálv. Hann fekk eisini einans bróstamjólk og vildi ikki vita av fløsku, so eingin annar kundi passa hann. Hvat var so til ráða at taka? Vit eru í ferð við at seta búgv, og tað skulu jú pengar til. Eg royndi so at melda meg arbeiðsleysa, sum eg jú eisini var. So kundi eg um ikki annað fáa nøkur oyru frá ALS, men tað var stokkurt gleði. Eftir tveimum vikum fekk eg bjóðað starv í náttarvakt, og tá eg ikki fekk tikið av, orsaka av at eg havi sjómann, bleiv eg mett sum óarbeiðstøk og tveitt úr skipanini. Eg eri avgjørt ikki nakað eindømi upp á hesa støðuna. Tað eru mong við mær sum eru í akkurát somu skóm, og eg vóni so inniliga við hesum lesarabrævi at kunna skapa eitt kjak um núverandi skipan. Vit eru avgjørt ein eftirbátur, tá tað kemur til hetta. Í dag er lógin orðað soleiðis: »Kvinna, sum hevur A- inntøku, og sum fer frá ar­beiði orsakað av viðgongu ella barnsburði, hevur rætt til barsilspening frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð. Eftir barnsburð hevur kvinna rætt til barsilspening í 24 vikur innan fyrstu 24 vikurnar eftir barnsburð.« Í Danmark bleiv lógin broytt í 2002: »Folketinget har vedtaget den nye barselsorlov, som betyder, at forældrene får barselsorlov på fulde barsels-dagpenge i 52 uger. Samtidig får de mulig­hed for at vælge at forlænge orloven med op til 14 uger. Det sker mod at orlovsydelsen nedsættes, så den svarer til 52 ugers fulde barselsdagpenge. For forældre til børn, der er født før den 1. januar 2002, gælder de eksisterende regler om barsel- og børnepasningsorlov stadig. Det betyder, at disse forældre fortsat kan søge om børnepasningsorlov efter reglerne, som de er i dag, det vil sige frem til barnet fylder 9 år. For forældre til børn, der er født efter 1. januar og indtil 26. marts 2002, er der mulighed for frit at vælge mellem den gamle og den nye barselsorlov.« Í Svøríki eru korini upp­ aftur betri, har tað stendur í boði at verða 2 ár í barsil. Sundhedsstyrelsen mælir til at børn einans fáa brósta­ mjólk seks teir fyrstu mán­ aðirnar. Um ein mamma skal til arbeiðis aftur eftir 24 vikur, er hon noydd at byrja at geva barninum annan kost tá barnið er fýra mánaðir og sostatt er tað eingin møguleiki at fylgja tilmælingunum. Tað er eisini ein sann­ roynd, at tað eru tey allar fægstu, ið fáa børn síni í ansing áðrenn tey fylla eitt ár. Og tað vísir seg eisini, at tá børn eru so lítil tá tey fara í ansing gerast tey ofta sjúk, so foreldrini hava nógvar sjúkradagar av somu orsøk. Tað er ónatúrligt at skilja barnið frá mammuni áðrenn tað er eitt ár. Tann tíðin í lívinum kemur ong­ an­tíð aftur, og tað er ein so týdningarmikil tíð. Persónsmenskan hjá barn­ inum og grundarlagið fyri víðari menning veður løgd tað fyrsta árið. Tað optimala hevði verið um annað foreldrið kundi verið heima hjá sínum børnum trý tey fyrstu árini tí, tástani eru tey klár til at fara út í lívið. Tá er barnið so væl formað, at tað er klárt til at møta nýggjum avbjóðingum og hevur tørv á at spæla við onnur børn. Eg sigi ikki, at skipanin skal broytast soleiðis, at tað gerst gjørligt at verða heima hjá barni sínum tey fyrsu trý árini, men at gera tað gjørligt at verða heima tað fyrsta árið eftir barnsburðin við dagpengum. Eg vil við hesum eisini vísa á, at 1. januar 2006 var lógar­ broyting, ið hevði við sær, at inngjaldið til barsils­ skipanina var økt úr 0,25% upp í 0,62%. Tá inngjaldið er hækkað munandi átti tað eisini at verið gjørligt at fingið meira úr skipanini. Meira peningur verður eisini til taks við, at børnini ikki taka stovnspláss, fyrr enn fyrsta árið er farið. Um vilji ikki er fyri at økja útgjaldið úr skipanini, so kundi lógin verði gjørd meira smidlig, soleiðis at valmøguleikar eru til staðar. T.d. so tað var gjørligt at fingið útgjaldið býtt útyvir 52 vikur. Tað dýrabarasta vit eiga eru børnini. Tann fyrsta tíðin í teirra lívið eigur at verða merkt av tí tryggleika og treytaleysa kærleika, ið einans foreldrini eru før fyri at geva, soleiðis at tey fáa eina so góða byrjan upp á lívið sum gjørligt. Vónandi fer skipanin at broytast innan leingi. Lillian Bjarna­ dóttir Poulsen Til tykkum, ið varða av barsilsskipanini