Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 180 - 19. september 2006 viðmerkingar Farna vika var rættiliga friðarlig á flestu marknaðum. Alheims parta­ brøv hækkaðu um 1%, og flestu gjaldoyru fluttu seg lítið í mun til hvørt annað. So var tó ikki á rávørumarknaðunum. Vit skrivaðu í síðstu viku um, at oljuprísurin var lækkaður. Hann helt á at lækka í farnu viku, men Brent oljan kostar nú aftur 63 dollarar fyri tunnuna. Prísurin var í vikuni niðri á 61 dollarum, hetta er tað lægsta síðan mars mánað. Síðstu dagarnar er lækkingin tó steðgað. Aðrar rávørur lækkaðu eisini nógv í farnu viku. Vísitalið CRB, ið umfatar nógvar ymiskar rávørur, lækkaði soleiðis 5% í farnu viku til 305. Hetta er tað lægsta síðan juli 2005.   Lánsbrævarentur støðugar Lánsbrævarenturnar hava aftur verið støðugar farnu vikuna. 10- ára rentan er 3,85%. Munurin millum renturnar á stuttum og longum lánsbrøvum er sera lítil. Rentan á 1-árs statslánsbrævi er um 3,75%. Fyri einum ári síðani var rentumunurin heilt uppi á 0,85%, móti 0,10% nú. Hetta merkir, at lánsbrævaíleggjarar eru vorðnir meiri váðafúsir. A. P. Møller – Mærsk kann koma undir trýst Kappingarneytin hjá A. P. Møller – Mærsk (APM), Neptune Orient Lines, hevur júst kunngjørt eina mánaðarliga rakstrardagføring. Dagføring vísti á framhaldandi lækkandi fraktratur. Tí eru vit enn sannførd um, at lækkandi fraktratur aftur kunnu fara at merkja APM og at trýst sannlíkt aftur kemur á APM kursin. Seinastu dagarnar eru partabrøv eisini merkt av skiftandi rávøru­ prísunum, serliga oljuprísinum, og óttanum um øktan prísvøkstur. Meðan oljuprísurin er lækkaður 20% síðani í august, eru evropisk partabrøv hækkaði 4% og norður­ lendsk góð 5%. At olju­prísurin er hækkaður eitt vet sein­astu dagar­ nar hevur merkt partabrøv, men  tó avmarkað. Hesa vikuna Hesa vikuna verður USA í andgletti. Serligur áhugi verður fyri, hvat tjóðbankastjórin, Bernanke, fer at siga aftan á rentufundin hóskvøldið. Annars verða eyguni framvegis havd við rávøruprísunum. Marknaðarrák Rávørur lækkaðar Vika 38                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.              Í ár verða tað ikki bert fólk í Havn og í Suðuroynni, ið skulu fara í renniskógvarnar, tí nú fáa øll kring landið møguleika fyri at vera við í Fólkaheilsu­ renningini. FÓLKA­HEILSU­ RENNING - Tað er frálíkt, at vit kunnu endurtaka væleydnaðu til­ tøkini í Havn og í Suður­ oynni. Men eg eri sjálvsagt sera glaður fyri, at dillan við at renna, ganga ella bara røra seg meira í ár eisini fer at spreiða seg til Klaksvíkar, til Runavíkar og til Vágar­ nar, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Við at víðka um tiltakið frá tveimum til fimm lokalar heilsurenningar, er neyvan ivi um, at luttakaratalið verður hægri enn undanfarnu árini. Í fjør luttøku fleiri enn 1.000 fólk í Havn og útvið 600 fólk í Suðuroynni í Fólkaheilsurenningini. Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroy­ ingum. Endamálið við fólka­heilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum - yngri sum eldri - eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað stendur sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin; mest umráðandi er at vera við. - Við at skipa fyri Fólka­ heilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sum sam­ an við ítróttarfelagnum Bragd­inum, Føroya Shell, Tryggingarfelagnum Før­ oy­um og Suðuroyar Spari­ kassa skipar fyri Fólka­ heilsurenningini 2006. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður, leggur haraftur­ at dent á, at fremjanin av hesi umfatandi skrá – við heili fimm lokalum tiltøkum – er ógvuliga nær tengd at teimum mongu sjálvbodnu kreftunum, sum tey lokalu rennifeløgini fús leggja í tiltakið. Tey eru Bragdið, Treysti, Hvistan, Roysnið og Frælsi. Øll kunnu luttaka í Fólkaheilsurenningini Luttakararnir verða býttir í tveir bólkar: børn (fødd 1993 og yngri) og vaksin (fødd 1992 og eldri). Børnini renna 2 kilo­ metrar. Vaksin kunnu velja 2 ella 5 kilometrar. Fyri fólk, sum ikki eru von at renna ella íðka annan ítrótt, tykjast 5 kilometrar kanska sum ein ov langur teinur og tískil ber eisini til at velja 2 kilometrar, so ongin orsøk er at halda seg aftur. Fólkaheilsu­renningarnar verða hesar dagar: Leygardagin 23. sep­temb­ er í Havn – (tilmeldingar­ freistin er 21. september) Sunnudagin 24. sep­ tember í Runavík – (til­ meldingarfreistin er 21. september) Leygardagin 30. sep­ tember í Vági – (tilmeld­ ingarfreistin er 28. sep­ tember) Sunnudagin 1. oktob­ er í Klaksvík – (tilmeld­ ingarfreistin er 28. sep­ tember) Leygardagin 7. oktober í Vágum – (tilmeldingar­ freistin er 5. oktober). Tilmelding Tilmelding til Fólka­ heilsu­renningina 2006 fer fram á hesum støðum: á heimasíðuni hjá Bragdin­ um, www.athletics.fo, hjá Føroya Shell, tlf. nr. 34 74 00, á deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum kring landið og á deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági, á Tvør­ oyri og í Havn. Børn og vaksin gjalda 20 kr. fyri at vera við. Luttøkugjaldið verður goldið, tá byrjanar­numm­ arið verður avheintað. Vinningar Lutakast verður um ymsar vinningar millum allar lut­ takararnar. Drigið verð­ur til hvørja renning. Vinn­ ingarnir verða ferðaseðlar frá Atlantic Airways og gávukort frá Føroya Shell og Suðuroyar Sparikassa. Allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Harumframt fáa tey luttakandi eina t-shirt við prenti á til minnis um dagin. Upplýsing og ráðgeving um heilsu Í sambandi við Fólka­heilsu­ renningina skipa Fyri­ byrgingarráðið og ymisk áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber til at fáa upp­ lýsing og ráðgeving um heilsuna. Fólkaheilsurenning 2006: Nú víðari kring landið Fyrilestur í Tilhaldinum um venjing av eldri fólki Tíðindaskri v frá Fysioterapeutfelag Føroya Í sambandi við at skipað verður fyri skeiði í geriatri í Føroyum, verður almennur fyrilestur í Tilhaldinum 20.09.06 kl. 15.00. Fyrilesturin nevnist : ”Rørsla”. Í einari tíð har fokus er á eldraøkinum og fysiskum aktiviteti, er tað umráðandi at fylgja við. Geriatri er læran um fyribyrging, sjúkugreining, viðgerð og rehabilitering av eldri fólki. Nógvar kanningar eru gjørdar, sum vísa, at fysiskur aktivitetur betrar heilsuna, økir lívsvirðið og leingir lívið. Fysioterapeutfelag Føroya hevur verið so heppið at fáa eitt av størstu nøvnunum innan hetta økið, Ninu Beyer, at játta at koma til Føroyar at hava skeið. Nina Beyer er útbúgvin fysioterapeutur. Hon hevur arbeitt við ítróttarmedisini síðan 1985 og síðan 1995 við denti á venjing av eldri fólkum og sjúklingabólkum. Nina Beyer er nú sett í granskingarstarv innan ”Idræts­ medisinsk Forskningsenhed” á Bispebjerg Sjúkrahúsi. Úrslitið av granskingarverkætlanini hjá Ninu Beyer hevur víst, at tað er sera umráðandi at venja vøddastyrki hjá eldri fólki, og at tey eldru, sum luttóku í hennara venjingarætlan, bøttu um vøddastyrki svarandi til ynging upp á 10 til 20 ár. Á hesum skeiði fáa fysioterapeutar og ergoterapeutar møguleika bæði í teori og praksis at økja sín kunnleika innan kanning og venjing til eldri og gomul, bæði almenn fyribyrging og til serligar sjúklingabólkar. Talið av pensionistum fer at økjast nógv, og fyribyrging er tað øki, vit mugu satsa nógv uppá, tí her er peningur at spara, og kunnu vit vera við til at geva  fólki ein virðiligari aldurdóm.