Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 19. september 2006 13 Í frágreiðingini staðfestir Tjóðbankin, at talan nú aftur er um framgongd í føroyska búskapinum, sum annars hevur staðið mest sum í stað í nøkur ár. Ser­ stakliga sæst fram­gongdin aftur í vaksandi lønar­út­ gjaldingum, og har­til hava hækkandi fiskaprísir sam­ an við nýggju fígging­ar­ møguleikunum innan set­ húsamarknaðin sett enn meira ferð á búskaparligu gongdina. Reallønarvøkstur Bara hetta seinasta hálva árið hevur talan soleiðis verið um eina munandi hægri realløn hjá føroysku løntakarunum. Vøksturin í lønarútgjaldingunum hev­ur hesa tíðina verið 6%, og tá prístalið í sama tíðarskeiði er økt 2%, er keypiorkan hjá føroyinginum voksin munandi. Vøksturin í reallønini er tó lítið at rokna móti øktu keypiorkuni, sum nýggju fíggingarmøguleikarnir hava givið. At hetta eisini hevur økt um trýstið á bú­ staðarprísirnar metir Tjóð­ bankin í sjálvum sær ikki vera nakran ovurstóran vanda. Virðið á sethúsum er í dag lutfalsliga eins stórt í mun til inntøkuna hjá fólki, sum tað var undan kreppuárunum. Men longri avdráttartíð og eitt munandi lægri rentustøði bera tó við sær, at trýstið á gjalds­før­ leik­an hjá húsaeigarum ikki er eins stórt. Góður landsbúskapur Og endaliga stafðestir Tjóðbankin eisini, at lands­ búskapurin hevur tað gott. Hóast fíggjarlógin fyri 2006 eisini gevur eitt hall á einar 200 mió kr., eru útlit fyri, at úrslitið verður betri enn sum so. Serstakliga hava øktir skattir og avgjøld muna væl í kassanum í Albert Hall, og tí verður mett, at talan verður nærum um javnvág í lands­kassa­ roknskapinum. Og tá er ikki-ætlaða vinningsbýtið úr Føroya Banka ikki roknað við. At enda verður staðfest, at útlit eru fyri, at lands­ húsarhaldið eisini hevur postivan roknskap komandi árini. Ikki minst, tí ali­ vinnan spakuliga er um at koma fyri seg, samstundis sum byggivinnan enn hev­ ur úr at gera. Eisini standa fleiri stórar almennar út­ byggingar fyri framman, og gera hesar sítt til, at byggivinnan neyvan upp­ livir nakra stagnatión í sín­ um virksemi. Vandi er tó í allari væl­ ferð, og endar frágreiðingin við at ávara móti niður­ gongd í fiskiskapi, eins og tað ikki kann roknast við, at fiskaprísirnir halda sær á verandi høga støði í allar ævir, verður sagt. Búskaparlig fram­ gongd, fram­haldandi yvirskot á gjalds­javna­ num, nærum javnvág í landskassa­rokn­skapi­ num og fallandi arbeiðsloysi. Tað eru nakrar av yvir­skrift­ inum, sum eyðkenna hálvárs­frá­greiðinga, sum danski Tjóð­ bankin hevur latið gjørt um før­oyska búskapin. Búskaparfrágreiðing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vøkur búskaparútlit Ikki minst hava betraðu fíggingarmøguleikarnir á sethúsamarknaðinum havt positiva ávirkan á landsbúskapin sum heild Hann er ikki ósamdur í metingini hjá danska Tjóð­ bankanum, har tað verður staðfest, at føroyski bú­ skapurin í løtuni hevur tað gott. – Nú havi eg ikki nærlisið frágreiðingina, men sum heild haldi eg, at tað hevur gingist væl seinnu árini. Einsta staðni eru fløsku­ hálsar tó at síggja við vantandi arbeiðsmegi, men sum heild er talan ikki um nakran ovurstóran trupul­ leika. – Men tað kundi kanska verið ynskiligt, at vit megnaðu at fáa fleiri av teimum, sum arbeiða uttan fyri landoddarnar aftur til Føroya. Í hesum førinum eru tað tó vanliga útboð og eftirspurningur, sum stýra marknaðinum, og vit fáa so at síggja, hvussu hesar fara at ávirka tann spurningin. Sum nevnt aðrastaðni á síðuni, so finast Tjóðbank­ in tó at føroyska fiskivinnu­ politikkinum, sum verður skírdur stuttskygdur. Eitt skoðsmál, ið Sigurd Poul­ sen ikki er heilt ósamdur í, tó at hann ikki vil gera nakra greiða nið­urstøðu. Hvørki í aktuella spurn­ inginum, ella í politiska kjakinum, sum hevur stungið seg upp í kjalar­ vørrinum á stovns­met­ing­ unum og tilráðingunum annars frá Fiskirann­sókn­ arstovuni. – Tað er eingin sum helst ivi um, at politikkarar lurta eftir tí, sum sagt verður. Spurningurin er tó samstundis, hvørt lurta verður meira eftir langtíðar tilmælunum ella eftir bráðfeingis trupulleik­un­ um, sum eru í ymsu pørt­ unum av vinnuni. – Sum búskaparfrøðing­ ur vil tilmælið sjálvandi altíð vera at fygja tí, sum í longdini gevur besta av­ kastið til samfelagið. Hin­ vegin er tað trupult hjá politikkarum at avvísa akuttar trupulleikar, og tí er tað støðugt so, at ein javnvág skal finnast millum hesi, heldur Sigurd Poulsen. Politikkarar lurta altíð. Spurningurin er kanska heldur, hvørj­ um teir lurta eftir, og hvussu lang- og stutt­ tíðar áhugamálini verða vigað móti hvørj­um øðrum, heldur Sigurd Poul­sen, landskbanka­stjóri Búskaparfrágreiðing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lurta – men ikki eftir øllum Stuttskygdur politikkur og tilfeingisgjald Hóast bjørt bú­skap­ arútlit, so er talan ikki um rósandi orð, tá føroyskur fiski­vinnu­poli­tikk­ ur verður umrødd­ ur í búskapar­frá­ greið­ingini hjá danska Tjóð­banka­ num Búskaparfrágreiðing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri tað nógva er talan mest sum um einvíst positiv búskapartekin í búskaparfrágreiðingini hjá danska Tjóðbanka­ num. Men tá skrivað verður um røkt av føroysku fiska­stovunum, eru orð­ ini tó eins lovandi. Eitt nú verður funnist at løgtinginum, tí hesir reka ein stuttskygdan fiskivinnupolitikk, har bráðfeingis áhugamálini hjá vinnuni verða tikin framum langtíðarmálið at byggja upp toska- og hýsustovnin. Ein gongd, sum í longdini hevur eitt verri avkast við sær, enn ein miðvís stovnsrøkt hevði havt tað. Niðurgongdin í ser­liga toskaf iskiskapinum verður tó uppvigað av vøkstri í bæði prísi og nøgd í upsafiski­skapi­ num, eins og fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum er øktur. Eitt nú er fiski­ skapurin eftir havtasku tvífaldaður tey bæði seinnu árini, soleiðis at hesin nú er 10% av inn­ tøkugrundarlagnum í fiskivinnuni. Tilfeingisgjaldið Hartil nertir frá­greið­ ingin eisini við spurn­ ingin um tilfeingisgjald í fiskivinnuni. Ikki minst verður sagt, at talan er um yvirnormalan vinning í pelagisku vinnuni, meðan hesin ikki er eins stórur í øðr­ um pørtum av fiski­ vinnuni. Hetta tí rentan her í nógv størri mun verður býtt í veiðilið­ num, har veiðiloyvini eru fleiri, enn fíggjar­ liga gongdin í sjálvum sær borgar fyri. Ein politikkur, sum hevur havt við sær, at effek­ tiviteturin í hesum parti av vinnuni er væl lægri, enn hann annars vildi verið, verður sagt í frá­ greiðingi.