týsdagur 19. september 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 19. september 2006
11
HÅ BÆH og KÅ Í !?
Ella: HÁ BE og KÁ Í (KA Í)!
HB: Onkur segði mær, at HB-viðhaldsfólk rópa:”Kåmm
så, HÅBÆH!” og ikki:”Koyr á, HÁBE”!?
Ikki man tað vera. Ikki nú á døgum.
KÍ: Kann tað bera til, at norðoyingar rópa KÅÍ á liðið
har norðuri?
Um so er, so ruggar ikki rætt. Liðið eitur jú KÁÍ.
Norðoyingar siga sjálvandi KAÍ á sínum norðoyamáli!
Siga tey ikki KA í skúlunum har norðuri? (Papi malaði
batin).
Annars áttu ávís fjølmiðlafólk og aðrir føroyingar at
vitað, at H og K úttalast HÁ og KÁ á føroyskum, ikki
HÅ og KÅ!
E.S.: Hitt havnarliðið eitur B seks og trítivu, tre er
ikki føroyskt!?
Við bókstavakvøðu
Á Borg á Argjum um tampardag 2006
Eg havi fyrr víst á, í eini
blaðgrein, at politikarar
hava í ávísum førum drig
ið embætisfólk og aðrar
serfrøðingar inn í polit
iska kjakið, fyri harvið
at geva teirra politiska
boðskapi størri trúvirði.
Men trupulleikin við hes
um er, at trúvirði hjá ser
frøðingunum
sjálvum
minkar líka nógv sum tað
økist hjá politikarunum,
tá slíkt verður gjørt. Nú
sær út til, at hetta sama er
við at henda við stovninum
Gallup Føroyar.
Tjóðveldisflokkurin
kunngjørdi í farnu viku
eina veljarakanning, sum
Gallup Føroyar hevur lagt
navn til. Ikki kann sigast,
at kanningin er góð fyri
andstøðuna á tingi, tí hóast
nógv orka er løgd í at seta
samgonguflokkarnar í ringt
ljós tey seinastu árini, so
varðveitir samgongan í
kanningini øll síni 21 umboð
á tingi. Einasta broytingin í
floksbýtinum er, at tann eini
andstøðuflokkurin tekur ein
tingmann frá einum øðrum
andstøðuflokki.
Men av tí at tað er Tjóð
veldisflokkurin, sum hevur
latið
kanningina
gjørt,
so er tað eisini hann sum
sendir tíðindaskrivini út
til fjølmiðlarnar um kann
ingina. Og har eydnast tað
við væl valdum orðum,
at gera úrslitið til ein stór
sigur.
Skáka sær undan at
spyrja um samband/
loysing
Tað sum undrar meg mest
við hesi kanningini, eru
aðrir spurningar sum fólk
hava fingið settar.
Sum spurningarnir eru
orðaðir, er einki at ivast í, at
tað er Tjóðveldisflokkurin,
og ikki Gallup, sum hevur
ført pennin, og tað er
eisini hann sum velur út,
hvørji úrslit skulu almanna
kunngerast
og
hvørji
skulu haldast duld. Tað
undrar meg til dømis, at
hóast kanningin er gjørd
í sambandi við at 60 ár
eru liðin síðani fólkaatkvøð
una, so fáa vit einki at vita
um, hvat fólk siga um
spurningin um samband/
loysing. Annaðhvørt eru
tey ikki spurd, ella passa
svarini ikki inn í tað, sum
Tjóðveldisflokkurin ætlaði
at brúka kanningina til.
Ístaðin fyri at fáa henda
spurningin lýstan, verða
aðrir torskildir spurningar,
sum fólk ikki hava so
sterka meining um, brúktir
til at geva eina ábending
um, at føroyingar helst
vilja hava loysing. Ja
Tjóðveldisflokkurin
og
Gallup fara so langt sum
at pástanda, at 60% av velj
arum
Sambandsfloksins
vilja hava loysing frá Dan
mark. Her burdi onkur
klokka farið at ringt (í
hvussu so er hjá Gallup).
Og her er tað, at eg havi
hug at spyrja, um Gallup
hevur selt sítt trúvirði?
Keypa pláss í
fjølmiðlunum
Størsta
endamálið
hjá
Tjóðveldisflokkinum við
at bíleggja kanningina,
er uttan iva, at flokkurin
við henni hevur roynt at
tryggja sær nógv pláss í
fjølmiðlunum
dagarnar
rundanum 14. september.
Tann ætlanin sær út til at
vera væl eydnað. Eg fari tí
at spyrja útvarp, sjónvarp,
og tíðindabløð, um aðrir
flokkar eisini kunnu rokna
við at fáa líka nógv pláss
í tíðindunum, um teir gera
eina slíka kanning. Um so
er, so fara vit á skrivstovu
Sambandsfloksins at biðja
um at fáa eina “veljara
kanning” gjørda stutt undan
komandi
løgtingsvali,
og eg rokni við, at hinir
flokkarnir eisini fara at
gera tað sama.
viðmerkingar
Fyri aðru ferð í summar
leggur tú eftir mær í bløð
unum, fyri at renna hunds
ørindi fyri ein ella annan,
og hesaferð skal tað ikki
standa ósvarað.
Lat meg gera tær greitt
alt fyri eitt, at tað ongan
tíð verður tú, sum gert av,
hvønn eg velji at endurgeva
skrivliga, ella hvønn eg
velji at tosa við, so við
komandi sjálv/ur, kann siga
tað sum sigast skal. Við
øðrum orðum, tað verður
ongantíð tú, sum setur dags
skránna í mínum yrki sum
tíðindamaður.
Nei, eg havi ongan bipp
ara sum nakar ávísur kann
ringja ella rópa til.
Men eg haldi fast um,
at tað sum samrøðna við
Jørgin Niclasen snúði seg
um, hevur alstóran týdning
í orðaskiftinum um okkara
fiskastovnar. Tí
talvan
sum hann sendi mær, vísir
tíðuliga, hvussu gongdin í
toskafiskiskapinum hevur
verið. Og tað var tað sum
eg metti at almenningurin
átti at fáa at vita.
Tá tað ikki letur seg
gera at almannakunngera
eina talvu í útvarpinum, so
má ein velja, annaðhvørt
at endurgeva hana sjálvur,
ella lata viðkomandi sum
kennir talvuna, gera tað.
Tað helt eg at Jørgin
Niclasen gjørdi so væl, og so
skilligt fyri almenninginum,
at eg bað hann gera tað.
Hann kom væl frá tí, og
bert framtíðin fer at vísa,
um hann hevur rætt ella
ikki.
Innslagið var, sum tað
skuldi vera.
Annars eru tað mánaðir
síðani eg, sum tíðindamaður,
seinast tosaði við Jørgin
Niclasen
Eg kann leggja aftrat, at
eg sjálvur fríggjakvøldið í
farnu viku gjørdi samrøðu
við ein fiskifrøðing um
yvirlitstrolingarnar,
sum
gjørdar vórðu í august.
Tað sum í mínari verð er
nógv meira áhugavert, eru
tær umstøður sum arbeitt
verður undir.
Havi fyrstu 3 kvøldini í
vikuni verið einsamallur á
innanlandsvakt til at gera
tíðindir til kl. 18.30.
Tá standurin er soleiðis,
so er ein altíð noyddur at
gera eitt val. Ein kann velja
at skriva nógvar stubbar,
sum einki fylla, ella at gera
nøkur innsløg, sum fylla
nakað, tí í mínari verð er
tað altíð lurtarin sum kemur
í fremstu røð.
Bæði mánakvøldið og
týskvøldið bar til at koma
til innsløg, sum í samráð
við tann ið tosað varð við,
vórðu gjørd so stutt sum
gjørligt, og fyri at sleppa
undan at klippa ov nógv.
Tí slíkt er als ikki tíð til
í eini slíkari støðu. Tú
hoyrdi kanska tíðindini
mikukvøldið. Teimum var
hvørki eg ella nakar annar
stoltur av.
Tú hevur polittiska ávirk
an. Og tú eigur at gera tína
polittisku ávirkan galdandi,
til frama fyri okkum sum
starvast í útvarpinum, og til
gagns fyri lurtaran.
Uppískoyti til morgun
sendingina í morgun
Evnið var føroysk framleiðsla. Einar Waag kom til
at siga, at tíðin mundi vera farin frá, at fólk keyptu
føroyskt av tjóðskaparligum grundum.
Eg eri ikki samd í hesum. Tíðin fer ongantíð frá
at hugsa um framleiðsluna í eins egna landi. Ein so
lítil kundaskari sum hin føroyski heimamarknaðurin
verður noyddur at hugsa føroyskt, tá ið keypt verður,
annars kunnu allar fyritøkur leggja seg at doyggja
beinanvegin.
Um annars góðskan er í lagi, eiga vit at keypa alt,
vit kunnu av tí, ið føroyingar tilvirka sjálvir, tað veri
seg innan hondverk, prentlutir, list, fiskur, kjøt, klæðir,
embalasju, drekkivørur og so framvegis.
Sárt er at síggja alt hetta útlendska dumpingsodavatni
í handlunum, tilvirkað av trælum í onkrum fjarum
landi. Og tað er nógv fyri at síggja Føroya løgting
ganga á odda, tá ið umræður at spenna bein fyri
føroyskari framleiðslu.
Keypið føroyskt!
Tórshavn 15 sept. 06
Krevur eina dagløn
fyri at útskriva tvey
fiskiloyvir
Tað er sjón fyri søgn, at
Fiskimálaráðið er ómetaliga
óvirkið, nú tey krevja 500
krónur fyri at útskriva
eitt fiskiloyvi á éitt A 4
papírsark og senda tað til
bátaeigarar.
At
tendra
telduna,
útprinta fiskiloyvi, leggja
tað í ein brævbjálva, sleikja
eitt frímerki, smekka tað á
brævbjálvan og senda tað
við postinum kann ikki
kosta meir enn 25 krónur.
Við eitt sindur av viti
og skili í Fiskimálaráðnum
og
Landsstýrinum,
var
frítt at fiska hjá bátum í
bólki 5B og 5A, og so var
ikki neyðugt at útskriva
nakað fiskiloyvi til hesar
bátar, tí veðrið og streymur
avmarka fiskidagarnar heilt
natúrliga.
Men tey umleið 700 fiski
loyvini, ið verða útskrivað
um árið, kunnu nú fíggja
lønirnar hjá 1,5 starvs
fólkum, og er hetta helst
ein byrjan til eitt avgjald
fyri fiskirættindi, sum á
hendan hátt blívur lirkað
og lumpað ínn gjøgnum
bakdyrnar.
Helgi
Abrahamsen
tíðindamaður í
útvarpinum
Sigmar
Bláberg
Finnleif
Guttesen
Hevur Gallup selt sítt trúvirði?
Ger tína ávirkan galdandi, Tobbi!
Eyðun á
Borg
Oddvør
Johansen
Eitt óvirkið Fiskimálaráð